mikudagur 3. september 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 165 - 3. september 2003
Nr. 165 - 3. september 2003
5
Ein hervilig fepur-
sjúka herjar í hesum
døgum í pørtum av
Suðuroynni. Serliga í
Hvalba liggja mong
við høgum fepuri, og
skúlin hevur verið
stongdur í tveir dagar
av tí sama
SKÚLI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Úr Hvalba frættist, at um
ein triðingur av børnunum í
skúlanum eru sjúk. Tað
ganga gott 100 næmingar í
skúlanum og tíggju lærarar,
har seks av teimum eru
sjúkir. Sostatt var ikki ann-
að at gera mánamorgunin
enn at senda tey børnini,
sum vóru komin í skúla
heimaftur og stongja skúlan
vegna sjúku. Tað merktist
væl, at nógv eru sjúk, tí tað
var ikki bara sum at siga tað
at fáa fatur á nøkrum, sum
kundi greiða frá, hvat er
hent. Skúlastjórin liggur
eisini, men tað eydnaðist so
at fáa fatur á skúlatænar-
anum, Kaj Berg.
– Hetta er fyrstu ferð í
søguni hjá Hvalbiar skúla,
at hann er stongdur vegna
sjúku, sigur hann. Og hann
undrast stórliga á hetta, tí
tað eru heilt óvanliga mong
sjúk.
Hann greiðir frá, at fólk
hava nógvan fepur.
– Tvær abbadøtur hjá
mær liggja báðar við yvir
40 í fepuri. Og sum eg havi
skilt, so liggja øll har um í
fepuri, greiðir hann frá.
Hann
sigur,
at
fólk
gremja seg um pínu í búk-
inum og høvdinum. Lækn-
in hevur sagt, at tey liggja
helst einar tríggjar til fimm
dagar. Men sum skilst so
hava summi ligið longri
enn tað.
Kaj Berg veit tó ikki,
hvussu longi skúlin í
Hvalba verður stongdur.
– Skúlin var so stongdur
mána- og týsdagin, men
hvussu nógvar dagar aftur-
at, tað veit eg ikki. Hetta er
sera løgið, sigur hann.
Talan er helst um eina
fepursjúku, sum hevur rakt
serliga Hvalba og Sandvík
hart. Men um sjúkan fer at
breiða seg, kann bara tíðin
vísa. Skúlatænarin í Hvalba
veit tó at siga av Tvøroyri,
at har eru lærarar eisini við
at
leggjast
sjúk,
men
hvussu nógvir, tað visti
hann ikki.
Signar Dam, kommunu-
lækni, sigur, at tey hava
ikki merkt nakað til sjúk-
una enn.
– Vit hava ikki havt fleiri
tilkallingar enn vanligt, sig-
ur hann. Men hann hevur
hoyrt um, at tað liggja
óvanliga
nógv
sjúk
í
Hvalba.
Skúlin í Hvalba stongdur vegna sjúku
Seinastu tíggju árini
hevur skúlin á
Ziskatrøð í Klaksvík
rætt og slætt sæð út
sum eitt byggipláss.
Eitt umfatandi um-
vælisarbeiði av skúl-
anum bæði innan og
uttan hevur tikið sína
tíð, men nú hómar
skúlastjórin, Asbjørn
Lómaklett, ein enda
fyri framman
SKÚLI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Skúlin á Ziskatrøð er
broyttur
nógv
seinastu
mongu árini, hóast so gott
sum onki er bygt afturat.
Skúlin var í so vánaligum
standi, at tað er ófatiligt, at
hann hevur verið nýttur.
Men har ganga yvir 400
næmingar, og tað er ikki
bara sum at siga tað at
finna onnur egnaði høli til
tey. Sostatt hevur arbeiðið
uppá at fáa hann nýtiligan
sum skúla aftur, so at siga
bert hevur kunnað verðið
gjørt í summarfrítíðini. Og
tí hevur tað eisini tikið sína
tíð. Tað sást ein endi á tí nú,
men tað er ikki liðugt enn.
