týsdagur 2. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 2. september 2003
21
AB-Sumba 2-0 (0-0):
FSF hevur
góðkent sigurin
Argjamenn vunnu
dystin á vøllinum við
tveimum móti
ongum, men
sumbingar vilja vera
við, at seinni
málskjúttin als ikki
hevði loyvi at spæla
2. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Argjamenn vóru í góðum
lag, tá dysturin móti Sumba
varð blástur av leygardagin.
Við tveimum málum seint í
dystinum
høvdu
Hans
Jørgen Djurhuus og Tom
Iburg syrgt fyri næsta
sigrinum á rað, og brádliga
er liðið nú aftur farið at
hóma heiðursmerki, tó at
tað neyvan verður til nakað
uppflytaratos
í
hesum
umfarinum.
Hava kært
Hjá Sumba kom tapið sum
vera man illa við, nú teir
stríðast við TB um sessin,
sum kann geva atgongd til
fótbólt í bestu deildini
komandi ár. Og at seinna
málið varð skotið av einum
leikara, sum Sumba ikki
metti hava loyvi at spæla,
mundi neyvan gera lagið
betri.
Sumbingar vilja nevnliga
vera við, at Tom Iburg, sum
altso skeyt seinna málið hjá
AB, ikki hevur loyvi at
umboða felagið. Hetta tí
tað sambært kappingarregl-
unum ikki er loyvt leikara
at flyta felag eftir 10. aug-
ust.
Sumbingar vísa á, at tað
ikki var fyrr enn 22. august,
at AB sendi FSF umsókn
um leysgeving, og hartil
verður sagt, at hendan um-
sóknin ikki varð gingin á
møti, tí farið var út um
tíðarfreistina í grein 15 í
kappingarreglunum.
Á Argjum vilja tey vera
við, at leikarin hevði loyvi
at spæla, tí talan ikki var
um at skifta felag. Tom
Iburg leikti við B36 í fjør,
men í ár hevur hann verið
burturstaddur, og tí metir
AB ikki, at talan er um
avmarking sambært kapp-
ingarreglunum.
Karl Vidtfeldt, sum er
kappingarleiðari hjá FSF,
váttaði eisini mánamorgun-
in, at leikarin hevði loyvi at
spæla við AB í dystinum.
- Talan er ikki um, at leik-
ari skiftur felag. Tað hildu
vit at byrja við, og tí var
umsóknin um spæliloyvi
ikki gingin á møti. Síðani
vórðu vit tó kunnaðir um,
at leikarin hevur verið í
Danmark í eitt ár, og tá er
støðan ein onnur. Her fellur
leikarin undir grein 14, stk.
1, har tað stendur, at leik-
loyvi fellur burtur, tá flutt
verður uttanlands. Tí er
hetta ikki ein spurningur
um, at leikari flytir millum
feløg, men einans um at
geva honum loyvi at spæla
við AB, sigur Karl Vidtfeldt
um málið, sum soleiðis
tykist avgreitt.
Dysturin í tølum
AB-Sumba 2-0 (0-0)
1-0: Hans Jørgen Djurhuus
2-0: Tom Iburg
Kappingarstjórin sigur, at
Tom Iburg hevði loyvi at
spæla við AB, og argjamenn
sostatt halda fast í stigunu
21
20
Nr. 164 - 2. september 2003
FS Vágar–B68 0-2 (0-0):
Tolin trívst ásannaðu skilagóðu og ágrýtnu
toftamenninir
Hóast tað gekk meiri
enn ein tími, áðrenn
teir fingu hol á, so var
eingin ivi um, at liða-
vrikið hjá B68 var
nóg sannførandi til at
fáa øll stigini
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað sást væl, hvat av
liðunum á vøllinum í
Miðvági er við í stríðnum
um oddaplássið, og hvat
liðið liggur væl longri niðri
á talvuni.
FS Vágar legði bragdliga
fyri, og høvdu teir kent sína
vitjunartíð, so kundu teir
havt skorað bæði eina og
tvær ferðir, áðrenn gestirnir
av Toftum rættuliga høvdu
fótað sær. At Hans Fróði
Hansen beinanvegin lá flat-
ur og var fitta løtu uttanfyri
og fekk viðgerð, bar eitt
sindur av klutri í toftaverj-
uni við sær. Hesa løtuna og
í fyrra partinum av fyrra
umfarinum
sum
heild,
hevði heimaliðið tríggjar
møguleikar, har teir við
størri gjøgnumbrotsstyrki
kundu havt sett trygga B68
málverjan undir størri trýst,
enn teir gjørdu.
