týsdagur 2. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 2. september 2003
15
KÍF-B36 2-2 (2-1):
B36 tók alt í Klaksvík
2. DEILD KÍ–B36
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað hevur hilnast illa hjá
tveimum teimum bestu KÍ
liðunum tvey tey seinastu
vikuskiftini. Eftir tvey tap á
rað eru bæði 1. og 2. deild-
arliðini fokin í kappingini
um heiðursmerkini. Fyrst
vóru liðini á Svangaskarði,
har B68 tók alt, og í hesum
vikuskiftinum var tað B36,
sum fór við báðum sigrun-
um úr Klaksvík.
Carl H. Høgnesen legði
leygardagin B36 framum,
men Kristian á Lakjuni
javnaði til 1–1 við lang-
skoti. Kristian, sum fyri
trimum árum síðani taldist
millum fremstu fótbólts-
evnini í Klaksvík, hevur
ikki hildið seg havt tíð til
fótbólt seinastu tíðina, og
hann verður ikki at síggja
nógv á KÍ liðum næstu
tíðina, tí hann ætlar sær av
landinum. Men leygardagin
vísti hann, at evnunum bila
einki.
Undan steðginum legði
miðvallarin Dávid Bert-
holdsen KÍ framum, men í
2. hálvleiki kiksaði hjá KÍ.
Áki Mørk javnaði beinleið-
is upp á fríspark, og Tórður
Hentze skoraði B36 sigurs-
málið, tá ið tað restaðu fýra
minuttir.
B36 var í summarsteðg-
inum millum evnini til
niðurflyting. Sjúrður Norð-
búð hevur síðani tá havt
ábyrgdina av næstbesta
B36 liðnum, og tað hevur
gingið sum eftir ánni. B36
hevur spælt fimm dystir.
Teir hava bara tapt ímóti ÍF.
Úrtøkan hevur verið tólv
stig, og nú eru teir væl og
virðiliga komnir undan
allari hóttan um niðurflyt-
ing. Um heilt væl vil við, so
fer B36 kanska at vera við í
kappingini um bronsu-
merkini.
Næsta vikuskifti vera
avbjóðingarnar stórar bæði
hjá B36 og KÍ. B36 skal
spæla á heimavølli ímóti
TB, ið rættuliga hevur fing-
ið undanvind, meðan KÍ
skal
royna
seg
ímóti
oddaliðnum í Fuglafirði
2. deild KÍ–B36 2–3
(2–1)
0–1: Carl H. Høgnesen
1–1: Kristian á Lakjuni
2–1: Dávid Bertholdsen
2–2: Áki Mørk
2–3: Tórður Hentze
Berti Vogts hevur
gjørt av, hvørjar leik-
arar hann setir álitið
á, tá Føroyar koma á
vitjan
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fríggjadagin boðaði Berti
Vogts frá, hvussu skotska
landsliðið fer at síggja út,
nú dystirnir móti Føroyum
og Týsklandi standa fyri
framman.
Kevin Harper and Paul
Dickov have been brought
into Berti Vogts' Scotland
squad for the Euro 2004
double header against the
Faroe Islands and Ger-
many. With Kenny Miller
having failed to regain
fitness, the manager has
extended his options up
front with the two attack
minded players from pro-
moted Premiership clubs
Portsmouth and Leicester,
while James McFadden and
Steven Thompson return
from injury.
Lat
tað
verða
sagt
beinanvegin, at Vogts ikki
hevði nakra bumbu av
sama slag, sum tann hjá
Henrik Larsen, men á sama
hátt sum hjá okkum ræður
tó um at finna røttu menn-
inar til álopssessirnar. Her
hevur tað verið ein trupul-
leiki, at Kenny Miller hevur
verið skaddur, og hann er
enn ikki somikið birgur, at
hann setur seg føran fyri at
spæla. Fyri at styrkja um
hendan partin av liðnum,
hevur Vogts tí tikið James
McFaden
og
Steven
Thompson á liðið. Eisini
Don Hutchinsson og Paul
Dickov eru millum teir,
sum skulu stríðast um
framrættaðu sessirnar, so
føroyska verjan fær helst
sítt at síggja til.
Liðið hjá Skotlandi sær
annars soleiðis út:
Málverjar
Neil Alexander (Cardiff
City)
Robert Douglas (Celtic)
Paul Gallacher (Dundee
United)
Verja
Graham Alexander (Pre-
ston North End)
Steven Caldwell (New-
castle United)
Christian Dailly (West
Ham United)
Steven Pressley (Heart of
Midlothian)
Maurice Ross (Rangers)
Andy Webster (Heart of
Midlothian)
Lee Wilkie (Dundee)
Miðvøllur
Colin Cameron
(Wolverhampton W.)
