hósdagur 4. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 166 - 4. september 2003
Nr. 166 - 4. september 2003
3
Seinastu tíðina hava
starvsfólkini á
Verkstaðnum Vón
lagt til merkis, at fólk
– allarhelst ung fólk –
halda til á terassuni
hjá teimum um
kvøldarnar. Hetta
hava tey sum so ikki
nakað í móti, men
seinastu dagarnar
hevur tað sæð alt
meira ófantaligt út
uttanfyri, tá tey koma
til arbeiðis um
morgnarnar
HERVERK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Talan er um rættuligt svín-
arí uttanfyri verkstaðið Vón
á Argjum. Maud Wang
Hansen, leiðari, harmast
stórliga um skilið.
Hon greiðir frá, at tey í
eina tíð nú hava verið varug
við, at fólk halda til á ter-
assuni um kvøldarnar.
– Vit vita ikki, hvørji tey
eru, sum halda til her, men
ein kundið ímyndað sær, at
talan er um ungfólk, sigur
hon.
Í fyrstuni var tað bara
tómar sodavatnsfløskur og
sigarettstubbar í øskubik-
arnum, sum vísti, at fólk
plaga at sita har. Men nú er
tað versnað, og onkrar
morgnar er sera órudduligt,
tá tey koma aftur til ar-
beiðis.
– Til dømis júst í dag, er
tað eitt svínarí uttanfyri her.
Hetta er næstan vandal-
isma. Møblarnir eru kopp-
aðir, brotnar fløskur, nógv
pappír og annað rusk og
øskubikarið liggur tómt
niðri í túninum. Og hetta
sær also ikki gott út, sigur
Maud hørm á málinum.
Hon sigur, at tey ynskja
ikki beinleiðis at leggja
eftir nøkrum her, men tey
vilja ikki finna seg í, at tað
verður svínað soleiðis til.
– Vit hava onki ímóti, at
tey sita her, hvørji tey so
enn eru, men tað er sera
harmiligt, at tað skal verða
so ófantaligt hjá okkum at
koma
aftur
higar
um
morgnarnar. Høvdu hesi
fólk bara kunnað víst
virðing fyri okkum og
okkara arbeiðsplássi, so
høvdu vit ikki lagt nakað í
hetta, sigur Maud Wang
Hansen, sum er greið yvir,
at
tey
ungu
í
høvuðsstaðnum ikki hava
so nógv tilhaldsstøð ella
savningsstøð. Tískil dugir
hon væl at síggja, at
verkstaðurin
við
síni
hugnaligu terassu er eitt
lokkandi stað. Og hon
leggur dent á, at tað høvdu
tey onki havt ímóti, um
bara virðing hevði verðið
víst fyri staðnum.
– Her er talan um líkasælu,
og tað kunnu vit ikki
góðtaka, sigur hon.
Starvsfólkið óttast
Eitt er so óruddið, sum
liggur uttanfyri, men tað er
ikki
tann
størsti
trupulleikin. Týsmorgunin,
tá tey komu til arbeiðis, sóu
tey, at brent plastikk og
pappír lá á terassuni, og tað
vekir
miklan
ótta
og
ørkymlan bæði millum
starvsfólkini
og
tey
menningartarnaðu.
Verkstaðurin Vón brendi
fyri nøkrum árum síðani,
og orsøkin til eldsbrunan tá
var ósketni, og tí rennur tað
kalt niður eftir rygginum
hjá Maud og hinum, tá tey
síggja tílíkt aftur.
– Vit eru øll góð við
verkstaðin, og hatta sum
hendi fyri nøkrum árum
síðani, var so ræðuligt. Og
tað má simpulten ikki
henda aftur. Tí hava vit valt
at gera vart við hendan
trupulleikan, sum nú hevur
stungið seg upp, sigur
Maud og leggur afturat, at
hon bert billar sær inn, at
talan her er um børn ella
ung, tí tað er um kvøldarn-
ar, at tey halda til har.
