Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 164 - 2. september 2003 Nr. 164 - 2. september 2003 11 Fyri Ólavsøku tóktist tað sum, at eitt áhugavert orðaskifti um støðu og myndugleika Løgtingsins var um at taka seg upp. Orðaskiftið byrjaði við at ein fyrrverandi løgtingsformaður, Finnbogi Ísaksson, í blaðsamrøðu vísti á, at landsstýrið í alt størri mun gjørdist við yvirlutan í valdsjavnvágini millum løgting og landsstýri. Finnbogi Ísaksson vísti á, at óskilið við alt fleiri rammulógum í roynd og veru hevði við sær, at landsstýrið fekk lóggávuvald. Almenningurin hevði fesk dømi um hesa støðu. Rammulógir vóru so rúmar, at landsstýrismenn kundu gera kunngerðir, sum enntá gingu beint ímoti ætlanini við viðkomandi lóggávu. Nú er Løgtingið so farið aftur til verka, og ein kundi kanska væntað, at onkur tingmaður fór at taka hendan áhugaverda spurningin upp í bløðunum ella á tingi. Eisini kundi ein rokna við, at onkur av grundlógarserfrøðingunum fór at gera viðmerkingar. Men so var ikki. Her hevur bert verið tøgn um hetta evnið. Tað er løgið. Tað er eisini mikið spell, tí hetta snýr seg um ein grundleggjandi spurning fyri fólkaræðið. Ein nýtist hvørki at vera serfrøðingur ella tingmaður fyri at duga at síggja, at tann neyðuga valdspolitiska javnvágin er ikki til staðar millum landsstýri og løgting. Hetta er ikki bert spell. Hetta er beinleiðis vandamikið fyri fólkaræðið. Hetta gagnar ikki rættartrygdini. Tað kann í hesum sambandi verða hóskandi at minna á, at einstaklingar og yrkisfeløg so av og á gera vart við dømi um, at rættartrygdin er sett til síðis. Serstakliga hevur formaður Føroya Fiskimannafelags verið íðin at gera vart við hetta óskil. Tað tykist tó ikki sum, at nakar avvarandi myndugleiki ella landsstýrismaður tekur sær av atfinningunum. Tað verður ikki latist um vón, og atfinningarnar, sum væl at merkja vanliga eru væl skjalprógvaðar, kundu fyri tann skuld verið luft! Hetta eru alt tekin um eina valdsarrogansu og eitt stórlæti, ið ikki klæðir fólkaræðisligum stovnum. Hetta er ikki sunt fyri demokratiið. Tað sær tískil ikki mætari út enn, at fjølmiðlarnar mugu taka sær um reiggj og gera meira burtur úr spurninginum um rættartrygdina í Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Orðaskiftið sum hvarv VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin Er føroyski búskapurin á veg inn í svára kreppu ella er talan um eina natúrliga tillaging, ið nú fer fram ? Er rætt við serumstøðum til partar av føroyska vinnu- lívinum? Skal komandi fíggjarlóg geva yvirskot ella hall ? Hesir týðandi spurningar hava verið reistir seinastu tíðina. Talan er um spurn- ingar, ið nema við grund- leggjandi partar av okkara samfelagi. Spurningar, ið eru serstakliga viðkomandi fyri tillagingina av føroyska studningsbúskapinum til ein sjálvberandi búskap. Búskapurin er við at finna langtíðarjavnvág Grundarsteinarnir undir b ú s k a p a r v ø k s t r i n u m undanfarnu árini hava verið nógvir - eitt nú ovurstórur tørvur á íløgum og nýtslu aftaná kreppuárini, nógv tøk arbeiðsmegi, skjót til- laging og umskipan, lágt rentustøði umframt vøkstur í fiskaprísum og -mongd- um. Útgangsstøðið fyri bú- skaparvøkstri hevur verið gott, og hevur føroyski bú- skapurin seinastu árini eis- ini upplivað ein óvanliga stóran vøkstur. Tá