hósdagur 4. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 4. september 2003
21
lógum máttu vit lofta, og tí
spurdu vit Carsten, um
politistarnir eisini royna at
snýta og bróta reglurnar ein
sovorðnan ítróttardag:
- Sjálvandi! Vit mugu jú
duga at bróta reglurnar
sjálvir, um vit skulu kunna
taka øll tey, sum gera tað.
Nei, skemt til síðis. Her eru
bæði
dómarar
og
eftirlitisfólk, so vit fáa ikki
skákað okkum undan her,
líka so lítið sum annars,
sigur hann.
- Men sjálvandi royna vit,
tí tað er ein partur av
stuttleikanum ein slíkan
dag. Vit skulu fyrst og
fremst fáa ein góðan og
hugnaligan dag burtur úr
hesum, so her hevur tað
ikki minst at siga, at vit
halda
hvønnannan
fyri
gjøldur og traðka eitt sindur
við síðuna av viðhvørt.
Heilt nakað annað
Millum politistarnar, ið
royndu
seg
í
gongu
aftureftir, at sleingja ein píl
eftir einari dartskivu við
tráðu og alt hitt, ið fyri ein
stóran part var sovorðin
ítróttur, ið ikki er sæddur
her á landi, vóru eisini fleiri
føroysk
ítróttarfólk,
ið
royna seg á hægsta stigi ella
til fyri kortum hava gjørt
tað.
Vit kunnu nevna hond-
bóltsspælararnar
Jónleif
Sólsker, Áka G. Olsen og
Karl Oddmar Rasmussen,
umframt fótbóltsspælarar
sum Lars Müller, Karl
Leonsson og Jákup Martin
Joensen. Eisini fótbólts-
dómarin Páll Augustin-
ussen var við.
– Hetta kann als ikki
samanberast við vanligan
ítrótt, tí her er so nógv
ymist, at eingin kann sigast
at vera nakar upplagdur
favorittur, tí hann dugir alt
betri enn hinir. Nógv av
hesum er tað eingin av
okkum, ið hevur roynt fyrr,
so í so máta eru vit allir líka
fyri, heldur Jákup Martin
Joensen, sum er ein av ber-
andi spælarunum á besta
mansliðnum
hjá
EB/
Streymi í fótbólti.
– Tú brúkar heilt aðrar
vøddar og skalt gera heilt
aðrar rørslur, so tað kann
vera alt møguligt, ið spælir
inn. Sjálvur eri eg altíð við
fyri at vinna, men í dag
haldi eg, at hugnin kemur
framum, tí tað er líkasum
tankin við hesum, at vit
skulu hava tað stuttligt
saman.
Tá vit tosaðu við Jákup
Martin, var ein stórur
partur av skránni avgreidd-
ur, og hann lá heilt væl fyri,
tí hann hevði vunnið luft-
byrsuskjótingina og kapp-
ingina í fótbóltscurling, har
hann var í parti við toll-
aranum Jónleif Sólsker, ið
eisini dugir at sparka ein
bólt.
– Hvussu tað verður við
hesi kappingini, vit nú eru í
holt við, fjallarenningini,
tori eg als ikki at gita um.
Men hetta sær øgiliga hart
út, so eg vænti ikki, at hetta
verður mítt størsta avrik í
dag, segði fótbóltsspælandi
politisturin úr EB/Streymi.
Nakað fyri jarnmenn
Júst fjallarenningin mundi
eisini vera nakað av tí harð-
asta, ið var á skránni undir
løgguleikunum, tí uppi á
Velbastaðhálsi skuldu poli-
tistarnir fyrst rógva við
einari ár á eini tjørn, fyri
síðani at renna upp á ein
hamara og omanaftur.