Paul Devlin (Birmingham
City)
Barry Ferguson (Rangers)
Kevin Harper
(Portsmouth)
Paul Lambert (Celtic)
Jackie McNamara (Celtic)
Gary Naysmith (Everton)
Gavin Rae (Dundee)
Álop
Stephen Crawford
(Dunfermline Athletic)
Paul Dickov (Leicester
City)
Don Hutchison (West Ham
United)
Neil McCann
(Southampton)
James McFadden
(Motherwell)
Steven Thompson
(Rangers)
B36’arar fóru væl hýrdir úr Klaksvík um vikuskiftið
Ein heldur øðrvísi
ítróttardagur verður
á skránni hjá polit-
inum týsdagin
COP-CUP
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað verður ein ítróttar-
dagur av teimum heldur
sjáldsomu, tá føroyskir
løgreglumenn
týsdagin
fara at royna seg í so-
nevndu Cop-Cup kapp-
ingini.
Hetta er ein kapping við
ikki færri enn 16 kapping-
argreinnum, og skulu
allar avgreiðast innan ein
og sama dag. Í fleiri før-
um er eisini talan um
heldur alternativar ítrótta-
greinar. Eitt nú í pletfisk,
har teir við sleingjutráðu
skulu kasta ein dartpíl
móti skivuni.
Dagurin hjá løgreglu-
monnunum
byrjar
snimma
á
morgni
í
Gundadali, har fótbóltur
er á skránni, og so gongur
bara slag í slag. Nakrar av
kappingunum ganga fyri
seg innandura, og verða
hesar í Gundadalshøllini,
umframt at Svimjihøllin
eisini skal nýtast.
Sum navnið sigur, so er
talan um eina kapping
fyri
løgreglufólk,
og
verða tað 20 av slagnum,
sum fara at royna seg týs-
dagin. Av navnalistanum
framgongur, at talan í
nógvum førum er um
nøvn, sum hava gjørt um
seg í øðrum sambandi í
føroyska ítróttarheimin-
um, so einki er at ivast í,
at nógv verður lagt fyri í
royndunum at vinna.
Og so skulu vit eisini
heilsa og siga, at hóast
hetta, so verður nóg mikið
av fólki til arbeiðis hjá
løgregluni týsdagin, so
tey óttast á ongan hátt, at
lógloysi fer at gera um
seg,
meðan
kappast
verður.
Løggan skal
kappast
Skotska liðið klárt
Sigrid og Katrin á
sætta plássinum
Tað eydnaðist ikki føroysku kvinnunum at
vinna heiðursmerki, men tær vóru væl
nøgdar kortini
Sum vit nevndu í seinastu viku, so vóru Katrin Olsen
og Sigrid Svartá við í bátinum hjá Danmark, sum á
fyrsta sinni vann seg fram til HM-finaluna í kappróðri
fyri fýrarar.
Finalan í hesum varð rógvin sunnudagin, og her
gjørdist danski báturin nummar seks av teimum seks
bátunum, sum vóru í finaluni.
Hóast tær soleiðis endaðu á aftasta plássinum í
finaluni, so tóktust tær báðar væl nøgdar, tá Útvarpið
fekk fatur á teimum sunnudagin, og tað kunnu tær sum
so eisini vera. Tí hóast talan ikki gjørdist um heiðurs-
merki, so eru tær nú millum tær seks bestu manningar-
nar í heiminum, og tað skuldi verið løgið, um tær báðar
ikki eisini ætla sær at royna at betra um hetta komandi
árini.
-jm
15
Nr. 164 • týsdagur • 2. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Fleiri landsliðsspælarar av vøllinum við skaða
Men alt bendir á, at
Henrik Larsen fer at
hava allar sínar kosnu
menn við sær, tá ið
leiðin í annaðkvøld
gongur til Skotlands
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í annaðkvøld lættir lands-
liðið úr Vágum við kós
ímóti Glasgow, har næst-
síðsta uppgerðin í hesum
EM undankappingar um-
farinum verður á skránni
leygardagin.
Atlantsflog
skal undan leygardegnum
flyta nógvar føroyingar til
Glasgow. Teir, sum skulu
stríðast á vøllinum, vera
teir fyrstu avstað, og so
skulu teir næstu dagarnar
fyrireika seg undir venjing,
hvíla seg og sinniliga tuna
seg inn á stóru avbjóð-
ingina.
Føroyar hava framvegis
fyrsta stigið til góða á
skotskari jørð. Men tað var
tætt við fyri fimm árum
síðani. Ta ferðina vann
Skotland 2–1 í Aberdeen.
John Petersen skoraði før-
oyska málið upp á brots-
spark, eftir at Todi Jónsson
varð feldur. Bæði tey
skotsku málini vóru óhepp-
in. Í øðrum førinum snýtti
skotið Jákup Mikkelsen, tí
bólturin tók í beinið á Jens
Kristiani Hansen, og í hin-
um førinum vóru føroysku
spælararnir
meiri
ella
minni givnir at spæla, tí tað
í sambandi við innkast
frammarlaga
í
skotsku
vinstru síðuni vóru tveir
bóltar á vøllinum.
