Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 2. september 2003 17 Fyri triðju ferð megn- aði HB, sum fyrstu ferð á árinum ikki megnaði at skjóta mál, ikki at fáa fult á heimavølli, og nú eru teir ikki einsamallir um at hava avgerðina um FM heitið í sínum hondum 14. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Burturúr ongum kom eldur í skálan sunnudagin. At HB, sum hevði vunnið fimm ferðir á rað, skuldi so at siga tapa tvey stig á heimavølli ímóti VB, ið hevur havt tað sera torført, var púra óvæntað. Men hetta var ikki fyrsta ferðin, at vágbingar spældu HB eitt puss í Gundadali. Fleiri ferðir hava teir vunnið, og í 2000, tá ið VB vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð, megnaðu teir 2–2 í Gundadali ímóti HB. Men tá varð roknað nógv meiri við góðum VB úrsliti á útivølli ímóti HB, enn tað var hesa ferð. Vágbingar lyftu ørmunum upp um høvd, og tað var týðuligt, at VB kendi seg hava vunnið eitt stig. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at HB noyddist av vøllinum uttan at hava skorað mál. Tað skal leitast aftur til 2. juni í fjør fyri at finna síðstu ferðina, tá ið HB ikki megnaði at gera mál. Ta ferðina vóru teir á útivølli, og úrslitið var eisini málleysur javnleikur. Mótstøðuliðið var eisini ta ferðina VB! Við javnleikinum í Gundadali lyfti VB seg enn eitt fet úr botninum, har teir ikki áttu at havt ligið so leingi, um hugsað verður um, hvussu nógv talent er á liðnum hjá teimum. Men tað er ikki altíð at talentið ger av, hvussu støðan á talvuni er. Hetta eru tað so mong dømi um. Spurningurin er nú, um VB fer at spæla øðrum oddaliði eitt puss. Einasti møguleikin er ímóti B68, sum í síðsta umfarinum skal spæla í Vági. Sum gongdin hevur verið sein- astu umførini, so er møgu- leiki fyri, at B68 kann vinna FM á Vágseiði 5. oktober, men tað vilja teir á Toftum ikki hoyra talan um enn. Teir hyggja bara fram til næstu uppgávuna, sum tykist ivaleysa stór, tí tá kemur NSÍ út um Høganes at vitja. Fleiri um boðið At HB skeiklaði ímóti VB ber við sær, at munurin frá oddaliðnum og til B68 minkaði til tvey stig. B68 hevur vunnið seks tær seinastu ferðirnar. Teir eiga HB í Gundadali á, og tað er einki at ivast í, at úrslitið í tí uppgerðini fer at hava stóran týdning fyri, hvør skal verða meistari. Við tepra sigrinum í Klakvík kom B36 uppí aftur stríðið um FM heitið, og um tað í gjárkvøldið eydnaðist NSÍ at vinna á heimavølli ímóti EB/Streymi, so hava teir framvegis møguleikan at vinna fyrsta meistaraheitið nakrantíð. At VB megnaði meiri enn hálva vegna at koppa HB í Gundadali staðfestir, at allir dystirnir eru torførir, og at eingin skal rokna við, at øll stigini kunnu heintast við kassa eitt, uttan at fullur álvari og øll orka hevur verið løgd í. Tá ið hetta er sagt, so má kortini leggjast afturat, at talan sjálvandi verður um serligar lykladystir, tá ið toppliðini fara at dystast innanhýsis. Uppgerðirnar, sum her verður hugsað um, eru hesar: Í 15. umfarinum hittast B68 og NSÍ á Svangaskarði, í 16. umfar- inum hittast NSÍ og B36 í Runavík og HB og B68 í Gundadali, og í 17. umfar- inum verður grannastríð í Gundadali. Í síðsta umfarinum skulu tey fýra oddaliðini spæla ímóti lægri støddum liðum. NSÍ eigur heimavøll ímóti FS Vágum, HB eigur heimavøll ímóti KÍ, og B36 og B68 skulu spæla á úti- vølli ímóti ávikavíst GÍ og VB. Í løtuni