Serliga túrurin um tjørn-
ina legði upp til at brúka
hugflogið, og tí brendi Lars
Müller seg av, tá hann
royndi at vera eitt sindur
alternativur. Tá hann í
gummibátinum hevði lagt
ein triðing av teininum
aftur um seg, leyp hann útí:
– Vit høvdu tosað eitt
sindur um tað framman-
undan, hvat var snildast at
gera, og eg valdi so at leypa
útí fyri at skumpa bátin
framman fyri meg. Men tað
var ikki so snilt, tí móru-
botnur er í tjørnini, so ferð-
in fór munandi niður hjá
mær, umframt at eg var á
kroppi, sigur Lars.
Vatnið dreiv av honum, tá
hann kom upp á turt aftur
og skuldi fara undir renn-
ingina. Nakað tungar vóru
yvirbuksurnar eisini blivn-
ar, tí tá hann hevði runnið
einar
hundrað
metrar,
noyddist hann at fara úr
teimum, tí tær vigaðu ov
nógv.
– Tað var hopileyst at
renna við hasari yvirvektini
aftrat, so eg mátti bara
sleppa mær av við buks-
urnar sum skjótast. Tað
kostaði eitt sindur hjá mær,
men sama ger. Her ræður
bara um at hava tað stutt-
ligt, sigur Lars, ið tó ikki
væntaði, at hendingin fór at
kosta honum so nógvar
glósur teir næstu arbeiðs-
dagarnar.
Í hesi greinini kappaðust
teir tveir og tveir, og bein-
leiðis mótstøðumaðurin hjá
Lars var ein av danskar-
unum, ið vóru komnir upp
til kappingina, Asger Jørg-
ensen. Hann helt tað vera
sera hart at vera við í júst
hesi greinini, ið mest
mundi vera nakað fyri
jarnmenn.
– Ja, hetta var ótrúliga
hart, men soleiðis skal tað
eisini vera. Nú kunnu vit av
góðum grundum ikki royna
okkum
í
fjallarenning
heima í Danmark, so hetta
var nakað nýtt fyri meg,
sigur hann.
– Men annars haldi eg, at
teir flestu av okkum eru
rættiliga javnir, tí her er alla
tíðina okkurt, sum eingin
hevur roynt fyrr. Tað ger
tað eisini stuttligari fyri
allar partar, tí so kunnu øll
vera við.
Tætt í toppinum
Tá
avtornaði,
gjørdust
løgguleikirnir nógv drúgv-
ari, enn skráin hevði lagt
upp til, tí ikki fyrr enn á
midnátt týskvøldið endaði
tiltakið við einum betri bita
og einari hugnaløtu aftaná.
Sambært skránna skuldi alt
annars verða liðugt klokkan
níggju um kvøldið.
Allarsíðsti parturin gekk
fyri seg í svimjihøllini, og
har komu teir ikki í gongd,
fyrr enn teir í grundini
skuldu verið lidnir.
Og tá øll stigini vórðu
tald saman, gjørdist vinn-
arin í kappingini Asger
Jørgensen, ið hevði hinar
báðar danskararnar í høl-
unum á sær sum nummar
tvey og trý. Síðani komu
politistar, ið starvast í Før-
oyum, og sera lítil munur
var
millum
teir
seks
fremstu, so spenningurin í
kappingini helt sær líka til
tað síðsta.
– Vit hava roynt hesar
leikirnar síðstu trý árini í
Danmark, og eg haldi ikki,
at hesin dagurin stendur
nakað aftan fyri tað, vit
hava roynt heima, sigur
vinnarin í kappingini.
– At vit donsku endaðu
frammarlaga, kann sjálv-
andi hanga eitt sindur
saman við, at vit møguliga
kenna meira til greinar sum
tennis og golf heimanífrá,
men samanumtikið var eitt
sindur av hvørjum her, so
kappingin gjørdist grót-
hørð.
Hvussu er og ikki, tóktust
bæði íðkarar, fyrireikarar
og dómarar at vera væl
nøgdir við dagin, og lítið
man vera at ivast í, at
løgguleikir verða tiknir
uppaftur næsta ár. Skráin
skiftir hvørja ferð, so tá
verða tað óivað aftur nøkur
øðrvísi og óvæntað ting,
sum eru á skránni.
