Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 94 - 17. mai 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo HEINI Í SKORINI Við at vinna sannførandi á AB úti á Argjum um viku- skiftið, hevur HB nú sett beina leið móti endaspæl- inum í bólki A. Endaliga støðan gjørdist heili 10-0 í góðveðrinum úti á Argjum, og sostatt kann staðfestast, at HB kvinn- urnar verða ringar at syfta í ár. Eyðfríð Christiansen og Annika Godtfred skutu trý mál í part fyri HB, meðan Eydna Skaale, Gunn Müll- er, Birna Thomassen og Vi- vian Thorleifsson allar fing- u hvør sítt mál. Soleiðis kundu HB kvinnurnar hála enn ein stórsigur í land, men spennandi verður at síggja, hvussu tær í enda- spælinum fara at roynast móti eitt nú KÍ og B36, sum allarhelst vera harðastu kappingarneytarnir hjá HB um meistaraheitið í ár. Á Skála var botnuppgerð í bólki A, har Skála tók í- móti Sumba. Dysturin var sera javnur, og endaliga úr- sliti var, at Skála vann dyst- in 3-2. Málini hjá Sumba gjørdu fyrst Sunneva Kjær- bo uppá brotsspark, og síð- ani Liljan Kjærbo. Okkum hevur tíverri ikki eydnast at fingið fatur á, hvør skeyt málini hjá Skála, men vón- andi verður tað viðmerkt, næstu ferð kvinnufótbólt- urin verður umtalaður í blaðnum. Triði dysturin í bólki A var millum VB og GÍ suð- uri í Vági, og hann endaði nakað óvæntað við, at VB vann heili 7-0. Hetta var ein sera týðandi sigur fyri VB, sum nú liggur heilt væl fyri at koma í endaspælið, bert trý stig aftanfyri oddaliðið HB. Laila Jespersen var stóri leikarin hjá VB, og hon skeyt ikki minni enn fýra mál. Síðani skutu Anja Joensen, Guðrið Mortensen og Halltóra Joensen eitt mál í part, og slógu harvið sigurin so dyggiliga fastan hjá VB. Sum sagt er HB á odda í bólki A við 12 stigum, með- an VB er trý stig aftanfyri. Saman við hesum báðum liðum er GÍ, hóast stórtapið leygardagin, favorittur at koma víðari til endaspælið. Um tað tó skuldi borið so á, at tað ikki vera hesi trý liðini sum vera at síggja í endaspælinum, má antin AB, Sumba ella Skála stan- da fyri eini reinari sen- satión. KÍ kvinnurnar flúgvandi Toppdystur var í bólki B um vikuskiftið, har B36 var í Klaksvík og vitjaði. Hesi bæði liðini møttust eisini seinasta mikudag í Havn í fyrra hálvfinaludysti í steypakappingini, og tann dystin vann KÍ 4-3. So lagt var sjálvsagt upp til ein sera javnan, tættan og spennandi dyst, men soleiðis skuldi tað ikki vera. Heimaliðið var nógv bet- ri, og tá avtornaði var støð- an ikki minni enn 9-1 til KÍ. Hóast hetta kom B36 á odd- a 1-0 í fyrra hálvleiki, og var tað Herfríð Hammer sum skoraði málið hjá gest- unum. Síðani tók KÍ veru- liga dik á seg, og málini skolaðu inn. Malena Josephsen setti hol á, og síðani gjørdu Ma- riann Joensen og Elsa Ma- ria Simonsen tvey mál í part, meðan Viviann Bjart- alíð og Margit Joensen HB og KÍ hava lagt seg á odda Eftir at fjórða vikuskiftið í føroyska