kundi okkurt bent á, at avgerðin um, hvør skal vinna FM, ikki fer at bíða til síðsta umfarið. Hjá HB og B68 ræður um at vinna sínar dystir. Hjá NSÍ og B36 er einki at ivast í. Teir mugu vinna sítt, og so mugu teir vóna, at B68 megnar at koppa HB, ella at tað verður javnt, tá ið HB fer at taka ímóti B68. Spennandi er tað í hvussu so er. Skála næstan fokið Eftir at skálamenn ikki megnaðu at fáa stig frá GÍ, sum ikki hevði fingið fult í sjey teimum seinastu royndunum, restar lítið í, at Skála eftir tvey ár í bestu deildini skal tungu gongd- ina aftur í 2. deild. Í fjør megnaðu teir nógv í síðstu umførunum. Næstu ferð skulu teir til Klaksvíkar, og um tað skal eydnast hjá Skála at fáa FS Vágar aftur, so skal Skála vinna í Klaksvík. KÍ hevur verið óstøðugt alla tíðina. Teir hava vunnið og tapt so at siga aðru hvørja ferð. Síðani teir fóru í Europa Cup hevur ikki gingið væl. KÍ hevur tapt á Toftum og nú ímóti B36, og harvið stendur stríðið hjá KÍ um, um teir skulu verða nummar fimm ella seks. Tað er ikki nøktandi hjá fótbóltsglaðu klaksvíking- unum, sum ivaleyst eru farnir at hugsa um, hvat teir skulu finna uppá fyri, at tað kann hilnast betri næsta ár, tá ið felagið fyllir hundrað. Hóast FM møguleikin hjá KÍ væl og virðiliga er fokin, og tað nú tykist púra greitt, at teir ikki verða partur í altjóða fótbólti næsta ár, so kunnu teir spæla onkrum av meistara- biðlunum eitt puss. Í næst- síðsta umfarinum skal NSÍ til Klaksvíkar, og í síðsta umfarinum skal KÍ í Gundadal ímóti HB. Klaks- víkingar hava hildið seg havt gott tak á HB í ár, og tað sveið, tá ið teir mistu stigini í fyrra landskapp- ingardystinum. Støðan ta ferðina var ikki ólík henni sunnudagin, tá ið B36 í Klaskvík kom uppí aftur FM stríðið og harvið fram- vegis hevur møguleika at vinna bæði steypakapping og FM. Meistaraskapin stríðast teir í B36 við HB, B68 og NSÍ um. Annað vikuskifti bresta B68 og NSÍ saman á Svangaskarði. Tað fær illa verið meiri spennandi, enn tað nú gjørdist! Og tað er ikki óhugsandi, at fleiri óvæntað úrslit fara at koma, eftir at VB sunnu- dagin í Gundadali vísti hin- um feløgunum, at tað ber til at fáa stig frá oddaliðunum. Eisini tá ið tey eru á heimavølli. Nú tevja fleiri gullið TB tykist av álvara hava sett spurtin ígongd, og leygar- dagin gekk hetta út yvir B68 2. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B68 hevur seinastu vikur- nar sett gongd á eina bjargingarætlan, sum næstan hevur lyft liðið av botnsessinum. Ikki minst mundi tað koma óvart á, tá teir fyri kortum gjørdust fyrsta liðið, sum fekk fult ímóti IF, men yvir høvur hevur framgongdin hjá liðnum verið stór. Leygardagin komu teir so ruddiliga niður aftur á jørðina, tá teir vóru á Sevmýru og vitjaðu. Har var rætt og slætt einki roks av nøkrum slag. Heimalið- ið legði fyri sum eitt óløgi, og teir helmaðu at kalla ongan tíð í. Í øllum førum ikki fyrr enn sigurin var slerdur væl og virðiliga fastur. Longu í hálvleikinum var støðan 7-0 til heima- liðið, og so var tað bara spurningur um at fáa tíð- ina at ganga hjá báðum pørtum. Tíverri eydnaðist okk- um at fáa raðfylgjuna á øllum málunum hjá TB. Men Dan Mortensen skeyt so fýra mál. Kaj Roest trý og so skutu Óli Johanne- sen, Hallur Christiansen og Jens Rói Sørensen eitt mál í part. Við sigrinum syrgdi TB soleiðis fyri, at trýstið á ÍF verður varveitt, og sum