Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 165 - 3. september 2003 Triðju ferðina á rað eydnaðist tað Gunnari-Dahl Olsen at vinna býarsúkkl- ingina BýARSÚKKLING tíðindaskriv Leygardagin 30. aug. skip- aði Tórshavnar Súkklufelag fyri árligu FM-súkklukapp- ingini í Býarkoyring, ella Criterium. Súkklað var á Hálsi í Havn. Málið var uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele á Heykavegi. Teinurin var Heykavegur – Starvegur – Falkavegur – Tjaldursvegur – Heykaveg- ur. Bæði børn, unglingar og menn kappaðust. Veðrið var gott. Tað var turt og sólin kagaði fram inn í millum. Eitt sindur av vindi var, men ikki so nógv at tað bilti nakað. Til kappingin hjá monn- um vóru fimm luttakarar. Favoritturin til at vinna kappingina var Gunnar Dahl-Olsen, og tað gjørdi hann eisini sannførandi, men ikki uttan kapping frá Eli J. Christiansen. Teir báðir fylgdust til uml. tíggju minuttir vóru eftir, tá rykti Gunnar og Eli megn- aði ikki at súkkla hann inn aftur. Triðja plássið fekk Christian Guttesen úr Nor- depli. Esmar Joensen, sum eftir ein steðg í uml. eitt ár er byrjaður aftur at súkkla, bleiv nummar fýra. Eitt óhapp hendi í kapp- ingini. Tað var danin Palle Melchiorsen, sum fyri stuttum er fluttur til Føroya, sum datt. Østbeinið høgru meðna fór úr lið, og fekk hann tískil ikki gjøgnum- ført kappingina. Kappingin hjá dreingjum 12 til 14 ár á kappsúkklu var sera spennandi. Teir vóru fýra luttakarar, og hava hesir kappast alt summar í móti hvørjum øðrum. Teir fylgdust í uml. átta umfør, tá rykti Torkil Weyhe, og fekk eitt hol aftur til hinar. Munin megnaði hann at halda líka til hann kom á mál. Teir tríggir sum vóru aftanfyri hann stríddust allir, og tað eyðnadist eisini Rúna Blá- foss at sleppa frá Sigmund Olsson og Rana G. Jacob- sen. Men Sigmund gavst ikki so, og fekk Rúna aftur beint áðrenn málstrikuna, og vann sær sostatt eitt annaðpláss. Finnur Mellemgaard hevur vunnið næstan allar súkklukappingarnar sum hava verið í summar fyri dreingir 9 til 11 ár rættiliga lættliga. Men hesuferð mátti hann veruliga stríðast fyri gullið. Hann og Jógvan Ólavson spurtaðu um fyrstaplássið, men Jógvan kláraði ikki at halda tørn og Finnur vann tí. Statoil Føroyar og Føroya Bjór stulaðu við steypi, heiðursmerkjum o.ø. Gunnar vann aftur Nógv varð lagt fyri, tá kappast varð í býarsúkkling um vikuskiftið Dreingir 9 til 11 ár koyrdu 5 umfør 1 Jógvan Mellemgaard 2 Jógvan Ólason 3 Símun Vestergaard 4 Jens Pauli Johansen 5 Martin Kragesteen 6 Harald Joensen Gentur 9 til 11 ár koyrdu 5 umfør Nr.1 Helena Gunnarsdóttir Jaobsen Dreingir 12 til 14 ár á kappsúkklu koyrdu 13 umfør 1 Torkil Weyhe 2 Sigmund Olsson 3 Rúni Bláfoss 4 Rani Gunnarson Jacobsen Dreingir 12 til 14 ár á fjallasúkklu koyrdu 10 umfør. 1 Niels Christiansen Gentur 12 til 14 ár koyrdu 10 umfør. 