Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 166 - 4. september 2003 Nr. 166 - 4. september 2003 5 Í dag, hósdag, kemur nýggjur prestur til Føroyar, og er talan um 35 ára gamla Patrick de Neegaard, sum er føddur og uppvaksin í Irak. Nýggi presturin, sum hevur lokið teologiskt prógv frá lærda háskúlanum í Århus, skal innsetast í prestastarvið í Vági NÝGGJUR PRESTUR Hans Kárason Mikkelsen mikkels@fas.harvard.edu Fimm umsóknir vóru til prestastarvið í Vági, og hevur Vágs bygd ikki havt fastan prest í longri tíð. Patrick de Neegaard, sum er danskur statsborgari, varð valdur millum umsøkjararnar, sum allir eru danir. Patrick de Neegaard hevur danskan pápa, og mamman er úr Irak. Presturin er føddur og uppvaksin í Irak saman við kristnari familju, men tá hann varð 14 ár, flutti familjan til Danmarkar. Patrick de Neegaard hevur lisið teologi við lærda háskúlan í Århus, og varð hann liðugur í fjør. Prestaútbúgvingin tekur umleið fimm til seks ár, og tískil var Patrick de Neegaard síðst í 20’unum, tá hann byrjaði at lesa til prest. Áðrenn Patrick de Neegaard fór at lesa teologi, hevur hann arbeitt fyri Sameindu Tjóðir. Tað gjørdi hann í samband við leiklutin hjá dønum í Sameindu Tjóðum. Skal til roynd Men nú er Patrick de Neegaard altso vorðin prestur, og er prestastarvið í Vági hansara fyrsta sum prestur. Men áðrenn Patrick de Neegaard verður innsettur sum prestur í vági, skal hann til ta sokallaðu bispaeksamiuna. – Hann skal skriva eina ritgerð um okkurt givið evni við støði í bíbliuni, og hann skal eisini halda eina prædiku. Harumframt skal hann sjálvandi undirskriva prestalyftið, og eisini for- telja okkum, hvussu hann ætlar at undirvísa konfir- mantunum, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Hans Jacob Joensen vísir á, at tað er vanligt, at fólk standa slíka roynd, men at tað ikki er ókent, at fólk ikki megna uppgávuna. – Tað er mín uppgáva sum bispur at tryggja, at presturin, sum er innstill- aður til eitt starv, at hann røkir leiklutin sum luth- erskur prestur væl. Tað er hetta, sum er endamálið við bisparoyndini, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Bisparoyndin hjá Patrick de Neegaard er fríggjadagin, og tekur hetta allan dagin. Patrick de Neegaard er sum nevnt danskur statsborgari, og hann hevur búð í Danmark í nógv ár. Tískil skuldi ongin málsligur trupulleiki stungið seg upp undir bisparoyndini. – Tað er vanligt, at danir og aðrir norðurlendingar søkja starv sum prestar í Føroyum, og norðurlendskt mál verður sjálvandi góð- tikið, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Húðlitur ongan týdning Heri Joensen, prestur í Vesturkirkjuni, sigur í sam- bandi við útlendingar, sum søkja prestastarv, at tað teir skulu vera vælkomnir. – Tað kann vera líka- mikið, hvar umsøkjarin er frá, og hvørjan húðlit hann hevur. Tað verður tikið væl ímóti alíkavæl. Og tað týdningarmesta er helst, hvar umsøkjarin stendur kirkjupolitiskt; tað vil siga, um presturin er frísinnaður ella fundamentalistiskur, ella hvat hann er. Vit skulu bert taka okkum av, hvussu ein útbúgvin prestur hevði virka sum prestur fyri einari meinigheit, óansæð húðlit og tílíkt, sigur Heri Joensen, prestur í Vestur- kirkjuni. Forkvinnan í kirkjuráð- num í Vági, Kitty Leo, er samd við