Jens Erik Rasmussen
varð einsamallur ígjøgnum
eftir verjukiks, men Dánial
Hansen fekk hann aftur, og
so spurdist einki burturúr
tvørbóltinum. Tvær ferðir
snarkontraði FS Vágar, teir
komu í góðar støður, men
einki spurdist burturúr hjá
Clayton Soares og Birgiri
Joensen.
Hetta var vitjunartíðin
hjá heimaliðnum. Stútt og
støðugt setti B68 seg á
spælið. Eitt sindur av grúsi
var í maskinarínum í onkr-
um ódnum, men rimmar
sterka verjan og royndu
lyklaspælararnir í fremru
ketunum
kendu
sína
ábyrgd. Tað hekk alt betri
saman, og undan steðgin-
um vóru einstakar støður,
sum kundu havt givið
leiðslumálið, ið B68 legan
longdist eftir. Eftir eitt av
mongu uppspælunum í
vinstru fekk John Heri
Dam eftir fríspæling frá
Øssuri Hansen skot á, bólt-
urin fór framvið málverjan-
um, og tað kom óvart á
Kristian Anton Andreasen,
sum var staddur ein hálvan
metur frá linjuni, at bóltur-
in rakti í hann.
Og í síðsta minuttinum
fekk Dánial Hansen skot á
úr ellivu metrum eftir langt
innkast úr vinstru, men
Jákup Joensen bjargaði.
Miðvøllurin avgerandi
B68 var í 4–4–2 útgangs-
støðu, meðan FSV meiri
tóktist vera í 4–3–3 upp-
stilling, har Clayton Soares
og Ruslan Screlea hjálptu
Jens Eriki Rasmussen mitt
á, og Sjúrður Ellefsen og
Elfinn Ørvarodd vóru heilt
í borðunum og Birgir Joen-
sen miðframherji.
B68 hevur nakrar av
royndastu og bestu miðvall-
arunum í landinum, og tað
var rættuliga avgerandi.
Øssur Hansen er væl fyri,
og Fróði Benjaminsen vísti
hesa ferð, sum hann eisini
hevur gjørt tríggjar tær
seinastu ferðirnar, allar tær
góðu dygdirnar, sum eru í
kanska evnaríkasta mið-
vallaranum í landinum.
Hann vann eina rúgvu av
nærdystum, bæði í luftini
og á jørðini, hann dugdi at
sleppa sær av við bóltin, tá
ið tað skuldi gerast skjótt,
og hann var ein meistari í at
bjóða av ein ímóti einum og
sneiða ein og tveir og onkra
ferðina tríggjar av sær.
Mótstøðumenninir mundu
gera í hvussu so er tjúgu
fríspark ímóti honum, og
Fróði átti sín stóra lut í
báðum málunum.
At B68 royndi at varð-
veita ferðina, og at teir ofta
megnaðu skjótt samanspæl
strongdi mótstøðumennin-
ar, sum høvdu ilt við at fóta
sær, og sum annað umfarið
leið alt meiri og meiri
runnu teir aftaná mótstøðu-
monnunum
og
heldur
sparkaðu enn spældu, tá ið
teir endiliga fingu fatur á
bóltinum.
Málini
Intensiteturin varð varð-
veittur í meiri enn ein tíma.
B68 framspælini og inn-
leggini tóktust ongan góðan
at eiga, tá ið tey komu í
brotsteigin, og hóast B68
verjan við ótroyttiliga Ják-
upi Eli Olsen á odda var
stinn og skilagóð, eisini eft-
ir at Hans Fróði Hansen var
farin av vøllinum, og teir
spældu 3–5–2, so lúrdi
møguleikin fyri, at heima-
liðið kanska kundi fáa eitt
mál.
At Fróði Benjaminsen og
Jann Ingi Petersen býttu
um, so Fróði eina løtu varð
tann
meiri
framrættaði
sentrali miðvallarin, bar
størri tyngd við sær, men
tað var deyðbóltsstøða í 68.
minutti, sum bar fyri B68
forloysandi málið við sær.
Fróði Benjaminsen vann
fríspark mitt á FSV helvt-
ini. Øssur Hansen, sum í 1.
hálvleiki hevði kiksað úr
átjan metrum, eftir at Fróði
hevði
vunnið
fríspark,
royndi eina ferð afturat, og
hesa ferð bar betri til. Bólt-
urin sigldi omanfyri mann-
garðin og upp í málhornið.
Tað er eftir frísparksmál av
hesum slagnum, at tað er at
undrast á, hví so stórur
manngarður, sum tekur
sýnið frá málverjanum,
verður settur.
Leiðslumálið tók eitt
sindur
av
broddinum.
Heimaliðið tóktist hava ilt
við at trúgva uppá, at tað
skuldi bera til at koma
afturíaftur. B68 royndi at
varðveita leikferðina. Tað
eydnaðist partvís, og tað
var eftir bóltvinning mitt á
tveir minuttir undan leik-
loki, at teir øktu til 2–0 og
harvið staðfestu sigurin.
Miðvallarin í høgru, Bogi
Petersen,
vann
bóltin,
spældi Fróða Benjaminsen,
sum beinanvegin stakk
fram ímillum. Jann Ingi
Petersen sleit seg leysan av
miðverjuni og trillaði illa
kroystur bóltin framvið
málverjanum, sum royndi
at koma út ímóti.
Ivaleyst fleiri B68 áskoð-
arar enn nakrantíð áður
vóru eygnavitni til, at teirra
lið telvaði seg í støðu, har
teir sjálvir kunnu gera av,
um teir skulu enda á topp-
inum ella ikki. Ei undur í at
lagið var gott, og vágamenn
staðfestu, at teir høvdu
verið uppi ímóti skilagóð-
um og ágrýtnum mótstøðu-
liði.
FS Vágar–B68 0–2
(0–0)
0–1: Øssur Hansen 68.
0–2: Jann Ingi Petersen 88.
Dómari: Páll Augustinus-
sen
FS Vágar: Jákup Joensen –
Jógvan H. Samuelsen, Jó-
hannis Joensen (Eyðfinn
Fjalsbak, 81.), Albert Ari
Thomassen, John Johansen
– Ruslan Screlea, Clayton
Soares, Jens Erik Rasmus-
sen – Sjúrður Ellefsen
(Bjarni Prior, 52.),Birgir
Joensen, Elfinn Ørvarodd
(Rói Árting, 74.)
Gult kort: Sjúrður Ellefsen
B68: Albert Sævarsson –
Dánial Hansen, Hans Fróði
Hansen
(Jóhan
Petur
Poulsen, 62.), Jákup Eli
Olsen, Arnbjørn Danielsen
– Bogi Petersen, Jann Ingi
Petersen, Fróði Benjamin-
sen, Øssur Hansen – Kristi-
an Anton Andreasen (Eyð-
stein Skipanes, 78.), John
Heri Dam
Gult kort: eingin
Toftamenn halda framvegis
kósini, og nú eru bara tvey
stig upp til oddasessin í
deildini
savnsmynd
Sandoyingar fingu
trý sera kærkomin
stig í Leirvík, har
heimaliðið nú er í
álvarsligum vanda
2. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur ikki verið nakað
serliga hugaligt hjá B71
seinastu nógvu umførini.
Liðið, sum undan árinum
hevði ætlanir um at liggja í
betra endanum, har sum
strítt verður um uppflyting,
er steðgað at kalla heilt
upp, og so hvørt sum kapp-
ingarneytarnir hava skavað
stig inn undir seg, er
dreymurin um uppflyting
umskeplaður til eina marru
um niðurflyting.
Soleiðis var í øllum
førum fram til leygardagin,
tí her eydnaðist loksins
sandoyingunum at vinna.
Og at tað so var ímóti júst
LÍF, sum við hesum datt
niður um strikuna, mundi
ikki gera dagin hjá sandoy-
ingum verri.
Leingi var tó líkt til, at
talan skuldi verða um eina
málleysa uppgerð. Bæði
liðini royndu hvør í sínum
lagi, men har var hampu-
liga langt ímillum møgu-
leikarnar. Men í seinastu
løtu
gjørdu
Jónsvein
Thomsen um seg. Hann
hevur í alt ár verið eitt av
álitunum á liðnum, og nú
tørvurin var størstur, var
tað
eisini
hann,
sum
tryggjaði liðnum stigini.
Hjá
Leirvíkingum
merkti tapið hinvegin, at
niðurflytingarvandin nú er
heilt nær. Enn eru fýra stig
niður til B68 og beinleiðis
niðurflytingina, og tí bend-
ir alt nú á, at talan verður
um ein av teimum heilt
avgerandi dystunum, tá
B68 vitjar í Leirvík um
tvær vikur. Ein dystur, sum
kann avgera, hvørt leirvík-
ingar fyri fyrstu ferð síðani
1980 skulu síggja besta lið
sítt spæla í triðju deild.
Dysturin í tølum
LÍF-B71 0-1 (0-0)
0-1: Jónsvein Thomsen
LÍF-B71 0-1 (0-0):
Sandoyingar uppfrá
C
M
Y
K
20
Lýsið
við
brúktum
bilum