Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 166 - 4. september 2003 Nr. 166 - 4. september 2003 11 Ráðstevnan hjá Føroyskum Psykiatrirøktarfrøð- ingum í Norðurlandahúsinum mánadagin 1. september snúi seg um eitt sera viðkomandi og týdningarmikið evni, nevniliga sálarligar trupulleikar hjá børnum og ungum. Ráðstevnan eydnaðist framúr væl og fyrireikararnir eiga stóra tøkk og mikið rós uppiborin frá almenninginum. Ráðstevnan setti fokus á eitt tabuevni. Psykiskir ella sálarfrøðiligir trupulleikar eru sum heild eitt lítið umrøtt evni í samfelagnum og hetta serstakliga, um talan er um børn og ung. Ráðstevnan vísti, at talan er um ein rættiliga stóran trupulleika í samfelagnum – ein trupulleika, sum vit ikki hava givið nóg stóran ans. Hetta má geva øllum viðkomandi, foreldrum, skúla, heilsuverki, almannaverki, pedagogum og politikkarum nakað at hugsa um. Ráðstevnan avdúkaði eisini, at eitt vaksandi tal av børnum og ungum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp og viðgerð. Hvørjar orsøkirnar eru til hesa støðu er ikki heilt greitt, men sambært serfrøðingarnar eru eitt nú strongd foreldur, karrierures, ótryggleiki heima, hjúnarskilnaður og trótandi álit hjá børnum á tey vaksnu millum orsøkirnar. Bøtast kann um hesa álvarsomu støðu fyrst og fremst við at tryggja foreldrum betri umstøður. Foreldur mugu sleppa at vera foreldur fyri síni børn. Her eiga vit serstakliga at hava tær einligu møðurnar í huga, og spyrjast má, hvussu politiski viljin er at hjálpa júst hesum, ið hava størsta tørvin á hjálp og stuðli frá samfelagnum. Hetta vil tíðin vísa, men havast má í huga, at vita hava ikki alla verðsins tíð her. Eisini mugu rammurnar hjá øllum teimum, sum dagliga eru um børnini, munandi betrast. Hetta merkir, at lærarar, pedagogar, sjúkrarøktarfrøð- ingar, sálarfrøðingar o.o. eiga at fáa nógv betur virkismøguleikar og betri arbeiðsumstøður, eitt nú meira tíð til tað einstaka barnið. Alt hetta setur sera stór krøv til samfelagið og til politisku og búskaparligu raðfestingarnar í samfelagnum. Hvussu útlitini eru fyri øðrvísið og meira barna- vinarligum raðfestingum man vera ivasamt. Komandi fíggjarlógin vil vísa, um okkara politikkarar taka hesar spurningar í álvara. Hvussu so verður og ikki, so má staðfestast, at talan var um eina sera týðandi og viðkomandi ráðstevnu, og fara vit her at venda aftur til evnið í næstum. DAGSINS MEINING Sosialurin Viðkomandi ráðstevna VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bill Justinussen Alfred Olsen hevur í bløð- unum lesarabræv við heit- inum Sandoyggin. Her nemur hann við kommunu- læknaviðurskiftini í Sand- oynni. Hetta mál hevur fingið nógva umrøðu sein- astu árini, tí kommunu- læknaviðurskiftini í oynni hava verið vánalig og eru tað framvegis, hóast ein bati nú er at hóma, ið hvussu so er fyri eina tíð. Familju- og Heilsumála- ráðið hevur nýtt nógva orku at loysa hetta mál á ein fyri øll í Sandoynni og Hesti nøktandi hátt, men hetta hevur ikki enn borið á mál. Okkara loysn hevur tikið støði í tí, sum er møguligt. Tá eg sigi møguligt, er tað í ásannan av, at tað tykist fyri tíðina at vera ógjørligt at finna ein og enn minni tveir læknar, sum hava hug at seta seg niður í Sandoynni sum kommunulæknar. Nógv góð hugskot eru nevnd, ikki minst av báðum tingmonnunum og lands- stýrismanninum í oynni, og hava vit tikið