At Føroyar ikki skulu
avskrivast ímóti Skotlandi,
varð staðfest fyri einum ári
síðani, tá ið Skotland var á
Svangaskarði. John Peter-
sen legði Føroyar á odda
bæði 1–0 og 2–0, og hann
hevði gyltan møguleika at
økja til 3–0, áðrenn Skot-
land tvær ferðir svaraði aft-
ur og javnaði til 2–2. Um
Føroyar vóru komnar fram-
um 3–0 man lítil ivi vera
um, at tað hevði eydnast at
vinna, og so hevði Berti
Vogts neyvan staðið við
róðrið, tá ið Skotland
leygardagin fer at taka
ímóti Føroyum á Hampden
Park í Glasgow. Síðani
ferðini í Føroyum hevur
hilnast so mikið væl hjá
Skotlandi, at teir framvegis
hava møguleika at sleppa
upp í part í endaspælinum í
Portugal næsta summar.
Fleiri av vøllinum
Tríggir landsliðssspælarar
vóru ikki í eldinum fyrrenn
í gjárkvøldið. Talan var um
Jens Martin Knudsen og
Helga L. Petersen, sum við
NSÍ skuldu spæla á heima-
vølli ímóti EB/Streymi, og
um Julian Johnsson, sum í
gjárkvøldið skuldi spæla
við ÍA á útivølli í Reykja-
vík ímóti Fylkir.
Tá ið B68 vann 2–0 í
Miðvági, vísti Fróði Benja-
minsen, sum var leikbann-
aður, tá ið Føroyar á heima-
vølli taptu 2–1 ímóti Ís-
landi, stórspæl. Bæði í
verjukenda leiklutinum og í
framrættaða spælinum var
hann rættuliga sannførandi.
Jann Ingi Petersen stríddist
væl, og hann skoraði 2–0
málið eftir framspæl frá –
Fróða Benjaminsen.
Tveir aðrir landsliðs-
spælarar vóru á vøllinum í
Miðvági, har Jógvan Mart-
in Olsen var millum áskoð-
ararnar. Tað hevði hann
møguleika fyri, tí NSÍ ikki
spældi fyrrenn í gjár-
kvøldið.
Felags fyri bæði Hans
Fróða Hansen og Jóhannus
Joensen var, at teir í 2.
hálvleiki noyddust at taka
seg av vøllinum, tí teir vóru
skaddir. Í báðum førinum
var talan um liðbandsskaða
í knænum. Sum vit hava
skilt tað, so er í báðum før-
unum talan um so mikið
smáar snuddir, at spælarar-
nir fara at koma fyri seg
undan uppgerðini leygar-
dagin.
Hans Fróði varð skaddur
í samanbresti við viðspæl-
ara longu í 2. minutti. Hann
var uttanfyri eina løtu, men
so kom hann aftur á vøllin
og treiskaðist í ein tíma.
– Talan var um sera
óhepna støðu, har Kristian
Anton Andreasen, sum elti
mótstøðumann,
datt
omanyvir beinið hjá mær.
Pínan í knænum var nógv,
men eftir viðgerð royndi eg
at treiskast. Hugurin at fara
út var lítil, nú tað gongst so
væl hjá okkum. Eg havi
verið hjá fysioterapeuti í
morgun og skal aftur fáa
viðgerð seinni í dag. Tað
tykist sum um pínan er
minni nú, segði Hans Fróði
Hansen á middegi í gjár.
So tú ætlar tær ikki at
geva avboð til landsliðið?
– Tað vóni eg sanniliga
ikki verður neyðugt. Eg eri
sera uppsettur at fylgja
møguleikanum, sum eg
aftur havi fingið at vera á
landsliðnum.
Dystuirn
verður ikki fyrrenn leygar-
dagin, og tá rokni eg heilt
víst við at vera tøkur. Á
landsliðnum
er
eisini
møguleiki støðugt at fáa
viðgerð frá góðum fysioter-
apeutum, sigur Hans Fróði
Hansen, sum sigur seg hava
skilt, at Jóhannus Joensen
eisini tykist koma fyri seg
so mikið skjótt, at hann ikki
nýtist at geva avboð til
Skotlands ferðina.
John og Jákup fingu
úrtøku
Stóri trupulleikin á lands-
liðnum hevur seinastu ferð-
irnar verið at spæla seg til
møguleikar og at fáa mál.
Helgi L. Petersen fekk ikki
møguleikan fyrrenn í gjár-
kvøldið. Hjá Jákupi á Borg
og John Petersen gekk væl í
Klaksvík. Báðir megnaðu
teir at skapa sær sjálvum
møguleika og at fáa fulla
úrtøku burturúr.
Í Gundadali hilnaðist tað
ikki væl hjá Andrew av
Fløtum, sum var komin
aftur eftir leikbann í Gøtu.
Andrew, Rógvi Jacobsen,
sum var miðframherji, og
hinir HB spælararnir megn-
aðu ikki at fáa mál burturúr
stóru leikligu yvirvágini
ímóti VB.
Nýggja navnið í lands-
liðshópinum,
Christian
Lamhauge Holst, var við
Lyngby í donsku 2. deildini
í Brabrand, har úrslitið varð
2–2. Christian fekk einki
mál hesa ferð.
Hans Fróði Hansen var ein
av leikarunum, sum noyddist
av vøllinum við skaða um
vikuskiftið, men sjálvur
roknar hann ikki við, at
hetta fer at bila á skotlands-
ferðini
C
M
Y
K
14