hósdagur 4. september 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 166 - 4. september 2003
Nr. 166 - 4. september 2003
19
VW í Kina
VW
tvífaldar
sína
framleiðslu í Kina til
1,6
milliónir
bilar
næstu
fimm
árini.
Kina er størsti markn-
aður hjá VW uttan fyri
Týskland
Kelda: Motor Magasinet
Hyundai
framgongd
Meðan samlaða bila-
sølan í Danmark mink-
aði við 17 prosentum
fyrra
hálvár
2003,
samanborið við sama
tíðarskeið í fjør, vaks
sølan av Hyundai bil-
um við 30 prosentum
Kelda: Hyundai Bil Import A/S
Honda á
18. plássi
Eftir
áheitan
frá
Business Week hevur
amerikanska analysu-
fyritøkan Interbrand
gjørt eina kanning sum
vísir, at Honda er á
einum 18. plássi mill-
um
heimsins
mest
verdu vørumerkir. Nr.
1 er Coca-Cola. Mill-
um bilverksmiðjurnar
er Honda nr. 4
Kelda: Bilpriser.dk
Á bilaframsýningini í
Frankfurt í hesum
mánaðinum verður
prototypan, Seat
Altea, sýnd fram.
Altea er ein MSV
(Multi Sport Vehicle),
ið kemur á markn-
aðin næsta ár
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Síðan VW yvirtók sponsku
Seat bilverksmiðjuna og
teir headhuntaðu Valter de
Silva,
fyrrverandi
chefdesingaran hjá italsku
Alfa Romeo verksmiðjuni,
eru
rættuliga
nógvir
spennandi og smartir bilar
ávegis. Endamalið er at
hava Seat sum eitt sportligt
bilmerki
hjá
VW
konsernini.
Hóast Seat Altea enn er
ein
prototypa,
verður
arbeitt við at gera bilin
kláran til at koma á markn-
aðin í 2004.
Altea vísir hvussu Seat
bilarnir koma at síggja út í
framtíðini. Hendan bilin
nevna teir MSV (Multi
Sport Vehicle). Bilurin sær
út
sum
sportligur
hatchback
við
fimm
hurðum. Altea er senkaður,
hevur
19"
hjól
og
lágprofildekk. Motorurin
verður ein 2,0 FSI við 150
hk og 6-trins Tiptronic gir-
kassa.
Seat Altea kemur í 2004
Smart design,
opnar felgur
og 19" hjól.
Seat Altea sær út sum ein
sportligur hatchback við 5
hurðum. Seat nevna bilin MSV
(Multi Sport Vehicle)
Prototypan Altea vísir hvussu
Seat bilarnir koma at síggja
út í framtíðini
Seat Altea innan. Alu-look
og ljós instrumentir
Seat Altea (Prototypa)
Motorurin
2,0 litur FSI bensin
við 150 hk
Hjólstødd
19"
Girkassi
6-trins Tiptronic
Stødd
Longd
429,2 cm
Breidd
181,2 cm
Hædd
155,2 cm
Aksilfrástøða
257,8 cm
– Størsti trupulleikin
hjá alivinnuni er ikki
fíggingingin. So leingi
vit ikki sleppa at
koppseta fyri ILA,
kann alt gera tað
sama, men tað hava
føroyskir myndug-
leikar ikki skilt, sigur
Heri Hjelm, sum
hevði havt áræði til at
lagt til brots aftur
ALIVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg hevði havt áræði til at
herja á aftur.
Heri Hjelm í Vági hevur
mist nógv.
Men hann hevur ikki mist
áræði.
Alivirksemið hjá Hera
Hjelm í Suðuroy, bæði á
sjógvi og landi, hevur verið
fyri eini røð av óhappum og
tað var meiri enn tað kundi
standa ímóti, serliga nú
prísirnir eisini fullu í botn.
Og støðan er nú so ring, at
nýggj leiðsla og nýggj
nevnd er sett at stjórna
virkseminum og eydnast
tað ikki at fáa nýggjan
partapening, heldur alt
uppat. Sjálvur er Heri nú
bara meinigur nevndarlim-
ur.
Men hann hevði onki
havt ímóti at lagt til brots
einaferð afturat.
– Eg havi verið alari í 20
ár og eg dugi ikki at ímynda
mær, hvat annað eg skuldi
gjørt. Eg eri komin so mik-
ið væl til árs, at nú verður
ringt at skifta, sigur Heri
Hjelm.
Men hann leggur sam-
stundis dent á, at skal hann
upp í aling aftur, eru tað í
hvussu so er ein fortreyt,
sum skal verða til staðar.
Og tað er, at vit sleppa at
koppseta fyri ILA.
Og eftir hansara tykki, er
hetta ein fortreyt fyri aling í
Føroyum yvirhøvur.
