Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 166 - 4. september 2003 Nr. 166 - 4. september 2003 9 Ætlandi stendur høllin, sum felagið fer at brúka til pakking, skiljing og goymslu av plattum, liðug til várs BYGGING Vilmund Jacobsen Fuglafjørður: Bergfrost í Fuglafirði fer í næstum at byggja eina umleið 650 fer- metra stóra høll á havna- lagnum niðanfyri frysti- tunnilin. Sambært ætlanini, sten- dur høllin klár at taka í nýtslu einaferð komandi vár. Hetta verður í fyrsta lagi ein pakkihøll, har felagið eitt nú fer at pakka fisk, skilja og goyma plattarnar undir taki. Kommunal bibstøð Fuglafjarða kommuna er lutvíst við í byggiætlanini hjá Bergfrost, og fer kommunan at hava eina sonevnda bib-støð í høllini. Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fugla- firði, sigur, at meðan hinar bib-støðirnar í landinum honum kunnugt verða rikn- ar av virkjunum, sum hava frystigoymslur á staðnum, metir Fuglafjarða komm- una tað vera betur, um ein slík støð verður óheft. - Hetta er ein marknað- areftirlitisstøð, sum ES krevur, har eftirlit er við vørum, sum koma úr triðja- londum til Føroya og síðan verða seldar aftur til ES- lond. Hann vísir á, at talan ikki bert er um at hava eftirlit við fiski, men eisini mjøli og øðrum úrdráttum, sum koma hendanvegin og verða seldar aftur til ES. - Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum ger stak- royndir og kanningar av hesum vørum, og til hetta arbeiði hevur stovnurin brúk fyri einum høli til sítt arbeiði. 100 fermetrar Sigurd Simonsen sigur, at Fuglafjarða kommuna fer at ráða yvir umleið 100 fer- metrum í nýggja bygning- inum hjá Bergfrosti. - Nakað verður av útgerð í hølunum, men í aðrar mátar kemur Heilsufrøði- liga Starvsstovan sjálv við síni útgerð, tá ið kanningar verða gjørdar. Hann vísir á, at ávísar vørur, sum Havsbrún keyp- ir úr eitt nú Chili, soleiðis verða »bibbaðar« í Het- landi, áðrenn tær koma til Føroya. - Eg meti, at tað hevur týdning, at kommunan sum óheft rekur hesa eftirlits- støðina, tí tá hava allir somu rættindi og somu møguleikar – eisini, hvat viðvíkur kostnaðinum at fáa vørurnar góðkendar, sigur Sigurd Simonsen. - Higartil í ár eru inntøkurnar hjá teimum, sum sigla við partrolarunum, í miðal lækkaðar við einum fjórðingi. Hjá teimum, sum eru við lemmatrolarum og línuskipum, er minkingin eini 10- 15%, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hóast fiskiskapurin hjá línubátum, partrolarum og lemmatrolarum sum heild hevur verið góður í ár, eru hýrurnar hjá teimum, sum sigla við hesum skipum, lækkaðar munandi. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sól- stein, hevur hugt at tølun- um, men hevur enn ikki kannað tey so ógvuliga gjølla. - Tó kann eg siga, at hýr- urnar hjá teimum, sum sigla við partrolarunum, eru tær, sum hava verið fyri størstu afturgongdini. Hann sigur, at miðal- lækkingin er eini 26%. Hjá summum er lækkingin størri og minni hjá øðrum. - Sambært tølunum, eg havi hugt at, er líkt til, at munandi afturgongd eisini hevur verið hjá teimum, sum sigla við línubátunum og lemmatrolarunum. Hann heldur, at miðal- lækkingin her liggur um eini 10-15%, og kanska eru teir við lemmatrolarunum heldur