Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 165 - 3. september 2003 Nr. 165 - 3. september 2003 13 Stjórin, í Sp/F Røkt, Jóhan í Niðristovu: - Kensluborin dagur Jóhan í Niðristovu hevði ikki væntað, at fólk møttu so fjølment á Mýrunum mánadagin. Hann ásannaði, at hetta var ein stórur dagur fyri Sp/F Røkt, og hann vil als ikki útihýsa møguleikanum fyri at fleiri vindmyllur verða settar upp á Mýrunum í framtíðini. PRÁT Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað var ein ovurfegin, Jóhan í Niðristovu, vit hittu á máli eftir samkomuna. – Hetta er ein stórur dag- ur, og ikki sørt kensluborin, sigur stjórin í Sp/F Røkt. Hann fegnast um, at tíðar- ætlanin helt, og at dreymur hansara endiliga er veru- leiki. Jóhan sigur frá, at hann hevur arbeitt í fleiri ár við tankanum um vindmyllur í Føroyum, og nú hann endi- liga hevur rokkið málinum, kann hann ikki annað enn fegnast. Ferð kom ikki á verkætlanina fyrr enn í oktober mánaði í fjør, og síðan hevur gingið støðugt framá. – Eg gjørdi SEV vart mína ætlan við vindmyll- unum, og teir søgdu seg vera áhugaðar, og sam- starvið hevur síðan verið fyrimyndarligt, greiðir Jóhan í Niðristovu frá. Møguliga fleiri Jóhan í Niðristovu dylir ikki fyri, at hann longu nú hugsar um at seta fleiri vindmyllur upp í Vest- manna. – Fungera hesar tríggjar væl, og samtarvið við SEV kann halda fram, so eg trúgvi eg væl uppá, at fleiri vindmyllur verða settar upp. Vit hava gjørt pláss fyri fleiri vindmyll- um, og vísa hesar seg at rigga væl, so fara vit so avgjørt at arbeiða fyri at fáa fleiri settar upp, sigur stjórin í Sp/F Røkt. Spurdur, um tær næstu vindmyllurnar eisini verða kallaðar upp eftir fjølbrek- aðum í Føroyum, svarar Jóhan í Niðristovu, at tað verða tær eftir øllum at døma. Hann heldur, at hetta er ein góður máti at gera vart við tey brekaðu í samfelagnum. Seinasta mánaðin hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burturúr verkætlanini hjá Sp/F Røkt, og tað kann Jóhan í Niðristovu ikki annað, enn taka undir við. – Eg hevði ikki væntað so nógv fólk komu her í dag, men tað má vera uppmerk- somheitin seinastu tíðina, sum fær fólk at koma, sigur hann. Dámar væl øðrvísi verkætlanir Verkfrøðingurin í vind- mylluverkætlanini hjá Sp/F Røkt hevur verið Janus Petersen. Verkætlanin við vindmyllinum er fyrsta av sínum slagi hjá Janusi. Hann gjørdist partur av verkætlanini í desember mánað, og síðan hevur hann verið ein av høvuðs- monnunum Honum dámar væl at arbeiða við øðrvísi verkætl- aninum. Tað er ein avbjóð- ing í sær sjálvum at arbeiða við hugskotum, sum ikki eru roynd áður. Janus Petersen dylir ikki fyri, at skuldi vindmyllu- verkætlanin gerast veru- leiki, var neyðugt við fólki, ið trúðu upp á tað. Hann var so heppin at sleppa at arbeiða við Sp/F Røkt, sum ongantíð lótu nakran iva vera um, at teir væntaðu, at verkætlanin fór at bera á mál. Tað kendist væl hjá Janusi Petersen, nú komið var á mál við verkætlanini, og seinasta viðmerking var, at nú fór hann aftur at royna at finna sær eina nýggja, spennandi og ikki minst øðrvísi verkætlan at takast við í framtíðini. Tveir fegnir menn. Stjórin í Sp/F Røkt, Jóhan í Niðristovu og verkfrøð- ingurin hansara, Janus Petersen, vóru sum vera man ovurfegnir um, at verkætlanin hevði borið á mál. Mynd: Jens