hósdagur 4. september 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 166 - 4. september 2003
Nr. 166 - 4. september 2003
7
- Vit hava brúk fyri fleiri
semingsmonnum
Skjótt
fyrrverandi
semingsmaður,
Suni
Schwartz Jacobsen:
SEMINGSMAÐUR
GEVST
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Annar av semingsmonnun-
um hjá Semingsstovninum,
Suni Schwartz Jacobsen,
gevst sum semingsmaður
1.oktober. Vanlig manna-
gongd er, at semingsmenn
verða settir í trý ár, og síðan
verður støða tikin til, um
teir skulu halda fram. 1.
oktober er tíðarskeiðið hjá
Suna Schwartz Jacobsen
sum semingsmaður av, og
hann hevur ongar ætlanir
um at halda fram. Tað var
heldur ongantíð ætlanin hjá
Suna at verða semingsmað-
ur longri enn hesi trý árini,
og tí kemur tað valla óvart á
nakran, at hann nú letur
starvið frá sær.
Tað er einki dulsmál, at
Suni varð hart trýstur undir
samráðingunum í vár mill-
um arbeiðarafeløgini og
arbeiðsgevararnar.
Fleiri
høvdu at hansara leikluti
undir sjálvum samráðing-
unum. Vit hava sett skjótt
fyrrverandi semingsmann-
inum stevnu um eitt prát
um samráðingarnar í vár,
um støðuna á føroyska ar-
beiðsmarknaðinum og hvat
hann heldur um uppskotið
hjá landsstýrismanninum
um loysn á trætum á før-
oyska arbeiðsmarknaðinum
í framtíðini.
Støðan óbroytt
Undir drúgva verkfallinum
á privata arbeiðsmarknað-
inum í vár fekk Suni
Schwartz Jacobsen nógvar
ábreiðslur fyri sín leiklut
undir samráðingunum. Ivi
varð sáddur um hansara
gegni, tí hann var bæði
semingsmaður og arbeiddi
sum
granskoðari
hjá
arbeiðsgevararunum.
Tað varð eisini havt á
tunguni, at semingsmenn-
inir, Høgni Høgnesen og
Suni sjálvur, gingu ov lítið
millum partarnar, og vóru
harvið við til, at verkfallið
dróg so langt sum tað
gjørdi. Arbeiðarafeløgini
hartaðu eisini semings-
menninar fyri, at teir ætl-
aðu at steingja partarnar
inni 1. mei, tá altjóða ar-
beiðaradagurin er. Spurn-
ingurin um uratkvøðuna
vakti eisini stóran ans, og
arbeiðarafeløgini
góvu
rættiliga ilt av sær og søgdu
seg als ikki ganga við til
eina uratkvøða sum sem-
ingsmenninir skutu upp.
Suni Schwartz hevði ikki
stórvegis viðmerkingar til
atfinningarnar í vár, og
tann støðan er framvegis
óbroytt. Til spurningin um
hansara gegni vísir hann á,
at hann á sinni varð valdur
av eini nevnd, ið umboðaði
báðar partar á arbeiðs-
marknaðinum, og partarnir
vistu fullvæl, hvør hann
var. Tað var tí heldur óskilj-
andi, at tann eini parturin
kom afturumaftur í vár, tá
tey sjálvi, av fyrstani tíð,
høvdu verið við til at seta
hann í starvið sum sem-
ingsmann.
Hann er heldur ikki
samdur í ábreiðslunum, at
semingsmenninir gingu ov
lítið millum partarnar, tí tað
var so langt millum part-
arnar, at tað var rættiliga
torført at bera seg øðrvísi
at, tí krøvini hjá feløgunum
vóru so ymisk.
Onkur hevur eisini havt á
lofti, at semingsmenninir í
samband við samráðingar í
vár høvdu aðrar manna-
gongdir, enn teirra undan-
gongumenn hava havt, og
at tað tí kom fjáltur á
partarnar undir samráðing-
unum, men tað hevur Suni
Schwartz
heldur
ikki
stórvegis viðmerkingar til.
Hann sigur bert, at hann
metir ikki teir bóru seg
øðrvísi at, og leggur afturat,
at møguliga hava aðrir
semingsmenn nýtt aðrar
mannagongdir, men støðan
er ein onnur í dag, og tað er
ein noyddur at fyrihalda seg
til.
