Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-01-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 1996síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

MÁLTEIGURIN Forfjónað orð Orðið 'blíva' er orsøk til ósemju. Tey. sum vilja hava tað reina, norrøna málið. hav a við rætti víst á, at orðið kemur úr týskum. Onnur, sum ikki halda, at tað ber til at tosa um »reinleika« í sambandi við orð og mál, tí øll mål er u bland ad, og Harrin havi lov fyri tað, síga har afturímóti, at orðið er gamalt í foroyskum og kann finnast í skjølum heilt aft ur til 1404 (Smb. |. Jakobsen: Diplomatarium Færoense, s 44) Við kristindóminum fingu vit nógv orð av latinskum og týskum uppruna inn í málið. Nær 'blíva' er komið, er óvist Lítið er til av skjølum úr tíðin fyr í ár 1400. Men tað er áhugavert at síggja, at júst hetta for fjónaða og jagstr aða orðið 'blíva' hevur verið felags føroyskt og íslendskt ar va- góðs í ti óróligu reformatiónstíðini ella sidaskiftistidini, sum Símun av Skarði sígur, altso 1500-talið. Luther setti sjøtil á í Wittenberg í 1517, og vit hava so fingið ta nýggju læruna ein tretivu ár eftir Tað skuldu ganga 400 år, til føroyingar fóru at umseta bibliuna til føroyskt. Ødrvisi var í Íslandi. Har kom Nýggja testamentið longu fá ár eftir L uthers bíbliuumsiting. Tað bleiv umsett av Oddi Gottskálkssyni og prentað í Roskilde 1540 Í fyrra korintiarabrævi kap. 13, 11. vers. ljóðar hendan 456 ára gamla umsetingin soleiðis "Þáeg var barn, talaði eg sem barn, og eg var forsjáll sum barn, og eg hugsaði sem barn. En þá eg gjørdust maður, lagða eg af hvað barnslegt var." Og í 13. versi stendur: "Nú blífa þó þessi þrjú: trúan, vonin, kærleikinn, en kærleikurinn er mestur av þessum." Í 14: kapitli, 4. versi finna vit: »Så tunguna talar, hann forbetrar sjálfan sig, en sá sem spádóma segir fyr ir, hann forbetrar Guðs søfnuð. = Men hetta er júr foroyskt, sigur tann bilsni lesar in. Ja, tað er at undrast á, hvussu nógv íslendskt í 1540 líkist feroyskum. Seinni hava so tey mongu ár ini og tær av mannahondum framdu málbroytingarnar gjørt avstand in sterri. Til dømis hevur umsetingin frá 1540 'blifa« og 'forbetra'. Hetta er í nútíðar umseting (Hið Íslenska Bibliu félag: Nýja Testamentið, 1989) blivið til 'varir' og byggir upp“ Luther sjálvur skrivar 'bleibt' og 'bessert sich' Hyggja vit í ordabøkur nar, so finna vit "blíva hjá Chr Matras og M. A. Jacobsen (1961). Men 'forbetra finst onga- staðni. Hvorki í føroyskum ella íslendskum orðabókum Dr. Jakobsen hevur forderva' vid (Færøsk Anthologi), men ikki forbetra Heldur ikki tann nýggja danska-før oyska hevur 'forbetra' við 'Bliva' og forbetra' eru góð dømir um orð, sum vit ikki kunnu undvera. -Tú mást forbetra teg'< sigur mamman við sonin, sum skikkar sær illa. Hon hevði íkki kunnað sagt annað Eitt følilsi av sorg sníkir seg fram. Hví skulu vit vera so harðhjartað, at vit koyra hesi og onnur sakleys orð út? Hvi kunnu vit ikki vera góð við hesi ordini eisini? Hvussu nógv góð og vekur orð er u burturblivin, meðan kønir og ókenir hava sítið og reinsað og forbetr að málið, tí teir hava havt ta trúgv og vón, at teir vistu, hv at teir gjørdu, og at tað ver bati í forbetr ingini? Máltrúgvin kann vera góð, og málvónin kanska betr í Men málkærleikin er sterstur . Tað sigur Paulus. ——————"........ Læknavaktir Vágar: Tlf. 32413 Tórshavn: Jenis av CL) ; Rana, tlf. 11920, leyg- ardagin Petur Højgaard, tif Tannlæknavakt 10110, sunnudagin Torshavn Eysturoy: Kåri Ras- Bráðfeingishjálp fæst mussen, tlf. 47010, leygardagin Pål Johs. í Horni, tif. 44038, sunnu- dagin leygardag, sunnudag og halgidagar kl 13—14. Tlf. 14544 — + LSPRAI + -— | UKD |sTØøRV-| sødt | = KROSSORDAGÅTA Loysnin frå seinastu viku Loysunarordid: BRITANNIA Vinnari: Knút Jakobsen, Frederikslystvej 4, DK-8723 Løsning Hvgnnlaygargng verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum réttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri nevndu bókum frå Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av hverja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn- arin verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blað- num næsta leygardagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn — og viðmerkið »Krossordagåta« á bjålvan Navn Bustadur Bygd/byur Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! J Fuglar i Nordurhøvum J Stjórnarskipanarmálið 1946 I Spell at sólin kom upp J Politiska sega Føroya 1814—1906 JJ Feroyskir soppar Q Degurðabókin J Seganum eplið J Heimsatlas J Mannakroppurin — og hvussu hann starvar OD Alfagurtljóðar mín tunga (flega/ljóðband) Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt. |/ FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR