Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 2. september 2003 23 Todi skrivaður í FCK søgubøkurnar Sunnudagin legði føroyski álopsspæl- arin seg undir liðina á honum, sum higartil hevur skorað flest mál yvirhøvur fyri FCK ÚTISETI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað fór ikki bara aftur við borðinum, tá ið Todi Jóns- son sunnudagin saman við liðfeløgunum stórspældi í Parkini. Føroyska álops- essið skoraði tvey mál, áðr- enn hann í 63. minutti varð skiftur út við nýggja bras- ilska tíggju millióna mann- in hjá FCK. Nógvir vóru um boðið og karakterirnir vóru stórir hjá FCK í fjølmiðlunum. Men tað var Todi Jónsson, ið frammanfyri liðfelagarnar varð kosin dagsins maður ímóti AGF. Tey bæði málini høvdu við sær, at Todi Jónsson nú er ein av tveimum, sum hevur skorað flest mál fyri FCK, sum fyrst í níti ár- unum varð til, tá ið argu kappingarneytarnir í høv- uðsstaðnum, KB og B1903 funnu út av, at tey skuldu leggja bestu liðini saman, um tey skuldu hava nakran møguleika ímóti Brøndby. Síðani hann í 1997 kom til FCK, hevur Todi skorað 66 mál ella sama talið, sum miðvallarin Lars Højer Nielsen skoraði. Hann er ikki longur í felagnum, so tað er rættuliga sannlíkt, at Todi heilt skjótt verður einsamallur um metið. Todi legði FCK á odda í 42. minutti, tá ið hann eftir Zuma fríspæling í vinstru sendi framvið AGF mál- verjanum, og seinna um- farið var fimm minuttir gamalt, tá ið Todi økti til 2–0. Talan var ikki um buldur og brak. Eftir Zuma fríspæling legði hann bóltin dygst framvið beininum, sum málverjin stóð á og í málið. Todi átti sín lut í uppspælinum til 3–0 málið. Hann sendi Zuma avstað í høgru, og Thomas Røll møtti innlegginum. Fegin og troyttur Tað er einki stuttligt at verða skiftur út so at siga hvørja ferð. Men sunnu- dagin hevði Todi Jónsson avgjørt einki ímóti, at Hans Backe vildi hava Álvaro at vísa, hvør dugur var í honum. – Vit hava spælt tíggju dystir síðsta mánaðin, og eg havi verið so heppin at vera ímillum teir fyrstu ellivu hvørja ferð. Tað hevur verið rættuliga strevið. Eg kendi tað væl á kroppinum sunnudagin. Sjálvandi var tað sera hugaligt at sleppa at skjóta tvey mál eftir tvey so fín upplegg frá Zuma. Men tað hevur sjáldan ver- ið so kærkomið at sæð tólv talið uttanfyri miðstrikuna, sum tað var hesa ferð. Hjá mær økist vandin fyri skað- um, tá ið nógv trýst er á likaminum. Hesar seinastu vikurnar hava vit spælt undir stórum trýsti. Tað ræður um at vera tøkur næstu ferð. Tí kom tað væl við, at eg varð útskiftur hesa ferð, sigur Todi Jónsson. Tað kennist framvegis sum stórt vónbrot, at tað miseydnaðist ímóti Glas- gow Rangers? – Tað kanst tú ætla. Ikki minst eftir at lutakastið hevur verið, og tað er greitt, hvørjum vit skuldu havt spælt ímóti, um vit vóru í staðnum hjá Rangers. Men tað er einki at gera við tað nú. Málið er nú at endur- taka meistaraheitið frá í summar og at standa okk- um væl í UEFA Cup kapp- ingini. Tað er stór avbjóð- ing. Men kappingin um plássini á liðnum er so mik- ið stór, at tað er alneyðugt støðugt at vísa alt tað, sum tú ert mentur. Tað standa ein ella tveir uttanfyri, sum eru klárir at fáa møguleikan og sannføra venjaran um, at teir eru nóg góðir til liðið. Hetta eru treytirnar, og tær eru soleiðis, tí FCK vil vera við í toppinum alla tíðina. Tað vita vit, og so er at gera nakað við tað, sigur Todi Jónsson, sum