Nú er umleið helmingur-
in av skúlanum klæddur og
inni hava allar stovurnar
fingið nýggjar møblar. Tað
mangla tó 14 stovur enn at
verða gjørdar av nýggjum.
Hinar eru allar fullkomu-
liga nýggjar. Og gongirnar
somuleiðis.
Skúlin er í trimum hædd-
um, og tvær tær ovastu eru
gjørdar. Arbeiðið upp á
stovurnar á niðastu hædd
byrjar komandi ár, og so
skuldi skúlin verið so gott
sum nýggjur innan allur,
sum hann er. Og so er
uttandura arbeiðið eftir eis-
ini. Onki klædningsarbeiði
er gjørt í ár, tí tað vóru ikki
pengar ella stundir til tað.
Og tí varð gjørt av at mála
skúlan fyri at fríðka um
hann. Tí hann var ikki vak-
ur frammanundan – og ser-
liga ikki eftir at partar av
honum
vórðu
klæddir,
meðan aðrir partar stóðu
eftir við tí gomlu og slitnu
málingini. Tað sá ikki gott
út, men tann nýggja mál-
ingin hevur bøtt munandi
um støðuna.
Tað seinasta sum er gjørt
nú í summar, er alisfrøðis-
stovan og fýrrúmið í kjall-
aranum.
Frammanundan var ein
alisfrøðisstova og ein lív-
frøðisstova á ovastu hædd í
skúlanum. Tær báðar stov-
urnar eru við síðuna av
hvørji aðrari, men mugu
sigast at hava verið sera
lítlar serstovur. Í dag eru
tær báðar lagdar saman til
eina stóra alisfrøðisstovu,
har allir nýmótans hentleik-
ar innan lærugreinina verða
at arbeiða við.Og hetta
fegnast skúlastjórin sum
vera man um.
– Nú fara vit at hava eina
rættuliga alisfrøðisstovu,
har næmingarnir kunnu
gera allar uppgávurnar,
sum teimum verða álagdar í
bókunum, sigur hann.
Tað verður ikki heilt enn,
at stovan verður tikin í
nýtslu, tí enn stendur hølið
tómt. Skúlastjórin væntar,
at stovan verður liðug sein-
ast í september, so tá verður
klárt hjá næmingunum at
taka hana í nýtslu.
Hitt stórarbeiði, sum varð
gjørt við skúlan í ár, er fýr-
rúmið. Allur hitin er lagdur
um av nýggjum, nýggj olju-
fýr og grivið er eisini út í
fýrrúminum, so at tað er
heilt nakað annað enn tað
lítla tronga rúmið, sum tað
var frammanundan.
Trivnaðurin batnar
Hetta at skúlin nú er í so
góðum standi, ger sjálvandi
sítt til, at bæði næmingar og
lærarar eru farnir at trívast
betur. Og skúlastjórin við-
gongur, at tað er gott, at
skúlin ikki longur líkist
einum byggiplássi. Og tað
er ikki ilt at ímynda sær, tí
tað munnu vera fá, sum
hava gingið fram við skúl-
anum og ikki hugsað sítt.
Men tað er so ein farin
tíð, og í ár er tað fyrstu ferð
í tíggju ár, at ein fyrsti
flokkur ikki er byrjaður á
einum byggiplássi.
Asbjørn sigur, at hóast
tað er nakað langt eftir á
mál, so er skúlin í dag sum
ein annar.
Høvuðsorsøkin til, at
skúlin bleiv í so ringum
standi, er, at skúlin lak so
illa. Bygningurin er so høg-
ur,
og
betongveggirnir
megnaðu ikki at halda tætt,
tá regnið oysti niður og
harafturat fór eisini at leka
um vindeyguni.
– Og øll vita jú, at fígg-
indi nummar eitt hjá húsum
er jú vatn. Alt upploystist
innan, og standurin blevi
hareftir, sigur skúlastjórin.
