fríggjadagur 5. september 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 167 - 5. september 2003
Nr. 167 - 5. september 2003
7
– Vit halda framvegis,
at góðir møguleikar
eru fyri at finna olju
og gass í føroysku
undirgrundini, og vit
ætla at bjóða í 2.
útbjóðing, sigur ein
av stigtakarunum til
nýggja oljufelagið
Geysir
OLJUMESSA
Jan Müller
Sosialurin, Aberdeen:
Nýggja oljufelagið Geysir
hevur so stórar vónir at
finna olju og gass norðaliga
á føroyska landgrunninum,
at tað longu nú meldar út,
at tað vil fegið vera við í
eini nýggjari útbjóðing í
Føroyum.
Hetta
upplýsir
Terje
Hagevang, stjóri í norska
felagnum Sagex Petroleum
og ein av stigtakarunum til
nýggja oljufelagið Geysir.
Sagex er við í norska
hópinum á oljumessuni í
Aberdeen í hesum døgum
og hevur júst latið upp
skrivstovu í Aberdeen.
Terje Hagevang, sum er
ein gamal kenningur frá
forkanningunum á føroyska
landgrunninum sum stjóri í
táverandi
oljufelagnum
Saga Petroleum, torir at
viðganga, at hann trýr upp á
eitt føroyskt oljuævintýr,
eisini tú tað tykjast at vera
so mong myrk skíggj á
himmalinum.
Hetta upplýsti hann eisini
fyri Eyðuni Elttør, lands-
stýrismanni, tá ið teir báðir
hittust á føroyska básinum
á oljumessuni í Aberdeen
mikudagin.
Atlantsmótið
– Vit hava stovnað felagið
Geysir, sum hevur heim-
stað í Íslandi. Tað skal
leggja seg eftir at leita eftir
og framleiða olju á øllum
Atlantsmótinum – tað vil
siga við Føroyar, Írland og
Hetland. Endamálið við
felagnum er meira enn
nakað annað oljufelag at
vera oljufelag fyri Atlants-
mótið burturav, sigur Terje
Hagevang.
Felagið hevur tikið stig til
at savna seismikk á íslend-
skum, føroyskum og het-
lendskum øki.
– Seismikkurn vísir, at
tað er góður prospektivi-
tetur, tað vil siga at møgul-
eikarnir fyri at finna olku
og gass í hesum økinum.
Hóast tað liggur nakað
frammi í tíðini hava vit
góða tiltrúgv til hesi øki.
Hann vísir á, at út frá
royndum nógvastaðni vita
vit, at hetta tekur tíð at út-
vikla.
Íslendingar áhugaðir
Terje Hagevang sigur, at
íslendingar eru sera fegnir
um, at teir eru við at fáa
Ísland við á oljukortið.
– Íslendskir myndugleik-
ar halda, at hetta er eitt
skilagott projekt. Seismiska
programmið fyri Jan May-
en er tí eisini teknað upp
saman við íslendsku mynd-
ugleikunum.
Samrøður
hava eisini verið við ís-
lendskt vinnulív.
Sjálvur
heldur
Terje
Hagevang, at møguleikar
eru at finna olju og gass á
íslendska havøkinum, eitt
nú Jan Mayen.
Tá Geysir fer at søkja um
lisens í 2. umfari við Føroy-
ar, verður tað helst í
samstarvi við onnur størri
oljufeløg. Teir hava longu
nú samband við onnur
størri feløg um hetta.
Til Føroya
Terje Hagevang, sum kenn-
ir føroysku undirgrundina
væl frá kanningunum hjá
Saga, sigur at tjúkku basalt-
fláirnar sjálvandi eru ein
trupulleiki fyri seismikkin
og er basaltið alt ov tjúkt
koma møguligar goymslur
at liggja ov djúpt til at
kunna goyma olju og gass.
Men har basaltið er millum
lítið og til tveir kilometra
tjúkt, er møguligt at fáa
nakað burtur úr seismikk-
inum.
Seismikkurin hjá Geysir
røkkur millum Hetland og
Føroyar og síðani suður
eftir og norður eftir. Teir
síggja fleiri áhugaverd øki
og hava longu útpeikað ein
stóran struktur, sum er sera
lovandi, og sum minnir um
bæði Ormen Lange og
Ellidafundið og tilsvarandi
strukturar í bretskum øki.
