Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 167 - 5. september 2003 Nr. 167 - 5. september 2003 3 Formaðurin í Tjóðveldisflokkin vildi hava Annlis Bjarkhamar aftur í starvið sum lands- stýriskvinna við mentamálum, nú flokkurin skuldi manna landsstýris- sessin av nýggjum. Men hetta gjørdist av ongum, tá ið Annlis noktaði fyri at taka við aftur POLITIKKUR Eyðun Klakstein Høgni Hoydal var so for- tørnaður inn á avgerðina hjá løgmanni um at koyra Annlis Bjarkhamar úr starvinum sum landsstýris- kvinna, at hann var sinnað- ur at seta Annlis aftur í starvið, nú flokkurin skuldi finna nýggjan landsstýris- mann. Hetta váttar formaðurin í Tjóðveldisflokkinum fyri Sosialinum. Annlis Bjarkhamar fekk í boði, at hon skuldi gerast landsstýriskvinna aftur, um ein kanning hjá Løgtings- ins Umboðsmanni reinsaði hana í málinum um starv- setanina av Landsantikvari- num. Hendan kanning er kom- in væl áleiðis, og Høgni Hoydal var sinnaður at bíða eftir niðurstøðuni, áðrenn nýtt landsstýrisfólk varð sett. Men Annlis Bjarkhamar gjørdi sjálv av við hetta hugskot, tí hon var ikki sinnað at fara aftur í gamla starv sítt. – Undir vanligum um- støðum hevði eg ikki sagt nei takk til ein lands- stýrissess, men soleiðis sum tann politiski veru- leikin er í dag, so kann eg ikki fara aftur í landsstýrið. Og eg rokni heldur ikki við, at løgmaður hevði viljað sett meg aftur, sigur Annlis Bjarkhamar, sum nú ger seg lidnan við lesnaðin á Læraraskúlanum. Politisk avhøvding Eftir fundir í teimum ymsu organunum í Tjóðveldis- flokkinum seinastu tíðina var ein listi við 9 uppskot- um til landsstýrisfólk gjørdur. Formaðurin í Tjóð- veldisflokkinum, Høgni Hoydal, gjørdi síðani ein lista við trimum uppskot- um, sum tingbólkurin skuldi velja ímillum. Á hesum lista var Annita Á Fríðriksmørk ovast, með- an Hergeir Nielsen og Jógvan Durhuus vóru hini bæði uppskotini. Men listin hevði ongantíð verið gjørdur, um Annlis Bjarkhamar hevði verið sinnað at taka við aftur ovastu leiðsluni í Menta- málaráðum. – Tað var ein rein politisk avgerð, at løgmaður segði Annlis úr starvinum, og tí helt eg, at tað mest natúrliga var, at hon skuldi setast aftur, um kanningin hjá Løgtingsins Umboðs- manni reinsaði hana í málinum um starvssetanina av Landsantikvarinum, sig- ur Høgni Hoydal. – Eg var sinnaður av bíða eftir niðurstøðuni í máli- num, men tá ið Annlis Bjarkhamar boðaði frá, at hon ikki vildi aftur í lands- stýrið, fór flokkurin undir at finna eitt nýtt lands- stýrisfólk. Frágreiðing á veg Tað er Magistarafelagið, sum hevur kært starvsetan- ina av Landsantikvarinum fyri Løgtingsins Umboðs- mann. Partarnir í málinum hava latið Umboðsmanninum frágreiðingar, men enn er niðurstøðan ikki gjørt. Umboðsmaðurin er burturstaddur hesa vikuna, og tí bar ikki til at fáa at vita, nær hann kemur við síni niðurstøðu. Segði nei Annlis Bjarkhamar um- hugsaði ongantíð at fara aftur í landsstýrið, hóast hon fekk møguleikan. Hon sigur, at tá ið tað varð nevnt á fundi í Tjóðveldisflokki- num, at hon skuldi aftur í landsstýrið, gjørdi hon beinanvegin greitt, at tað vildi hon ikki. Hon helt, at tað var ógjørligt at taka við aftur starvinum, sum politiska støðan er. – Sjálvandi kundi eg hugsa mær at arbeitt víðari við tí, sum eg setti í gongd, meðan eg var landsstýris- kvinna, men kanska er tað best, at eg sleppi undan at arbeiða saman við Anfinn Kallsberg. Hann hann hevur alt ov lítla framdrift, tá tað snýr seg um fullveldi. Eftir fleiri vikur við fundum og práti, kom tingbólkurin hjá Tjóð- veldisflokkinum mikunátt- ina til ta niðurstøða, at Annita á Fríðriksmørk skal verða landsstýriskvinna í mentamálum. – Tað vóru fleiri góð uppskot til landsstýris- sessin, men eg haldi, at Annita var besta boðið, og eg havi fult álit á, at hon fer at roynast væl sum lands- stýriskvinna. Tað er umráð- andi, at hon er opin og erlig og byrjar av nýggjum, nú hon fer í Mentamálaráðið at starvast. Tað, sum hendi har, hendi fyri meg, og ikki fyri hana, og tí skal hon hava álit á starvsfólkunum til tað mótsatta vísir seg, sigur Annlis Bjarkhamar. Høgni vildi hava Annlis aftur í landsstýrið Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara Marjun Petersen Tórshavn andaðist 2. september 60 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin 6. september kl. 13.00. Familjunnar vegna Jallgrímur, Sámal og Óli Tey, ið vilja minnast Marjun kunnu geva eina peningagávu til Føroya Felag móti Krabbameini, konto í peningastovnunum. Elskaði sonur og beiggi okkara Karl Martin Smidt Jensen Oyri, sonur Dorit og Kjartan andaðist 31. august 20 ára gamal. Komið verður í Norðskála kirkju fríggjadagin 5. september kl. 19.00 Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju leygardagin 6. september kl. 14.00. mamma, babba, Hans Erik og Pól Jóhannus Í staðin fyri blómur ella krans kann ein peningagávu lataast til Talvfelagið Rók ella Flogbóltsfelagið Nøvuna konto í peningastovnunum. – Undir vanligum umstøðum hevði eg ikki sagt nei takk til ein landsstýrissess, men soleiðis sum tann politiski veruleikin er í dag, so kann eg ikki fara aftur í landsstýrið, sigur Annlis Bjarkhamar Klaksvíkar kommuna hevur nógv jørn í eldinum fyri tíðina. Í miðbýnum verður ein rundkoyring gjørd, læknamiðstøðin er væl á veg og nú hevur býráðið samtykt eina broyting í byggisam- tyktini fyri grótbrot- ið, sum í dag virkar sum bingjupláss BINGJUPLÁSS Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Tað sær ikki gott út. Grót- brotið, sum er eitt bingju- pláss hjá Klaksvíkar kom- munu. Ruskið kemur inn hvønn dag í stórum nøgd- um, og gevur stórar trupul- leikar, tí umstøðurnar loyva tí ikki, sum nú er. Men nú fer broyting at koma í. Kommunan hevur endiliga tikið endaligu avgerðina um, at hatta skal verða ver- andi bingjupláss, og hevur hon samtykt eina broyting í almennu byggisamtyktini fyri Grótbrotið/bingju- plássið á Bumshamri. Kommunan hevði eitt annað bingjupláss norðuri í Ánunum, men síðani í sep- tember ella oktober 1989, tá húsarhaldsruski byrjaði at verða ført yvir um Leir- víksfjørð til brennistøðina, hevur grótbrotið á Bums- hamri virkað sum eitt bingjupláss. – Eg havi longi verið sera harmur um bingjuplássið hjá okkum, sum satt at siga sær út sum ein