hesum sjónarmiði og leggur aftrat, at tá tey hyggja eftir umsøkjarum til prestastarvið í Vági, so verður dentur lagdur á hugburð og persónligheit. – Vit fara ikki at seta ein mann eftir húðliti, tað sigur seg sjálvt. Vit hyggja eftir, hvat maðurin hevur at bjóða uppá, og síðani taka vit støðu. Tað, sum vigar mest í eini umsókn til prest, er hugburður og persón- ligheit. Patrick de Neegaard kom við tí kristnu grund- gevingini, at hann er per- sónligur kristin. Hann var eisini tann presturin, sum vit dámdu best, og sum fall okkum best fyri millum umsøkjararnar, sigur Kitty Leo, forkvinna í kirkju- ráðnum í Vági. Drúgv umsóknargongd Patrick de Neegaard søkti prestastarvið í Vági eina- ferð í apríl, og er tað ein drúgv mannagongd, sum skal tryggja, at ein góður prestur verður valdur. Fyrst samlar Kirkjumála- ráðið allar umsóknirnar saman, og skulu hesar liggja í eina viku ella so fyri at tryggja, at allar koma við. So vera umsóknirnar sendar til bisp og kirkju- ráðið, í hesum førinum kirkjuráðið í Vági. Kirkjuráðið viðgerð síð- ani allar umsóknirnar í trúnaði, og sendir eitt til- mæli til bisp um, hvønn prestin kirkjuráðið heldur vera best egnaðan til starv- ið. Til prestastarvið í Vági vórðu tríggir prestar inn- stillaðir fyri bispi, og vóru allir til samrøðu hjá kirkju- ráðnum Bispur tekur sær av end- aligu umsóknargongdini, og sendir hann eitt tilmæli til Kirkjumálaráðið um, hvør skal setast. Eitt til- mæli verður eisini sent frá próvstinum, men tað er bispur, sum hevur síðsta orðið. Tað er sjáldan, at bispur gongur ímóti tilmælinum hjá kirkjuráðunum, og tað gjørdi bispur heldur ikki, tá Patrick de Neegaard varð nummar eitt í Vági. – Tað finst onki dømi, har hann, ið er innstillaður, er vrakaður, sigur Hans Jacob Joensen, bispur, og vísur á, at tað skulu heilt serligar umstøður til fyri at ganga ímóti innstillingum frá kirkjuráðunum. Tað er annars trupult nokk frammanundan at fáa starv sum prestur, serliga í Danmark. Kitty Leo, for- kvinna í kirkjuráðnum í Vági, sigur, at hetta helst er ein av orsøkunum til, at Patrick de Neegaard søkti prestastarv í Føroyum. – Men hetta er ikki høvuðsgrundgevingin fyri at søkja starv í Føroyum, tí Patrick de Neegaard vildi fegin royna nakað nýtt, og tískil søkti hann presta- starvið í Vági, sigur Kitty Leo. Kitty Leo vísur eisini á, at Patrick de Neegaard var fegin um at hoyra, at tað varð hann, sum skal røkja prestastarvið í Vági. Patrick de Neegaard verður prestavígdur sunnudagin, og hann byrjar sum prestur í Vági um miðjan september. Prestur uppvaksin í Irak skal setast í Føroyum Hans Jacob Joensen, bispur, hevur endaliga orðið, tá nýggir prestar skulu setast í Føroyum. Og nú hevur bispur latið dyrnar upp fyri 35 ára gamla Patrick Denegaard, sum er føddur og uppvaksin í Irak, har hann hevur búð við danska pápanum og iraksku mammuni, til hann varð 14 ár. Patrick Denegaard verður prestur í Vági, og hann kemur til Føroyar í dag Prísurin á laksi er nógv hækkaður seinastu vikurnar og mett verður, at hækkingin fer at standa við, í hvussu so er í eina tíð afturat LAKSAPRÍSIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er endiliga gott nýtt til alarar: Laksaprísirnir eru á veg uppeftir aftur. Prísurin á laksi er alsamt batnaður í summar og hann