Terje Hagevang vísti her-
fyri í Sosialinum á ein stór-
an struktur har norðuri á
Føroyaøkinum, har hann
heldur góðar møguleikar
verða við fyri at gera fund.
24. september fer Terje
Hagevang at halda fyri-
lestur
á
Oljutinginum.
Hann fer tá at greiða frá
Geysir og tess ætlanum og
sína hugsan um føroysku
oljumøguleikarnar.
Nýtt felag vera við í nýggju
útbjóðingini á landgrunninum
Terje Hagevang hevur boðað
Eyðuni Elttør frá, at nýggja
oljufelagið Geysir vil vera við
í næsta útbjóðingarumfari-
num á føroyska landgrunn-
inum
Mynd: Jan Müller
Eyðun Elttør hevur tosað við fólk úr Qatar, meðan hann hevur
verið á oljumessuni í Aberdeen
Myndahøggarin Hans
Pauli Olsen ger tær
tríggjar standmynd-
irnar av Sigmundi
Brestissyni, sum
skulu reisast í Havn, í
Sandvík og í Skúvoy,
men sambært honum
verður standmyndin í
Havn ikki liðug í vár,
tá kirkjuparkin eftir
ætlan opnar
LISTAVERK
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Fremsti
myndahøggari
okkara, Hans Pauli Olsen,
er næstan liðugur við tær
báðar standmyndirnar, sum
skulu reisast í Sandvík og
Skúvoy, men hann er ikki
byrjaður at gera stand-
myndina, sum eftir ætlan
skal reisast í komandi
kirkjuparkini í Havn, og
sum eisini skal vera størri.
– Tær báðar smærru
standmyndirnar koma helst
til Føroya í hesum árinum,
men ógvuliga torført er at
spáa um, nær størra stand-
myndin í Havn verður lið-
ug, sigur listamaðurin Hans
Pauli Olsen.
Ikki í vár
Omanfyri á síðuni vísir
formaðurin í kirkjuráðnum
á, at kirkjuparkin skal vera
liðug í vár, men mynda-
høggarin væntar ikki, at
Sigmundur Brestisson, sum
skal reisast í Havn, verður
liðugur til ásettu tíð.
– Tað er veruleikafjart at
miða ímóti, at standmyndin
til høvuðsstaðin skal vera
liðug í vár. Enn eru bert
nakrar skitsur gjørdar, og
tískil verður standmyndin
helst avdúkað nakað eftir,
at kirkjuparkin er opnað,
sigur Hans Pauli.
Hann vísir á, at uppruna-
liga skuldu allar stand-
myndirnar vera í somu
stødd, men tá hann so skeyt
upp, at standmyndin í Havn
kundi reisast við Vestur-
kirkjuna, mátti støddin
hóska til umhvørvið og
harvið vera størri enn tær
báðar minnu til Sandvík og
Skúvoy.
– Sigmundur verður nú
gjørdur í fullari stødd at
standa við Vesturkirkjuna,
men hóast mun á bæði
stødd og útsjónd er talan
um eina seriu av trimum
standmyndum av Sigmundi
við nøkrum afturvendandi
eyðkennum, t.d. einum
skipi, sigur Hans Pauli
Olsen.
Hinar báðar minnu stand-
myndirnar koma sum áður
nevnt til landið í ár, men
enn er ógreitt, nær tær
verða avdúkaðar í Sandvík
og Skúvoy.
Kirkjumyndugleikarn
ir í Havn hava stórar
ætlanir at gera eina
kirkjupark í bønum
við Vesturkirkjuna,
sum skal vera liðug
komandi summar.
Umframt vakran
urtagarð er krúnan á
verkinum ein stór
standmynd av Sig-
mundi Brestissyni,
sum myndahøggarin
Hans Pauli Olsen ger
í sambandi við
túsundárahaldið
KIRKJUPARK
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Í sambandi við, at Føroyar
hava verið kristnaðar í tús-
und ár, tók nevndin fyri
túsundárahaldinum avgerð
um, at tríggjar standmyndir
skuldu gerast av Sigmundi
Brestissyni, sum skulu reis-
ast í Havn, í Skúvoy og í
Sandvík. (Lesið um hetta
aðrastaðni á síðuni).