í hesi vikuni fer at venja sum vanligt. Leygardagin og sunnu- dagin fara teir at hava frí. – Vit hava so at siga ikki havt frí í vikuskiftinum síðani fyrst í januar. Tað kemur sera væl við at sleppa at hvíla, áðrenn nýggjar avbjóðingar í superliguni og UEFA Cup eru á skránni. Esbjerg er framvegis fremst, og stórfeløg- ini í Keypmannahavn eru í hølunum á vest- urjydunum, meðan tað stendur illa til í Aalborg SUPERLIGAN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir FCK vónbrotið í Europa Cup fyri meistaralið mikukvøldið og eftir góðu donsku úrslitini í UEFA Cup hóskvøldið – OB, FCM, FCN og Brøndby fara saman við FCK at halda fram í kappingini – var sætta umfarið í superliguni á skránni sunnudagin. Støðutalvan er í toppin- um tann sama, sum hon var eftir fimta umfarið. Esbjerg er oddalið, og FCK og Brøndby eru í hølunum á vesturjydunum. Esbjerg hevði hesa ferð heimavøll ímóti FCM. 6.412 áskoðarar vóru møttir í vindinum og ælaveðrinum. Tað eru ikki so fáir áskoðarar í Esbjerg, sjálvt um tað er lítið at rokna ímóti teimum mongu, sum so at siga hvørja ferð møta upp í Parkini, tá ið FCK spælir og á Brøndby stadion. Esbjerg sveik ikki vón- ríku áskoðararnar. Teir vunnu 2–0 ímóti FCM. Tommy Bechmann, sum nú hevur skorað seks mál í seks dystum, skoraði fyrra málið, og Hans Henrik Andreasen skoraði úr 45 metrum til 2–0, eftir at landsliðsmálverjin hjá FCM, Peter Skov–Jensen ikki náddi aftur í málið aftaná, at hann hevði verið úti í borðinum og sent bólt- in fram á vøllin. Við framúr sannførandi 4–0 sigri á AGF í Parkini helt FCK tørn um næst- fremsta plássið. Hóast stóra vónbrotið mikukvøldið møttu 15.323 áskoðarar upp. Tað vóru ikki heilt so nógvir áskoðarar, sum tað plaga at vera. Men teir, sum vístu trúfesti, fingu nógv fyri atgongugjaldið. Sjáldan hevur eitt danskt lið verið so væl upplagt, sum FCK menninir vóru hesa ferð. Við sannførandi, hugflogsríkum og flótandi spæli staðfestu teir, at teir vóru nóg professionellir at leggja Rangers vónbrotið eftir í skiftirúminum. Ikki minst Todi Jónsson, sum skoraði tey bæði fyrstu mál- ini, var framúr væl upp- lagdur. Zuma legði upp til málini hjá Toda, og hann átti eisini sín stóra lut í málunum hjá Thomas Røll. Innskifti Peter Møller stað- festi í síðstu løtu stórsigurin. Brøndby – uttan Jón Róa Jacobsen í hópinum – vísti sannføandi avrik og spældi seg til nógvar møguleikar, hóast teir bara vunnu 1–0 í Farum ímóti FC Nordsjæl- land. Svenski Mattias Jon- son skoraði einsamalla málið. Hetta var 33. lands- kappingardysturin á rað, at Brøndby fór av vøllinum, har teir í hvussu so er høvdu skorað eitt mál. FCN venjarin, Christian Ander- sen, helt tað ikki at hava verið nøkur skomm hjá hansara monnum at hava tapt við einum máli ímóti Brøndby, sum hann metti høvdu sýnt fínt avrik. Í Viborg hildu teir í vetur seg ikki at hava brúk fyri Steffen Højer. Hann flutti tískil til OB í Odense, har hann stórtrívst. Í Viborg vildi venjarin hava, at Højer skuldi vera á miðvøllinum, har tað ikki gekst nóg væl hjá honum til at hann kundi verða fastur maður á liðn- um. Í Odense sigur venjarin seg langt síðani hava sæð, at maðurin hevur serligt máltev. Tað hevur Højer fleiri ferðir víst, síðani hann kom til OB. Ikki minst ímóti Viborg. Sunnu- dagin vann OB 4–2. Steffen Højer skoraði trý av málun- um, og hann átti brots- sparkið, sum varð umsett til