hósdagur 4. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 4. september 2003
15
Letur USA fáa
upplýsingar
Finska flogfelagið Finnair hevur gjørt av at lata
amerikonsku myndugleikarnar fáa upplýsingar um
tey, sum flúgva við flogførunum hjá felagnum.
Avtalan við amerikanararnar kemur í gildi nú
mánadagin. Tá kunnu amerikonsku myndugleikarnir
fáa at vita nøvnini á teimum, sum flúgva við flog-
førunum hjá Finnair, nummarið á kredittkorti teirra,
og teir kunnu eisini fáa at vita, um ferðafólkini hava
havt nøkur serlig ynski í sambandi við ferðina.
Leiðslan í Finnair sigur, at hon hevði einki í at velja
enn at slaka fyri amerikanska kravinum. Ferðafólkini
fáa at vita, at amerikanararnir fáa upplýsingarnar um
tey, og vilja tey ikki góðtaka tað, fáa tey stutt sagt
ongan ferðaseðil. USA hevur biðið fleiri onnur evro-
peisk flogfeløg um somu skipan, og tað er eisini líkt
til, at tað verður so. Endamálið hjá amerikanarunum
er at forða yvirgangsmonnum at koma við flogfari til
USA.
Alifelag í rættin
Løgreglan í Tromsø í Noregi fer fyrsta dagin í rættin
við einum alifelag, sum er ákært fyri at hava koyrt
nógvan deyðan og ILA-smittaðan laks á sjógv.
Tað var í oktober í fjør, at fiskimenn í Rotsund
komu eftir, at alifelagið Nordreisa Laks hevði koyrt
nógvan deyðan og ILA-smittaðan laks á sjógv.
Myndugleikarnir komu upp í málið, og dagligi
leiðarin hjá felagnum varð varðhaldsfongslaður í átta
dagar. Samstundis varð ruddað upp í felagnum við tí
úrsliti, at felagið hevði 27 milliónir krónur í halli, tá
avtornaði, og í dag er tað hótt av húsagangi, skrivar
norðurnorska blaðið Nordlys.
Løgreglan hevur kannað málið síðani seinasta heyst
og er nú komin so langt við tí, at tað fer í rætin í
næstum.
Illir sjómenn
Sjómannadeildin hjá danska fakfelagnum SiD er í
øðini um, at donsku farmaskipareiðaríini nýta nógvar
útlendskar sjómenn sum bíliga arbeiðsmegi umborð á
farmaskipunum.
SiD finst at reiðaríunum, sum verða løgd undir at
skráseta skipini í donsku altjóða skipaskrásetingini
DIS við tí eittans endamáli at sleppa at nýta teir
útlendsku sjómenninar. Felagið sigur, at hetta hevur
kostað nógv donsk arbeiðspláss. Eisini finst SiD at
umstøðunum hjá útlendsku sjómonnunum. Víst verð-
ur á, at seinastu fimm árini eru 16 sjómenn deyðir av
vanlukkum umborð á farmaskipunum, og at tað er
lutfalsliga nógv meiri enn á arbeiðsplássum uppi á
landi. Tí fer SiD nú undir eina lýsingaherferð ímóti
reiðarínum, sum nýta bíliga útlendska arbeiðsmegi.
Danska reiðarafelagið er alt annað enn fegið um
átakið hjá sjómonnunum. Felagið sigur framferðina
vera bæði ósømiliga og óhepna.
Kann raka Jørðina
Amerikanskir rúmdargranskarar siga seg hava funnið
ein rúmdarstein, sum kann raka Jørðina um góð tíggju
ár.
Vil illa til, kann rúmdarsteinurin raka Jørðina tann
21. mars í 2014. Men møguleikin fyri, at tað verður
so, er ikki serliga stórur, tí rúmdargranskararnir hava
roknað út, at møguleikin er 1:909.000.
Sambært amerikonsku granskarunum er rúmdar-
steinurin umleið ein kilometur í tvørmát ella á leið
líka stórur sum tann, ið sambært vísindini rakti
Jørðina fyri 65 milliónum árum síðani. Tann steinurin
verður sagdur at hava havt oyðandi ávirkan á
viðurskiftini á Jørðini og skal millum annað hava
verið orsøkin til, at teir viðgitnu dinosaurarnir doyðu
út.
