Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 2. september 2003 19 KÍ-B36 1-2 (0-1): Altjóða spælararnir vóru munurin Enn eina ferð sótu klaksvíkingar eftir við ráka av, at teir høvdu søplað alt burtur á heimavølli ímóti havnarmonnum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir fleiri eyðmýkjandi tap ímóti B36 fyrr í ár vóru klaksvíkingar uppsettir uppá, at tað hesa ferð skuldi eydnast at vinna. Tapið varð í gásareygum bara 2–1 hesa ferð,men tað var sjálvandi nóg mikið til at kennast sum stórt vónbrot. Stóri munurin á liðunum var í avgerandi royndunum ímóti málinum. Framrætt- aðu landsliðsmenninir hjá B36 tóku av, tá ið møgu- leikin var har. Ella rættari sagt syrgdu John Petersen og Jákup á Borg sjálvir fyri at skapa sær møguleikar- nar, sum bóru mál og harvið sigurin og tey trý týdningarmiklu stigini við sær. John Petersen, sum mannaði álopið saman við Heðini á Lakjuni, setti hol á, tá ið fyrra umfarið var um at vera hálvrunnið. Tróndur Vatnhamar spark- aði langt út, Heðin á Lakj- uni spældi Jákup á Borg, ið hevði leiklut sum fram- rættaður sentralur miðvall- ari ella kanska afturryktur miðframherji. Jákup spældi við hælinum upp á tvørs til John Petersen, sum sneiddi seg leysan av verjuni og smekkaði upp undir net- takið. Málið var vátur vøttur hjá heimaliðnum, sum hevði havt bóltin nógv, og sum í løtum vísti gott samanspæl. Atli Danielsen var væl upp- lagdur sentralur miðvallari, men tað eydnaðist honum ikki at fáa mál, tá ið hann hevði møguleikarnar. Hann smekkaði í 1. hálvleiki langskot í stólpan, Tróndur Vatnhamar stórbjargaði stútara frá Atla eftir horna, og í tí førinum, tá ið KÍ hevði besta møguleikan undan steðginum, gjørdi Atli í so skjótt av. Teir vóru tríggir klaksvíkingar ímóti einsamallum verjuspælara, tá ið einasti landsliðsmað- urin hjá KÍ smekkaði til úti frá. Aftaná dugdu bæði hann og hinir at síggja, at tað hevði verið størri møguleiki fyri úrtøku, um hann hevði runnið eitt sind- ur longri við bóltinum, og so spælt upp á tvørs til Eyðun Klakstein ella Hjal- grím Elttør, sum vóru í góðari støðu. Trýstu og fingu einki Eftir steðgin legði KÍ bragdliga fyri. Teir sendu nógvar bóltar í brotsteigin, og tað var fleiri ferðir nær við og næstan. At tað gekk so illa at fáa mál hevði við sær, at Jacob Bymar, sum framvegis eigur fyrsta málið í landskappingini til góða, síðani hann í summar kom úr Esbjerg og til KÍ, varð tikin út í 62. minutti. Í staðin varð Leon Bjartalíð, sum stóð seg væl, tá ið hann hóskvøldið á Svanga- skarði varð settur inn á vongverjan, settur í álopið. Leon gjørdi skjótt av. Hann hevði bara verið ein minutt á vøllinum, tá ið hann hevði javnað. Eftir framlegging inn um verjuna miseydn- aðist fyrsta royndin, men tá ið Tróndur Vatnhamar drál- aði, fekk Leon nýggjan møguleika, og hóast skotið kendist eitt sindur kiksað, so fór bólturin í málið. Lagið var gott á heima- fólkinum, sum luktaði fyrsta sigurin á havnar- monnum í landskappingini í ár. Men tað kiksaði. Bólt- urin var ofta í B36 brots- teiginum. KÍ hevði nógv hornaspørk, men teir fingu einki mál, og so tørnaði tað út, sum tað ofta ger. KÍ hevði bóltin mest, og tað var B36, sum fekk sig- ursmálið. Aftur hesa ferð var talan um landsliðsspæl- ara, sum fekk mál burturúr ongum. Eftir B36 horna stútaði Ovi Nysted