fjórða málið. Frem hevði vunnið tríggjar ferðir á rað, tá ið teir sunnudagin í Valby tóku ímóti AB. Gestirnir vunnu 2–1 og fingu harvið fyri aðru ferð á rað fult á útivølli. Frem venjarin, Ole Mørch, staðfesti aftaná, at liðið hjá honum eftir øllum at døma ikki megnaði at vera favorittur. Í Aalborg er heilt galið. Teir hava keypt fleiri spæl- arar síðstu tíðina. Leygar- dagin høvdu teir vitjan av Herfølge, og tá var gamli álopsfelagin hjá Toda Jóns- son í FCK, David Nielsen, sum hevur verið nøkur ár í Onglandi, fyri fyrstu ferð í AaB álopinum. Tað hjálpti ikki nógv. Herfølge vann 2–0. Ikki minst fyri AaB man tað koma væl við, at tað nú er steðgur í lands- kappingini inntil annað vikuskifti. Landsdystir eru á skránni næstu vikuna. Toppurin líkist sær sjálvum Heldur málskjótingin fram, so verður ikki leingi, áðrenn Todi er mest skorandi leikarin í søguni hjá FCK 23 22 Nr. 164 - 2. september 2003 Í Vági fekk odda- liðið bert eitt stig, soleiðis at TB aftur nærkaðist 2. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er ikki sørt, at teir hjá ÍF eru um at kenna andan av kappingarneytunum. Alt árið hevur tað annars verið so, at tað hevur verið ÍF og so hini, men í seinnu hálvu er tó meira av spenningi komið í. Ikki minst tí ÍF fleiri ferðir hevur mist stig. Soleiðis var aftur um vikuskiftið, tá fuglfirð- ingarnir vitjaðu í Vági. Leikliga var talan ikki um tað stóru upplivingina hesa ferð, men fuglfirð- ingar kundu tó fegnast um, at Høgni á Lakjuni legði liðið framum um miðjan fyrra hálvleik. Hetta helt sær tó ikki so leingi, tí stutt fyri steðgin javnaði Sigmund Mikkel- sen fyri VB. Í seinna hálvleiki var so sum so við málmøguleik- unum, og tí var tað kanska í lagi, at liðini fingu eitt stig í part. Tað er tó einki at ivast í, at fuglfiriðingar sjálvir nú vilja hava eitt sindur á ferð á. Um tvær vikur skal liðið vitja á Sevmýri, og tá kann tað gerast heilt spennandi í oddinum, um ÍF ikki fær nakað við sær. Hjá VB ræður nú eina- mest um at røkka so høgt, sum tilber. Liðið hevur longu rokkið setninginum um at halda plássið í deildini, og spurningurin er so, hvørt teir kunnu standa seg í heiðurs- merkjastríðnum. Enn eru so langt ífrá allar súður syftar í so máta, og iva- leyst verður tað nóg so av- gerandi, hvussu dystirnir móti TB og AB tørna út. Dysturin í tølum VB-ÍF 1-1 (1-1) 0-1: Høgni á Lakjuni 1-1: Sigmund Mikkelsen VB-ÍF 1-1 (1-1): Trýstið á ÍF økist Eftir at FH sunnu- dagin tapti á útivølli ímóti niðurflytingar- hótta Fram, høvdu Julian Johnsson og teir í gjárkvøldið møguleika at vinna seg fram á bronsu- plássið ÍSLAND Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Julian Johnsson var síðsti landsliðsspælarin, sum skuldi gera heimligu skyld- urnar burturav sær, áðrenn hann hevði møguleika at savna allar hugsanirnar um stóru avbjóðingina á Hampden Park í Glasgow, har Føroyar leygardagin skulu spæla ímóti Skot- landi. ÍA á Akranesi skuldi í gjárkvøldið spæla á útivølli í Reykjavík ímóti Fylkir, sum er næstovast á talvuni. Undan dystinum var ÍA á fjórða plássinum, og við sigri kundu teir vinna seg fram í triðja sætið. FH av Hafnafirði er nummar trý. Í sekstanda og triði síðsta umfarinum spældu teir sunnudagin á útivølli ímóti Fram, sum er triði aftast. Fram vann 1–0. ÍBV í Vestmannaoyggj- unum hevur ikki havt eitt av sínum bestu kappingar- árum. Leygardagin høvdu teir