køstur, sigur Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri. Steinbjørn greiðir frá, at tað kemur ein rúgva av ruski inn frá húsarhaldun- um – umframt alt frá virkj- unum. Hóast tað so er hatta bingjuplássið nóg stórt. Men kommunan rindar nógvar pengar fyri flutning av ruski, og tískil umhugsar hon nú at fara í holt við tyrving og endurnýtlsu á bingjuplássinum í Klaksvík. – Vit hava tosað um møguleikan til at fáa eina kvørn inn á plássið, har avklipt trø og annað tílíkt kundi farið í og verðið endurnýtt, sigur Steinbjørn, sum ikki ivast í, at hetta væl kann lata seg gera. Umframt alt hetta, so sig- ur Steinbjørn, at tað týdn- ingarmiklasta er, at fáa bet- ur skipað viðurskifti á bingjuplássinum. – Har eru altíð fólk á staðnum, tá tað er opið, sig- ur Steinbjørn. Men tað er ikki tað, sum er trupul- leikin. Húsarhald rinda ikki fyri at sleppa av við ruski, men tað skulu virkir og fyritøkur. Hetta hevur verið óskipað, og sigur borgar- stjórin, at framyvir fer tað at verða soleiðis, at virkir og fyritøkur skulu venda sær beinleiðis til IRF, tá tey skulu av við rusk. Steinbjørn Jacobsen greiðir frá, at sjálvt bingju- plássið verður hampað. Har skal stoypast og eisini verð- ur tað upplýst. – Vit hava tikið av einum tilboði uppá at gera arbeið- ið, sigur borgarstjórin. Og arbeiðið tað fer helst í gongd, tá broytingin í byggisamtyktini er góð- kend. Arbeiðið upp á bingju- plássið kemur at kosta góða hálva aðru millión krónur. Hagtølini siga, at tað sær betur út við álvarsligum ferðslu- vanlukkum, men hóast tað so er leiðarin á Ferðslu- trygd, Jón Krage- steen, ikki nøgdur. Hann er sannførdur um, at ein ferðslu- skaðanevnd eigur at vera í Føroyum – serstakliga tí ein tílík hevði útvegað nógva vitan um ta einstøku ferðsluvanlukkuna FERÐSLUTRYGD Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tað kann tykjast heldur løgið at fara at tosa um hag- tøl, tá menniskjur hava latið lív í ferðsluni. Men tað er ein beiskur veruleiki, at hagtølini siga okkum nógv um, hvussu tað stendur til á hesum økinum. Og sam- bært Jón Kragesteen, so kemur tann dagurin helst ongan-tíð, tá vit hava fingið nóg mikið av vitan um øll viðurskifti hesum viðvíkj- andi. – Vitan er alneyðug fyri tað framhaldandi arbeiðið, sigur Jón, meðan hann finnur tilfar fram um ferðsluvanlukkur seinastu seks ella sjey árini. Síðani 1997 eru 24 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Býtt upp í aldursbólkar vísa tey, at nærum tveir triðingar eru ung millum 15 og 24 ár. Og Jón sigur, at alt talar fyri, at júst hesin bólkurin er tann, sum minkar minst. – Allir bólkarnir minka, men júst hesin minkar minst, sigur hann. Jón Kragesteen og Ráðið fyri Ferðslutrygd gera eitt ótroyttiligt arbeiði í teirri roynd við at minka um ferðsluvanlukkurnar her á landi. Og tað hevur so sanniliga gjørt sín mun, má ásannast, um ein hyggur at hagtølunum. Í áttati árun- um lótu upp til tíggju fólk lív um árið í ferðsluni í Før- oyum, meðan talið er kom- ið niður á tey fýra ella fimm seinnu árini. Og har hevur tað ligið so at siga allan vegin upp gjøgnum nítiárini. Tað er helst væl- hugsandi, at lógarásetingin um, at