Ongin av starvsfólkunum
hevur enn sæð nakran við
verkstaðin um kvøldarnar,
men síggja tey tað bara, tá
tey koma til arbeiðis um
morgnarnar og møta einari
óruddiligari terassu.
– Hetta er so sanniliga
eisini stoytandi fyri tey
menningartarnaðu, sum eru
avbera kedd av hesum.
Fleiri teirra tola slettis ikki
at síggja hetta, so hørm eru
tey. Og tað eru vit øll. Og
hartil skal eisini sigast, at
vit, sum eru um tey menn-
ingartarnaðu um dagarnar,
leggja teimum eina við at
uppføra seg, sum aðrir van-
ligir borgarar í býnum, sig-
ur Maud, sum nú er farin at
umhugsa at víðka vaktar-
skipanina á verkstaðnum
soleiðis, at vakturin eisini
gongur har út á kvøldini.
– Eg veit ikki, hvat er
rætt at gera, men hetta vilja
vit ikki finna okkum í, og
tískil skal ein broyting
koma í, um hesi framhald-
andi ætla sær at nýta terass-
una hjá okkum til at hugna
sær á um kvøldini, men eg
skilji væl, at terassan hjá
okkum sær lokkandi út, tí
her eru flottir havamøblar
og her sleppur ongin vindur
at. Men tað má kunna bera
til at sita her, uttan at tað
skal síggja soleiðis út, tá vit
koma aftur, sigur hon.
Teirra ynski er at koma í
prát við hesi fólkini, sum
halda til við verkstaðin og
greiða teimum frá hvørjar
treytir verkstaðurin setur,
um tey framhaldandi skulu
halda til har um kvøldarnar.
Treytirnar kunnu ikki sigast
at vera órímuligar. Virðing
fyri staðnum og at tey fara
frá tí aftur í sama standi,
sum tað var, tá tey komu
hagar.
– Um tey vilja tosa við
okkum, so ynskja vit veru-
liga tað. Eg vóni, at vit
kunnu tosa okkum fram til
eina loysn upp á hetta. Vit
vilja ikki, at tey skula
kenna seg kroyst uppá
nakran máta. Vit vilja bara
ikki hava hetta svínaríið,
sigur Maud Wang Hansen,
leiðari á verkstaðnum Vón.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan
hátt gleddu meg á 75 ára degnum.
Blíðar heilsanir
Heiðvík Midjord
Restorff’s Bryggjarí
og Vertshúsið fara
næsta vikuskifti
undir eitt heldur
óvanligt tiltak
ØLSMAKKING
Jákup Mørk
Ein av hugsjónunum hjá
Óla Svend Nolsøe og
Johan Mortensen, tá teir
fyri knøppum tveimum
árum síðani keyptu Res-
torff’s Bryggjari, var at
menna og kanska eisini
kveikja eina føroyska
ølmentan.
Higartil hava teir við
ymsum tiltøkum roynt at
halda fast í hesi hugsjón,
og annað vikuskifti verð-
ur so eitt av teimum
meira óvanligu á skránni.
Nevnliga øl-smakking.
Vínsmakking hevur ann-
ars mangan verið roynd
her á landi, og nú er tað
so ølið, sum stendur fyri
skotum.
Til hetta høvi hava teir
báðir
fingið
danska
bryggjmeistaran,
Leif
Typkær,
til
landið.
Umframt at vera bryggj-
ari, er hann eisini for-
maður í Bryggeriforenin-
gens Brygmesterkorps,
sum í Danmark millum
annað hevur til uppgávu
at kunna um framleiðsl-
urnar hjá ymsu bryggjar-
íunum.
Á Vertshúsinum fer
Leif Typkær at halda
tveir fyrilestrar, sum
snúgva seg um danskt øl,
og øl-søguna sum heild.
Hartil verður so eisini
høvi at royna nakað av tí,
sum Leif og hansara
starvsfelagar fáast við. Í
tríggjar tímar verður
møguleiki at smakka á
ikki færri enn 60 donsk
ølsløg, og so kunnu gest-
irnir sjálvir gera sær eina
fatan av, hvussu ymsu
sløgini roynast.