búskaparvøksturin nú er við at støðga skyldast hetta fyrst og fremst at bú- skapurin í mangar mátar hevur »heintað inn tað mista«. At fólk hava gjørt flestu neyðugu íløgurnar, ið lógu á láni í kreppuárunum. At nýtslan er komin á eitt hægri og meira nøktandi støði og tí ikki fer at vaksa eins nógv í komandi tíðum. At tað tilfeingið – serstak- liga arbeiðsmegi – ið bara bíðaði eftir at verða nýtt í kreppuárunum, nú verður nýtt o.s.fr. Sostatt er før- oyski búskapurin nú við at finna aftur til eina langtíð- arjavnvág, har virksemið ikki verður ávirkað av óvanligum umstøðum so sum ovurstórum tørvi á at »heinta inn tað mista« ella umfatandi kreppustøðu. Partar av vinnulívinum trupulleikar Men minkingin í búskapar- vøkstrinum sær út til at ger- ast størri enn væntað. Or- søkin er, at samstundis sum føroyski búskapurin er við at finna aftur til sína lang- tíðarjavnvág hava partar av vinnulívinum rent seg í trupulleikar. Alivinnan er sum kunnugt í kreppu, rækjuflotin hevur í longri tíð havt trupulleikar og eis- ini vísa fiskaprísirnir seg ikki frá síni bestu síðu í hesum døgum. Hetta er alt við til at trýsta inntøkurnar, virksemið og búskapar- vøksturin niður. Hetta eru tó somuleiðis faktorar, ið kunnu vísa seg frá eini betri síðu eftir lut- falsligari stuttari tíð – rækjuvinnan kanska undan- tikin. Tryggari búskapur Hinvegin er greitt, at før- oyski búskapurin er á væl tryggari grund í dag, enn í 80’unum. Eitt nú eru pen- ingastovnarnir væl fyri, samlaða uttanlandsskuld føroyinga er broytt til stóra uttanlandsogn, almennu veðhaldini eru so at siga søga, stór almenn uppspar- ing er veruleiki, og vit hava í dag eina røð av væl virk- andi og væl konsoliderað- um fyritøkum. Eisini er vinnulívið í dag munandi minni heft at almennum studningi. Tørvur á betri vinnupolitikki Enn eru vit tó langt frá at koma á mál tá umræður ein búskapar- og vinnupolitikk, ið skal tryggja fullgóða nýtslu av teimum fram- leiðslufaktorum – eitt nú arbeiðsmegi, náttúrutil- feingi og kapitali - ið finn- ast í og uttanfyri Føroyar. Heldur enn at hava javn- bjóðis vinnukarmar, ið tryggja at framleiðslufakt- orar leita har teir skapa størstu virðisøkingina, so hava vit í dag fleiri avlag- andi serskipanir. Dømi um hetta eru flutningsstuðul, skattalætti og ójavnbjóðis fiskiloyvisskipan, ið galda fyri ávísa vinnulívsgrein. Hetta er stuðul, ið merkir, at tað helst verða nýttir fleiri framleiðslufaktorar í hesi vinnu enn neyðugt er fyri at framleiða somu mongd. Harvið verða somuleiðis færri fram- leiðslufaktorar til virðis- skapan aðrastaðni í samfel- agnum. Hetta tryggjar ikki fullgóða troytan av før- oyska tilfeinginum. Skal tað almenna blanda seg ? Búskaparfrøðingar eru ymsir á máli um, hvørt vinnulívið bert skal verða stýrt av marknaðinum, ella um tað umvegis politikk er rætt at stimbra ávísar vinnugreinir. At geva tí størstu og best grundaðu vinnugreinini serumstøður er undir øllum umstøðum sera torført at grundgeva fyri vinnu- og búskaparpolitiskt. Sagt hevur verið, at fiskivinnan ikki kann klára seg uttan hesar sersømdir, men søgan hevur víst okkum at so er ikki. Tvørturímóti. Før- oyska fiskivinnan er vorðin nógv meira kappingarfør og framkomin, so hvørt sum studningsskipanirnar eru vorðnar færri. Hinvegin kann umhugs- ast at geva ávísum nýggj- um, alternativum