bilbeltið skal nýtast, er ein av høvuðsorsøkunum til hetta. Leiðarin á Ferðslutrygd er í øllum førum ikki í iva um tann spurningin. – Bilbeltið hevur bjargað mongum og hevði kunnað bjargað mongum, men tað er helst ikki bara sum at siga tað at fáa full fólk at brúka bilbeltið, sigur hann. Í ár hava tveir ungir mans latið lív í ferðsluni, og tað fellur leiðaranum fyri Ferðslutrygd líka tungt fyri bróstið hvørjaferð. – Ein hugsar hvørjaferð, hvat kundi havt verðið gjørt øðrvísi, sigur hann. Ferðsluskaðanevnd Jón Kragesteen heldur, at ein ferðsluskaðanevnd er alneyðug í Føroyum. – Ikki fyrr enn ferðslu- vanlukkurnar verða kann- aðar nágreiniliga, kunnu vit fáa nóg góð hagtøl og frá- greiðingar um, hvat í veru- leikanum er hent, heldur hann. Hann vísir til dømis á, at í hagtølunum sæst bert, hvussu mong hava latið lív, og hvussu mong hava fing- ið skaða. Og út frá tí fæst onki at vita um sjálva van- lukkuna. Og heldur onki um, hvussu álvarsligan skaða talan er um. – Øll, sum hava fingið skaða í ferðsluni, koma undir hasi tølini – líka mikið um tey hava brotið ein fingur ella tey hava fingið varðuga mein, greið- ir Jón frá, og tað er hann ikki nøgdur við. – Ein tílík nevnd fer at útvega nógva vitan um eitt nú typir av vanlukkum, og á tann hátt ogna vit okkum ikki bert hagtøl, men eisini eina vitan, sum er gull verd fyri framhaldandi fyri- byrgjandi arbeiði, sigur leiðarin á Ferðslutrygd. Vanlukkuorsøkir Jón Kragesteen sigur, at tá tað kemur til orsøkir til vanlukkur, eigur ein at vera sera varin, áðrenn ein út- talar seg. – Hetta er so viðbrekið, og tá ongin nágreiniliga frágreiðing fyriliggur, so kann tað vera so skjótt, at ein byrjar at tosa um nakað, sum ein í veruleikanum ikki hevur skil fyri. Og í ringasta føri kann ein koma at siga okkurt, sum er bein- leiðis skeivt, og tað er ikki gott fyri nakran, sigur hann. Eisini í hesum førinum hevði ein ferðsluskaða- nevnd verið góð, heldur hann. Onkur hevur víst á, at tá ein persónur koyrir ein ann- an í deyðan, so verður tað ofta so nógv samkensla við tí, sum koyrdi bilin, at onki verður tosað um vanlukk- una. Jón hevur samkenslu fyri einum persóni, sum koyrir annan í deyðan, men sam- stundis vísir hann á, at tað er ein viss ábyrgd við øll- um. Tá ein persónur hevur koyrt ein annan í deyðan, eigur hann at eisini at føla tað við at missa koyrikortið - ella í øllum førum koma at kenna, at tað framyvir er í vanda í eina tíð, er Jón sannførdur um. Jón ásannar tó, at tá ein møgulig ferðsluskaðanevnd er liðug við sínar kanning- ar, so kann tað verða hart at hoyra niðurstøðuna. – Men hugsanin við eini tílíkari nevnd er ikki at sparka til ein, sum liggur niðri frammanundan ella í ringasta føri er deyður sjálvur, men heldur at ogna sær eina vitan, sum er gull verd, sigur hann. Vitan er gull verd Seinasta ferðsluvanlukkan, sum kravdi eitt ungt mannalív, var um vikuskiftið Mynd: Jens Kr. Vang Nú skal køsturin ruddast Grótbrotið í Klaksvík, sum í dag virkar sum bingjupláss, verður verandi bingjupláss. Tað hevur kommunan tikið avgerð um nú, og so verður farið í holt við at betra um umstøðurnar C M Y K 3 2