kvinkar uppeftir hvørja viku. Rói Egholm á Farex sig- ur, at tað er trupult at nevna ávísar prísir, men at prís- hækkingin hevur verið støðug seinastu vikurnar. Men hann sigur, at enn er prísurin ikki komin upp um framleiðslukostnaðin. Tað skal nakað til enn. – Tað, vit kunnu vóna, er at príshækkingin stendur við, so at tað aftur fer at loysa seg at ala. Hinvegin kann leggjast afturat, at aðrir, sum gera langtíðarmetingar um marknaðin, halda, at prís- urin fer at hækka í hvussu so er tað næsta árið, ella kanska meir. Sostatt eru útlit fyri, at peningur aftur fer at renna í kassarnar hjá alarunum, um enn tað verður smáligt fyrstuni. Rói Egholm sigur, at tað er ilt at meta um, hví prís- irnir hækka nú. Men hann heldur, at ein orsøk er, at útlitini fyri bús- kapirnir niðri í Evropa eru bjartari nú, enn tey hava verið. Framrokningar boða frá meiri vøkstri aftur og tað ger fólk bjartskygdari og kann gera sítt til, at gongd aftur kemur á marknaðin. Hinvegin hevur summar- ið verið óvanliga heitt og tá keypa fólk ikki fisk. Nú er kaldari aftur og tað kann eisini gera sítt. Onkur annar metir, at tað kann eisini hava ein týdn- ing, at Norðmenn eru kom- nir langt við ætlanum sín- um at leggja 30.000 tons av laksi á gloymslu, fyri at gera útboðið minni. Nøkur, ið fáast við marknaðin siga, at bara í farnu viku, hækkaði prísur- in eini 20% og seinastu tveir mánaðirnar er hann hækkaður eini 40%. Rói Egholm sigur, at í Føroyum hevur ILA sjúkan gjørt, at tað hevur verið neyðugt at taka nógvan fisk av neyð, áðrenn hann hevur fingið røddu støddina og tí ber ikki altíð til at saman- bera prísirnar. Men hann sigur, at prís- urin hevur verið óvanliga lágur, men at hann gongur uppeftir nú og hann vónar, at prísurin so við og við fer at arbeiða seg har upp, at tað aftur kemur búskapur í alingina. – Prísurin skal yvirhøvur upp á einar 19-20 krónur kilo, áðrenn tað fer at geva yvirskot aftur og enn manglar nakað í. Prísurin skal nakað væl longri upp, áðrenn tað loysir seg, men nú gongur rætta vegin, sigur hann. Olja ella ikki. Tað er ikki júst tað, sum dregur fólk til før- oyska framsýningar- básin á oljumessuni í Aberdeen. Tað er harafturímóti komandi stórdysturin í fótbólti millum Skotland og Føroyar. Vitjandi kunnu vinna ferð til Føroya, um tey tippa rætta úrslitið av dystinum, og tippingin gongur sum heitt breyð OLJUMESSA Jan Müller Sosialurin, Aberdeen: Hóast Føroyar enn ikki av álvara eru komnar á altjóða oljukortið – eftir fýra brunnar er enn einki løn- andi oljufund gjørt – so er áhugin fyri føroyska fram- sýningarbásinum á olju- messuni í Aberdeen óvan- liga stórur. Orsøkin er, at øll tey tús- undtals vitjandi hava møgu- leika at tippa um úrslitið av komandi landsdystinum millum Skotland og Føroy- ar, og harvið verða við í kappingini um ferðir til Føroya við Atlantic Air- ways. Og tær tríggjar tippingar- skálirnar drega til sín sum magnetur. Her í Skotlandi verður nógv skrivað og tos- að um fótbóltsdystin mill- um grannatjóðirnar báðar, og vitjandi á oljumessuni streyma til føroyska básin at leggja síni visitkort í eina av skálunum. Tú kanst tippa, at Skotland vinnur, at Føroyar vinna ella javnleik. Borgarstjórar tippa Og tað er júst javnleikur, sum nýggi borgarstjórin í Aberdeen, Lord Provost, John Reynolds tippaði, tá ið hann og konan vitjaðu á føroyska básinum týsdagin. – Eg eri diplomatiskur og rokni avgjørt við einum jøvnum dysti, nú vit hava hoyrt og sæð, hvussu væl føroyingar klára seg í fót- bólti. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, tók ímóti skotska starvsbróðrinum. Eisini hann nýtti høvið til at tippa. – Føroyar vinna við ein- um máli. Fyri at fáa javnvág í tipp- ingina legði konan hjá Lord Provost sítt kort í skotsku vinnaraskálina. Og soleiðis verða hundraðtals visitkort løgd í skálirnar. Hesin so týdningarmikli steðgur við føroyska fram- sýningarbásin gevur nevni- liga føroyska umboðunum tað høvið, sum er so ynski- ligt at koma á tal við tey vitjandi. Hóast tað ikki er so nógv at práta um og vísa á, tá talan er um positiv úrslit frá leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so nýta teir umleið 20 før- oyingarnir á básinum høvi til at greiða frá um Føroyar og menningina. Elttør er við Við í føroysku delegatión- ini er eisini Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumál- um. Hann hevur so havt møguleikan at hitta fleiri framstandandi fólk í altjóða oljuvinnuni og at kunna seg um útviklingin - gongdina á tí stóra oljuøkinum. Eitt nú luttekur Hetland við einum stórum bási á oljumessuni. Eins og vit føroyingar seta hetlendingar eisini sínar vónir til nýggj oljufund á Atlantsmótinum, millum Heltand og Føroyar. Millum mongu gólkini, landsstýrismaðurin nýtti høvi at tosa við, vóru fimm oljuserfrøðingar út tí lítla, men ovurríka oljulandinum í Miðeystri, Qatar, sum eru á skeiði í Aberdeen. – Tað er hugaligt og gev- andi at práta við hesi ungu og vitandi fólkini, sum liva mitt í oljuresinum, sigur landsstýrismaðurin, sum tó ásannar, at útlendski áhugin fyri Føroyum sum oljutjóð sjálvandi er sera avmarkað- ur, nú einki lønandi fund er gjørt. Møguleiki hevur tó verið hjá landsstýrismanninum og øðrum føroyingum at lurta eftir, hvat rørist í olju- verðini og her ikki minst, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Ein av hesum avbjóðing- um, sum verður umrødd á ráðstevnuni her í Aberdeen, er fyri okkum føroyingar sera viðkomandi spurning- urin um at betra seismisku tøknina til tess at kunna síggja gjøgnum basalt og síðani eisini at kunna bora ígjøgnum basalt skjótari og lættari. Nýggjur áhugi Mongu áhugaverdu fyri- lestrarnir á oljuráðstevnuni snúgva seg eisini um fram- tíðar fígging av oljuleiting og annars um tær broyting- ar, sum eru í Norðsjónum, har smærri og nýggj olju- feløg taka yvir uppgávurn- ar frá teimum stóru olju- feløgunum. Eyðun Elttør skal eisini hava fundir við oljufeløg, meðan hann er í Aberdeen. Eitt nú skal hann hitta um- boð fyri BP. Hesin oljurisin hevur bundið seg til at bora tveir brunnar afturat á land- grunninum. Annars er ikki gott at vita, hvat landsstýris-mað- urin hevur við sær skjáttuni í Aberdeen. Tað er hugs- andi, at partur av »herferð- ini« í tí europeiska oljuhøv- uðsstaðnum er at birta undir áhugan fyri eini nýggjari avbjóðing har norðuri á landgrunninum. Men sum sagt – mitt í øllum oljumeldrinum – so er tað fyrst og fremst fót- bóltsdysturin millum Skot- land og Føroyar, sum er í fokus á føroyska básinum í Aberdeen. Fótbólturin dregur Endiliga góð tíðindi fyri alarar C M Y K 5 4