kvinnunufótbóltinum nú er farið aftur um bak, hava HB og KÍ lagt seg á odda í hvør sínum bólki Bólkur A HB-AB 10-0 HB: Eyðfríð Christiansen 3, Annika Godtfred 3, Eyd- na Skaale 1, Viviann Thor- leifsson 1, Birna Thomas- sen 1, Gunn Muller 1. VB-GÍ 7-0 VB: Laila Jespersen 4, Halltóra Joensen 1, Guðrið Mortensen 1, Anja Joensen 1. Skála-Sumba 3-2 Skála: ? (verður viðmerkt seinni) Sumba: Sunneva Kjærbo 1, Liljan Kjærbo 1. fingu hvør sítt. Eitt sjálvmál fekk KÍ eisini, áðrenn Ma- lena Josephsen fekk sítt seinna mál, og harvið legði lok á 9-1 sigurin hjá klaks- víkskvinnunum. Men har- afturat skal eisini nevnast, at B36 spældu uttan fleiri av lyklaleikarum teirra, og var hetta kanska eisini at- voldin til avrik teirra í Klaksvík. Hin dysturin í bólki B var ímillum NSÍ og B71, og var hesin dysturin leiktur í Runavík. Dysturin hevði al- stóran týdning fyri, hvat lið kemur í endaspælið saman við B36 og KÍ. Úrslitið gjørdist tað sama sum hinumegin fjørðin, har Skála og Sumba leiktu, nevniliga 3-2, og aftur hesaferð vóru tað eysturoy- ingarnir sum fóru avstað við teimum kærkomnu trimum stigunum. Maibritt Olsen fekk fyr- sta málið hjá NSÍ, og hini bæði skutu Anna Malena Højgaard og Sóleyð Einar- son. Hjá B71 var tað, sum ikki einaferð, Elin Højsted sum kom á máltalvuna, og hesaferð stóð hon fyri báð- um málunum hjá B71. Trý týdningarmikil stig til NSÍ, sum tók seg eitt vet nærri endaspælinum. EB/Streymur hevði fríð hetta vikuskiftið, men næsta vikuskiftið hava tær eina stóra uppgávu, tá tær taka ímóti oddaliðnum í bólki B, KÍ. Kvinnurnar hjá B36 fingu ein ordiligan undir vangan, tá tær um vikuskiftið vóru í Klaksvík. Úrslitið varð heili 9-1 til heimaliðið Mynd: JH Bólkur B KÍ-B36 9-1 KÍ: Malena Josephsen 2, Mariann Joensen 2, Elsa Maria Simonsen 2, Viviann Bjartalíð 1, Margit Joensen 1, sjálvmál 1. B36: Herfríð Hammer 1. NSÍ-B71 3-2 NSÍ: Maibritt Olsen 1, Ann- a Malena Højgaard 1, Sól- eyð Einarson 1. B71: Elin Højsted 2. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 HB 4 4 - 0 - 0 24 1 23 12 2 VB 4 3 - 0 - 1 27 4 23 9 3 GÍ 3 1 - 0 - 2 5 9 -4 3 4 AB 2 1 - 0 - 1 2 11 -9 3 5 Skála 3 1 - 0 - 2 4 25 -21 3 6 Sumba 4 0 - 0 - 4 3 15 -12 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 KÍ 3 3 - 0 - 0 23 4 19 9 2 B36 3 2 - 0 - 1 17 10 7 6 3 NSÍ 3 2 - 0 - 1 8 9 -1 6 4 B71 4 1 - 0 - 3 7 15 -8 3 5 EB/Str. 3 0 - 0 - 3 1 18 -17 0 Støðan, bólkur A Støðan, bólkur B Halltóra Joensen VB 11 Rakul N. Joensen B36 7 Eyðfríð Christiansen HB 7 Annika Godtfred HB 6 Malena Josephsen KÍ 6 Rannvá Andreasen KÍ 6 Laila Jespersen VB 6 Maria Johnson HB 5 Elin Højsted B71 4 Kristbjørg Isaksen GÍ 3 Vivian Thorleifsson HB 3 Mariann Joensen KÍ 3 Irdi Hansen NSÍ 3 Laila Enghamar B36 2 Sólrun Olsen B71 2 Elsa Maria Simonsen KÍ 2 Sóleyð Einarsson NSÍ 2 Rannvá Augustinusen VB 2 Sóleyð Holm VB 2 Bestu málskjúttar Nr. 18 - 17. mai 2000 20 Fró›i