– Sleppa vit ikki at
koppseta fyri ILA, kann alt
gera tað sama, tí so nyttar
onki at tosa um fígging.
– So leingi, vit ikki
sleppa at koppseta ímóti
ILA, geri eg mær als ongar
tankar um at fara undir
aling aftur.
Váðin verður nógv
minni
Hann sigur, at sjálvsagt
hevur
fíggingin
stóran
týdning, men at fáa loyvi at
koppseta ímóti ILA hevur
nógv størri týdning.
– Sleppa vit at koppseta,
verða útlitini fyri at ala so
mikið góð, at tað verður
nógv lættari at fáa fígging,
tí so verður váðin nógv
minni.
Bankarnir hava annars
sagt, at tað er neyðugt at
teir sleppa at taka pant í
aliloyvum, men Heri Hjelm
heldur ikki, at tað hevur
størstan týdning.
Hann endurtekur, at tað,
sum hevur størstan týdning,
er, at vit sleppa at koppseta
ímóti ILA.
– Tástaðni verður ein
veruligur møguleiki fyri at
lata laksin liva, til hann skal
takast og tí verða eisini
heilt aðrir møguleikar fyri
fígging, leggur hann aftur-
at.
– So leingi, vit ikki hava
fingið loyvi at koppseta
ímóti ILA, kann eg hvørki
mæla peningastovnum ella
øðrum at seta pening í
alivinnuna yvirhøvur.
Hava ikki skilt
týdningin
Men Heri Hjelm sigur, at
tað sær ikki út til, at
myndugleikarnir í Føroyum
hava skilt týudningin av at
vit sleppa at koppseta.
– Tað verður gjørt alt ov
lítið fyri at fáa loyvi til at
koppseta ímóti ILA.
Hann sigur, at higartil
hevur málið verið viðgjørt
á embætismannastigi, men
har er tað drukna í meldr-
inum í ES umsitingini.
– Vit hava ferð eftir ferð
fingið at vita, at ES fer at
góðkenna koppsetingina í
heyst, so verður tað í vár og
so verður tað næsta heyst.
Men tað hendir bara onki
og hetta er ógvuliga óhepp-
ið.
Hann sigur, at tí eiga før-
oyskir politikarar nú at taka
málið upp við politikarar í
ES fyri at skunda undir tað.
– Eg haldi, at hetta hevur
so stóran týdning fyri før-
oyska samfelagið, tí missa
vit alivinnuna á á gólvið, er
tað eitt stórt bakkast fyri
samfelagið. Tí eiga politik-
ararnir at taka málið við
sínar starvsfelagar í ES
beinanvegin.
Loysir trupulleikan
Landsdjóralæknin hevur
sagt, at koppsetingin er ikki
nøkur fullgóð verja ímóti
ILA. Tað kann aldrin met-
ast sum meiri enn ein hjálp
og at øll hini verjutiltøkini
koma undir øllum umstøð-
um at hava nógv størri
týdning?
– Tað hava teir altíð sagt
um øll onnur koppingar-
evni. Teir hava altíð sagt, at
hon tryggjar ikki meiri enn
til eitt vist. Men tá ið kopp-
ingarevnið so er roynt í
verki, vísir tað seg, at tað
virkar at kalla 100%.
– Nú á døgum hava vit
koppingarevni, sum hevði
loyst trupulleikan við ILA
og hetta er koppingarevni,
sum verður betri og betri í
heilum.
Heri Hjelm sigur, at sein-
astu 13 árini, hava teir ikki
havt nakað útbrot yvirhøv-
ur av IPN, furunkolosu,
vetrarsári ella heitt- og kalt-
vatnsvibriosu.
– Koppingarevnini royn-
ast altíð betri, enn sagt
verður frammanundan og
eg ivist ikki í, at sleppa vit
at koppseta ímóti ILA,
hevði tað mestum beint fyri
hesum vandanum, í hvussu
so er í nøkur ár fram.
Uttan
koppingarevni
ímóti hinum sjúkunum, var
alingin als ikki komin upp á
tað støðið, sum hon nú var
komin á.
– Koppseta ímóti ILA
afturat, hevði gjørt tað eitt
sindur dýrari, men tað er
onki afturímóti tí, vit missa
við ikki at koppseta og tað
er ein fortreyt fyri at menna
alingina.
– Men um so onkrir aðrir
trupulleikar stinga seg upp
um nøkur ár, vita vit
sjálvsagt aftur.
Hevur áræði at leggja til brots einaferð afturat
– So leingi vit ikki sleppa at
koppseta ímóti ILA, kann eg
ikki mæla nøkrum at seta
pening í alivinnuna, sigur
Heri Hjelm, sum hevur verið
alari í 20 ár. Men hann
heldur ikki, at føroyskir
myndugleikar hava skilt
álvaran í hesum
C
M
Y
K
19
18