mikudagur 3. september 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 165 - 3. september 2003
Nr. 165 - 3. september 2003
25
ALMANNASTOVAN
NORÐOYGGJAR
1) - stuðulsfólki til 13 ára gamla rørslutarnaða gentu,
10 tímar um vikuna.
Arbeiðið fevnir um at gera venjingar við gentuni og
fara við henni til viðgerð. Arbeiðið er aftaná skúlatíð
hjá gentuni.
Neyðugt er at tann ið settur verður hevur koyrikort.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
2) - stuðulsfólk til eina 15 ára gamla gentu.
Arbeiðstíðin er skiftandi dag -kvøld og okkurt viku-
skifti, at fara við gentuni til ymisk frítíðartiltøk.
Tímatali er 12 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
3) vegna ov fáar umsóknir lýsa vit av nýggjum
eftir stuðulsfólki.
- at stuðla og stimbra einum 11 ára gomlum drongi
við venjingum og spæli.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá dronginum.
Tímatali er fyribils 30 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
VÁGAR
4) - stuðulsfólk til 13 ára gamlan rørslutarnaðan
drong, 15 tímar um vikuna.
Arbeiðið fevnir m.a. um at fara við honum til
viðgerðir og til frítíðartiltøk.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá dronginum.
Játtanin er fyribils galdandi í eitt ár.
EYSTUROY
5) - at stuðla og hjálpa einum 8 ára gomlum
fjølbrekaðum drongi og fara við honum til viðgerð
og onnur tiltøk.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá dronginum.
Arbeiðið verður gjørt við tilknýti til Tilhaldið í Rók í
Saltnesi.
Tímatali er fyribils 25 tímar um vikuna.
Ynskiligt er at tann ið settur verður hevur koyrikort.
6) - at stuðla og stimbra einum 8 ára gomlum drongi
og hjálpa honum í samskiftinum við
onnur børn.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá dronginum.
Tímatali er 20 tímar um vikuna
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
7) - at stuðla og stimbra einum 1 ára gomlum barni
og fara við honum til viðgerðir.
Tímatali er 31 tímar um vikuna
Játtanin er fyribils til 01.04.04
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki. Sum stuðul fært tú
eitt sjálvstøðugt
og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
Fylgjarauppgávur, stimbran og umlætting.
Størvini eru hesi:
8) - at stuðla og stimbra einum 5 ára gomlum drongi
og hjálpa honum í samskiftinum við onnur børn.
Eisini fara við honum til viðgerðir.
Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við dagrøktina.
Tímatali er 20 tímar um vikuna
Játtanin er fyribils til 31.12.04
9) - at stuðla og menna, við spæli og venjingum,
einari 9 ára gamlari gentu við autismu.
Arbeiðstíðin er aftaná skúlatíð hjá gentuni og fer
arbeiðið fram í einum tilhaldsstað fyri børn og
stuðlar.
Tímatali er 21 1/2 tíma um vikuna
Játtanin er fyribils til 30.06.04
TÓRSHAVN
10) - at stuðla, hjálpa og fara við eini 12 ára gamlari
gentu til ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið er aftaná skúla-
tíð hjá gentuni og fer arbeiðið m.a. fram í Bridgehús-
inum, íð er eitt tilhaldsstað fyri stuðulsfólk og børn.
Tímatali er 20 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 31.12.03
11) - at stuðla, hjálpa og fara við einum 15 ára
gomlum drongi til ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið er
aftaná skúlatíð hjá dronginum.
Tímatali er 10 -15 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
12) - at stuðla einum 3 ára gomlum fjølbrekaðum
drongi á allan hátt, við venjingum og spæli og fara
við honum til viðgerð.
Tímatali er 20 tímar um vikuna seinnapart.
Ynskiligt er, at tann ið settur verður hevur koyrikort.
Setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag í mun til
uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Ragnhild Dahl á
tlf. nr. 353510, gerandisdagar millum klokkan 09.00
og 15.00.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving,
royndir og møguligum viðmælum, skulu verða
Almannastovuni, J. Broncksgøta 27, Postboks 3096,
110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 15.09.2003
Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávunummar.