Spurdur, um samráðingar
vóru øðrvísi fyri Semings-
stovnin, nú arbeiðarafeløg-
ini, fyri fyrstu ferð í eitt
mannaminni, stóðu saman
sum eitt felag, svarar Suni,
at var eitt sindur øðrvísi.
Hann heldur, at generelt
verður tað helst lættari hjá
Semingsstovninum í fram-
tíðini at samráðast við ar-
beiðarafeløgini,
tá
tey
standa saman, enn tá tey
vóru spjødd.
Gott við
konstruktivum
pørtum
Eftir trý ár í starvinum sum
semingsmaður, hevur ein
gjørt sær hollar royndir við
at fáa partar, ið eru rúkandi
ósamdir, at endiliga finna
fram til eina felags semju.
Suni Schwartz Jacobsen
dylir ikki fyri, at tey trý
árini hava rúmað bæði
positivar og negativar løtur.
Serliga positivt hevur tað
verið, tá báðir partarnir eru
komnir við uppbyggjandi
uppskotum. – Tað eru part-
arnir sjálvir, sum skulu
semjast, og ikki vit sum
skulu noyða teir, men finst
eingin semja, so er uppgáv-
an hjá Semingsstovnurin at
traðka til, sigur skjótt fyrr-
verandi semingssmaðurin.
Spurdur, um ávís feløg
hava verið lættari at hava
við at gera enn onnur,
svarar Suni, at tað er
rættiliga
torført
at
generalisera.
–
Hvussu
samráðingar
ganga er ofta treytað av,
hvussu støðan er og hvørji
krøv partarnir hava. Tíðin,
ið er tøk, og hvussu væl
fyrireikaðir partarnir eru
spælir eisini inn, hvussu
væl
einar
samráðingar
ganga, greiðir Suni frá.
Suni leggur afturat, at tað
eru ofta smáar misskiljing-
ar, sum elva til stríð, og tá
er tað ómetaliga týdningar-
mikið, at partarnir eru væl
fyri fakliga. Spurdur, um
hvat hann heldur um dygd-
Suni Schwartz Jacobsen hevur ikki stórvegis viðmerkingar til allar ábreiðslurnar, hann fekk undir samráðingum í vár. Hann er
kortini ikki samdur øllum atfinningunum, sum vórðu førdar fram.
Mynd: Jens Kristian Vang
ina á sáttmálum hjá pørtun-
um á arbeiðsmarknaðinum
í dag, svarar hann, at flestu
sáttmálarnir eru rímuliga
ítøkiligir.
Hann vísir á, at í hansara
tíð sum semingsmaður hev-
ur hann altíð havt ta aðal-
reglu, at hann aldrin orðar
ein fullkomiliga nýggjan
sáttmála, men ger heldur
nakrar smávegis broytingar
frá teimum gomlu sáttmál-
unum.
Skilagott við fýra
semingsmonnum
Suni Schwartz Jacobsen
letur sum heild væl at
nýggja uppskotinum hjá
Bjarni Djurholm um loysn
á trætum á arbeiðsmarkn-
aðinum. Hann vil ikki gera
viðmerkingar til samlaða
uppskotið, men heldur seg
til broytingarnar, ið lands-
stýrismaður ætlar at gera
viðvíkjandi Semingsstovn-
inum. – Tað er gott fyri
Semingsstovnin, at tað ger-
ast fleiri semingsmenn, tí
so kunnu teir taka sær av
teimum økjum, ið teir hava
mest kunnleika til, tí eingin
ivi er um, at tað er rættiliga
møtumikið hjá tveimum
semingsmonnum at seta
seg inn í allar sáttmálarnar,
greiðir Suni frá.
Hann heldur eisini, tað er
skilagott, at tað er lagt upp
til, at Semingsstovnurin
eisini skal fevna um al-
menna arbeiðsmarknaðin. Í
síni tíð sum semingsmaður
hevur tað av og á verið heitt
á Semingsstovnin um at
blanda seg í ósemjur á al-
menna arbeiðsmarknaðin-
um, men teir hava sýtt fyri
tí, tí stovnurin metti seg
ikki hava heimild til tað.