støðan nú sær út, so verður talan um áhugaverda upp- gerð, tá ÍF um tvær vikur vitjar á Sevmýri. TB-B68 10-0 (7-0): Toftamenn fingu armarnar niður Tað kom óvart á hjá HB, at teir skuldu missa á heimavølli móti VB, og nú røkist alt fyri nøkrum branddystum í seinastu fýra umførunum 17 16 Nr. 164 - 2. september 2003 HM-dystur avlýstur Ætlaði dysturin mill- um Garry Kasparov og Ruslan Pono- mariov, sum av røtt- um skuldi leikast í septembur/oktobur, er avlýstur TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Tað vórðu smíl á andlitum hjá talvfjepparum í mai mánaða í fjør, tá ein søgulig avtala bleiv undirskrivað av FIDE (altjóða talvsam- gongan) forsetanum Kirsan Ilyumzhinov, heimins mæt- asta og hægstrataða telvara Garry Kasparov, heims- meistaranum Vladimir Kramnik, FIDE-heims- meistaranum Ruslan Pono- moariov og ymiskum um- boðsmonnum. Í skrivinum, sum hevði endamál at fáa ein felags heimsmeistara aftur eins og í gomlum døgum, stóð millum annað, at Pono- mariov og Kasparov skuldi í 2003 leika ein sonevndan "hálvfinaludyst", og at vinnarin av sterku Dort- mund-kappingini í summ- arinum 2002 fekk møgu- leikan at bjóða Kramnik av í hinari hálvfinaluni. Hesin bleiv Peter Leko, sum vann á Veselin Topalov í finaluna í Dortmund. Vinnararnir av nevndu dystunum fara loksins at leika eina endaliga HM- finalu. Trupulleikar aftaná trupulleikar Skjótt sást tó at elitutelv- ararnir ikki vórðu so lættir at fáast við. Nakrir øgiligir knútar skuldi fyrst loysast, hóast at menn vistu hvat teir høvdu undirskrivað í mai 2002. Optimisman vann kortini í fyrstu syftu á pessimismuni, sjálvt um dystirnir báðir blivu útsettir fleiri ferðir. Kunngjørt varð, at Kasp- arov — Ponomariov dystur- in skuldi telvast í septem- bur/oktobur, men Kramnik og Leko høvdu og hava enn trupulleikar við at finna hóskandi sponsorar til dyst teirra, og er tí enn eingin endalig dato kunngjørd. Kramnik letur tó væl at í samrøðu fyri stuttum, har hann sigur at tað bert er spurningur um tíð nær rætti sponsorur verður funnin, og at vit tí ikki eiga at ótt- ast. Møguliga verður dyst- urin leiktur í novembur í Buenos Aires, siga teir úr FIDE. Treiskur Ponomariov Mitt í meldrinum av hesum, brast enn ein bumba 28. august. Ponomariov hevði undan 28. august verið rættiliga fjarur og stillur, og hevur ikki viljað undirskrivað endaliga dystaravtaluna. Kasparov undirskrivaði skjalið fyri fleiri mánaðum síðani. Ponomariov, sum eingin kundi fáa orð á (ein kundi bert hitta umboðsmann hansara í samband við endaligu av- taluna), kravdi millum annað 100.000 dollarar frá FIDE fyri tær mongu útsetingarnar av dystinum, umframt fleiri onnur prakt- isk krøv. Seinasta freist var nevnliga 28. august hjá Ponomariov at undirskriva endaligu pappírini og senda tey til FIDE, og tá einki frættist frá honum, varð hann sensationelt strikaður av sum FIDE-heimsmeist- ari! Kasparov fær annan mótstøðumann Ístaðin hevur FIDE avgjørt, at ein stór Knock-Out- kapping við 128 luttakarum verður í Moskva í desem- bur. Mannagongdin verður væntandi soleiðis, ífylgju FIDE, at vinnarin í Moskva sleppur at møta Kasparov, helst einaferð komandi vár, og vinnarin av hesum dysti møtir framvegis vinnaran- um av Kramnik-Leko dystinum. Ein øgiligur HM-hurliv- asi, sum vónandi fær ein góðan enda hóast alt. Nú vit møguliga koma at síggja Kasparov og Kramnik