Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 166 - 4. september 2003 Bæði á kvinnu- og manssíðuni fara Føroyar at taka lut, tá kappast verður um NM-heitið í flogbólti fyri U-19 lið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Í døgum 4. – 7. september verður kappast um Norður- landameistaraheitið í flog- bólti fyri U-19 lið. Sum vant, so fara Før- oyar eisini at hava umboð í hesi kapping, og hava bæði kvinnur og menn vant við fullari ferð til kappingina. Upprunaliga vórðu tveir bruttohópir úttiknir, men nú farið verður til kapp- ingina, er hetta skorið niður til tveir hópir á ávíkavist 12 og 10 leikarar. Kappingin fer fram í svenska býnum, Falchoping, sum eisini verður nevndur háborgin hjá svenskum flogbólti. Tað er nevnliga her, at svenska flogbóltssambandið hevur skipað fyri einum serligum studentarskúla, har bert flogbóltsleikarar eru næm- ingar. Bæði kvinnur og menn skulu leika fýra dystir hvør, og eru hesir móti Noreg, Svøríki, Danmark og Finn- landi. Sum skilst, so hava allir leikarar gjørt nógv við venjingina gjøgnum alt summarið, men tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at dystarvenjing ikki er fingin. Teir báðir landsliðshóp- irnir framganga aðrastaðni á síðuni. Dómarar við Føroyar skulu til kapping- ina eisini hava egnan dóm- ara, og verða tað teir báðir, Jan Hentse og Tummas Óli Mortensen, sum hava fingið hesa uppgávuna. Jan hevur áður verið uttanlands í slíkum ørindum, og eitt nú var hann eisini dómari á Oyggjaleikunum í summar. Hjá Tummas Óla er talan hinvegin um fyrstu dómar- auppgávuna uttanlands. U-landslið til NM Føroyska U-19 kvinnulandsliðið Eisini menninir skulu royna seg í Falchoping U-19 liðið hjá kvinnum Nr. Navn Fødd Hædd Felag 1 Sára Strøm 1987 1,69 TB 2 Ingun Midjord 1984 1,83 TB 3 Herbjørg Jøkladal 1986 1,77 ÍF 4 Annika Niclasen 1986 1,75 SÍ 5 Hildigarð Jakobsen 1984 1,66 KÍF 6 Birita Joensen 1985 1,78 KÍF 7 Angilie Johannesen 1985 1,73 KÍF 8 Annika á Stongum 1988 1,64 SÍ 9 Vivian Mikkelsen 1984 1,76 SÍ 10 Durita Ljósstein 1988 1,88 Mjølnir 11 Karin Mikkelsen 1986 1,69 SÍ 12 Maiken Sigmundsdóttir 1985 1,72 KÍF Venjarar: Kristian Mikkelsen og Chris N. Petersen U-19 liðið hjá monnum Nr. Navn Fødd Hædd Felag 1 Thorvald Danielsen 1986 190 Mjølnir 2 Leif D. á Stongunum 1986 183 Mjølnir 3 Jón Syderbø 1987 180 Mjølnir 4 Ólavur Jensen 1984 173 SÍ 5 Jóhan Petur á Stongum 1985 174 SÍ 6 Rúni Dam 1985 176 Fleyr 7 Ian Dam 1985 181 Fleyr 8 Eirikur Thomassen 1985 178 Fleyr 9 Terji D. Olsen 1985 185 Fleyr 10 Magnus Remberg 1987 184 Fleyr C M Y K 22 Nr. 166 - 4. september 2003 23 Søkt verður eftir goymslufólki Við møguleika fyri lærupláss. Vit søkja eftir fólki til fyritøku okkara, arbeiðsuppgávurnar koma at umfata samskifti við viðskiftafólk, útkoyring, bílegging av vørum, umframt aðrar uppgávur. Er spurningur ella ivamál ringið til okkara á tlf. 315600 Umsókn ynskist til 15. september 2003 Handilsfyritøkan Kaj Andreasen & Co. varð stovnað í Tórshavn í 1970. Fyritøkan útvegar maskinur og útgerð til byggivinnuna, og útgerð til fiski- alivinnuna, skip og bátar Heilsøla · Smásøla · Umboð Postboks 1200 · 110 Tórshavn · www.andreasen.fo Søkt verður eftir stuðlum til Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin Stuðul í Sandavági Søkt verður eftir einum stuðli til kvinnu í Sandavági, ið hevur ALS - Sclerosu. Talan er um 30 tímar um vikuna, við skiftandi vaktum. Stuðul í Tórshavn Søkt verður eftir stuðli til 19 ára gamla kvinnu í Tórshavn, íð er menningartarnað. Talan er um 20 tímar um vikuna, við skiftandi vaktum.Ynski er um eina unga kvinnu, um 20 - 25 ár. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at veita sosialpedag- ogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan. Har- umframt eru røktaruppgávur, sum eru skipaðar í samstarvi við Heimarøktina. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin ynskir stuðlar, ið m.a.: • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll í heimi brúkarans og samstundis eisini kunnu átaka sær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intutión • vísa áhuga og virðing og samstundis vera professionellir • eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum • eru sterkir - bæði til sálar og likam • kunnu handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan Størvini verða sett 15. sept. 2003 ella skjótast aftaná. Nærri fæst at vita hjá serráðgeva, Odu Johansdóttir. Lønar- og setunartreytir: Talan er um størv innan Heimarøktina og Serfor- sorgina. Løn sambært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjar- málaráðið. Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 13.09.03,og umsóknir skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin Att: Oda Johansdottir Niels Finsensgøta 28 100 Tórshavn 10-mannafar og 19 tonsari til sølu • Nýbygt 10-mannafar til sølu fyri 45.000 kr. • 19 tonsari Hamranes uttan fiskiloyvi til sølu. Tlf. 44 80 73 Arbeiðsmenn Søkt verður eftir 2 røskum arbeiðsmonnum at leggja rør til kloakk v.m.Teir, ið settir verða koma at arbeiða í stóru útstykkingini Hoyvíkshagi Suður. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Byggisamtakið Hoyvíkshagi Suður Við Løgmannabreyt FO-100 Tórshavn Tlf. 315060 23