út frá, Eyðun Klakstein royndi at leingja, men Jákup á Borg fekk bóltin, snaraði um seg sjálvan og smekkaði av brotsteigarmarkinum og upp í málhornið. Eitt sera vakurt mál, sum klaksvík- ingar ikki megnaðu at gera honum eftir, hóast teir høvdu størri møguleikar enn henda, og so fór B36 við øllum. – Vit høvdu aðrar møgu- leikar at gera mál. John Pet- ersen og Heðin á Lakjuni vóru eina ferð einsamallir í málteiginum, og Heðin var eina aðra ferðina púra blankur, uttan at tað eydn- aðist at fáa bóltin inn um Kartin Joensen, sigur Jákup á Borg, sum sjálvandi er ovurfegin um, at tað hetta vikuskiftið lagaði seg so- leiðis, at B36 kom við aftur í FM stríðið. – Vit mugu vinna okkara dystir, og so mugu vit vóna, at úrslitini fara at laga seg okkum til fyrimunar. Í kvøld fari eg til Runavíkar at vita, um EB/Streymur fer at megna at gera nakað við NSÍ, segði Jákup á Borg fyrrapartin í gjár. Hann og hinir í B36 hava tvær ferðir fyrr í ár kent sviðan av, hvat EB/Streymur megnar. Dysturin í tølum KÍ–B36 1–2 (0–1) 0–1: John Petersen 20. 1–1 Leon Bjartalíð 63. 1–2: Jákup á Borg 78. Dómari: Suni Johansen KÍ: Kartin Joensen – Jan Andreasen, Ovi Nysted, Al- eksander Djordjevic, Sím- un Joensen – Arnold Joen- sen, Atli Danielsen, Allan Joensen, Eyðun Klakstein (Harley Bertholdsen, 87.) – Jacob Bymar (Leon Bjarta- líð, 62.), Hjalgrím Elttør Gult kort: Ovi Nysted, Allan Joensen B36: Tróndur Vatnhamar – Allan Mørkøre, Pól Thor- steinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen – Niels Joensen (Fróði Clement- sen, 80.), Klæmint Matras, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen – John Petersen (Tórolvur Poulsen, 85.), Heðin á Lakjuni Gult kort: Jákup á Borg Klaksvíkingar vóru fyri tað nógva omaná, men tað var B36, sum fekk flestu málini og harvið stigini 19 18 Nr. 164 - 2. september 2003 HB-VB 0-0: Tomgongd í Gundadali Í einum fyri tað mesta linligum dysti, snávaði HB í dystinum móti VB, sum við javnleikinum blásti gullstríðið víðopið aftur FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu vikurnar er favorittleikluturin hjá HB vorðin alt meira sjónskur. Frá nógvum síðum hevur verið ført fram, at liðið hevði beina kós ímóti næsta FM-heitinum á rað, og í so máta skuldi kósin haldast við einum sigri, nú VB kom á vitjan. Hendan ætlanin varð tó av ongum. VB sýndi frá fyrsta minutti í dystinum sunnudagin, at teir vóru komnir eftir eina stiginum. Við denti á ein væl skip- aðan verjupart, royndu teir fyri tað mesta at standa rætt afturi á vøllinum, og so kanska eisini at dúva upp á onkran kontramøguleika, um hesin skuldi koma. At HB soleiðis fekk tríggjar fjórðingar av vøllinum fyri seg sjálvt, hevði fyrst og fremst tvær avleiðingar. Fyri VB var tann fyrra av meira vanda- mikla slagnum, tí í nógvum førum datt liðið ov langt aftur á vøllin fyrstu løtuna, soleiðis at HB’arar at kalla ótarnaðir komu fram í skotstøður. Støður, sum tó einki málið kastaðu av sær, takkað verið Bjarna Johan- sen. Hin avleðingin – og hon var vandamikil fyri HB – var at heimaliðið als ikki varð trýst at seta ferð á spælið fyri at sleppa runt á vøllinum. Tí kom stórur partur av fyrra hálvleiki at ganga fyri seg í slow- motion, og tí eydnaðist tað ongan tíð vertunum at lata verjuna hjá gestunum upp. Vánaligar verjur Var talan um fáar