øll hugskot til okkara og givið teimum ein møguleika. Tó enn til fánýtis. Tí gjørdist okkara niður- støða, at besta tænastan fyri borgararnar í Sandoynni er fyrst og fremst ein støðug og varðandi skipan, har í øllum førum ein komm- unulækni arbeiðir í oynni allar gerandisdagar í van- ligari arbeiðstíð. Hendan skipan tryggjar øllum regluliga atgongd til kommunulækna og ger, at øll kenna læknan og læknin kennir øll; hetta hevur verið eitt av mongum vansum við verandi skipan, tí skiftið av vikarum er stórt. Henda skipan er eftirspurd av fleiri av teimum læknum, sum eru komnir nakað upp í árini og ynskja eitt laðalig- ari arbeiðslív. Ikki óaktuelt, nú fólk úr Noregi eru og kunna um eldraskipanir á norska arbeiðsmarknaðin- um Tíverri hevur tað enn ikki eydnast okkum at fáa undirtøku fyri eini varandi loysn frá politisku umboð- unum í oynni. Tað, sum er møguligt, ynskja tey ikki, og tað, sum tey ynskja, er ikki møguligt. Okkara uppgáva er at tryggja øllum sandoyingum og hestfólk- um ta best møguligu tæn- astu, og tað verður sjálv- andi gjørt. Alfred Olsen sigur, at okkara loysn er ein falskur tryggleiki og at sjálvandi skulu sandoyingar hava lækna 24 tímar um døgnið. Hetta er andstøðutala sum kittlar fólkið í oyruni, men er ikki í trá við sannleikan. Tað er ikki nakar falskur tryggleiki at hava lækna í oynni hvønn gerandisdag, tað er ein veruligur trygg- leiki. Hvat sigur Alfred Olsen um allar útoyggjarn- ar, sum bert hava lækna ein ella tveir dagar um mánað- in. Hava hesi fólk ikki eins stórt krav til kommunu- læknatænastu 24 tímar um døgnið sum allir aðrir borg- arar í landinum? Gjalda hesi ikki eisini skatt sum øll onnur? Sjálvandi hava hesi somu krøv og sama rætt, men tað vikar ikki tann veruleika, at hetta er ómøguligt. Vit kunnu altíð nýta trygdina og trygdarkenslu sum grundgeving og so krevja og krevja. Og serliga lætt er hetta, tá ein situr í andstøðu. Men tá saman- umkemur hava vit føroy- ingar eina eftir umstøðun- um góða kommunulækna- tænastu. Tað er undantakið, at ein ikki fær viðtalu við kommunulæknan sama dag, sum biðið verður um hetta; og tað er hóast alt ikki so galið. Lat okkum hava í huga, at kommunulæknar ikki eru »katastrofulæknar”«. Um vit hugleiða eina løtu um, hvussu mangir føroyingar til dagligt eru langt burtur frá einum viðtalumøgu- leika við kommunulækna, sissar hetta okkum kanska nakað. Hugsa um øll, sum búgva á útoyggj. Hugsa um allar føroyingar, sum eru úti á havinum. Hugsa um allar føroyingar, sum í hes- um døgum eru í báti eftir náta og sum um nakrar dag- ar fara at ganga fjøllini. Og tey mongu, sum eru burturi og ferðast. Íalt mong tús- und, sum ikki hava atgongd til kommunulækna, hóast ein hjartatilburður ella okk- urt annað er eins hugsandi har sum heima við hús. Góði Alfred! Lat okkum vera realistisk og royna at finna eina skilagóða skipan fyri Sandoynna og Hest. Størstu krøvini til eina slíka loysn er í fyrsta lagi, at hon er støðug, áhaldandi og varandi. Í øðrum lagi eigur hon at vera allar vikutím- arnar, men tann loysnin er ikki komin í eyga enn. At krevja av læknum, at teir eru til arbeiðs 24 tímar um døgnið í longri tíðarskeið kann ongin halda til. Í síðsta enda gongur tað eisini útyvir tænastuna, og tað er verri enn nakað. Um ein samgonga mill- um sambands- og javnaðar- flokkin av sær sjálvum fær kommunulæknar at streyma til Sandoynna loyvi eg mær at ivast í. Men um tit koma framat onkun- tíð, verður tað sjálvandi spennandi at fylgja við, um tað fer at eydnast. Sandoyggin og Alfred Olsen Fríggjadagin 12. september fer Beinta í Jákupsstovu at verja doktararitgerð sína um vitan og vald í føroyskum heilsupolitikki við lærda háskúlan í Bergen. Í ritgerðini, sum hevur heitið »Kunnskap og makt i færøysk helsepolitikk 1820-1970«, viðger Beinta í Jákupsstovu hugtøkini vitan og vald, og í hvønn mun vitan er vald. 1. andmælingur er Jóan Pauli Joensen, dr. phil, professari á Fróðskapar- setri Føroya, og 2. and- mælingur er Marit Helge- sen, dr. phil, granskari á Norsk Institut for by- og regions-forsk-ning. Haraft- urat hevur Anne Lise Fim- reite, dr. polit, sitið í met- ingarnevndini. Leiðbeinar- arar hjá Beintu hava verið Audun Offerdal, professari, og Vibeke Erichsen, fyrsti amanuensis. Beinta í Jákupsstovu tók cand.polit.-prógv við Uni- versitetið í Bergen í 1982, og arbeiðir nú sum lektari á Høgskolen í Molde. Ar- beiðið hjá Beintu við ritgerðini er liður í stóru verkætlanini á Fróðskapar- setrinum, "Tradition og modernitet", sum danska granskingarráðið fíggjaði. Beinta verjir doktararitgerð Sunnudagin varð nýtt kirkjuorgul vígt í Fríðrikskirkjuni á Nesi á Toftum. Martin Restorff Jacobsen, prestur, er fegin um nýggja orgulið, sum hevur 29 røddir, yvir 2000 pípur og tríggjar tangentrøðir. - Kirkjuráðið hevur arbeitt við hesum síðani 1994, og tískil eru vit glaðir, nú nýtt orgul loksins er komið, sigur prestur NÝTT ORGUL Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Tá Fríðrikskirkjan varð vígd í 1994, var ætlanin longu tá at fáa nýtt pípu- orgul, sum hóskaði inn í myndina, í staðin fyri at keypa brúkt elektroniskt orgul, men ikki fyrrenn níggju ár seinni kunnu prestur, kirkjuráð og av- varðandi annars gleðast um nýtt orgul í Fríðrikskirkj- uni. Kostnaðurin fýra milliónir Martin Restorff Jacobsen greiðir frá, at orgulið er gjørt í Danmark av parta- felagnum P/G Andersen & Bruun, sum fyri hálvum øðrum ári síðani fór undir arbeiðið, tá sáttmáli varð undirskrivaður um verk- ætlanina. - Orgulið kostar góðar fýra milliónir, og so kemur MVG afturat. 29 røddir, yvir 2000 pípur og tríggjar tangentrøðir eru, og orgulið er ógvuliga vakurt og fellur væl inn í landslagið í kirkj- uni annars, sigur ein væl- nøgdur prestur. Spurdur, um fleiri ikki hava mett, at kostnaðurin á fýra milliónir hevur verið í dýrara lagi, er presturin samdur. - Jú, hetta er eitt dýrt orgul, og summi hava havt ta áskoðan, at eitt elektron- iskt orgul, sum vit higartil hava havt, hevði verið ein betri loysn, men sjálvur haldi eg talan vera um eina góða íløgu. Prestur leggur afturat, at á einum pípuorguli kann alt jú skiftast út mótvegis ein- um elektroniskum orguli, og hesi orgul halda tískil sera leingi. Í Danmark finnast pípuorgul, sum vórðu bygd í 1700 talinum, og sum enn rigga sera væl, so nýggja pípuorgulið er ein langtíðarloysn. Gamalt ynski Sjálvur hevur Martin Restorff Jacobsen verið prestur í hálvtannað ár í Fríðrikskirkjuni, men hann veit frá kirkjuráðnum, at líka síðani kirkjan varð tikin í nýtslu í 1994, hava ynski og ætlanir verið um nýtt orgul. - Sáttmáli varð undir- skrivaður fyri umleið hálv- umøðrum ári síðani, og umframt arkitekt kirkjunn- ar, Høgna Larsen, hevur fakráðgevi okkara verið danin Finn Evald, sum er dómorganistur í stóru kirkj- uni í Roskilde, sigur Martin Restorff Jacobsen. Sum prestur fegnast hann um, at nýtt og stórsligið orgul nú er at síggja og hoyra í Fríðrikskirkjuni, og sunnudagin var so fyrsti dagurin, tá almenningurin kundi njóta tónarnar úr nýggja orgulinum fylla rúmið, tá vígsla varð hildin. Tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á arkitekt- inum í Fríðrikskirkjuni, Høgna Larsen. Niklas Foldbo, for- maður í kirkju- ráðnum, hevur verið við í arbeiðnum líka síðani 1994, tá Fríð- rikskirkjan varð vígd, og heldur hann talan vera um eina skila- góða íløgu í nýggja og flotta orgulið. - Endiliga er kirkjan liðug, sigur Niklas Foldbo glaður NÝTT ORGUL Heini í Skorini heini@sosialurin.fo - Tá Fríðrikskirkjan varð vígd í 1994, vóru tíðirnar so vánaligar, at vit ikki høvdu ráð til nýtt pípu- orgul, so síðani tá hevur elektroniskt orgul verið nýtt, sigur Niklas Foldbo, formaður í kirkjuráðnum í Toftum. Ein stór løta Fyri Niklas Foldbo var tað ein stór løta, tá nýggja orgulið var tikið í nýtslu sunnudagin. Undir vígsluni av nýggja orgulinum vórðu allir stólarnir vendir móti nýggja dýrgripinum, og tað er fyrstu ferð, at allir stól- arnir eru vendir við. - Eg sat við kensluni, at endiliga er kirkja okkara liðug. Vit hava gjørt ymiskt síðani 1994, sum hevur ligið á láni, t.d. kirkjukjall- aran, men kirkjan hevur ongantíð verið fullfíggjað, fyrrenn vit fingu nýtt pípu- orgul, og tískil var tað ein stór løta, sigur ein ikki sørt kensluborin Niklas Foldbo. Hann vísir eins og prestur á, at talan við nýggja pípu- orgulinum er um eina lang- tíðarloysn. - Tað skuldi hildið 100- 200 ár, meðan eitt elektron- iskt orgul skjótari fer, og tískil haldi eg, at kirkjan hevur gjørt eina góða íløgu, sigur Niklas Foldbo. Formaðurin í kirkjuráðn- um leggur afturat, at teir hava fingið 10 ára garanti frá orgulbyggjarunum úr Danmark, har árligt eftirlit verður við orgulinum, so ymiskt kann fínpussast og justerast fyrstu 10 árini. Umskipað fíggjarviðurskifti Niklas Foldbo, sum hevur verið við í gongdini frá 1994, vísir víðari á, at nak- rar umbroytingar hava verið framdar á fíggjarliga økin- um í sambandi við nýggja orgulið. - Vit hava havt aðrar skuldir á okkum, men tær máttu vit so fáa av vegnum, áðrenn nýggjar íløgur vórðu gjørdar í orgulið, sum kostaði 4,5 milliónir við teimum umbyggingum í kirkjuni, sum kravdust, sigur Niklas Foldbo. Hann undirstrikar, at fíggjarligu raðfestingarnar hava verið umskipaðar nakað orsakað av orgulinum. Føroya Lívstrygging hev- ur tryggjað verkætlanina við nýggja pípuorgulinum, sum sunnudagin varð vígt í Fríðrikskirkjuni. - Nú fáa organistarnir Mikal Johan Heinesen, Max Højgaard og Jónsvein Mikkelsen veruliga eitt dýrt og flott orgul at spæla sær við, sigur Niklas Foldbo flennandi at enda. Nýtt kirkjuorgul í Fríðrikskirkjuni Fakráðgevi Fríðrikskirkjunnar og dómorganisturin í Roskilde, Finn Evald, roynir her nýggja pípuorgulið í Fríðrikskirkjuni. Orgulið er gjørt í Danmark av felagnum P/G Andersen & Bruun, tað hevur 29 røddir, tríggjar tangentrøðir og yvir 2000 pípur. Samlaði kostnaðurin var 4,5 milliónur Mynd: Maria Olsen - Endiliga er kirkjan liðug Fríðrikskirkjan á Toftum er sambært formanninum í kirkjuráðnum, Niklas Foldbo, endiliga liðug og fullfíggjað við nýggja pípuorgulinum, sum varð vígt sunnudagin Mynd: Maria Olsen C M Y K 11 10