Í tíðindaskrivi siga teir
báðir, Óla Svend og
Johan, at enda, at tað bert
verður rúm fyri 45 gest-
um hvørt kvøldið, og at
áhugaðir gestir tí helst
mugu siga frá sum skjót-
ast.
60 ølsløg á
Vertshúsinum Svínarí uttanfyri
verkstaðin Vón
Hendan sjónin fekk tað at renna kalt niður eftir rygginum hjá starvsfólkunum í verkstaðnum Vón
á Argjum týsmorgunin, tá tey komu til arbeiðis. Hetta vakti óhugnalig minni um, at verkstaðurin
fyri nøkrum árum síðani brendi
Mynd: Jens Kr. Vang
Tómir keksapakkar, keks, sigarettstubbar og annað lá og
sløddist á terassuni týsmorgunin. Hetta hevur staðið uppá í
eina tíð nú, men nú vilja starvsfólkini ikki finna seg í hesum
longur
Mynd: Jens Kr. Vang
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum
at okkara góði maður, pápi, verfaðir og abbi
Erling Sørensen
andaðist á Slagelse Sygehus týsdagin
2. september 65 ára gamal.
Jarðarferðin verður leygardagin 6. september
frá Pedersborg Kirke, Sorø.
Familjunnar vegna
Ragnhild
Hóast fleiri
landsstýrismenn við
mentamálum eru
farnir úr starvinum
seinastu árini, ræðist
Annita á
Fríðríksmørk ikki
glóðheitað sessin í
Mentamálaráðnum
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Tað verður Annita á Fríð-
riksmørk, sum skal stjórna
Mentamálastýrinum. Hetta
gjørdi Tjóðveldisflokkurin
av mikunáttina.
Eftir drúgva togtogan
um, hvør persónur skuldi
kjósast til heita sessin,
peikaði ein meiriluti í ting-
bólkinum á Annitu á Fríð-
riksmørk.
– Trupulleikin er ikki at
finna, men at velja ímillum
fólk, tá ið landsstýrismaður
skal setast. Vit høvdu nógv
góð boð hesaferð, men
flokkurin valdi Annitu, og
hon er eitt gott val, sigur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldisflokkinum.
Tað kemur neyvan óvart
á nakran, at tað nú endaði
við Annitu á Fríðriksmørk,
og Sosialurin visti longu í
síðstu viku frá vælvitandi
keldun, at valið fór at falla
á hana.
Sambært Høgna Hoydal
hevur Tjóðveldisflokkurin
eina fasta mannagongd, tá
ið landsstýrisfólk skulu set-
ast. Men tað er at enda ting-
bólkurin, sum ger av, hvønn
flokkurin skal peika á.
Spennandi uppgávur
Sessurin sum landsstýris-
maður við mentamálum
hevur verið rúkandi heitur
seinastu árini. Fleiri lands-
stýrismenn eru farnir frá,
men hetta ger ikki Annitu
bangna.
– Eg ræðist ikki hesa
uppgávuna, men síggi hana
heldur sum sera spennandi.
Tað eru nógv áhugaverd
mál at arbeiða við, og tað
gleði eg meg til, sigur hon.
Høgni Hoydal hevur eis-
ini góðar vónir um, at Ann-
ita á Fríðriksmørk fer at
støðast í starvinum.
– Hóast Annita er ein
ungur politikkari, so hevur
hon drúgvar royndir frá
politiskum arbeiði. Hon var
blaðung, tá ið hon kom við
í arbeiðið í Tjóðveldis-
flokkin, og nú hevur hon
eisini verið tingkvinna í
fleiri
ár,
sigur
Høgni
Hoydal.
Vaksin upp við
politikki
Annita á Fríðriksmørk er
35 ára gomul. Hon er út-
búgvin fólkaskúlalærari, og
hevur starvast í fleiri skúl-
um kring landið. Hon hevur
eisini arbeitt á Tekniska
skúla í Havn.