verri fyri enn teir, sum sigla við línuskipun- um. Upsin koksar Orsøkin til, at manningarn- ar umborð á partrolarunum eru ringast fyri, er, at upsa- prísurin fullkomiliga er koksaður – og hesir bátarn- ir veiða í nógv størstan mun upsa. - Í løtuni liggur upsaprís- urin á umleið 3 krónum fyri kilo, og onkuntíð er hann enntá lægri. Ein slíkur prís- ur ber ongum uppi í longd- ini, hvørki skipi ella mann- ing. Jákup Sólstein vísir á, at vit hava fingið nýggjar trol- arar, og aðrir eru á veg. - So, hetta verður ein keðilig støða, um upsaprís- urin ikki fer at kvinka upp- eftir aftur nakað skjótt. Í løtuni dugi eg tó ikki at síggja, at her verður nøkur knapplig vend tann rætta vegin. Hann sigur, at inntøkurn- ar hjá teimum, sum fiska pelagiskan fisk, eisini hava verið fallandi í ár, men hann veit ikki at siga, hvussu stór henda lækking hevur verið. - Svartkjaftaveiðan hevur verið góð, men bæði prís- irnir á ídnaðarfiski, sild og makreli eru lækkaðir, og hetta sæst aftur í inntøkun- um, sigur Jákup. Selja beinleiðis Reglan um, at í minsta lagi triðingurin av veiðini hjá skipunum skal um upp- boðssølu, er broytt fyri eini tíð síðan. Kunngerðin, sum álegði, at so skuldi verða, er avtikin. Tí kunnu skipini nú selja alla sína veiði bein- leiðis til virkini – uttan um uppboðssøluna. Í Sosialinum í gjár, segði Oskar Joensen á Fiska- marknaði Føroya, at nógvir trolarar selja upsan bein- leiðis til virkini. - Vit landa tískil næstan ongan upsa í løtuni, legði hann aftrat. Jákup Sólstein vísir á, at reglan um, at fiskur, sum fer feskur og óvirkaður av landinum, skal um upp- boðssølu, tó framvegis er galdandi. Somuleiðis er galdandi, at skip ikki skulu landa meira enn 25% av veiðini beinleiðis í útland- inum. - Vit hava einki ímóti, at tvingaða uppboðssølan er broytt, soleiðis at marknað- arkreftirnar í enn størri mun sleppa at ráða, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag. Fer at tátta í Jákup Sólstein væntar, at kemur ikki vend í við upsa- prísunum, sum smá útlit eru til í løtuni, fer tað at tátta í hjá partrolarunum og lemmatrolarunum. - Men gongdin er mis- jøvn. Tølini, eg havi nevnt, eru miðaltøl. Hann visir á, at eitt er, at upsaprísurin hevur verið so serstakliga lágur, men prís- irnir á hýsu hava eisini ver- ið ógvuliga vánaligir. - Eg vænti tó, at hýsu- prísirnir fara at kvinka upp- eftir aftur, tá ið líður út á heystið. Spurdur, um Føroya Reiðarafelag hevur varnast, at menn eru farnir í land av skipum, tí inntøkan er fall- in, sigur Jákup Sólstein at enda. - Vit hava ikki hoyrt nógv um hetta, men nakað er um, at menn eru farnir av skip- um av hesi orsøk, sigur hann. Elskaði sonur og beiggi okkara Karl Martin Smidt Jensen Oyri, sonur Dorit og Kjartan andaðist 31. august 20 ára gamal. Komið verður í Norðskála kirkju fríggjadagin 5. september kl. 19.00 Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju leygardagin 6. september kl. 14.00. mamma, babba, Hans Erik og Pól Jóhannus Í staðin fyri blómur ella krans kann ein peningagáva latast til Talvfelagið Rók ella Flogbóltsfelagið Nøvuna konto í peningastovnunum. Bergfrost undir stóra bygging í Fuglafirði Fuglafjarða kommuna er ein kommuna í stórari