aftur í HM-finalu komandi ár, fara vit at líta aftur til ár 2000, tá talvstjørnurnar seinast hittust í HM-dysti í London. Tá vann Kramnik óvæntað 8,5 — 6,5, eftir tveir sigrar, trettan javnleikir og einki tap. Talvið hesa vikuna er hitt tíggjunda í dystinum, sum í roynd og veru avgjørdi heimsmeistaraskapin Kramnik,V (2770) - Kasparov,G (2849) WCC-World Championship London (10), 24.10.2000 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 (Nimzoindiska byrjanin) 4.e3 0—0 5.Bd3 d5 6.Rif3 c5 7.0—0 cxd4 8.exd4 dxc4 9.Bxc4 b6 10.Bg5 (Mest ágangandi leikurin í støðuni) 10...Bb7 11.Re1 Ribd7 12.Rc1 Rc8 13.Fb3 Be7 (Støðan er framvegis nøkunlunda jøvn, hóast hvítur hevur nakað fríari spæl) 14.Bxf6 Rixf6? (Kasparov í ókendum stíli. Yvirsáð hann veruliga næsta leik hjá hvítum?) 15.Bxe6! fxe6 16.Fxe6+ Kh8 (verri hevði verið 16...Rf7? 17.Rig5 17.Fxe7 Bxf3 18.gxf3? (Kramnik hevði henda gylta møguleika: 18.Fxd8! Rcxd8 19.gxf3 Rxd4 20.Re7 og hvítur hevur greiðan fyrimun) 18...Fxd4 19.Rib5 Fxb2 20.Rxc8 Rxc8 21.Rid6 Rb8 22.Rif7+ Kg8 23.Fe6 Rf8? Støðumynd (h5 varð bjargingin og støðan er jøvn, hóast sterka hvíta riddaran á f7) DIAGRAM Støðan eftir 23...Rf8? 24.Rid8+! Kh8 25.Fe7 og Kasparov má lata rók fyri riddara, sum sjálvsagt tapur 1—0 Talvið hesa vikuna Fuglafjarðar Svimji- felag er byrjað upp á enn eitt svimjiár. TÍÐINDASKRIV Undirtøkan var stór, tá felagið, í síðstu viku boðaði frá, at nú kundi ein tekna seg at verða við til venjingarnar hjá felagnum og tær nógvu spennandi svimjikappingarnar. Fyri tveimum vikum síðan byrjaði úrvalsliðið, ella fyrsta lið, aftur at venja og liggur talið av fyrsta lið svimjarum um tey 12. Fuglafjarðar Svimjifelag hevur í ár fingið nýggjan venjara at taka sær av úrvalsliðnum. Johan Mar- tin Poulsen úr Saltangará, sum hevur verið venjari á Toftum í tvey ár, tók yvir, har Malena Hansen slepti eftir trý ár. Tó kemur Mal- ena at taka sær av triðja liði, sum eru nakað royndir svimjarar. Sunrid Traðará var fyrsti svimjari, ið luttók til kapping fyri Fuglafjarðar Svimjifelag og vann heið- ursmerki. Hetta var fyri nærum 30 árum síðan og kemur Sunrid at hava teir yngstu svimjararnar undir hond. Fríða Jøkladal, sum eisini er gomul í garði, verður venjari hjá 2. liði og eru fleiri av fremstu svimj- arunum í felagnum, s.s. Anita Højgaard, Jákup Ø. Mohr, Sveinur Magnason, Pauli Ø. Mohr, Fríða Joen- sen aftur at henni. Eins og undanfarnu ár, fáa børn undir skúlaaldri, saman við foreldrum, høvi at fara út í. Svimjitíðin er løgd soleiðis, at vatnið í høllini verður hitað júst tá og fer Fridrikka Leiti at taka sær av hesum liðnum. Ymsu liðini hjá Fuglafjarð- ar Svimjifelag venja mið- víst og er enn møguleiki at tekna seg sum svimjara hjá einum av liðunum við at ringja til Fuglafjarðar Svimjifelag á tlf. 227773. Nýtt svimjár C M Y K 16 www.smyril-line.com g önu 8.9.-10.9. Bingotúrur við spenningi, undirhaldi, fjøl- broytt um mati, góðum vinningum, livandi tónleiki, dansi og í hugnaligum umhvørvi. 2 dagar, men ikki 2 heilt vanligir dagar. Vinningar: Ferðir við Norrönu, vikuskiftisuppihald á Hotel Føroyum, døgurðar á Hotel Føroyum, máltíðir umborð, parfuma, o.a. Prísur fyri hvønn úr kr. 800,- "Tey á Kamarinum" undirhalda við sangi og tónleiki Soooooo... J. Broncksgøta 37 · Postboks 370 · FO-110 Tórshavn · Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo