týsdagur 6. februar 1996síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 6. FEBRUAR 1996
tíðindablaðið
11
'4
Sophus Dahl-Chrisnansen og Kyndil vunnu í Klaksvík. Sophus gjødi fýra av málunum hjá Kyndli Mynd: Aki Hermansen
Stjørnan hevur seinastu tveir
dystirnar í landskappingini vunnið
á bæði VIF og Neistanum, men
Kyndil setti sunnudagin markið fyri,
hvat klaksvíkingar kunnu loyva sær
1. deild menn
Stjórnan-Kyndil
23-27 (9-14)
Stjørnan: Kurt Mørkøre
(8), Egil Johansen (5), Sim
un Eliasen (5), Olgar Dan
ielsen (3), Allan Mørkøre,
Carsten Andersen
Utvisingar: 2
Kyndil: Hannis Wardum
(6), Sophus Dahl-Christian
sen (4), Jónleif Sólsker (4),
Heini Joensen (4), Trondur
Joensen (3). Dia Midjord
(2), Rúni Poulsen (2), Regin
Johannesen (2)
Utvisingar: 2
Klaksvíkingar høvdu stórar
forvæntningarnar til dystin
millum Stjórnuna og Kynd
tl
Fleiri fólk enn til nakran
annan dyst í ár, vóru komin
í KÍ-hellina, at fylgja
heimaliðnum bjóða Føroya
besta hondbóltsliðið av, og
rómurin var Oførur gjøgnum
allan dystin
Hjá klaksvíkingum gekk
eisini sera væl. Teir vóru við
allan dystin, og hóast
Kyndil móti endanum av
dystinum vísti, at teir ork-
aðu betri, og høvdu fleiri
streingir at spæla: uppá. gav
Stjørnan ongantíð upp, og
bara tað er ein stór broyting
í mun til dystirnar í grund-
spælinum
Jú, tað sær lovandi út hjá
klaksvíkingum
Gjørdu skjótt
Stjarnan legði hart út. Teir
løgdu seg á odda 3-0 innan
4 minuttir, vóru ágrýtnir í
álopsspælinum., og stinnir
og nærlagdir í verjupartin-
um. Undanfarnu dystir
móti VIF og Neistanum
var grundarlagið fyri sigr
inum lagt í fyrstu minutt
unum, tá Stjarnan tók seg
væl fram um, og móti
Kyndli tóktist stødan líkjast
undanfarnu dystum
Men Kyndil lat íkki
klaksvíkingar sleppa langt
fram um, og tá Stjørnan
hexði gjørt sítt fjórða mál
var nokk, og eftir tveimum
minuttum høvdu Jónleif
Sólsker, Dia Midjord og
Sophus Dahl-Christiansen
lagt hevuðsstaðarliðið fram
um 6-4
Taktikkurin var eyð
sýndur. Kyndil royndi at út-
nytta, at Stjórnuspælararnir
ikki vóru nóg skjótir at
skipa seg í verjuspælinum
Teir spældu skjótt fram eftir
vellinum, brúktu nógvar
flytingar, og so vóru teir
ferð eftir ferð igjøgnum
Fyrstu fimm minuttirnar,
tá Stjørnan kláraði at etabl
era seg í verjustøduni høvdu
Kyndlamenn trupulleikar
við at sleppa igjøgnum, og
sjálvt stóri og sterki Tróndur
Joensen kláraði ikki at bróta
seg igjøgnum, tí minst líka
stóri og sterki Allan Merk-
øre varði fyri.