møgu- leikar fyri steðgin, so broyttist hetta tó seinastu trý korterini. Ikki endiliga tí spælið á vøllinum batnaði so øgiliga nógv, men heldur tí verjurnar á liðunum báð- um eisini høvdu hug at seta ferðina eins nógv niður. Fyrstu løtuna eftir steðg- in høvdu bæði Milan Culic og ikki minst Palli August- inussen heilt góðar møgu- leikar at leggja VB fram- um, men hetta eydnaðist ikki, og so var tað HB, sum átti møguleikarnar. Tann størsta av hesum fekk Rógvi Jacobsen ivaleyst, tá hann noyddi Bjarna Johan- sen í eina stórbjarging, men yvirhøvur lág HB væl framvið. Tað nærmasta teir komu var tó eitt væl skotið fríspark frá Andrew av Fløtum, sum tó tók skeivu megin stólpan. Ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar ella so gjørdist talan um veruligt trýst frá HB. Vágbingarnir tóktust nú heldur ikki at orka meira, og við tað at bólturin støðugt varð spark- aður niðan, var tað at kalla altíð ein reyð/svørt troyggja, sum tók ímóti, so- leiðis at nýtt álop kundi byrja. Hetta gjørdist tó ongan tíð nóg mikið. Fleiri ferðir vórðu bóltar sendir inn í brotsteigin, og oftani var trunkuspæl í og kring brotsteigin, men tær fáu ferðirnar, at møguleikar spurdust burturúr, átti vág- bingar ein tryggan aftasta skansa í Bjarna Johansen. Sum vera man, so vóru tað vágbingarnir, sum vóru fegnastir um úrslitið, tá dómarin bríkslaði fyri sein- astu ferð. Teir høvdu fingið tað, sum teir komu eftir, og ikki minst mundi gleðin eisini vera so sjónlig, tí liðið hesaferð hevði havt teir smáu marginalarnar við sær, heldur enn ímóti, sum tað so ofta hevur verið í ár. Hjá HB var støðan heldur øðrvísi. Við javnleikinum loyvdu teir í øllum førum B68, B36 og kanska NSÍ við aftur í FM-stríðið, har HB fram til sunnudagin hevði so nógv tey bestu kortini á hondini. Enn er tað eisini HB, sum liggur best fyri í hesum, men trýstið frá kappingarneyt- unum er nú munandi størri. Eftir landsliðssteðgin, sum nú kemur, skal oddaliðið nú vitja á Mølini, har tað sjáld- an er lætt at spæla, og so koma dystirnir, sum alt meira tykjast skula avgera gullstríðið í ár. Fyrst B68 og síðani B36, áðrenn KÍ kemur á vitjan seinasta umfarið. Avgjørt ikki lættir dystir, men fyrimunurin er so, at teir allir eru í Gunda- dali. So er spurningurin bara, um avrikið verður hvassari til ta tíð, enn tað var sunnudagin. Dysturin í tølum HB-VB 0-0 Dómari: Petur Skarðenni. Lat í nógvum førum ov nógv óftantaligt spæl ganga, uttan at hetta varð revsað. HB: Bárður Johannesen – Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Hallur Danielsen – Tór-Ingar Aks- elsen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Nikolic – Mortan í Hørg, Anders Sørensen, Milan Kulic, Dan Djur- huus, Palli Augustinussen – Brian Andresen, Birgir Jørgensen Tað eydnaðist vágbingum at halda fast um annað stigið í Gundadali, og fyri HB mundi hetta koma illa við, nú endaspurturin er farin ígongd Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18 J^boph>fo?lkrp Sfqdbs^q≠ojbfo^ 'Pboifd^oobdirobord^ia^kaf+JfkkfpqqfiJ^boph>fo?lkrphloq)k≠pqrcboøqvdrjcboø^pqldp^ji^pqfdqfikˆds^oÁerd^sboa^ormmifsfkd^o)elqbidfpqfkd^oldãldcboø^pbøi^o+ SføJ^boph>fo?lkrpph^iqq¸_boqcboø^pq2cboøfo¸oSÁdrj)cvof^qcÁ^bfkˆhbvmfpcboø^pbøfiqfiDofhh^i^kabii^lhhroq^kk^øÁerd^sboqcboø^jÁi)ÁorqrkbqfkrjegÁJ^boph>fo ⁄hbvmfpqfiDofhh^i^ka '