UTTAN ÚR HEIMI
Ein samveldisdóm-
stólur í USA hevur
gjørt av, at hundrað
deyðadømdir fangar
skulu ikki avrættast,
men hava lívlanga
fongsulsrevsing í
staðin fyri.
DEYÐAREVSING
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Dómstólurin tók avgerðina
við støði í einum úrskurði
hjá amerikanska hægsta-
rætti um, at tað eru einans
nevningar og ikki dómarar,
sum kunnu gera av, um
fólk, sum eru dømd fyri
álvarssom lógarbrot, kunnu
takast av døgum.
Avgerðin hjá samveldis-
dómstólinum umfatar stat-
irnar Arizona, Montana og
Idaho, tí har hava myndug-
leikarnir higartil latið dóm-
arar gjørt av, um fólk skulu
avrættast. Av teimum ellivu
nevningunum
atkvøddu
átta fyri at broyta deyða-
dómarnar til lívlangt fongs-
ul.
Ríkisákærin í Arizona er
ikki nøgdur við avgerðina
hjá dómstólinum, tí hann
heldur ikki, at úrskurðurin
hjá hægstarætti kann hava
afturvirkandi
gildi.
Tí
bendir nógv á, at málið
endar í hægstarætti eina
ferð afturat.
Hóast teir fangar fyribils
eru slopnir undan deyða-
revsing, eru nógvir eftir.
Mett verður, at 3.500 fang-
ar
í
amerikonskum
fongslum bíða eftir at verða
avrættaðir.
100 deyðadómar í USA
broyttir til fongsul
Her boðar demokratiski
senatorurin John Kerry frá,
at hann ætlar sær at bjóða
George W. Bush, forseta av á
forsetavalinum næsta ár.
Men fyrst skal hann vinna
dystin um at gerast valevni
hjá demokratunum. Fyribils
eru mótstøðumenn hansara
Howard Dean, guvernørur og
Joseph Lieberman, senatorur.
Enn ein avbjóðari
Katólska kirkjan í
Argentina hevur øll
árini avsannað, at
hon vendi tað blinda
eygað til framferðina
hjá hernaðarstýr-
inum í sjeyti- og átta-
tiárunum. Nú vísir
tað seg, at kirkjan
beinleiðis góðtók, at
politiskir andstøð-
ingar vórðu píndir.
ARGENTINA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tað er fyrrverandi eina-
ræðisharrin, Reynaldo Big-
none, sum nú avdúkar tann
veruliga leiklutin hjá ka-
tólsku kirkjuni undir hern-
aðarstýrinum í Argentina í
sjeyti- og áttatiárunum.
Andstøðufólk hjá her-
naðarstýrinum hava alla
tíðina sagt, at kirkjan vendi
tað blinda eygað til fram-
ferðina hjá stýrinum, men
tað hava teir kirkjuligu
leiðararnir avsannað. Men
sambært Reynaldo Big-
none,
sum
sjálvur
er
ákærdur fyri morð og
burturflytingar, visti kirkj-
an alt.
– Vit fingu góðkenning
frá biskuppunum til at nýta
píning undir ávísum um-
støðum, sigur fyrrverandi
generalurin í samrøðu við
argentinska
blaðið
Pagina12. Samstundis við-
gongur hann, at “minst”
8.000 politiskir andstøð-
ingar vórðu rændir og
myrdir undir hernaðar-
stýrinum. Sjálv vil and-
støðan vera við, at talið var
um 30.000.
Men generalurin hartar
ikki bert sínar egnu. Frak-
land hevur kravt at fáa
argentinska herflotayvir-
mannin Alfredo Astiz út-
flýggjaðan, tí hann myrdi
tvær franskar nunnur, men
við Pagina12 sigur Big-
none, at tað vóru franskir
hernaðarráðgevar,
sum
lærdu argentinska hernað-
arstýrið, hvussu tað skuldi
ræna og beina fyri sínum
mótstøðumonnum.
Reynaldo Bignone, sum
nú er 84 ára gamal, tók við
sum leiðari í hernaðar-
stýrinum eftir generalin
Leopoldo Galtieri, sum
noyddist frá aftan á kríggið
við Bretland um Falklands-
oyggjarnar.