Vegna Føroya Skiftirætt verða hesar
ognir lýstar til sølu
Sethúsognin
Álvastíggjur 11,
Tórshavn
Grundøki: 517 m2. Kjallari og miðhædd uml. 100
m2 hvør og loftshæddin uml. 75 m2.
Kjallarahædd: vindfang,gongd,fýrrúm,eitt stórt
og eitt minni rúm,ið hava verið nýtt til skrivstovu,
køkur.
Miðhædd: trappu-uppgongd úr kjallara uppá
loft,gangur,køkur,spískamar,stova,toilett,kamar,
lítil hjallur.
Loft: 2 sovikømur, stór loftsstova, baðiverilsi.
Byggiár: 1969.
Húsini standa í friðarligum umhvørvi.
Garður er gjørdur um stykkið.
Hús og trøð
í Nesvík
Ognin er matr. nr. 4, Streymnes.
Húsini eru 36 m2 við kjallara-,stovu- og loftshædd
við tilbygningni uml. 12 m2.
Trøðin er uml. 5.000 m2
Tað stendur skiftirættinum frítt at velja millum
innkomin tilboð og til ongum at taka av.
Trøð í Norðragøtu
Um hóskandi boð fæst, verður ein ódyrkað trøð í
Norðagøtu seld.Trøðin er 11.800 m2.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fríðu
Patursson, frp@advlaw.fo
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9 · Tórshavn
Halgir Winther Poulsen , adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Tlf. 31 11 45
ÚTBJÓÐING
Fyri Mentamálaráðið verður byggibúning fyri
Miðnámsskúla og meginbókasavn í Suðuroy boðið
út í almennari lisitatión.
Arbeiðið fevnir í stuttum um avgrevstur,spreinging,
uppfylling og planering fyri miðnámsskúla og
meginbókasavn, 100 m av vegi og 2500 m2 av
parkeringsøki.
Høvuðsnøgdirnar eru hesar:
Avgrevstur
uml.
5.000 m3
Spreinging
uml.
15.000 m3
Uppfylling
uml.
6.000 m3
Planering
uml.
3.000 m2
Lisitatión verður mánadagin 29. september 2003
kl. 13.30 á komunuskrivstovuni í Vági. Tilboðini
skulu merkjast: Miðnámsskúla og meginbókasavn í
Suðuroy.
Útbjóðingartilfar kann bíleggjast, við at flyta
kr. 2.000 á konto nr. 139 753 4 í Føroya Sparikassa,
upplýsast skal navn og kontonr. á virkinum, sum
bíleggur útbjóðingartilfarið. Tilfarið verður sent út
5. september.
Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartil-
farið er aftursent til Arkitektavirkið Árni Winther,
Niels Winthersgøta 4, 100 Tórshavn, í seinasta lagi
eina viku eftir lisitatiónina.
Arkitektaarb. og Projeteringsleiðsla:
Arkitektavirkið Árni Winther Sp/f
Niels Winthersgøta 4 · FO-100 Tórshavn
tlf.314190 · fax 314197 · mail:awinther@awinther.fo
Ráðgevandi verkfrøðingar:
Landsbyggifelagið P/f
Grønlandsvegur 5 · FO-100 Tórshavn
tlf. 314744 · fax 310744 · t-postur: lbf@lbf.fo
Pedagogur
til Dagstovnin
í Fuglafirði
Til stovuna í Króki verður søkt eftir 1 pedagogi 40 t.
viku,at byrja 1.oktober 2003 (ella eftir nærri avtalu).
Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum 0-3 ár.
Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum,og er stovnur-
in skipaður í tvey hús við eini barnagarðsstovu og
eini vøggustovu í hvørjum húsi.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag-
ið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Juliannu Næs leiðara á tlf. 225222/444940.
Um eingin pedagogur søkir starvið, kunnu hjálpar-
fólk verða sett fyribils.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og
viðmælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 17. september kl. 10.00.
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður 2. september 2003
Fuglafjarðar býráð
-tað loysir seg
Tíðindi
Viðmerkingar
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
C
M
Y
K
25
24