vinnum serumstøður í eitt avmark- að tíðarskeið, fyri soleiðis at geva hesum eina »góða byrjan«. Hetta kann bera við sær, at vinnulívsfólk fáa áhuga fyri at royna nýggjar leiðir, og kann somuleiðis síggjast sum ein hjálp til nýggjar vinnugreinir at fáa ein »fót innum« á marknaðinum, ið ofta verður stýrdur av stór- um, peningasterkum fyri- tøkum. Men tílíkar serskipanir bera somuleiðis vansar við sær. Tað er nærum ómøgu- ligt hjá politisku myndug- leikunum at vita júst hvør nýggj vinnugrein samfel- agsliga er »røtt« at stuðla uppundir. Stórur vandi er tí fyri at framleiðslufaktorar, tíð og orka verða nýtt innan eitt útvalt vinnulívsøki, hóast hesi vórðu betur nýtt aðrastaðni. Tí er ivasamt hvussu tílík vinnutiltøk gagna í longdini. Eisini vís- ir søgan okkum, at torført er at koma burtur frá serlig- um skipanum, ið vórðu ætl- aðar av verða tíðaravmark- aðar. Javnbjóðis treytir til allar vinnugreinar má tí verða útgangsstøðið. Neyðugt er sostatt við einum broyttum vinnupolit- ikki, um vit við teimum framleiðslufaktorum, ið eru tøkir, skulu fáa eina størri virðisskapan – og harvið fíggjarligt rúm til meira vælferð. Frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap Framhald á síðu 35 tíðindaskriv Aftur í ár verður bridgetúrur við Norrønu. Túrurin verður komandi vikuskifti í døgunum 05. september til 08. sep- tember, farið verður av Havnini fríggjamorgun kl 08.30 og komið verður aftur til Havnar mánamorgun kl 05.00. Sum vanligt verða bridge- kappingar fyriskipaðar hvønn dag, t.v.s. fríggjadag, leygardag og sunnudag. Meðan skipið liggur í Hanstholm verður farið ein túr niðan í sentrið. Bridgetúrurin er sera vælumtóktur og ein góð byrjan uppá bridgeárið. Øll, ið hava hug at spæla bridge eru vælkomin at luttaka á bridgetúrinum umborð á Norrønu. Kappingar fara fram í hugnaligum umhvørvi og sjálvandi er hugnin í hásæti. Per Kallsberg skipar fyri kappingunum umborð og eru spurningar um túrin, er bara at seta sag í samband við hann. Allir áhugaðir bridgespælarir kunnu tekna seg til túrin, og tað er ikki at halda seg aftur, tí allar kapp- ingar fara fram í góðum og hugnaligum kappingaranda. -Tað verður torført hjá einstøkum før- oyskum fyritøkum at spæla nakran týðandi leiklut í oljuvinnu uttanlands. Men um fyritøkurnar fáa sam- starv í lag við út- lendskar fyritøkur, sum kunnu lata føroyskar fyritøkur taka sær at serligum og avmarkaðum upp- gávum, er møguleikin til staðar fyri, at vit í framtíðini kunnu síggja føroyskar fyri- tøkur í stóru ella lítlu oljuverðini sigur Kenneth Rasmussen, stjóri í Beras í Runa- vík. Hann leggur tó aftrat: – Men eitt er rættiliga greitt. Og tað er, at hetta sam- starv kemur ikki í lag við at sita heima í Føroyum og bíða eftir, at ein oljumaður kemur og bankar á dyrnar. OLJUVINNA Jan Müller Eftir at ENI bæði í fjør og fyrra árið hevði víst storan áhuga at brúka føroyskar veitingar til boringina í summar, vóru nógvar før- oyskar fyritøkur, sum í spenningi bíðaðu eftir italiumonnunum, ið í størri mun fóru at geva føroy- ingum uppgávur í oljuvinn- uni, enn hini oljufeløgini høvdu gjørt framman- undan. Fyri flestu fyritøkurnar her á landi varð boringin í summar eitt vónbrot. Bori- skipið, sum hevði verið í Brasil og borað, legði á vegnum higar at í Aber- deen, har nógva útgerðin til