Kirkjan í Argentina góðtók
píning hjá hernaðarstýrinum
15
14
Nr. 166 - 4. september 2003
Seinastu dagarnar
hevur danski læknin,
Øivind K. Mathiasen,
vitjað í Føroyum.
Hann gevur viðgerðir
fyri tað, sum á før-
oyskum verður kallað
koyrilsbrestur. Nógv
líða øgiligt av hesum
skaða, sum flestu
hava fingið í ferðslu-
vanlukku. Men tey
verða ikki tikin fyri
fult og verða ofta løgd
undir at hava ringar
nervar
HEILSA OG VIÐGERÐ
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tað var sum á døgum
Jesusar. Fólk flokkaðust
um danska læknan, sum tey
høvdu hoyrt, kundi sleppa
teimum av við líðingarnar,
eingin fyrr hevði tikið fyri
fult.
Hetta var tó eingin Jesus,
men bert ein vanligur
lækni, sum hevur nýtt nógv
ár av sínum lívi at granska í
hesum skaða. Eftir mong ár
er hann nú førur fyri at
viðgera og í allarflestu
førum lekja fólk, ið líða av
“piskesmæld”.
Flestu, sum líða av koyri-
lsbresti, hava fingið hann í
ferðsluóhappi, men eisini
stoytir, eitt nú orsaka av
falli, kunnu elva til henda
skaða.
Plágurnar, sum standast
av koyrilsbresti, eru nógvar,
og í ringasta føri verða fólk
óarbeiðsfør.
Ógvuslig høvuðpína og
støðug møði eru mest eyð-
kendu trupulleikarnir, sum
fólk við koyrilsbresti hava
at dragast við.
Tað ringasta hjá hesum
sjúklingum er, at fá hava
tikið tey fyri fult. Tey verða
skírd bæði líkt og ólíkt - løt,
sjúkliga sjúkurødd ella
grenj.
Telefonstormur
Ein av teimum, sum hevur
drigist við ógvusligar plág-
ur orsaka av koyrilsbresti,
er Leivur Sørensen í Syðru-
gøtu.
Av tilvild hoyrdi hann um
danska læknan og leitaði
sær hjálp hjá honum. Eftir
fáar viðgerðir, var týðiligur
bati hjá Leivi, sum hevði
verið sjúkur í 25 ár.
Leivur setti sær fyri at
royna at fáa læknan til
Føroya, og í seinastu viku
kom Øivind K. Mathiasen
til higar.
Ein vinmaður hjá Leivi
keypti ferðaseðilin, og onn-
ur lótu summarhús síni
ókeypis, so læknin og kona
hansara kundu vera fyri seg
sjálvi á føroyaferðini.
Fríggjakvøldið sendi SvF
ein stubba um viðgerðina,
sum danski læknin gevur.
Síðani tá hevur verið
telefonstormur hjá Leivi
Sørensen og Jóhan Beder,
sum eisini hevur leitað sær
viðgerð í Danmark hjá
danska piskesmældslækn-
anum, sum Øivind K.
Mathiasen verður kallaður
niðri.
Kragi fyribyrgir
Ein stór avstralsk kanning
vísir, at fólk, ið nýta kraga
eftir
eitt
ferðsluóhapp,
oftast sleppa undan skaða í
nakkanum.
Har yviri skal ein ikki
rokna við, at tryggingin
tekur við, um ikki kragi
verður nýttur eftir eitt
ferðsluóhapp.
Øivind K. Mathiasen
sigur, at hetta kann saman-
berast við, tá tú keikir fótin.
Verður fóturin ikki um-
bundin og stuðlaður, er
vandi fyri varandi meini.
Júst tað sama er galdandi,
tá høvdið verður slongt
harðliga aftur og fram. Tá
er neyðugt, at hálsurin
verður hildin í friði og
stuðlaður við kraga nakrar
dagar.
Hetta er ein einføld við-
gerð, men hon kann sleppa
fólki undan áralongum líð-
ingum og óarbeiðsføri.
Ikki uppfunnið
nakað nýtt
Øivind K. Mathiansen er
útbúgvin lækni. Hann sig-
ur, at hann hevur ikki
funnið uppá nakað nýtt,
men bert granskað í tí
tilfari, sum fanst framman-
undan.
