Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 167 - 5. september 2003 Nr. 167 - 5. september 2003 5 – Tað er ikki økismenning at lata fiskavirkjum kring landið flutnings- stuðul, sigur Kristina Háfoss, sum er fíggjarpolitiskur talsmaður hjá tjóðveldisflokkinum STUÐUL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað hevur onki við økismenning at gera at lata fiskavirkjum kring landið flutningsstuðul. Tað heldur Kristina Há- foss, sum er fíggjarpolitisk- ur talsmaður hjá tjóðveld- isflokkinum og limur í fíggjarnevndini hjá løgting- inum. Sostatt er hon sannførd um, at flutningsstuðulin eigur at verða tikin av - eins og allur annars stuðul eisini eigur at verða tikin av. Men hon leggur sam- stundis dent á, at hetta eru hennara egnu sjónarmið og at hetta er ikki ein støða, sum tjóðveldisflokkurin hevur tikið. – Skulu vit tosa um ein sjálvberandi búskap, verður neyðugt at fáa so stóra virðisøking sum gjørligt burturúr tí tilfeingi vit hava og tað fáa vit ikki við tí vinnupolitikki, sum verður førdur í dag, sigur Kristina Háfoss. Hon heldur, at áttatiárini eru eitt gott dømi um, hvat stuðul til vinnulívið førir við sær. Hinvegin er tað mótprógvað eftir kreppuna, at vinnan ikki stendur seg við ongum stuðuli, tí nú er vinnulívið meiri kappingar- ført enn tað nakrantíð hevur verið. Vinnulívspolitikkurin ein forðing Hinvegin heldur hon, at í vissum førum kann tað kanska forsvarast at lata vinnulívinum stuðul. – Vit tosa oftani um at vit skulu hava fleiri bein at standa á og tað ber til at lata nýggjum vinnum stuðul í eitt avmarkað tíðarskeið fyri at geva teimum størri møguleika at fáa fótin fyri seg. – Men at lata okkara høvuðsbeinið, fiskivinnuni, stuðul, er ikki rætta fram- ferðin, sigur løgtingskvinn- an. Og hon heldur, at vinnu- lívspolitikkurin, sum nú verður førdur, er í veruleik- anum ein forðing fyri at fáa fleiri bein at standa á og at fjøltáttað útflutningin – Er onkur, sum ætlar at seta pening í vinnulív, er tað sjálvsagt, at íløgan verður gjørd í fiskivinnuna, tí har eru allir fyrimunirnir. Fyrimunirnar, hon sipar til, er bæði flutningsstuðul og skattalætti til arbeiðs- fólkið. – Við tí politikki, sum verður førdur í dag, er tað ikki at undrast á, at 99,6% av útflutninginum er fiska- vørur, tí við tí vinnu- politikki vit nú hava, fáa vit ikki ein meiri fjøltáttaðan útflutning. – Flutningsstuðulin er av- lagandi, tí hon ger, at fiska- virki virka vørur, sum ikki loysa seg og tí eigur at hann at verða tikin av í smáum eftir nøkrum árum. Hon er vís í, at hetta fer ikki at draga høvuðs- vinnuna úr útjaðaranum. – Tað er ikki hent við øðrum vinnum og tað fer heldur ikki henda við fiskivinnuni. Hon leggur afturat, at hetta eru eisini sjónarmið, sum hon fer at føra fram, nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal leggjast. Onki við økismenning at gera Skulu vit taka flutnings- stuðulin av, fer tað so ikki at beina fyri fiskavirkj- unum kring landið og, hvussu samsvarar tað við ætlanirnar hjá samgonguni um økismenning? – Vit hava sett okkum fyri at menna økini. Men stuðul til serligar vinnuna hevur onki við økismenn- ing at gera. Skulu vit tosa um økismenning, skulu vit heldur tryggja, at sam- ferðslan er góð, at sam- skiftismøguleikarnir eru góðir, at hava útbúgvingar- møguleikar kring landið, so at tey, sum búleikast kring landið, hava javnbjóðis møguleikar við tey, sum búgva inni á meginøkinum. Hon leggur afturat, at tankin hjá Tjóðveldis- flokkinum um eitt serligt samferðsluavgjald er ógvu- liga áhugavert, tí tað hevði verið ein stórur stuðul til vinnulív kring landið. Hon vísir eisini á, at í sambandi við undirsjóvar- tunlarnar, liggur tað í kort- unum, at tá ið tunlarnir eru goldnir, skal tað vera ókeypis at brúka teir, hóast teir kosta landskassanum í rakstri. –Men tað verður onki sagt um, at tað skal vera ó- keypis at sigla við tí nýggja suðuroyarskipinum, tá ið tað er goldið, hóast eisini tað kostar í rakstri. –Hví skal suðuroyar- skipið verða øðrvísi enn ein undirsjóvartunnil og hvussu kunnu vit politiskt forsvara tað, at tað skal kosta