Og við krovunum hjá
Kurt Mørkøre, Símun Elia-
sen og Carsten Andersen
afturat, stóðu klaksvíkingar
ikki veikari á kropsliga
økinum í mun til Kyndla-
menn
Men Kyndil hevur fleiri
streingir at spæla uppá, og
teir løgdu meginpartin av
dystinum dent á skjót spæl,
skjótar flytingar og taktiskt
snildi og har kláraði
Stjórnan ikki altíð at fylgja
við
Tvey tilboð at javna
Kyndil fór fram um Stjórn
una tå 9 minuttir vóru
spældir av dystinum, og
havnamenn hildu munin
restina av dystinum
Hjá Kyndli var Hannis
Wardum ikki sama íbirtarin
og avsluttarin, sum hann
vanliga er, men av tí at hann
skeyt fýra av brotskøstun
um hjá oddaliðnum, gjørd
ist hann enn einaferð
topskjútti. Kanska sparir
hann krútið til leygardagin,
tá vestmenningar koma til
Havnar at spæla steypafin
alu
Hóast Kyndil var fimm
mál frammanfyn í hálvleik
inum, og seinastu løtuna av
fyrra hálvleik vóru nógv
betri enn Stjørnan, gjørdist
gongdin í seinna hálvleiki
ikk: hon, sum uttan iva
hevði verið fyri einum mán-
aða síðani
Klaksvíkingar vildu ikki
geva upp, og hildu fram at
stríðast fyri einum virðilig
um úrslitið, ja, kanska enn
einum óvæntum úrslitið. Og
fyrstu fimm minuttirnar av
senna hálvleiki minkaðu
Kurt Mørkøre og Carsten
Andersen um munin við
trimum málum, og so var
aftur spenningur í dystinum
Kyndil kláraði at halda
eina tveymáls leiðslu í 11
minuttir, men so gjørdi Sím-
un Eliasen tað til 16-17, og
tann stødan helt sær í fýra
minuttir. Hesa løtuna høvdu
klaksvíkngar tvey góð til-
boð at javna, men í fyrra
førdinum, fór skotið hjá
Olgari Danielsen strúkandi
fram við stólpanum, tá hann
varð spældur leysur mit
fyri.
Høvdu klaksvíkingar
komið upp á javnt hesa løt-
Kyndil setti markið
una, kundi dysturin fingið
annan úrslitið, men tað
kunnu teir hjá Stjórnun so
bert droyma um, tí tað hendi
ikki. Og tað hjálpti líka so
lítið at:trý av teimum fýra
brotskøstunum vórðu mis
nytt. Hinvegintøk Kyndil
sær um reiggj, fór frá
Stjørnuni, og síðsta korterið
komu klaksvíkingar ikki
nærri enn tvey mál frá
Kyndli, ikki minst takka
veri flottum málmansspæli
av Hans á Lag, sum stóð í
málinum seinasta korterið
av dystinum. Hesa løtuna
visti hann, at hann kanska
er besti hondbóltsmálmál
maðurin í landinum
K setti markið
Eftir tveir sigrar á rað, mátti
Stjórnan lúta fyri oddalið
num úr Havn, og tað skulu
klaksvíkingar ikki vera so
misnøgdir vid. Rom varð
ikk: bygdur eftir einum
degi. Kunnu spælararnir hjå
Stjørnuni halda fram f posi
tiva andanum, sum hevur
merkt liðið seinastu dyst
irnar, er niðurflytingin ikki
nakað, sum teir skulu hugsa
um. Men verða fyrstu dyst
irnir í endaspælinum bert
eitt upplop, og farið verður
aftur til hugburðin og upp-
gevandi lyndi frá fleiri av
dystunum í grundspælinum,
so er framvegis vandi á ferð,
og tað sum verri: Nakað
sum kundi verið eitt gott lið
í ovaru hålvu av 1. deild,
gerst til eitt 2. deildarlið.
Kyndlamenn settu mark -
ið fyri, hvat klaksvíkingar
kunnu loyva sær í hond-
bóltskapping'ni, og tað
gjørdu teir bert, tí teir ikki
fullu í grøvina at undirvurd-
era Stjørnuna, men tóku
uppgávuna í fullum álvara,
og førdu seg fram sum eitt
lið, sum hevur eitt greitt
mál: Teir vilja vinna!
