Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 4. september 2003 17 Síðan samstarvið millum koreansku Daewoo bilverk- smiðjuna og General Motors byrjaði, eru ikki minni enn trý nýggj bilmodell frá Daewoo komin á marknaðin. Seinasta skotið er ein heilt nýggjur Daewoo Nubira BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilredaktiónin á Sosial- inum royndarkoyrdi í sein- astu viku ein heilt nýggjan Daewoo Nubira. Vit høvdu lisið um bilin í donskum motorbløðum, har hann fekk sera góð ummælir. Tað man fyrst leggur til merkis, er, umframt designið, sum er teknað í samstarvi við italsku Pininfarina design- fyritøkuna, hvussu rúm- ligur bilurin er. Eisini er kvaliteturin í kabinuni sannførandi. Instrument- borðið er sum í einum týsk- um bili í dýrara klassanum. Bilurin er í sama klassa sum t.d Toyota Corolla, Opel Astra og Hyundai Elantra. Bilurin er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform, har aksulfrástøðan er størri enn á forgangaranum. Hetta gevur betur pláss, serliga til tey ferðandi á baksetr- unum. Nógv rúm, hillar og skuffur eru til at leggja lutir frá sær. Viðførisrúmið er 405 litrar og kann latast upp við fjarstýringini í startlyklinum ella við ein- um knøtti í vinstru forhurð. Bilurin er til fimm ferð- andi. 3-punkts trygdarbeltir og nakkapútur eru til øll. Frá Daewoo verður sagt at undirvognurin er kon- strueraður við serligum at- liti til evropeisku kapping- arneytarnar. Tað má sigast at vera væl eydnað, bilurin er lættur at koyra og hevur gott og fast vegtak. Rattið kann stillast sum tað passar føraranum best. Nubira fæst við tveimum motorstøddum, 1,6 litur við 109 hk, og 1,8 litur við122 hk. Bilurin vit royndar- koyrdu var ein 1,6 SX. Hesin motorurin kraftar væl og larmar lítið, tað sama kann sigast um bilin sum heild. Nubira fæst útgávunum SX og CDX. Hesin 1,6 SX ið vit royndarkoyrdu hevði t.d. el-síðuspegl, el-síðurút- ar, el-stik framman, aircon- dition, fjarstýrt sentrallás, airbag framman og í síð- unum. ABS bremsuskipan við EBD og skivubremsur framman og aftan. Kappingin millum bil- verksmiðjurnar harðnar alla tíðina, og tað kostar nógv at menna ein nýggjan bil. Samstarvið millum Daewoo og GM sær út til at eydnast sera væl. Nubira kemur at verða seldur um allan heimin, í Kina skal hann t.d. marknaðarførast sum Buick. Í fyrstu atløgu er bert sedan útgávan komin á marknaðin, næsta ár koma bæði liftback og stationcar. Nr. 166 • hósdagur • 4. september 2003 • 77. árg. Daewoo Nubira við gjøgnumførdum kvaliteti Bilurin er hvørja krónu verdur, sigur Jens Petur Jensen, sølumaður hjá P/F Esmar Simonsen. Her er hann við nýggja Daewoo Nubira, sum kostar 158.000 kr. Nubira er teknaður í sam- starvi við italsku Pininfarina designfyritøkuna, smart design Nubira er sera snøggur og rúmligur innan. Aircondition er standard Daewoo Nubira 1,6 SX Motorurin 1,6 litur 4 syl. 16V bensin 109 hk 0-100 km/t 10,7 sek. Bensinnýtsla 14,1 km/l (blandað koyr.) Dekkstødd 195/55-15 Stødd og vekt: Longd 450,0 cm Breidd 173,0 cm Hædd 145,0 cm Eginvekt 1180 kg Viðførisrúm 405 litrar Prísur kr. 158.000, - Søluumboð P/f Esmar Simonsen Kambsdalur FO-530 Fuglafjørður Tel.444405 es@es.fo Viðførisrúmið kann latast upp við fjarstýringini í startlyklinum. MAZDA 323F 1,5I GLX Árg 12/00, Km 27.000. 