at sigla við skipinum ímillum oyggjar, men at tað skal verða ókeypis at koyra ímillum oyggjar ígjøgnum undirsjóvartunlar, spyr Kristina Háfoss. Stuðulin til fiskavirki kring landið eigur at verða tikin av –Skulu vit tosa um ein sjálverandi búskap, mugu vit tryggja, at virðisøkingin á tí tilfeingi, vit hava, er so stór sum gjørligt og tað verður hon ikki við tí vinnulívs- politikki, vit føra í dag, sigur Kristina Háfoss –Høvdu alarar ikki havt ILA at drigist við, hevði tað aftur farið farið at nærkast, at tað komu pengar í kassan hjá alarunum GLOTTI FYRI FRAMMAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Prísurin á laksi er nógv hækkaður seinastu vikur- nar. Sostatt tykist loksins, at ein glotti er fyri framman hjá teimum, sum ala laks, eftir, at prísurin hevur verið óvanliga lágur tær seinastu vikurnar. Tað kann verða trupult at tosa um prís, men teir, sum fáast við at selja laks siga, at seinastu fimm vikurnar er prísurin á laksi yvirhøvur hækkaður eina krónu fyri kilo um vikuna. Teir siga, at prísurin hækkar aftur hesa vikuna. –Seinastu fimm vikurnar er prísurin á laksi yvirhøvur hækkaður einar fimm krón- ur, sigur Sigtór Andreasen á SA Salmon. – Hann sigur, at sostatt er tað farið at síggja heilt hampiligt út aftur, tí nú er prísurin aftur við at nærkast tí støðinum, har alarar høvdu havt yvirskot. – Okkara stóri trupulleiki er, at vit hava ILA at drag- ast við og tað kostar alarum ógvuliga dýrt, tí teir missa so nógvan fisk, sum teir lítið, ella onki fáa fyri. – Høvdu vit ikki havt ILA, hevði tað farið at nærkast, at alarar aftur høvdu havt yvirskot og tað er langt síðani seinast. Sigtór Andreasen sigur, at seinstu tíðina hevur verið góð javnvág í marknað- inum. Prísurin hevur verið ógvuliga lágur og tað førir við sær, at fleiri fólk keypa laks. Sostatt veksur eftir- spurningurin og tað fær so prísin upp. Hann sigur, at príshækk- ingin nú er heldur óvæntað, tí teir, sum meta um marknaðin, hildu ikki, at prísirnir fóru at hækka, fyrrenn næsta heyst. Fleiri orsøkir Finn Rasmussen á Lands- handlinum, sum eisini selur nógva laks, sigur, at tað eru nógvar orsøkir til, at prísurin er farin upp í sein- astuni. – Eitt er at í Kili hava tey brúkt eitt evni at reinsa nótir við, sum ES ikki góðkennir. Tað hevur gjørt, at keyparar í ES keypa ikki laks úr Kili, tí teir stúra fyri, at teir sleppa ikki at flyta hann inn. Ein onnur orsøk kann vera, at tað er blivið kaldari aftur eftir eitt óvanliga heitt summar í Evropa. Og fyri tann partin av laksinum, sum verður seld- ur til USA, hevur tað eisini stóran týdning, at dollar- anum er nógv uppfarin í virði. Men hetta er bara gald- andi fyri tann heilt stóra laksin og tað eru ikki tær heilt stóru nøgdirnar. Av tí, at so nógvur av tí stóra laksinum er farin til USA, er útboðið minni á marknaðinum í Evropa og tað økir so um eftirspurn- ingin eftir tí minna laksi- num. Finn Rasmussein heldur, at hetta er eisini ein orsøk til at prísurin á tí minna laksinum, sum føroyingar hava mest av, eisini er hækkaður og kanska fer at hækka enn meir. – Til fyri stuttum hevur tað mest verið tann stóri laksurin, sum er hækkaður og tí hevur príshækkingin ikki havt so stóran týdning fyri føroyingar, sum mest hava havt tann minna laks- in. – Men nú er prísurin á tí minna laksinum eisini hækkaður, so gongdin hevur heilt avgjørt verið góð hesar seinastu vikur- nar. Ringt at spáa Hvussu leingi prísurin fer at hækka, ella, hvar hann fer at laga seg, er ilt at meta um og tað vilja hvørki Finn Rasmussen ella Sigtór Andreasen geva seg í holt við. Teir, sum fylgja væl við marknaðinum siga annars, at sum heild vísir tað seg, at laksaprísurin gongur upp og niður í trý ára skeiðum. – Tá ið prísurin er góður, verður økt um alingina og tað ger so, at útboðið veks- ur og prísurin lækkar. Tá ið prísurin so er lækkaður aftur, verður minni sett út og so minkar útboðið aftur og prísurin veksur aftur. Tí ganga prísbroytingarnar sum heild í trý ára skeiðum, tí hetta er tíðin frá smolti til laksurin kann takast. Prísurin á laksi hækkaður fimm krónur kilo C M Y K 5 4