vitjan av Þrótti, sum ongantíð áður hevði fingið stig í Vestmannaoyggjun- um. Tað eydnaðist hesa ferð, tí úrslitið var 2–2. Valur hevði í Reykjavík heimavøll ímóti KA av Akureyri. Valur var undan dystinum aftast, og KA næstaftast. Tískil var talan um sera avgerandi uppgerð millum gomlu stórfeløgini. Úrslitið var 2–2, og tað broytti einki um støðuna hjá hesum báðum liðunum, sum framvegis eru fremstu evnini at flyta niður. Í gjárkvøldið vóru tveir dystir á skránni: Fylkir–ÍA og Grindavík–KR. Knatt- spyrnufelag Reykjavíkar er framvegis oddalið og har- við á veg ímóti at endurtaka meistaraskapin, sum teir vunnu í fjør. Í Íslandi er, sum vera man, serligur fótbóltshýrur í hesum døgum. Í dag og í morgin lenda nógvu lands- liðsspælararnir, sum dag- liga spæla í eitt nú Noregi, Onglandi, Belgia og Týsk- landi, í Keflavík. Saman við Ásgeir Sigurvinsson og teimum heilt fáu heimligu íslendsku spælarunum skulu teir fyrireika seg til kanska mest spennandi fót- bóltslandsdystin, sum Ís- land nakrantíð hevur verið partur í. Leygardagin skulu teir á Laugardalsvøllinum í Reykjavík stríðast ímóti Týsklandi. Á tíðindafundinum eftir sigurin ímóti Føroyum í Havnini segði íslendski venjarin, at hann avgjørt metti, at hansara lið hevði møguleika at standa seg væl á heimavølli ímóti Týsklandi. Og so legði hann afturat, at um tað fór at eyndast at vinna á heima- vølli, so metti hann, at Ísland fór at hava møgu- leika at kvalifisera seg til EM endaspælið í Portugal. Tí er einki at siga til, at fótbóltsfepurin í Íslandi er rættuliga høgur í hesum døgum. Ísland eigur eisini dyst á útivølli ímóti Týsk- landi. Tvey tey síðstu umførini í íslendsku kappingini eru á skránni 14. og 20. septem- ber. Tá skal ÍA spæla ávíka- víst á heimavølli ímóti Grindavík og á útivølli ímóti ÍBV í Vestmanna- oyggjunum. ÍA tevjar heiðursmerkini Sogndal, sum hesa ferð megnaði javnleik ímóti sjálvum Rosen- borg, er framvegis væl við í stríðnum um heiðursmerkini, með- an Aalesund tykist vera á veg úr bestu deildini NOREG Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Lyn tóktist sunnudagin ætla sær at halda fram, har teir hósdagin sleptu ímóti NSÍ á Ullevaal. Beinanvegin skoraðu teir ímóti Stabæk, men so vendi. Stabæk vann 3–2, og Lyn tók ikki av, tá ið teir í síðstu løtu fingu gyltan møguleika at tryggja sær stig. Men teir misnýttu brotssparkið, sum Stabæk málverjin vardi fyri. Molde legði bragdliga fyri á framúr stadion, har KÍ vitjaði miðskeiðis í august. Ferðin í Føroyum hevði ikki tikið meiri upp á Molde spælararnar enn so, at teir løgdu seg framum bæði 1–0 og 2–0. Men so svaraði Bryne aftur, og teir stríddu seg upp á javnt, áðrenn heimaliðið fekk sigursmálið. Tað skoraði innskifti Bent Hulsker, tá ið tað restaðu seks minuttir. Sogndal er framvegis væl við í toppinum. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Rosen- borg, sum stríðist við at fóta sær, eftir at teir miku- kvøldið taptu 1–0 í Spania og harvið fyri fyrstu ferð í níggju ár ikki verða partur av bólkaumfarinum í europeisku meistarakapp- ingini. Rosenborg, sum framvegis er nógv fremst í Tippuliguni, legði seg framum í 11. minutti, og tann støðan helt sær, inntil tað restaðu fýra minuttir. Tá javnaði Sogndal. Viking vann heima í Stavanger 4–0 ímóti Aale- sund, sum tykist fáa meiri enn ilt við at varðveita plássið í bestu deildini. Hóast stórsigurin