Og vit skulu annars eisini
heilsa og siga, at hetta
veruliga var ein annar og
øðrvísi dagur hjá politist-
unum, tí einasta bót, ið kom
upp á tal hjá teimum, var
heilsubót!
Fótbóltur var sjálvandi eisini
á skránni, og har varð ikki
spart upp á krútið
Kemur nýggja vápnalógin í
gildi, so skal hendan nokk
skrásetast alt fyri eitt
21
Nr. 166 • hósdagur • 4. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Allan týsdagin á
tamb, frá tíðliga á
morgni til á midnátt,
kappaðust tjúgu poli-
tistar í alternativum
ítróttarkappingum í
Havn. Tað mesta
bygdi á stuttleika og
hugna, men okkurt
elvdi til bæði sveitta-
brot og sinadrátt.
REPORTASJA
Hilmar Jan Hansen
Jens Kr. Vang (myndir)
Lítið man vera at ivast í,
hvat kaffistovuprátið hjá
politistunum kring landið
fer at snúgva seg um næstu
tíðina. Óivað verður skotið
dúgliga – altso við orðum –
nú fyrstu løgguleikirnir
hava verið í Føroyum.
Løgguleikir er varisliga,
føroyska týðingin av heit-
inum Cop Cup 2003, sum
leikirnir
annars
verða
nevndir, nú teir eisini eru
komnir til Føroya.
Um hetta er eitt altjóða
fyribrigdi, skal ikki sigast
við vissu her, men í øllum
førum eru hesir leikir ikki
ókendir í Danmark, har
politistar hava stytt sær
stundir við teimum hesi
seinnu árini.
Umframt føroysku poli-
tistarnar, sum royndu seg,
vóru eisini komnir tríggir
úr Danmark, sum har stóðu
seg væl í eini líknandi
kapping herfyri.
Pláss var bara fyri tjúgu
íðkarum, so tað vóru teir
fyrstu, ið høvdu meldað seg
til, ið sluppu framat. Aðrir
mugu so bara vóna, at teir
eru skjótari á sjóvarfall-
inum næsta ár, tá tiltakið
væntandi verður endur-
tikið.
Umframt fleiri ítróttar-
greinar,
vit
kenna
til
frammanundan, vóru eisini
ymsar
forkunnugar
á
skránni. Burtur úr rúgvuni
kann nevnast dekkvarp og
fótbóltscurling, har tað
ráddi um at sparka fótbóltar
so nær miðjuni á fót-
bóltsvøllinum sum gjørligt.
Eisini spældu teir golf og
fótbólt í samanblandaðum
útgávum, so fólk kanska
skilja hálvkvødna vísu, um
vit nevna kappingarheitini
fótbóltsgolf og golffótbólt.
Einsamøll høna
Longu klokkan átta týs-
morgunin fóru teir í gongd.
Og teir eitur tað, tí einasta
kvinnan, ið hevði meldað
til, noyddist at halda seg
burtur frá sjálvum kapp-
ingunum og røkti ein leik-
lut sum fyriskipari og
hjálpardómari í staðin.
So meðan vit vanliga tosa
um at vera einsamallur
hani, var Hildur Hentze
einsamøll høna í øllum
rokanum.
– Eg skaddi mær knæið
fyri trimum vikum síðani,
og tí tordi eg snøgt sagt ikki
at leggja so nógv fyri, sum
tað er neyðugt í summum
av hesum kappingunum.
Men eg hevði heldur enn
fegin viljað tikið kapp-
ingina upp við starvsfel-
agarnar, sigur Hildur.
– Tá eg so kortini hevði
tikið mær frí, bjóðaði eg
meg fram at hjálpa til, so eg
havi allíkavæl hugna mær
saman við hinum. Her sært
tú jú heilt nýggjar síður av
fólki, sum tú hevur arbeitt
saman við í áravís.