Løkságar› Vi› eini fortí› í bólkinum Velvet Under- ground, drúgvum samstarvi vi› Andy Warhol, og vi› einari rúgvu av vælkend- um løgum í vi›førinum, er Lou Reed ikki nakar ársungi innan tónleikavinnuna. Hvør hevur ikki hoyrt sangir sum Sattelite Of Love, Perfect Day ella Walk On The Wildside. Ta› er ikki ofta at gamla rokk rottan úr New York Lou Reed, vi› tí tvíkyntu útsjóndini og løgna atbur›inum, letur frætta frá sær. Ta› eru f‡ra ár gingin sí›ani hansara seinastu fløguútgávu, um sæ› ver›ur burtur frá savnsfløgum. Ecstasy er heiti› á n‡ggju fløguni hjá Lou Reed sum kom í fløgubú›irnar í apríl mána›a. Á hesi fløguni hoyra vit ein vælupp- lagdan Lou Reed, sum ikki hevur ljó›a› betur sí›ani ta› væl eydna›u New York útgávuna frá 1989. Teimum, i› ikki kenna til tónleikin, Lou Reed hevur givi› út tey seinastu árini, skal vera sagt, at Lou Reed er rættuliga myrkur í tónanum, og at tekstirnir hjá honum ofta eru rættuliga daprir. Evni sum rúsevnismis- brúk, dey›i, saknur og ney› er ofta tey i› koma í fremstu rø› í tekstunum hjá stór- b‡arskaldinum Lou Reed, sum ikki er bang- in fyri einum gongutúri á skuggasí›uni. Tónleikurin á hesi fløguni er rættuliga spennandi. Talan er um rokk tónleik í bleytara endanum. Gó›i botnurin, vi› turrum bass spæl,i er rættuliga fram- hevja›ur, og guitararirnar rættuliga væl- ljó›andi. Saman vi› løgnu, ella vánaligu songrøddini hjá Lou Reed, (lurtarin tekur sø›u sjálvur) fæst ein spennandi blanding. Ikki ein blanding sum gevur tær hug at dansa. Heldur ver›ur tú sum lurtari, á løgnan hátt hugtikin av hesum næstan minimalistiska stílinum, sum tó sigur so nógv. Fyri at venda aftur til sangin hjá Lou Reed, so er ta› vi› hon- um eins og ein føroyskur bla›ma›ur einafer› seg›i um Steffen Brandt úr Tv- 2, ”Hann syngur ikki, hann snakkar”! – Hóast Lou Reed ikki eigur ta› stóru songrøddina, so er hann nógv virdur innan tónleikavinnuna, og tá tann løgni og sjálvhátí›arligi ma›urin úr New York hevur hug at siga frá, so lurta øll, eisini undirrita›i. Paul Thomas Anderson eitur ma›urin sum hevur leikstjórna› Magnolia. Frammanundan hevur hann gjørt um seg vi› filminum Boogie Nights. Hesin Paul Thomas Anserson er ein gó›ur vinma›ur hjá Aimee Mann, sum hevur lati› ta› mesta av tónleikinum til filmim. Frammanundan Magnolia hev›i P.T Anderson arbeitt saman vi› manni Aimee Mann, Michael Penn, sum eins og konan eisini er tónleikari og tónasmi›jur. Sjálvt um ta› nokk ikki eru nógv sum hava hoyrt um amerikonsku songkvinnuna Aimee Mann, so kom hon longu í 1993 vi› síni fyrstu útgávu nevnd Whatever. Framman undan hesum hev›i hon veri› songkvinna í bólkinum ‘Til Tuesday. Hennara fyrsta útgáva var merkt av 3. min. poppløgum og eisini var pláss fyri tónleiki vi› íblástri úr fólkatónleiki. Millum gestirnar á hesi útgávu var Roger McGuinn úr The Birds. Aimee Mann hevur ofta veri› sammett vi› nøvn sum Elvis Costello og