høvdu áskoðararnir lítið gott at bera heimaliðnum og ser- liga venjaranum, og tað vóru teir, sum vera man, sera vónsviknir av. Tromsø vann 2–1 á útivølli í Bodø. Hetta var triði sigurin upp í slag hjá Bodø, sum fyri tveimum vikum síðani gav venjaran- um sekkin. Nýggjur venjari er Terje Skarsfjord, sum nú verður mettur sum sannur gandakallur í Tromsø. Men hann hevur bæði beinini á jørðini og minnir á, at tað bara eru tvey ár síðani, at hann fekk sekkin, tí tað ikki gekk nóg væl. Nýggi venjarin hevur sjálvandi stóran kreditt, eftir at liðið hjá honum hevur vunnið tríggjar ferðir upp í slag, og hann nýtti í vikuskiftinum høvið at geva felagnum av grovfíl- uni. Í Tromsø søgdu teir undan kappingarbyrjan, at teir miðjaðu eftir at enda ímillum seks tey fremstu. Tað heldur venjarin vera púra burturvið, og leiðslan í felagnum gevur honum rætt og sigur, at tað var í so bjartskygd. Brann Bergen var sann- førandi á útivølli í Skien, har teir vunnu 3–1 ímóti Odd Greenland. Føroyski landsliðs- málverjin stóð triðju royndina, og Partick Thistle eigur fram- vegis fyrsta sigurin í nýggja kappingarár- inum til góða SKOTLAND Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Jákup Mikkelsen var á útivølli í Motherwell leygardagin. Tað var ein rokmikil uppgerð, har dómarin hevði úr at gera við floytuni og bókhaldin- um. Tíggju ferðir var hann í lummanum eftir kortunum, og tveir spælarar sóu reytt. Stephen Pearson á heima- liðnum var tann fyrri at síggja reytt í 2. hálvleiki, og tá ið tað restaðu átta minuttir var tað Murray hjá Partick Thistle, sum varð sendur av vøllinum, tí hann fyri aðru ferð hevði gjørt misbrot til gult kort. Úrslitið var 2–2, og har- við tvífaldaðist tyngdin í stigaposanum hjá Partick Thistle. James Mc Fadden legði heimaliðið á odda tvær ferðir. Í tí fyrra førin- um var talan um frágera gott langskot, sum av brots- teigarmarkinum streyk upp í netmeskarnar, og í seinna førinum var hann púra leysur við nærra stólpan og hevði tískil allar møguleik- ar við høvdinum at stýra bóltinum í málið. Skotskir fjølmiðlar halda ikki, at Jákup Mikkelsen hevði nakrar møguleikar at bjarga í hesum báðum før- unum. Jákup hevði aðrar góðar bjargingar, og tað tykist ikki vera nakar ivi um, at hann eisini næstu ferð verður fyrsta valið millum stólparnar. Gerry Britton stútaði Partick Thistle upp á 1–1, og Stuart Taylor stútaði teir upp á 2–2. Partick Thistle eigur framvegis fyrsta sig- urin í nýggja kappingarár- inum til góða. Setningurin er framvegis at sleppa burt- ur úr botninum, og tað verður kanska ivaleysa stríggið. Venjari hjá Motherwell er Terry Butcher, sum seinnapartin av sjeyti árunum og fyrrapartin av áttati árunum var stinnur miðverji hjá Ipswich og onkra ferðina eisini var á eingilska landsliðnum. Hesa ferð høvdu skotsku fjølmiðlarnir serliga eyguni vend ímóti tvífalda Moth- erwell málskjúttanum. Hann er í skotska brutto- liðnum ímóti Jákupi Mikk- elsen og føroyska lands- liðnum, sum leygardagin fer at stríðast á Hampden Park í Glasgow. Málskjútt- in hevur verið skaddur síð- ani tíðliga í summar. Dyst- urin ímóti Partick Thistle var tann fyrsti, har hann spældi allar 90 minuttirnar í meiri enn eitt fjórðingsár. Fjølmiðlarnir finnast at, at hvørki Berti Vogts ella nakar av hansara monnum var og hugdi at gramma manninum. Jákup tvífaldaði úrtøkuna Molde fekk alt og Lyn einki C M Y K 22