týsdagur 2. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 164 - 2. september 2003
Nr. 164 - 2. september 2003
13
Leygardagin hátíðar-
hildu barnagarðurin
og vøggustovan við
Velbastaðvegin, at tey
eru vorðin tilkomin.
30 ár eru liðin, síðan
stovnarnir báðir vóru
tiknir í nýtslu. Sama
dag kundi eitt starvs-
fólk halda bæði runda
dagin, 30 ára starvs-
dag og føðingardag
FØÐINGARDAGS-
BARNAGARÐUR
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Nógv vatn er runnið í
Sandá
oman
ígjøgnum
Havnardal, síðan fyrsta
barnið kom stetlandi inn í
vøggustovuna við Velba-
staðvegin fyri 30 árum
síðan. Leygardagin hátíðar-
hildu barnagarðurin og
vøggustovan dagin. Og tað
varð gjørt við stíli.
Børn, sum ganga á stovn-
unum, systkin, foreldur,
starvsfólk og vinir møttu í
stórum tali, og skipað varð
fyri undirhaldi, so børnini
ráhugnaðu sær.
Sangur og skemt
Stóra hittið millum tey
smáu, Angela og Hannibal,
fingu smílini og rópini
fram hjá bæði børnum og
vaksnum í allar fagrasta
veðri. Einastu løtuna, nakr-
ir dropar fullu, var tá Malan
Thomsen, sum undirhelt
saman við manninum Finni
Hansen, sang um regnið.
Annars varð skróvturt og
sólin sá.
Seinni spældu fólk frá
Grímu, Kristina Hansen og
Jenny Petersen, barnasjón-
leik á høgum stigi upp í
klatriborgini, og tað sást, at
onki kann bergtaka børn
meira enn livandi kongs-
synir, trøll og prinsessur.
Dagurin byrjaði klokkan
tíggju. Gjøgnum dagin
sluppu børnini at smíða,
grilla og eta pylsur, dansa
og syngja, so tey vóru mett
av bæði upplivingum og
mati, tá føðingardagurin
var av um eitt-tíðina.
Trífaldur dagur
Hjá einum manni var dag-
urin heilt serligur. Húsa-
vørðurin Sune Hammer
hevur arbeitt við Velbastað-
vegin frá fyrsta degi. Um-
framt runda dagin hjá
stovninum,
varð
eisini
heiðrað, at hann hevur
verið har í 30 ár. Bara
Poulina, sum í dag avloysir,
hevur eisini verið við frá
fyrst degi.
Í hesum sambandi hevði
Ingilín Berg gjørt eina
dukku, sum líktist Suna
meira enn Sune sjálvur, og
tað flenti hann nógv eftir.
Serliga tí hann ikki hevði
funnið arbeiðsklæðini dag-
in áðrenn. Tað kom eisini
fram, at Sune hevði føðing-
ardag leygardagin, so tað
fekk hann sjálvandi eitt trí-
falt hurra og blómur aftur-
fyri.
Í dag ganga umleið 100
børn á barnagarðinum og
vøggustovuni við Velba-
staðvegin tilsamans. Frá
komandi ári verður talan
um ein og sama stovn, tá
garðarnir verða lagdir sam-
an.
Trøllvaksin barnagarður
Angela fekk børnini at hoppa og dansa
Børnini grillaðu síni egnu breyð
Tær smíða seymar í bjálkan
Leiðarin á Barnagarðinum
Mona Rasmussen Mohr
Sune Hammer, sum eisini
hevði 30 ára starvsdag, varð
ovfarin húsavarðadukkuni
C
M
Y
K
13
12