Harry Nilsson. Eisini er tónleikurin hjá Aimee Mann líkur tónleikinum hjá eitt nú Tori Amos og Kate Bush, og eisini unga amerikanska Fiona Apple umbo›ar henda stílin. Á Magnolia eru átta løg vi› Aimee Mann, umframt tey bæ›i Supertramp løgini, Logical Song og Goodbye Stranger, umframt instrumentala temalagi› úr filminum sum er skriva› og framført av Jon Brion, sum eisini hevur framleitt fleiri av løgunum hjá Aimee Mann. Millum løgini hjá Aimee Mann eru fleiri rættuligar perlir at hóma. Momentum, Build That Wall og Save Me koma har undir, bara fyri at nevna nøkur. Samanumtiki› er hetta ein frálík filmsfløga, sum ikki er merkt av, at ov nógv ymisk nøvn og tónlistarligar stílir eru umbo›a›ir. Um sæ› ver›ur burtur frá teimum bá›um Supertramp løgunum so er næstan talan um eina reina Aimee Mann útgávu. Dámar tær væl sungnan og spældan, og ikki minst væl skriva›an tónleik í bestu amerikonsku singer/songwriter traditión so er hetta ein fín fløga. Enski framlei›arin William Orbit, gav fyri stuttum fløgu út vi› elektroniskum n‡tulkingum av klassiskum tónleiki eftir tónaskøld sum: Samuel Barber, Erik Satie, Maurice Ravel, Antonio Vivaldi og Ludwig Van Beethoven. Sum sagt so er William Orbit fram- lei›ari, og hevur tískil ikki á›ur útmerk- a› seg innan klassiskan tónleik. Hann hevur sligi› navn sítt fast eftir at hava arbeitt saman vi› nøvnum sum Madonnu, Blur og All Saints, har hann hevur framleitt ávíkavist fløgurnar Ray Of Light, 13 og partar av ljó›sporinum til filmin The Beach. Ta› kann ikki roknast vi› at Pieces in Modern Style ver›ur nakar stórseljari í Føroyum, líka líti› sum hon ver›ur ta› a›rasta›ni heldur. Til hetta er tónleik- urin á fløguni alt ov líti› fangandi. Útsetingarnar hjá William Orbit hava ikki ta› heilt stóra uppá hjarta, og var ta› nakar sum gjarna vildi hoyra hesi klassisku verk, so hev›i hann heldur vælt onkra eitt sindur meiri traditionella innspæling av verkunum. Ta› sum tey flestu vænta sær av ein- ari tílíkari fløgu har ein poppari fjasast vi› klassiskan tónleik, er at tónleikurin ver›ur dagførdur vi› einum rútmiskum parti, solei›is at hann ver›ur til at dansa eftir. Hetta hevur William Orbit ikki gjørt, heldur hevur hann samansett nakrar ambientar ljó›myndir, sum rættuliga skjótt gerast monotonar at lurta eftir. Sjálvt um hetta er klassiskur tónleikur, so er ta› ein heilt onnur útgáva sum rennur til hugs, tá lurta ver›ur eftir Pieces In A Modern Style, nevniliga Music For Airports hjá Brian Eno. Music For Airports var útgávan sum definera›i ambient stílin. Sjálvur hev›i eg vænta› mær mun- andi meiri av hesi útgávu. Hesar vónir vóru bygdar á ta›, sum William Orbit hevur avrika› fyri onnur. Eftir sum ta› ikki er ljó›tapet eg havi hug at leggja afturat fløgusavninum, so ver›ur hetta ikki ein fløga eg fari at ogna mær. Pieces in Modern Style Soundtrack Ecstasy Lou Reed Magnolia William Orbit