Hon var bygdaráðslimur í
Sjóvar kommunu frá 1997
til 1998, og hon hevur sitið
í løgtinginum síðani 1998.
Hon hevur seinastu árið
havt formanssessin í Ment-
anarnevndini.
Nú tekur hon so næsta
stigið upp eftir poltiska
stiganum og verður lands-
stýrismaður við mentamál-
um.
– Annlis Bjarkhamar
legði lunnar undir nógv
ting – serliga í fólkaskúlan-
um – og hetta ætli eg mær
at fylgja upp. Miðnáms-
skúlaøkið er kanska for-
sømt eitt sindur seinastu
tíðina, og tað verður eitt tað
fyrsta, sum eg fari arbeiða
við, sigur Annita á Fríð-
riksmørk.
Finnur í tingið
Nú Annita á Fríðriksmørk
fer í landsstýrið, kemur
Finnur Helmsdal aftur í
løgtingið, og eftir stríðið,
sum var millum hann og
onnur í flokkinum í fjør,
eru tað fleiri sum spyrja,
hvussu tað fer at spæla av.
– Tað ber ikki til at taka
atlit fyri, hvør kemur á ting,
tá ið ein landsstýrismaður
skal veljast. Tað ræður um
at fáa besta fólkið í sessin,
og tá ið eitt fólk er valt á
ting fyri Tjóðveldisflokkin,
so vænta vit eisini, at við-
komandi er loyalur móti
flokkinum, sigur Høgni
Hoydal.
– Eg skal ikki fjala út
yvir, at tað vóru trupulleik-
ar millum Finn Helmsdal
og onnur í flokkinum í fjør-
heyst, men stinga trupul-
leikar seg upp aftur, so
verður tað viðgjørt í flokk-
inum sum vanligt er, sigur
formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum.
– Eg ræðist
ikki
uppgávuna
Miðnámsskúlaøkið verður
tað fyrsta, sum nýggi
landsstýrismaðurin við
mentamálum fer at arbeiða
við
Í vikuskiftinum
gjørdust fleiri
talutíðarhaldarar hjá
Kalli varugur við, at
tað bar til hjá teimum
at tosa í telefon, hóast
ongin pengar vóru
eftir á kortinum
TALUTÍÐ
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Nakrar fáir talutíðarbrúkar-
ar hjá Kalli fingu ein lítlan
fyrimun í vikuskiftinum, tá
eitt óhapp hendi, meðan
fólk vóru í ferð við at gera
eina umlegging av talutíð-
arskipanini. Onkur brúkari
fann útav, at ein kundi tos-
að, hóast ongir pengar vóru
eftir á kortinum. Sostatt bar
til at tosa í telefon uttan at
hava pening til tað. Hjá
onkrum einstøkum var tal-
an um heilt stóra upphædd,
sum bleiv brúkt, áðrenn
Kall fekk rættað mistakið.
Frá Kalli siga tey, at tað
var eitt óhapp, sum hendi í
sambandi við eina umlegg-
ing av skipanini, men Kall
var so mikið skjótt úti um
seg, at mistakið varð rættað
skjótt.
– Nógv eru farin á minus,
men í allarflestu førum er
talan um heilt smáar upp-
hæddir. Men onkur gjørdi
kvetti, og fekk nýtt sína
telefon heilt nógv, áðrenn
mistakið varð rættað, siga
tey frá Kalli.
Tey, sum hava havt ovur-
nýtslu í vikuskiftinum,
kunnu tó ikki vænta sær
eina eykarokning, tí hetta
var eitt mistak hjá fyritøk-
uni. Og tískil verða øll talu-
tíðarkortini justerað aftur á
null, og ongin rokning send
teimum. Og mugu tey bara
keypa sær eitt nýtt kort, um
tey skulu nýta telefonina
aftur.
Kall brúkarar
óavmarkaða nýtslu
C
M
Y
K
3
2