Tí varð byrjað við at
klæða bygningin oman og
niðan, tí hann er altíð undir
harðast trýsti, tá vindur og
regn er. Tað ráddi um at fáa
bygningin tættan, áðrenn
nakað bleiv gjørt innan.
Men onki av hesum varð
gjørt í ár. Í ár var tað fýr-
rúmið og alisfrøðisstovan –
og so vóru stundir til at
mála restina av skúlanum
uttan.
Tá skúlin á Ziskatrøð er
liðugt umvældur, verður
samlaði kostnaðurin einar
25 til 30 milliónir krónur.
Men tað er munandi minni
enn tað hevði kostað at bygt
ein nýggjan skúla.
Nú sæst ein endi á arbeiðinum
Hvalbiar skúli hevur verið stongdur í tveir dagar vegna sjúku.
Óvanliga mong eru sjúk í Hvalba, og tað frættist eisini um
aðrar í bygdir, har mong fólk liggja við høgum fepuri
Mynd: Áki Bertholdsen
Fyri fyrstu ferð í 10 ár sær skúlin á Ziskatrøð ikki út sum eitt byggipláss. Hóast arbeiðið kemur at taka eini trý ár afturat, so sær
skúlin næstan út, sum hann er nýggjur í dag
Her er eitt dømi um broytingina, sum er farin fram. Niðasta hæddin er ikki gjørd í stand enn,
men tað verður væntandi komandi summarfrítíð, og so er so gott sum alt gjørt innan
– Tað er ógvuliga
óheppið, at ein løg-
tingsmaður sáar mis-
álit á ein almennan
stovn, sigur Lands-
verkfrøðingurin um
Henrik Old
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit krógva onki.
Oyvindur
Brimnes,
Landsverkfrøðingur, heldur
ikki, at tað er nøkur sum
helst orsøk tilat sáa iva um
arbeiðið hjá stovninum.
Men hann heldur at tað er
óheppið, at enntá ein løg-
tingsmaður í farnu viku,
alment sáar iva um kann-
ingarnar hjá Landsverk-
frøðinginum í sambandi
við, hvar ætlaði Hovs-
tunnilin skal borast.
Hann sipar til Henrik
Old, løgtingsmann, sum
eisini er formaður í vinnu-
nevnd løgtingsins.
Í Sosialinum í farnu viku
helt Henrik Old, at Lands-
verkfrøðingurin alla tíðina
hevði havt ein illvilja ímóti
at bora tunnilin niðri í
dalinum, har norska fel-
agið, NCC hevur bjóðað
sær til at gera hann.
Og tí róði løgtingsmað-
urin eisini framundir, at
Landsverkfrøðingurin fór
at mála eina svartari mynd
av støðuni, enn hon veru-
liga var, fyri at “prógva”, at
tað bar ikki til at gera berg-
holið har.
Hann hevði tískil ikki
serliga stórt álit á, at Lands-
verkfrøðingurin fer at koma
til eitt óheft úrslit av teim-
um boriroyndum, sum nú
verða gjørdar.
Eitt, sum løgtingmaðurin
eisini styðjaði seg til, var, at
tað nú hevði tikið eitt hálvt
ár at gera royndarboringar-
nar og hetta tók hann sum
eina roynd hjá Landsverk-
frøðinginum at drála sum
longst.
Hann vísti eisini á, at
Landsverkfrøðingurin hev-
ur longu boðað frá, hvussu
vánaligt tilfarið í fjallinum
er. Og hann helt at hetta var
fyri at mála eina so svarta
mynd av støðuni, sum gjør-
ligt.
Tí vildi Løgtingsmaðurin
hava, at ein púra óheftur
stovnur skuldi kanna til-
farið, sum er fingið úr fjall-
inum í boriroyndunum og
hann metti málið so álvar-
sligt, at hann ætlar at reisa
tað í Løgtinginum.
Øll kort á borðið
Men hetta heldur Lands-
verkfrøðingurin er heilt
burturvið.