boringina í føroyskum øki varð tikin umborð. Sum kunnugt hava boriskip nógv betri umstøður at goyma útgerð umborð, enn bori- pallar. Hetta er nokk høvuðsorsøkin til, at vit í Føroyum hava hoyrt og sæð so lítið til oljuvirksemi í summar. At teir eisini blandaðu brine og kemisku evnini til sjálvt boriholið umborð, gjørdi eisini, at útgerðarskipini vóru sum lundi á jólanátt í Runavík hesaferð. Eitt av feløgunum, sum hevur merkt hesa gongdin er Beras i Rúnavík. Kenneth Rasmussen, stjóri í felagnum sigur, at tey í Beras royndu í vár at fáa samband við innkeyparar hjá ENI í Aberdeen, fyri at gera vart við teirra tæn- astu, sum er at avgreiða allar bíleggingar á einum stað. Tær vørur, sum tey ikki hava á goymslu, útvega tey frá veitarum í Føroyum og uttanlands. Kenneth Ras- mussen sigur, at tað var ikki nógv tey frættu úr Aberdeen, so vónirnar til tað stóra oljuvirksemi í summar vóru smáar. Men eftir at tey fyrst í juni mánaða í fjølmiðl- unum fingu at vita, at bori- skipið var farið til verka undir Føroyum, kom áheit- an frá Dolphin Drilling, sum eigur og rekur bori- skipið Belford Dolphin. Hetta var byrjanin til eitt sera gott samstarv við út- gerðarfólkini hjá Dolphin Drilling, tær vikurnar bori- skipið var í Føroyum. Kenneth Rasmussen vísir á, at kunnleikin hjá útgerðar- fólkunum úr Skotlandi til føroyskar tænastur er sjálv- sagt rættiliga avmarkaður. Tí høvdu tey brúk fyri eini fyritøku, sum hevur hendan kunnleika og kann avgreiða flestu bíleggingar. Mugu gera vart við okkum Eftir at boringin var liðug, kundi Beras staðfesta, at oljuvirksemið í summar varð munandi størri enn væntað. Tey fingu m.a. víst útlendska kundanum, at væl ber til at fáa hendur á flestu vørur og veitingar í Føroyum. Til vit fara at hava eina meiri støðuga oljuvinnu í Føroyum, verð- ur størsta forðingin hjá okkum, at vit ikki altíð klára at kappast í prísi við stóru útlendsku veitararnar leggur hann aftrat og heldur fram: – Vit halda, at um ikki tað arbeiðið, sum higartil er gjørt fyri at marknaføra okkum uttanlands, ikki skal fara fyri skeyti, eru vit noydd at halda fram at gera vart við okkum. Tað verður eitt tungt tak, um vit um nøkur ár skulu byrja aftur av nýggjum. Tí tað er ein sannroynd, at tann stóra oljuverðin ikki er serliga stór kortini. Fólkini í olju- vinnuni kenna hvør annan í flestu førum tvørturum fyritøku- og landamørk. Um tú ikki kemur á mál í fyrstu royndini, verður tú ofta beindur á rætta leið av onkrum, sum kennir onkran. Kenneth Rasmussen heldur, at tað verður torført hjá einstøkum føroyskum fyritøkum at spæla nakran týðandi leiklut í oljuvinnu uttanlands. Men um fyri- tøkurnar fáa samstarv í lag við útlendskar fyritøkur, sum kunnu lata føroyskar fyritøkur taka sær at serlig- um og avmarkaðum upp- gávum, er møguleikin til staðar fyri, at vit í fram- tíðini kunnu síggja før- oyskar fyritøkur í stóru ella lítlu oljuverðini. Men eitt er rættiliga greitt. Og tað er ,at hetta samstarv kemur ikki í lag við at sita heima í Før- oyum og bíða eftir, at ein oljumaður kemur og bankar á dyrnar. – Samstarv við útlendskar oljufyritøkur kemur ikki í lag við at sita heima í Føroyum og bíða eftir, at ein oljumaður kemur og bankar á dyrnar. Vit mugu út at gera vart við okkum sigur Kenneth Rasmussen, stjóri í Beras, sum er við á oljuráðstevnu í