– Alt byrjaði, tá eg starv-
aðist á pínudeildini á inten-
sivdeildini í Esbjerg. Tað
vóru so nógv, eg ikki fekk
hjálpt við tí viðgerð, eg
kundi geva, sigur hann.
Eftir áheitan byrjaði hann
at hyggja nærri at ymiskum
alternativum viðgerðahætt-
um. Og tá hann hevði tikið
øll skeið, ið funnust í
danska ríkinum, fór hann
uttanlands at læra meiri.
Í læknaliga fakliteratur-
inum stendur, at varandi
koyrilsbrestur er ólekjandi,
men hetta er ikki so.
– Mínar royndir eru, at
øll, sum líða av “piske-
smæld”, kunnu hjálpast og í
nógvum førum lekjast full-
komiliga,
sigur
danski
læknin.
Ein av trupulleikunum
við koyrilsbresti er, at rønt-
genmyndir og skanningar
sjáldan avdúka skaðan.
Hetta kemst av, at broyt-
ingar í bleytholdinum ikki
kunnu mátast. Tað ber bara
til at føla tær við fingr-
unum, og til tað krevst
venjing.
Tað er sum at spæla á
klaver ella at koyra bil. Tú
kanst ikki lesa teg til tað.
Børn verða svikin
Øivind K. Mathiasen er
sera eymur, tá tað snýr seg
um børn við koyrilsbresti.
Børn smokka burtur í
millum og verða alt ov ofta
hildin burtur við pínu-
tablettum.
Tey hava trupult við at
seta orð á, hvat teimum
bagir. Í staðin leika tey í
fyri at avleiða tankarnar frá
pínuni. Tað eru allar orsøkir
at taka børnini í álvara, tí
ein hálendsk kanning vísir,
at “piskesmæld” hjá børn-
um er ein trupulleiki, bæði í
skúlanum og sosialt.
Sjúklingar við koyrils-
bresti verða ongantíð við-
gjørdir beint eftir óhappið.
Tað er umráðandi at lata
tíðina ganga. Um pínan fer
av sær sjálvum, og eingi
sjúkueyðkenni
eru,
er
eingin orsøk at geva við-
gerð.
Flestu gerast frísk
Er koyrilsbresturin varandi,
er alneyðugt at koma í
viðgerð, og tey flestu gerast
heilt frísk.
Ikki allir sjúklingar hava
eins nógvar viðgerðir fyri
neyðini. Summi verða frísk
eftir heilt fáum viðgerðum
hjá Øivindi.
Nógv fólk fara ígjøgnum
langar viðgerðir hjá fysio-
terapeutum. Summi við
góðum úrslitum – onnur fáa
ikki hjálp.
Fysioterapeutarnir í dag
eru væl útbúnir, men tey
hava eitt øki, sum tey mugu
halda seg innanfyri.
Um skaðin sitir tætt at
hámønuni, skulu tey steðga
viðgerðini har.
– Sum lækni havi eg ein
annan førleika og heimild,
og ta ábyrgdina
skal eg tora at átaka mær,
sigur Øivind.
Dagarnar
í
Føroyum
hevur Øivind viðgjørt hóp-
in av sjúklingum. Minst 50
aftrat hava ringt og ynskja
at koma í viðgerð, sigur
Leivur Sørensen við Sosi-
alin.
Nú verður arbeitt við at
fáa Øivind aftur til Føroya.
Privatpersónar hava tosað
um at keypa hann heim-
aftur, so tey kunnu verða
viðgjørd her heima, í staðin
fyri at noyðast longu ferð-
ina til Danmarkar.
Lekir fólk við “piskesmæld”
Fólk ringdu úr eyst og vest, tá tey hoyrdu um danka læknan,
Øivind K. Mathiasen, sum gevur viðgerðir fyri koyrilsbrest -
ella piskesmæld, sum tað eitur á donskum
(Myndir: Jens Kristian Vang)
Viðgerðin er pínufull, men munur merkist beinanvegin. Dia
Jacobsen úr Fuglafirði hevur í mong ár havt trupulleikar av
koyrilsbresti, hann fekk í einum ferðsluóhappi
C
M
Y
K
14