Í fyrsta lagið heldur
hann, at tað er sera óhepp-
ið, at ein løgtingsmaður
alment sáar misálit á ein
almennan stovn. Vit hava
onki ímóti, at funnist verið
at okkum, men vit eru ein
partur í politisku skipanini
og var løgtingsmaðurin
ónøgdur, átti hann at tikið
tað upp við landsstýris-
mannin, heldur enn at fara í
bløðini.
Hann sigur, at Lands-
verkfrøðingurin hevur ikki
málað eina svarta mynd av
teimum kanningum, sum
nú verða gjørdar.
– Tað hava vit ikki gjørt.
Tað einasta, vit hava sagt,
er, at ein orsøk til at kann-
ingarnar hava drigið út, er,
at í tí eina holinum, vit bor-
aðu, var tilfarið so vánaligt,
at teir máttu gevast. Annars
hava vit eisini gjørt greitt,
at vit gera onga niðurstøðu,
fyrrenn tilfarið er kannað.
Fyri okkum er tað sjálv-
sagt, at vit kunnu ikki gera
eina niðurstøðu, fyrrenn
tilfarið er kannað.
Henrik Old fýlist eisini á,
at kanningarnar hava tikið
eitt hálvt ár, hóast lands-
verkfrøðingurin í vár segði,
at tað kom at taka hálv-
anannan til tveir mánaðir?
– Hetta er ikki rætt. Í vár
kom fram, at norska felagið
NCC skuldi havt bjóðað
seg til at gera tunnilin niðri
í dalinum.
Síðani varð tann tunnils-
linjan viðgjørd og tað tók
eitt sindur av tíð. Ùrslitið
var, at NCC vildi ikki átaka
sær fíggjarliga váðan av, at
tilfarið í fjallinum kanska
var verri enn framman-
undan mett.
– Og tá ið landkassin
skuldi
hava
fíggjarliga
váðan, kundu vit, sum tekn-
iskur ráðgevari, ikki mæla
til at fara undir arbeiðið,
fyrrenn tilfarið í fjallinum
varð kannað, so at vit vistu
til fulnar, hvat vit fóru í holt
við.
Tað var eisini hetta, sum
ráðgevarin hjá Landsverk-
frøðingunum,
Statkraft
Grøner í Noregi, mælti til.
– Sostatt var tað ikki,
fyrrenn beint fyri verk-
fallið, at vit boð um at fara
undir royndarboringarnar.
– Tað tekur eitt sindur av
tíð at rigga til, men so kom
verkfallið og alt mátti
riggast av aftur. Verkfallið
tarnaði arbeiðnum í meiri
enn ein mánað og tá ið tað
var liðugt, mátti riggast til
av nýggjum.
– Harafturat var tað eina
holið so vánaligt, at teir
máttu gevast og eisini tað
seinkaði arbeiðnum í nakr-
ar vikur.
Oyvindur Brimnes sigur,
at sostatt hava sjálvar bor-
ingarnar tikið minni enn
tveir mánaðir.
Hann sigur, at tá ið
royndarboringarnar
eru
lidnar,
skal
Statkraft
Grøner kanna tilfarið í
samstarvið
við
jarðfrøðisavnið.
–Hetta eru feløg og
stovnar, sum als onki
fíggjarlig áhugamál hava
og óheftari stovnar at kanna
tilfarið enn tað, ber neyvan
til at finna.
Landsverkfrøðingurin
sigur annars, at Landsverk-
frøðingurin fer avgjørt ikki
at krógva nakað.
– Vit leggja sjálvsagt øll
kortini á borðið og er tað
onkur, sum hevur hug at
kanna tilfarið, tá ið roynd-
arboringarnar eru lidnar,
verður tað ongin trupul-
leiki, leggur hann afturat.
Ongin ivi
Men Landsverkfrøðingurin
heldur eisini, at tað er als
ongin orsøk til at sáa iva
um
framferðinina
hjá
stovninum í hesum máli,
sigur hann.
– Allir partar eru samdir
um, at ein tunnil liggur best
fyri niðri í dalinum, har
sum NCC hevur bjóðað sær
til at gera hann.