Suni Schwartz Jacobsen
er einki fyri at taka dagar
ímillum,
hvørja
lagnu
uppskotið hjá Bjarna Djur-
holm fer at fáa. Hann sigur,
at tá alt kemur til alt, so er
tað ein politisk avgerð.
Sjálvur metir hann, at tað
kann verða óheppið at
kroysta eitt uppskot yvir
høvdið á pørtunum, tá tann
eini parturin ikki ynskir
tað. Hinvegin eru politikk-
arnir valdir til at taka av-
gerðir, so teir mugu sjálvir
gera av, hvat er best fyri
samfelagið
Vantar saklig
sjónarmið
Spurdur, um hann sær fyri
sær nakrar týðandi broyt-
ingar á føroyska arbeiðs-
marknaðinum í framtíðini,
so sleppast kann undan
øllum trætunum, ið hava
eyðkent føroyska arbeiðs-
marknaðin seinastu árini,
svarar Suni, at tað er ringt
at spáa um. – Arbeiðstak-
arar og arbeiðsgevarar eru í
mongum førum viðspæl-
arar, men tosað vit um løn,
eru teir mótspælarar. Fær
man broytt samarbeiðshátt-
in nakað, so at partarnir
síggja seg meir sum við-
spælarar, so kundi verið
sloppið undan fleiri ósemj-
um, metir Suni Schwartz.
Tað er einki dulsmál, at
seinastu árini hevur kjakið
millum fakfeløgini og ar-
beiðsgevararnar
stórliga
verið merkt av, at partarnir
halda fast um síni sjónar-
mið. Teir hava ilt við at
koma víðari, so tær neyð-
ugu broytingarnar á ar-
beiðsmarknaðinum verða
framdar, sum báðir partar í
roynd og veru ynskja.
Suni sigur seg ofta vanta
nøkur saklig sjónarmið frá
pørtunum, og ikki bara
nøkur kenslulig og subjek-
tiv sjónarmið. Hann heldur,
at kjakið um uppskotið hjá
Bjarna Djurholm hevur
verið stórliga merkt av tí
sama, og at partarnir hava
rættiliga ilt við at koma úr
gomlu skotbrøvunum, og
bróta úr nýggjum
Arbeiðsamboðini
mugu kunna nýtast
Nú
Suni
Schwartz
Jacobsen skjótt gevst sum
semingsmaður, hevur hann
eitt
serligt
ynski
til
Semingsstovnin.
Hann
heldur tað er ómetaliga
týdningarmikið,
at
Semingsstovnurin
fær
brúkt tey amboð, stovnurin
hevur fingið tillutað.
Í hesum sambandi kann
nevnast uratkvøðan í vár,
sum
semingsmenninir
skutu upp. Teir høvdu
heimild til at senda eitt
uppskot til uratkvøðu hjá
limunum í arbeiðarafeløg-
unum, men í praksis bar tað
illa til. Sum støðan er í løt-
uni, so eru tað felagið, ið
hevur uratkvøðuna, sum
sjálvt skal skipa fyri.
Nevndirnar í arbeiðarafel-
øgunum sýttu fyri at skipa
fyri uratkvøðu, og tískil
fingu
semingsmenninir
lítið gjørt.
Suni heldur, at manna-
gongdin eigur í framtíðina
at vera, at tað verður sem-
ingsstovnurin, sum skal
skipa fyri uratkvøðunum.
Hetta skal tryggja, at
amboðini hjá stovninum
ikki bara skulu rigga í teori,
men eisini praksis.
Tá vit royna at spyrja
hann, hví semingsmenninir
í vár gjørdu av -heldur
ótraditionelt at royna eitt
semingsuppskot hjá limun-
um í arbeiðarafeløgunum,
svarar Suni, at tað er hann
ikki so áhugaður at gera
viðmerkingar til.
– Tit mugu væl hava havt
illgruna um, at limirnir hjá
arbeiðarafeløgnum
ikki
tóku undir við formonnun-
um?
Tú kanst sjálvur gita tær
til, hvat vit hava hugsað í tí
støðuni. Men er ikki nakað
um tað? Tað vóru komplis-
eraðar samráðingar, og
meir vil eg ikki koma inn á
tað, sigur Suni Schwartz
Jacobsen at enda.