Kristian Vang PRÁT Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Borgarstjórin í Vestmanna kommunu var eisini til staðar á samkomuni á Mýr- unum í Vestmanna seinna- partin mánadagin. Fyri- uttan at lata nøkur neyðug loyvi, so hevur Vestmanna kommuna hevur ikki havt nakran avgerandi leiklut í verkætlanini hjá Sp/F Røkt. Gunn Joensen sigur, at bygdin hevur verið spent, og fylgt væl við, hvussu hevur gingið við seta vind- myllurnar upp. – Hetta er ein stórur dag- ur fyri vestmenningar, og vit eru errin av teimum, og ynskja teimum góðan byrð framyvir, sigur borgar- stjórin í Vestmanna Komm- unu. Frammaliga á orkuøkinum Tá tosað verður um orku í Føroyum, má Vestmanna kommuna vera ein av frem- stu kommununum í land- inum. Umframt tær tríggjar nýggju vindmyllurnar á Mýrunum, hevur kommun- an eisini eitt vatnorkuverk í Heygadali. Afturat verk- inum í Heygadali, stendur eisini eitt vatnverk á Vál- inum. – Tað kann ikki vera langt av leið at siga, at vit mugu vera førandi komm- unan á orkuøkinum í Før- oyum. Vit ganga inn fyri alternativari orku, og hóast vit ikki beinleiðis stuðla orkupolitikki í Vestmanna, so royna vit skapa so góðar karmar sum gjørligt. Eftir er bert at vóna, at menninir aftanfyri Sp/F Røkt fáa eitt gott samstarv við SEV, so teir kunnu arbeiða víðari á økinum, greiðir Gunn Joensen at enda frá. Í sambandi við vindmyllunum hjá Røkt var samkoma undir Mýrum. Har var millum annað avdúkað, at hesar tríggjar vindmyllur eru uppkallaðar eftir trimum fjølbrek- aðum gentum, Juliu, Báru og Sóley. NØVN Henny Olsen Mjørkin og tað nógva regnið forðaði ikki teim- um, ið høvdu ætlað sær niðan at síggja vindmyll- urnar hjá felagnum Røkt verða alment settar í nýtslu. Tær tríggjar vind- myllurnar mugu sigast at kunna draga fólk til sín. Uppi undir Mýrum var stórt telt sett upp, og har var fult av fólki, sum vóru komin at síggja vindmyll- urnar og at vísa felagnum Røkt tann heiður, teir hava uppiborið. Men tað var nakað annað heilt serligt í luft- ini. Tað var ein errin mað- ur og pápi, ið avdúkaði nøvnini á hesum trimum vindmyllum. Julia, Bára og Sóley. Hetta eru trý heilt vanlig nøvn, men tó ikki so tilvildarlig í hesum samanhangi. Vindmyllur- nar eru nevniliga uppkall- aðar eftir trimum fjølbrek- aðum gentum. Juliu, sum er dóttir Beintu og Aksel Petersen av Toftum. Hon er 6 ára gomul og spas- tisk. Báru, sum er dóttir Lis og Jóhan í Niðristovu úr Havn, formannin í Røkt. Hon er somuleiðis 6 ára gomul og hevur Tourette’s syndrom. Og til síðst Sóley, sum er dóttir Sigrið og Júst Sivertsen úr Havn. Hon er 19 ár og er, sum Julia, spastisk. Sum Jóhan í Niðristovu tók til, so hevði hetta altíð ligið honum at hjarta at uppkallað vindmyllurnar eftir onkrum, og av tí, at tað í ár er ár teirra brek- aðu, stó tað bara klárt. Bára og Sóley vóru ímillum teir mongu gest- irnar, og har varð bæði heilsa og tosað við tær. julia fekk tó ikki verið við, tí hon er til uppven- jingar í Noreg. Julia, Bára og Sóley uppkallaðar Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Gunn Joensen, er errin av monnunum aftanfyri Sp/F Røkt. Hon heldur, at tað ikki langt av leið at siga, at Vestmanna kommuna er førandi kommuna á orkuøkinum í Føroyum. Mynd: Jens Kristian Vang Jóhan í Niðristovu, formaður í Røkt, saman við dóttrini