– Verður úrslitið av kann-
ingunum, at tað ber til at
gera tunnilin niðri í dal-
inum fyri ein prís, sum
kann metast at vera fíggjar-
liga forsvarligur, og játtan
fæst til tað, skal ongin ivi
vera um, at Landsverkfrøð-
ingurin fer at mæla til loysn
har á leiðini, kanska við
einum sindri av tillaging-
um, sigur Oyvindur Brim-
nes.
Men hinvegin vísir hann
eisini á, at tunnilin, sum
ætlanin hevur verið at fara
undir longur uppi í fjall-
inum, er á sama støði sum
aðrir tunlir og vegir í Før-
oyum.
Tá ið spurningurin um
Hovstunnil tók seg upp,
kannaði
Jarðfrøðisavnið
eisini økið niðri í dalinum,
har NCC hevur bjóðað sær
at gera tunnil og sum nú
verður kannað umaftur. Tal-
an var tá um eygleiðingar
og tær kanningarnar vístu,
at at fjallið er ov vánaligt at
gera tunnil í.
Hinvegin
vístu
hesar
kanningar, at longri uppi,
har Landsverkfrøðingurin
hevur mælr til at gera tunn-
ilin, er fjallið nógv betri.
Síðani vórðu nakrar bori-
royndir gjørdar í hesum
góða hamrinum og hann
staðfesti metingina hjá
Jarðfrøðisavninum, at har
var gott at gera tunnil.
– Soleiðis hevur fram-
ferðin altið verið, tá ið vit
hava borað tunlar í Før-
oyum. Vit hyggja fyrst eftir,
hvar ein tunnil liggur fræg-
ast. Við fyribils kanningum
verður s omett um, antin
tað ber til at gera tunnil har.
Verður mett, at tað ikki ber
til, verður eitt annað stað
funnið. Vísa innleiðandi
kanningar, at tað ber til at
gera tunnilin har, verða
nágreiniligari
kanningar
settar í verk har og tað er
sama framferð, sum er
brúkt her.
– Vit fara ikki fyrst at
gera nágreiniligar á teimum
støðum, har fyribils met-
ingarnar vísa, at fjallið er
vánaligt, tá ið hitt staðið er
á hædd við tunlar og vegir í
Føroyum annars.
– Men er útgerðin nú á
døgum so góð, at tað ber til
at bora ígjøgnum hvat sum
helst fyri ein forsvarligan
prís, er ein nýggj støða,
sum vit mugu taka støðu til,
leggur Oyvindur Brimnes
afturat.
Landsverkfrøðingurin
leggur øll kort á borðið
– Vit krógva onki, og ber tað
til at gera tunnilin niðri í
dalinum, skal ongin ivi vera
um, at vit fara at mæla til at
gera Hovstunnilin har, sigur
Oyvindur Brimnes, Lands-
verkfrøðingur
Bilførararnir á
tveimum bilum
sluppu væl frá tí, tá
ið teir stoyttu saman
í Hvítanesvegnum
mánakvøldið
FERðSLUÓHAPP
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ongin meiðslaði seg, tá ið
tveir bilar rendu á hvønn
annan á Hvítanesvegnum í
Hoyvík mánakvøldið.
Tað var beint eftir
klokkan níggju mána-
kvøldið, at tveir persón-
bilar rendi saman á Hvíta-
nesvegnum, beint við
Mannbrekku.
Førarin á einum bili,
sum
kom
norðureftir,
misti tamarhaldið á bil-
inum, so at hann kom yvir
í vinstru síðu og rendi á
einum bil, sum kom
suðureftir.
Tað vóru bara teir báðir
bilførararnir í bilunum og
hóast onkrir snuddir vóru,
staðfesti
kanningar
á
Landssjúkrahúsinum, at
ongin skaði var hendur,
men bilarnir fóru rættiliga
illa.
Løgreglan veit ikki, hví
tann eini bilførarin misti
tamarhaldið á bilinum.
Ongin mannskaði
C
M
Y
K
5
4