menning. Hetta sæst ikki minst á havnalagnum og teirri bygging, ið har hevur verið. Inntøkurnar minkaðar við einum fjórðingi - Kemur ikki vend í við upsaprísunum, vænti eg, at tað fer at tátta í hjá partrolarunum og lemmatrolarunum, sigur Jákup Sólstein NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 1. august 2003 hevði Anna Højgaard starvast á Føroya Gjaldstova í 30 ár. Hetta varð hátíðarhildið við einum morgun-matar- hugna í gjár. Anna er dóttir Óluvu og Tórur Hansen í Leynum. Hon byrjaði á gjaldstov- uni sum lærlingur. Tá ið Anna byrjaði, var rokn- skaparhaldið hjá landinum ikki so automatiserað sum í dag. Anna fekk fatur um ta tíðina, tá ið arbeitt varð við kolonnubókum til dagin í dag. Síðan Anna byrjaði á gjaldstovuni, hevur stovn- urin verið gjøgnum eina stóra umlegging. Hin 1. mars 1988, var hon sett sum bókhaldari á gjaldstovuni. Í dag, hósdagin 4. juli, fyll- ir Jórun Jacobsen í Klaks- vík 60 ár. Hon er dóttir Kristiannu Poulsen av Eiði, sum doyði í 1991, og Joen Paula Vágsheyg, Peila hjá Jógvan Segl, sum doyði í 1970. Kristianna og Peili áttu tríggjar døtur og ein son. Hallgerð er gift við Hald- grími Gregersen í Gøtu og býr har. Ása er gift við Hjørleif Ellingsgaard og býr í Klaksvík. Jógvan er giftur við Beintu Ziska, tey búgva í Klaksvík. Og Jórun er gift við Jóan Jakku Jac- obsen, og eisini tey búgva í Klaksvík. Jórun tók realprógv í Klaksvík í 1960. Hon gift- ist við Jóan Jakku í 1964, og tey fingu fýra børn: Annika er fødd í 1966 og er sjúkrasystir. Jacob Pauli er føddur í 1968 og er elektr- ikari. Erla varð fødd í 1971, men longu 16 ára gomul doyði hon í einari bilvan- lukku, tá hon og drongurin, Heri Mørkøre, fóru á sjógv við bilinum innast við Stórukei í Klaksvík. Torkil er fjórða barnið og er fødd- ur í 1977. Jóan Jakku tók skipara- prógv í 1961. Hann var til skips og hevði skip sjálvur í eina tíð, til hann í 1977 legðist uppi. Hann arbeiddi í Klaksvíkar Havn í nøkur ár og frá 1990 var hann kranamaður á Kósini. Tá Jórun hevði endað skúlagongdina, fór hon at arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og var so á húsarhaldsskúla í Haslev. Eftir tað arbeiddi hon á skrivstovuni hjá Joensen & Olsen (Seglhúsmonnunum) til 1964. Síðani hevur hon arbeitt úti av og á, m.a. á grannskoðaravirki. 30 ára starvsdagur á Føroya Gjaldstovu Komu og fóru samstundis Mánadagin 1. september var samkoma hjá Postverk Føroya á Óðinshædd í Havn, tá Mortan Rasmussen og Marita Jacobsen, sum høvdu arbeitt 46 ár á stovninum fóru frá við eftirtløn. Bæði byrjaðu 1. september 1957 og góvust 1. september 2003 Marita Jacobsen Mánadagin 1. september hevði Marita Jacobsen í Havn sín seinasta starvs- dag á Postverkinum. Marita er úr Mykinesi, hon er fødd í 1939, dóttir Maju, f. Joensen, og Eli Jacobsen, bæði úr Myki- nesi. Bæði abbin og pápin høvdu postin í Mykinesi. Hon kom sum 15 ára gomul til Havnar at ganga í preliminerskúla og byrjaði sum skrivstovunæmingur á posthúsinum í Havn 1. sep- tember 1957. Tá hon byrj- aði vóru tilsamans 25 starvsfólk á posthúsinum, harav seks vóru postboð í býnum og tvey landpost- boð. Umframt sína skriv- stovuútbúgving hevur Marita tikið ymisk skeið hjá Post Danmark og mer- konomútbúgving á Føroya Handilsskúla. Síðan 1991 hevur hon verið skrivstovuleiðari á posthúsunum í høvuðs- staðarøkinum. Marita er gift við Trygva Jacobsen, lærara, úr Vági, sonur Jesar K. Jacobsen, úr Mykinesi og Dionu f. Johannesen, úr Kollafirði. Marita og Trygvi eiga tvey børn, tey eru: Eyðun, sum býr í Írlandi og Mar- jun, sum býr í Danmark. Mortan Rasmussen Mánadagin 1. september hevði Mortan Rasmussen í Havn sín seinasta starvsdag á Postverkinum. Mortan, ið er 62 ára gam- al, er føddur á Kirkju á Fugloy, sonur Palmu, f. Soldal, ættað úr Sumba, og Rasmus Rasmussen, van- liga nevndur Rasmus í Fugloy. Sum seks ára gamal fór Mortan til Klaksvíkar at ganga í skúla. Tá hann var liðugur við barna- og real- skúlan, fór hann til Dan- markar, har hann 1. sep- tember 1957 fór í læru sum postassistentur hjá Post- & Telegrafvæsenet. Lærutíðin var trý ár, og í 1960 varð hann innkallaður til her- tænastu í 16 mánaðir. Meginpartin av tíðini í danska herinum hevði hann við postin at gera til donsku hermenninar í Gaza og táverandi Belgisk Congo. Liðugur við hertænast- una arbeiddi Mortan sum postassistentur í Danmark, til hann í 1963 kom heim aftur til Føroya og fekk starv sum postassistentur á posthúsinum í Havn. Í 1968 bleiv hann yvirassistentur og postkonrollørur í 1972. Tá postverkið bleiv yvir- tikið, 1 apríl 1976, bleiv Mortan ein av deildarleið- arunum. Hann var eisini við til at stovnað Føroya Postfelag. Í 1992 bleiv hann leiðari á marknaðardeildini á postverkinum og í 1998, tá postverkið fekk nýggjan stjóra, fekk hann nýggjar uppgávur so sum bræva- og pakkapostin í Føroyum, herundir eisini postútberingina. Mortan giftist við Kirst- in, f. Nolsøe, úr Klaksvík, dóttir Lindu, f. Skibenæs, av Skipanesi, og Georg Nolsøe, ættaður úr Vági. Kirstin og Mortan eiga fimm børn, tey eru: Palma, sum býr í Íslandi, Georg sum býr í Havn, Rannvá sum býr í Danmark, og tví- burarnar Lindu og Rasmus sum búgva í Havn. Mortan Rasmussen og Marita Jacobsen. Tey komu úr hvør sínara ætt, Mortan kom úr eystri, úr Fugloy, og Marita kom úr vestri, úr Mykinesi. Bæði siga at postverkið hevur verið eitt gott og spennandi arbeiðspláss og tey hava trivist væl Jórun (Vágsheyg) Jacobsen 60 Dagurin 4. september. Teodosia. Navnið er helst komið upp í álmanakkan í staðin fyri mansnavnið Teodorius, tí at hann hevði longu 2. apríl sum halgidag. Tíðindaskriv Fríggjakvøldið 5 sep. kl. 21:00 verður mótashow á Gallarínum. Tað er føroyski sniðgevin Anja Collin, sum er eigari og sniðgevi av merkinum Baltzer Collin, sum sýnir fram sína summar 2004 kollektión. Atgongumerkir verða seld á Gallarí Jinx - av- markað nøgd. Av tí at mótashow verð- ur, lata vit aftur kl. 20:00 fríggjakvøldið og køkurin stongir kl.19:00 Men opið verður aftur sum vanligt leygarmorgun- in kl.9:00. Tíðindaskriv Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmálum hevur í dag sett Arnold Hjelm Nielsen í starv sum varastjóri á Toll- og Skatt- stovu Føroya, Stýrinum. Arnold Hjelm Nielsen er 39 ára gamal og hevur út- búgving sum verk-frøð- ingur. Seinastu tíðina hevur hann verið í leiðandi starvi hjá Ericson í Noregi. Mótashow á Gallarí Jinx Arnhold Hjelm Nielsen varastjóri C M Y K 9 8