Hverjaferð! ek
Beinta kann.
ikki steðgast
| Enn einaferð vísti Beinta
Serensen tann stóra týdningin,
sum hon hevur fyri sítt lið, og
hon
rar hovuðsstuðulin, tá
Kyndil vann greiðan sigur á
1. deild kvinnur
Stjórnan-Kyndil
13-18 (8-11)
Stjørnan: Joan Midjord
Joensen (4), Båra Skåla
(3), Birgit Ryan (3), Sig
run Vágstún (2). Jastrid
Gullaksen
Utvisingar: |
Kyndil: Beinta Søre nsen
11), Anna Midjord
Herborg Joensen í Su
sanna Olsen. Jensia Pet
ersen
Utvisingar: |
Semast Syjernan og
Kyndil hittust í Klaksvík
ítað var í grundspælin
um), fekk oddaliðið úr
Havn akkurát strítt seg til
| javnleik. Hesaferð var
| gongdin ein onnur, og
helst meira passandi
havnakvinnunum, sum
høvdu brúk fyri báðum
stigunum, fyri at fylgja
við í eirindaleysu kapp-
ingini móti grannunum
úr Neistanum.
Kyndil fór alt fyri eitt
fram um Stjørnuna, og
| klaksvíkskvinnur fingu
| ongantíð fatur aftur á
oddaliðnum. Fimm min-
uttir fyri hálvleik var
stødan 11-4 til Kyndil,
men seinsatu løtuna birt-
ist nakað av vón hjá
Stjørnuni, tá tær mink-
. aðu um munin til 11-8,
sum var stødan í hálv-
leikinum.
Og tå Joan Midjord
beinanvegin eftir hálv-
leikssteðgin gjørdi eitt av
sínum fýra málum, hóm-
aðu tær á liðnum hjá
Stjørnuni ein møguleika.
Men tann møguleikin
hvarv skjótt.
L.
Stjørnuni i Klaksvik
Við einari vælspælandi
Beintu Sørensen á odda,
fór Kyndil aftur frá
Stjórnuni, og tær vístu
seg eisini at vera betra
liðið. Tær spæla væl í
verjuni, og við einum
slíkum avsluttara, sum
Beinta Sørensen er, er
eisini tyngd í álopsspæl
inum, hóast álopspartur
n tykist rættiliga tengdur
at topskjúttanum í
kvinnudeildini
Hesaferð gjørdi Beinta
I] mål, og fleiri av teim
um staðfestu. at hon er
ein framúr góður spæl
ari
Hjá Stjórnuni var talan
um eitt lidavrik, har
eingin spælari rættiliga
skaraði fram úr, hóast
Joan Midjord Joensen
aftur hesaferð var top-
skjútti. Hon er so at siga
einasti spælarin á liðnum
hjá Stjørneni, sum er góð
til at avslutta úti frá. Men
hinvegin eru tað fleiri,
sum duga at taka lut í
skjóta ålopsspælinum,
og liðið er ikki so vána-
ligt, sum aftasta plássið
á stigatalvuni ber boð
um.
Tað eru urslitini sum
mangla, men skal liðið
halda fram í bestu
kvinnudeildini, so skulu
tey koma skjótt, tí VB
hevur víst, at tær fara
ikki at lata seg noyða við
at liggja á niðurflytingar-
plássinum, og tær hava
vunnið annan av dystun-
um móti STÍF
ek
GÍ vann
1. deild kvinnur
GÍ - VB
12 - 10 (5-5)
GÍ: Annika Jacobsen 4,
Du Ennigarð 3,
2,
Sonja | Gleðishey 2,
a BE
Ólfríða á Liknagøtu !
VB: Sólrun Krosslá 4,
Anna Petursdóttir 2,
Anja Mørk 2, Barbara
Vestergaard 1, Teresa
Jensen I
GÍ fekk fýra mål, áðrenn
VB í 14 min. fekk sítt
fyrsta mál. VB fekk
síðan 4 mál, meðan GÍ
einki fekk, og fóru
framum 5-4. GÍ fekk
síðan javna til hálvleiks-
GÍ dystin, og fekk tvey
tíðningarmiki! stig.
Í