1 Sólja Christiansen Úrslit frá býarsúkklukapping uppi á Hálsi Teinurin: Heykavegur – Starvegur – Falkavegur – Tjaldursvegur – Heykavegur. Mál og start var beint uttanfyri Føroyar Tele á Heykavegi. BK Tromsø slapp å spille 1. runde i europacupen (1.9.2003) Rúni Weihe, sum nú spælir flogbólt við Tromsø BK í Noreg, skal í heyst royna seg í Europa-Cup kappingini í flogbólti. Her lagaði lutakastið seg soleiðis, at Tromsø kom beinleiðis í 2. umfar í kappingini. Hetta verður leikt um vikuskiftið, 24.- 26. oktober, og verður tað í Finnlandi, at Rúni og teir skulu royna seg. Hini liðini í bólkinum hjá Tromsø eru Isku-Volley úr Tampere, Finnlandi, Speranta Kishinev úr Moldava og Aer Lingus úr Írlandi. -jm Rúni sleppur undan fyrsta umfarinum Menn koyrdu 45 min + 1 umfar. 1 Gunnar Dahl-Olsen 2 Eli J. Christiansen 3 Christian Guttesen 4 Esmar Joensen Útgingin: Palle Melchiorsen Unglingar koyrdu 45 min + 1 umfar. 1 Hans Krosstein 2 Bergur Johansen Útgingin: Dánjal Michalsen Dreingir undir 8 ár koyrdu 3 umfør. 1 Jógvan Mellemgaard 2 Jákup Ólason 3 Sofus Andreasen 4 Ragnar Kruse 5 Sveinur Kass Gentur undir 8 ár koyrdu 3 umfør. 1 Hildur Poulsen 1 HB 14 9 - 4 - 1 33 14 19 31 2 B68 14 8 - 5 - 1 20 8 12 29 3 NSÍ 14 8 - 4 - 2 26 11 15 28 4 B36 14 9 - 1 - 4 28 15 13 28 5 KÍ 14 6 - 2 - 6 17 22 -5 20 6 EB/Str. 14 5 - 4 - 5 24 28 -4 19 7 GÍ 14 4 - 4 - 6 16 22 -6 16 8 VB 14 3 - 4 - 7 15 24 -9 13 9 FS V 14 2 - 2 - 10 18 34 -16 8 10 Skála 14 1 - 0 - 13 8 27 -19 3 John Petersen B36 9 Hjalgrím Elttør KÍ 9 Andrew av Fløtum HB 8 Heðin á Lakjuni B36 7 Helgi L. Petersen NSÍ 7 Sonni L. Petersen NSÍ 6 Birgir Jørgensen VB 6 Milan Kulic VB 6 Jákup á Borg B36 5 Súni Fríði Johannesen B68 5 Krzystof Popczynski GÍ 5 Rógvi Jacobsen HB 5 Karsten From NSÍ 5 John Heri Dam B68 4 Egil á Bø EB/S 4 Hans Pauli Samuelsen EB/S 4 Ronnie Samuelsen EB/S 4 Sorin Anghel EB/S 4 Clayton Soares FSV 4 Kim Poulsen FSV 4 Símun Samuelsen GÍ 4 Rúni Nolsøe HB 4 Tór-Ingar Akselsen HB 4 Fótbóltur 1. deild menn Máltindurin Støðan DYSTIR VUNNI JAV N T TAPT VUNNIN M L TAPT M L M L MUNUR STIG C M Y K 22 Nr. 165 - 3. september 2003 23 FAMILJU- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ Bókhaldsfólk Starvið sum bókhaldari í Familju - og heilsumálaráðnum, Fyrisitingarligu Eindini, verður við hesum lýst leyst til setan sum skjótast eftir nærri avtalu. Arbeiðsuppgávurnar fevna serstakliga um: Ábyrgd av avgreiðslu og bókingum av øllum, sum hevur við raksturin av Familju - og heilsumálaráðnum og Almannamálaráðnum at gera.T.v.s.fyri stjórnmálaráð- ini, stovnar og annað virksemi, sum hoyra beinleiðis undir stjórnmálaráðini. Harumframt aðrar fyrifallandi uppgávur, serliga í móttøkuni/vekslaranum í tann mun, tað er neyðugt. Førleikakrøv: • Skrivstovuútbúgving/HH/ merkonom , ella líknandi. • Umsøkjarar, ið hava arbeitt við bókhaldið og hava gott rokniskaparinnlit, hava fyrimun. • Haraftrat verður dentur lagdur á, at umsøkjarar hava hug og áræði at arbeiða sjálvstøðugt. • Somuleiðis er tað ein fyrimunur um ein er vanur við at nýta telduútgerð í arbeiðinum. Setanarøkið fevnir um Familju- og heilsumálaráðið og stovnar undir tí. Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið. Starvið verður lønt í bólki III. Upplýsingar og umsókn: Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara tlf. 30 40 40, ella teldupost: has@hmr.fo Skrivlig umsókn við avrriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til: Familju - og heilsumálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 17. september 2003 kl. 12.00. Skeið í psykiatri Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina størri vitan um psykiatriska órógv, so at tey verða betur før fyri at fáa eyga á sálarsjúkueyðkenni og at skilja sjúklingin. Skeiðið er partur av einari longri eftirútbúgving innan psykiatriska økið, ið byrjar tíðliga í 2004 og sum lýst verður við seinni í ár. Skeiðið vendir sær til røktarar, sosial- og heilsu- atstøðingar, pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar, sosialráðgevar og onnur, ið arbeiða ella koma at arbeiða innan psykiatriska økið og heimarøktina. Skeiðið varar eina viku frá 24. til og við 28. november 2003, hvønn dag frá 8 til 16 og kostar 2.500,- kr. Tað er »Uddannelsesafdelingen, Psykiatrien i Århus Amt,« í samstarvi við Psykiatriska depilin á Lands- sjúkrahúsinum, ið skipar fyri. Nærri upplýsingar um skeiðið og tilmeldingarblað til tað, umframt komandi eftirútbúgvingina fáast við at venda sær til Psykiatriska depilin við Lands- sjúkrahúsið í Tórshavn til Inger M. Gabrielsen á tlf. 313540 lok 323, teldupostur: inmaga@lsh.fo Tilmelding í seinasta lagi 1. oktober 2003. Psykiatriski depilin Landssjúkrahúsið 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Almennur fundur Leygardagin 6. september kl. 18.00 skipar Nýrafel- agið fyri almennum fundi í Veitsluhøllini á Lands- sjúkrahúsinum. Formaðurin í danska Nyreforeningen, Stig Hede- gaard Kristensen,næstformaðurin Lone Kiilerich og Ole Lings, konsulentur hjá Nyreforeningen fara at røða um evnini: Hvat krevur ein dialysusjúkling- ur anno 2003, Lógin um heiladeyðskriteriið og transplantatión, Kostur til nýra-/dialysusjúkl- ingar og um Avvarðandi/foreldur til nýra- sjúkling. Nýrafelagið Sethús í Vági til sølu Sethúsini eru í trimum hæddum, og standa í Toftalíð. Í miðhæddini er køkur og stova. Á loftinum eru 3 kømur, umframt vesi. Í kjallaranum er baðirúm. Grundøkið: 308 m2 Húsavídd: 48 m2 Úthús: 8 m2 Grundstykki í Vági til sølu Matrikul nr. 93c, í Toftalíð,Vágur. Grundøkið: 631 m2 Nærri fæst at vita við at venda sær til Suðuroyar Sparikassa, telefon nr. 373064 ella á heimasíðu okkara www.sparsu.fo Suðuroyar Sparikassi Postboks 2 · FR-900 Vágur Tlf. 37 30 64 · Fax 37 33 40 www.sosialurin.fo -ta -t ð loysir seg 23