Henda verkætlan er av
kirkjuráðnum í Havn knýtt
at eini aðrari ætlan, sum
arbeitt hevur verið við í
longri tíð.
– Í fleiri ár hevur ætlanin
verið at gera eina sokallaða
kirkjupark við Vesturkirkj-
una í Havn ímóti Jóannes
Paturssonargøtu og Fræls-
inum, og tá fyrireikararnir
av túsundárahaldinum bóðu
Hans Paula Olsen gera
standmyndirnar av Sig-
mundi, hildu vit høvið vera
sera gott at knýta verk-
ætlanirnar saman og reisa
Sigmund í komandi park-
ini, sigur formaðurin í
kirkjuráðnum,
Sjúrður
Poulsen.
BGW í gongd
beinanveg
Tað er longu avgreitt, at
fyritøkan BGW í nærmastu
framtíð fer í gongd at gera
bøin um til nýggja perlu í
Havnini,
og
Sjúrður
Poulsen sigur, at í øllum
førum er arbeiðið byrjað
um tríggjar vikur.
– Pappírsarbeiðið er so
gott sum avgreitt, og eftir at
próstadømisráðið
hevur
gjøgnumgingið verkætlan-
ina frá okkum, verður tað
handað stiftstjórnini, og so
skal bispur endaliga góð-
taka verkætlanina, greiðir
formaðurin í kirkjuráðnum
frá.
Býráðið latið tvær
milliónir
Samlaða verkætlanin við
parkini, uttan at stand-
myndin er íroknað, kostar
umleið
fýra
milliónir.
Kirkjan hevur millum tvær
og hálvatriðju millión, og
so hevur Tórshavnar Býráð
rindað hinar báðar millión-
irnar.
– Við tað at hetta er ein
ætlan, sum hevur týdning
fyri og fer at fríðka um
býin, vildi Býráðið stuðla,
og teir hava verið sera
hjálpsamir.
Ein sonn perla
Sambært Sjúrða Poulsen
skal parkin eftir ætlan ger-
ast ein sonn perla, sum
eisini verður eitt ferða-
vitjandi stað burturav.
– Við Rættará er ætlanin
at hava vatn í parkini við
einum hólma, og so verða
flisar lagdir sum gøtur.
Umframt hetta skal fríðkast
um við runnum, blomstrum
og grasvølli, og krúnan á
verkinum verður Sigmund-
ur Brestisson, sum eftir
ætlan skal standa mitt í
parkini, greiðir Sjúrður
Poulsen frá.
Liðugt næsta summar
Formaður
kirkjuráðsins
sigur, at væntandi verður
gullklumpurin í Havnini
liðugur komandi summar.
– Standmyndirnar, sum
skulu standa í Skúvoy og í
Sandvík, eru á veg til
landið, meðan triðja stand-
myndin í Havn verður tøk
nakað seinni í ár, og kom-
andi vár skuldi øll verkætl-
anin við Sigmundi og
parkini verið liðug, sigur
Sjúrður Poulsen.
Sostatt kunnu havnarfólk
gleða seg til eitt lítið para-
dís við Vesturkirkjuna kom-
andi summar, og vónandi
verður standmyndin av
blóðiga stríðsmanninum í
forðum ikki so ræðandi, at
allur romantiski og idylliski
hugnin hvørvur…
– Bøurin við Vesturkirkjuna
skal í næstum gerast um til
eina hugnaliga kirkjupark,
sum eftir ætlan verður liðug
komandi summar, og
standmyndin av Sigmundi
Brestissyni verður mitt í
parkini, sigur Sjúrður
Poulsen, formaður í
kirkjuráðnum í Havn
Havnin fær nýggja park
Sigmundur Brestisson ikki liðugur í vár
– Tað er veruleikafjart at
miða ímóti, at standmyndin
av Sigmundi Brestissyni til
høvuðsstaðin skal vera liðug í
vár, sigur myndahøggarin
Hans Pauli Olsen
C
M
Y
K
7
6