Stødd út móti síðulinjuni
í
kappingini
eygleiðir
Hildur sjálvandi kanska
heldur meira, enn hon vildi
gjørt, um hon sjálv var
upptikin av at kappast, og
hon hevur staðfest nøkur
ting:
– Summir taka sær av
løttum, meðan aðrir leggja
nógv fyri. Og onkur, sum
frammanundan helt seg
vera heimsmeistara í at
sparka
bólt,
mundi
í
morgun finna útav, at so var
ikki.
Aldursforseti
Jú, ein speiskur undirtóni er
at hóma hjá Hildur og
øðrum við, sum vit skiftu
orð við, tá vit nakrar ferðir
vitjaðu løgguleikirnar týs-
dagin fyri at fylgja við.
Tann elsti av teimum
tjúgu íðkandi politistunum
var 46 ára gamli Rani
Wardum, ið tó ikki helt seg
standa aftan fyri aðrar.
– Hetta er jú øgiliga
sosialt, so skuldi tað kiksað
hjá mær sjálvum at gjørt
tey stóru brøgdini, so er ein
bjarging allatíðina, at tú
hevur skiftandi makkarar.
So ert tú heppin at koma í
part við einum av teimum
góðu, kann tað muna væl,
sigur Rani.
Hann er annars alla tíðina
klárur við »einari góðari«,
sjálvt um tað fyri ein stóran
part var so býtandi kalt
týsdagin, at poengini høvdu
hug at hanga í leysum lofti
viðhvørt.
– Í hesum fyrstu kapp-
ingunum hjá mær hevur
gingist so sum so, men eg
gleði meg til hondbóltin og
svimjingina, sum verða
seinni, sigur hann.
– So skulu teir nokk fáa
at síggja, at eg framvegis
eri minst líka góður sum
fyri tretivu árum síðani, tá
eg enntá vann svimjikapp-
ingar móti Jon Hestoy og
øðrum góðum monnum.
Vit spurdu eisini Rana,
um ikki hesin kappingar-
dagurin man fara at gerast
lokala undirhaldið hjá poli-
tistunum næstu tíðina, og
tað roknaði hann eisini við.
– Okkum dámar framm-
anundan væl at arga hvønn-
annan og at skemta okkum,
og eg kann ikki hugsa mær
annað, enn at vit longu nú
hava nógv, vit kunnu stinga
hvønn annan við, tá vit
aftur eru til arbeiðis, helt
aldursforsetin.
Reglubrot
Carsten Andersen man vera
minst líka kendur sum
fyrrverandi málmaður hjá
Neistanum í hondbólti, sum
hann er kendur sum poli-
tistur – í øllum førum
millum teirra, ið altso ikki
hava sína dagligu gongd á
politistøðini.
Ellivu ár eru liðin, síðani
hann síðst vardi Neista-
málið, og eftir øllum at
døma er hann ikki sama
kappingarmenniskja, sum
hann eina ferð var tað.
- Hetta gongur nógv mest
út uppá at hugna sær og at
hava tað stuttligt. Men eg
síggi, at fleiri ganga øgiliga
høgt uppí at vinna, meðan
vit aðrir taka okkum meira
av løttum, sigur hann.
- Teir flestu av okkum
rokna ikki við at vinna,
men tó síggi eg, at nakrir
leggja øgiliga nógv fyri.
Men fyri mín part er hetta
bara stuttleiki og eitt gott
høvi
at
umgangast
starvsfelagarnar á ein heilt
annan hátt, enn tá vit eru í
arbeiðsbúna og skulu taka
okkum av reglum og lógum
alla tíðina.
Júst hetta við reglum og
Løgguleikir
Dómarar vóru eisini á
staðnum, so tað ikki
skuldi verða gjørligt hjá
løgguni at snýta
Ein av teimum heldur
alternativu ítróttargrein-
unum var dekk-kastið
C
M
Y
K
20