120.000. MAZDA 323F 1,5I GLX Árg 01/1999, Km 75.000. 118.000. alufelgur MAZDA 323 S 1,6I GLX Árg 04/96, Km 90.000. 52.000. MAZDA 323 2,0 DIESEL Árg 04/99, Km 102.000. 102.000. MAZDA DEMIO 1,5 GLX AUT Árg 10/01, Km 8.000. 120.000. MAZDA 626 2,0I LX Árg 04/99, Km 92.000. 130.000. MAZDA 626 2,0I GLX Árg 05/97, Km 88.000. 85.000. NISSAN PRIMERA 1,6 SI Árg 01/99, Km 69.000. 117.000. DAEWOO LANOS 1,5 SE Árg 05/99, Km 68.000. 70.000. BMW Árg 03/95, Km 101.000. 105.000. KIA SPORTAGE 2,0 TD Árg 07/99, Km 63.000. 125.000. . Perónbilur KIA SEPHIA 1,5 GLX Árg 01/97, Km 94.000. 65.000. . PEUGEOT 206 HDI Árg 07/02, Km 28.000. 140.000. . OPEL CORSA 1,4I 16V Árg 01/97, Km 57.000. 65.000. . OPEL ASTRA 1,6 Árg 08/98, Km 101.000. 105.000. SUZUKI BALENO 1,6I GLX Árg 02/00, Km 49.000. 96.000. SUZUKI SVIFT 1,1 Árg 07/92, Km 186.000. 35.000. TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Árg 11/99, Km 92.000. 85.000. TOYOTA COROLLA 1,6 SOL Árg 11/01, Km 24.000. 150.000. TOYOTA AVENSIS 2,0 TD SOL Árg 04/99, Km 78.000. 160.000. Uttan bítisbil - 20000 TOYOTA CAMRY 2,2 GL AUT Árg 05/00, Km 128.000. 160.000. Uttan bítisbil - 20000 RENAULT CLIO 1,2I 16V Árg 04/02, Km 38.000. 110.000. RENAULT MEGANE 1,6E CLASSIC Árg 04/99, Km 90.000. 98.000. CITROEN XSARA 2,0 HDI Árg 06/01, Km 34.000. 140.000. MAZDA B2500 STRECHCAB 4X4 Árg 12/97, Km 49.000. 113.000. MITSUBISHI PAJERO 2,5 TD Árg 10/90, Km 200.000. 50.000. FORD FOCUS STATIONCAR 1.8 TURBO DIESEL Árg 16.maj 2002, Km 41.000. 180.000. Selist vegna kunda vegna keyp av 7.persóna bili. KIA SEPHIA 1.5 GTX Árg Apríl 97, Km 64.600. 65.000. Fjarðstýrt centrallás-El.rútar-El- spegl v.m KIA SEPHIA 1.5 GTX Árg Mars 97, Km 150.000. kr. 66.000. Fjarðstýrt centrallás-El.rútar-El- spegl-Spoylara aftan- Alufelgur- v.m. >>> Tilboð uttan bil í býti kr. 56.000 <<< SUZUKI WAGON R 1.2 Árg Maj 00, Km 42.000. 86.000. . C.D Anlegg- El rútar- El.spegl- Síðuspoylarar- Takspoylara- sleipikrók- píkadekk v.m. >>> Tilboð uttan bil í býti kr. 75.000,00 <<< TOYOTA LANDCRUISER DIESEL Árg Maj 1986, Km 136.000. 28.000. Innregistreraður sum persónvognur. HONDA CIVIC Árg Sept .2001, Km 20.700. 145.000. Aircondition - El.rútar - El.spegl v.hita -Radio - Fjarðstyrt centrallás v.m. >> Sum nýggjur << FORD ESCORT 1.8 DIESEL SEDAN Árg Okt. 95, 60.000. >>> Tilboð uttan bil í býti kr. 50.000,- <<< ROVER 620 GSDI 2.0 T.DIESEL Árg Dec. 99, Km 146.800. kr. 140.000. leður setur- Aircondition- Fjarðstyrt- centrallás- El. Sóltak- El. rútar- El. spegl Alufelgur v.m. >>> Selist fyri kunda, fluttur uttanlands <<< KIA K 2700 LASTVOGNUR KING CAB 2700 DIESEL 3.200 KG Árg 21. Juni 2001, Km 40.500. kr. 125.000. Aircondition - Centrallás - C.D.Anlegg - Sleipikrók- Differentiale sperru - eyka tectylviðgjørdur - Klæddur við plátum innv. í lastini. v.m. >> NÝPRÍSUR: 190.300,- << BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650 AUDI 100 / A6 2,4 DIESEL Prísur Kr. 89.000, Við nýggjum alu-felgum og summardekkum, eyka standardfelgur við vetrardekkum. Bilurin hevur sóltak. Nýggjar bremsur, legur, drívaksil, manchettir, toppdeksilpakning, gløðistiftir, filtur, kílareim. Stoytdoyvararnir eru 2 ára gamlir - servicebók er í bilinum. Nýggjari stereoanlegg við pláss tilyri 6 fløgur. Sers væl hildin og ongin rustur. Tel. 221910 ella 421255 C M Y K 17 16