Aberdeen í hesum døgum Kenneth Rasmussen, stjóri í Beras: Mugu gera vart við okkum Bridgetúrur við Norrønu Fríggjakvøldið 12. sep- tember fer danska sjónleik- arkvinnan Lone Hertz at framføra Opinberingina í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Hetta seinasta árið hevur Lone Hertz ferðast í Dan- mark við einmansleikinum »Opinberingin«, tann tekst- urin í Nýggja Testamenti, sum til allar tíðir mest kjak hevur staðist um. Í donsku bløðunum hevur Lone Hertz fingið sera góð ummæli fyri hesa fram- førslu sína. Nú hava føroyingar høvi at síggja »Opinberingina« í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Frásøgnina um makt og máttloysi, sum ávarar ímóti tí ónda og vísir til tað góða. Sum er um »Ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð«. Sum er um vónina og leðina til okkum øll. Eitt evni, sum altíð er aktuelt fyri hvønn ein heimsborgara. Atgongumerki til sýning- ina eru at fáa í Kunningar- stovunum í Klaksvík, Fuglafirði og í Havn. tíðindaskriv frá oljumálaráðnum Hósdagin 28. august høvdu norðurlendsku umhvørvisráðharrara rnir fund í Luleå í Norðursvøríki, har eisini Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, tók lut. Fundurin snúði seg serliga um at skunda undir arbeið- ið hjá ES við at avmarka nýtsluna og útlátið av kyk- silvri og at umrøða, hvussu Norðurlond kunnu gera nýtslu av evropeisku ætl- anini fyri Norðurøkir (Den Nordlige Dimension). Eyðun Elttør gjørdi á fundinum vart við, hvønn týdning tað hevur fyri Før- oyar, at ES arbeiðir mál- rættað við at avmarka kyk- silvur í umhvørvinum. Hann nýtti somuleiðis høvi at stuðla teimum tiltøkum, sum kunnu minka um ta stóru hóttan, sum kyksilv- urdálking er fyri føroyska fólkaheilsu og umhvørvið. Eyðun Elttør segði eisini, at hann vónar, at semja skjótt fæst um eina altjóða konventión, sum kann minka um kyksilvurútlátið í umhvørvið. Viðvíkjandi ES ætlanini fyri norðurøkir (Den Nord- lige Dimension) vísti Eyð- un Elttør á, at tað hevur týdning at stuðla Russlandi í at betra um m.a. trygd og umhvørvisvernd á sjónum. Altjóða skipaferðslu- felagsskapurin IMO ar- beiðir við, at Eystursjógv- urin og havøkið frá Portugal og norður um Hetland skulu staðfestast sum serlig havøki: "partic- ular sensitive sea areas (PSSA)". Í hesum sam- bandi vísti Eyðun Elttør á, at Føroyar ynskja at stuðla øllum ætlanum um betri verju av havinum. Hinvegin mugu vit ansa eftir, at av- leiðingin av hesum tiltøk- um, sum strandalondini í Evropa fremja, ikki verður tann, at vandamikla skipa- ferðslan flytur norðureftur. Um so verður, kann tað gerast aktuelt eisini hjá Føroyum at arbeiða fyri at fáa føroyskt havøki við í hesa staðfesting. Tilfar frá fundinum, so sum Nordisk udtalende om miljøfrågorna i EUs Nord- liga Dimension fæst á heimasíðuni hjá N o r ð u r l a n d a r á ð n u m : www.norden.org Beras er oljudeildin hjá Teymavirkinum í Runavík, sum umframt at framleiða línu og teymar til línuveiðu, hevur ein stóran skipshandil og búnýtis- og gávuhandil á Heiðavegnum í Runavík. Snørisvirkið, sum er dóttir- felag hjá Teymavirkinum, hevur framleiðslu og skips- handil í Klaksvík. Á virk- inum í Runavík starvast uml. 20 fólk og í Klaksvík eru 5 fólk í starvi. FAKTA Eyðun Elttør á umhvørvis- ráðharrafundi í Luleå Opinberingin í Mentanarhús- inum C M Y K 11 10