Báru, ið ein av vindmyllunum er uppkallað eftir Mynd: Jens Kristian Vang Borgarstjórin í Vestmanna, Gunn Joensen: -Vit mugu vera førandi kommunan á orkuøkinum Umboð fyri donsku vindmyllufyritøkuna, Vestas, fegnaðist um góða samstarvið við Sp/F Røkt. Lands- stýrismaðurin í orku- málum, Eyðun Elttør, rósti Niðristovu- monnunum fyri treiskni og ágrýtni í samband við vind- mylluverkætlanina. SAMKOMA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hóast veðrið ikki var av tí besta seinnapartin mána- dagin, so settust fólk ikki aftur, og møttu fjølment upp á Mýrunum í Vest- manna fyri at heiðra teim- um trimum vindmyllunum hjá Sp/F Røkt. Vindmyll- urnar, Bára, Julia og Sóley eru nú farnar undir at framleiða orku til netið hjá SEV. Eftir ætlan skulu vind- myllurnar í Vestmanna veita góð 3 % av samlaða orkutørvinum í Føroyum. Undan Báru, Juliu og Sóley var bara ein vindmylla í Føroyum, ið framleiddi vindorku. Hon hevur stend- ur á Nesi í Eysturoynni. Tær tríggjar vindmyllur- nar hjá Sp/F Røkt megna at framleiða væl meiri enn vindmyllan á Nesi, og nú tær tríggjar eru knýttar at netinum hjá SEV, er vind- orkan í Føroyum heili trettanfaldað Landsstýrismaðurin ímóti liberalisering Stjórin í Sp/F Røkt, Jóhan í Niðristovu, byrjaði sam- komuna við at bjóða øllum fólkum vælkomnum. Hann segði seg vera tiknan á bóli yvir, hvussu nógv høvdu fylgt verkætlanina, og fegn- aðist um stóru fjøldina, sum hevði leitað sær til Vestmanna. Jóhan í Niðristovu takk- aði millum annað SEV- stjóranum, Klæminti Weihe, Janusi Petersen, verkfrøðingi, Vestas og Amerada Hess fyri at verk- ætlanin var komin á mál. Eitt umboð fyri donsku vindmyllufyritøkuna, Vest- as, segði eisini nøkur orð, og fegnaðist um góða sam- starvið við Sp/F Røkt. Hann gleddist yvir, at Vestas slapp at vera við í spennandi verkætlanini hjá føroyingum, og rósti føroy- ingum fyri at verða ágrýtn- ar. Landsstýrismaðurin í orkumálum, Eyðun Elttør, flutti eisini fram røðu á samkomuni. Hann rósti Sp/F Røkt fyri ágrýtni og treiskni, og fyri at veruliga at trúgva upp á verkætl- anini. Eyðun Elttør metti tað vera ógvuliga sera hug- vekjandi, at bara tríggjar vindmyllur kundu veita heili 3% av samlaða orku- tørvinum í Føroyum. Kortini vísti hann á, at tað tíverri ikki letur seg gera at seta 100 myllur upp, so Kyoto- sáttmálin verður gingin á møti. El-netið hjá SEV megnar í løtuni einfalt ikki at taka ímóti so stórum parti av vindorku. Landsstýrismaðurin kundi errin vísa á, at før- oyingar teljast ímillum tey lond, ið hava reinastu orku- keldur í heiminum. Vatn- og vindorka eru millum reinastu orkukeldur, ið finnast. Eyðun Elttør boð- aði eisini frá í røðu síni, at eitt aðalorðaskiftið um orkupolitikk í Føroyum verður í vetur. Høvuðsevnið verður væntandi, hvørt vit í fram- tíðini skulu hava kapping á elmarknaðinum í Føroyum, og landsstýrismaðurin segði seg vera ímóti eini liberalisering á elmarknað- inum. Í sama viðfangi for- taldi Eyðun Elttør, at verð- ur elnetið hjá SEV latið upp við lóg, ið hevur kapping sum mál, skal kappingin stava frá reinari orku. Vindorkan er nú trettanfaldað í Føroyum Her eru teir so allir meinn- inir aftanfyri Sp/F Røkt avmyndaðir. F.v.: Kristian Martin í Niðristovu, Hanus í Niðristovu, Tummas í Niðristovu og Jóhan í Niðristovu. C M Y K 13 12