Hvussu hevur verið og
ikki hesi trý árini, so er tað
ein sannroynd, at Suni
Schwartz Jacobsen hevur
verið semingsmaður fyri
seinastu ferð á hesum sinni.
Næstu samráðingar á pri-
vata arbeiðsmarknaðinum
verða millum Handverkar-
arnar og Handverksmeist-
ararnar, sum byrja 1. okto-
ber. Kemur tað so langt, at
neyðugt er, at Semings-
stovnurin verður noyddur at
leggja uppí, so verður tað
uttan Suni Schwartz Jacob-
sen, sum takkar fyri seg
1.oktober.
Um ein lítlan mánað gevst Suni Schwartz Jacobsen sum semingsmaður hjá Semingstovninum.
Hann sigur seg vóna, at stovnurin fær nøkur amboð, hann veruliga kann brúka, tí royndirnar
hava víst, at tað er munur á, hvat Semingsstovnurin kann í teoriini og so í praksis
Mynd: Savnsmynd
Sunnunáttina verður
fyri seinastu ferð
nakrantíð dansur í
Club 20. Tað 15 ára
gamla dansistaðið
hevur tænt fyri seg,
og tí verður tað nú
stongt. Um ein mánað
letur nýggjur
náttklubbi upp í
somu hølum
CLUB 20
Eyðun Klakstein
Sunnunáttina fer kanska
kendasta dansistaðið í land-
inum í søguna.
Tá ið fólk einaferð ímóti
morgni eru rikin út, verður
lykilin snaraður um fyri
seinastu ferð í Club 20.
Dansistaðið hevur verið
partur av náttarlívinum í
Havn síðani 1989, og men
nú er bara eitt vikuskiftið
eftir.
– Club 20 hevur tænt fyri
seg, og tí hava vit valt at
steingja tað, sigur Petur
Olsen, sum er stjóri.
– Vit síggja hinvegin
møguleikar
fyri
einum
nýggjum og øðrvísi nátt-
klubba í somu hølum, og
mánadagin fara vit undir
umbyggingina til eitt nýtt
stað, sigur hann.
Skifta konsept
Club 20 man hava lagt høli
til bæði eitt og annað hesi
næstan 15 árini, tað hevur
havt opið, og tað hava eisini
verið skiftandi leiðarar og
starvsfólk á dansistaðnum.
Í nógv ár var Páll Arge
drívmegin, men hann hevur
einki havt við Club 20 at
gera í nógv ár nú.
Tað hevur hinvegin Petur
Olsen, sum er stjóri, og
hóast Club 20 fyri kortum
bygdi eitt sindur um, skal
tann heilt stóra broytingin
nú gerast í hølunum.
– Vit fara at hava stongt í
ein mánað, men tá ið vit so
lata upp aftur, verður tað
við einum heilt nýggjum
náttklubba. Tað verður eitt
nýtt navn, eitt nýtt konsept,
og vit fara at hava strangt
21 ára aldursmark, sigur
hann.
Nýtt aldursmark
Club 20 hevur annars verið
kent sum eitt stað, har tey
ungu halda til, men við nú
aldursmarkið verður flutt
úr 18 og upp í 21 ár signal-
iserar staðið, at tað stílar
eftir einum nýggjum mál-
bólki.
Kappingin millum Club
20 og Platform, sum eru
grannar í miðbýnum í
Havn, er hørð, og hon verð-
ur neyvan minni, nú nýggj-
ur náttklubbi skal bjóða seg
fram.
Petur Olsen lovar, at fólk
fara at fáa eitt heilt øðrvísi
upplivilsi í nýggja klubban-
um.
– Club 20 hevur verið
sera væl vitjað øll hesi
árini, og tað man neyvan
vera nakað annað dansistað
í landinum, sum hevur
fingið slíka undirtøku. Men
nú hevur tað tænt fyri seg,
og vit fara um ein mánað at
bjóða eitt spildunýtt stað
fram, sigur Petur Olsen.
Club 20 letur aftur
– Club 20 hevur verið sera væl vitjað øll hesi árini, men nú hevur tað tænt fyri seg, og vit fara
um ein mánað at bjóða eitt spildunýtt stað fram, sigur Petur Olsen.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6