Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 167 - 5. september 2003 Nr. 167 - 5. september 2003 9 Annita á Fríðriks- mørk, løgtingslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymi, verður í komandi viku útnevnd til landsstýriskvinnu í mentamálum. Annita á Fríðriksmørk sigur, at ábyrgdin er ómeta- lig stór, og at hon fevnir um alt landið. - Mentanin fer so øgi- liga víða, sigur Annita á Fríðriksmørk NÝGGJA LANDS- STÝRISKVINNAN Hans Kárason Mikkelsen mikkels@fas.harvard.edu Náttina millum týskvøldið og mikumorgunin tók Tjóð- veldisflokkurin endaliga støðu til, hvør skuldi vera á ovastu rók í Mentamála- ráðnum. Valið fall á Annitu á Fríðriksmørk, og var hetta kanska ikki so óvæntað. - Tað kom kanska ikki sum eitt snarljós frá himni, at Sosialurin gitti, at eg varð nýggj landsstýris- kvinna í mentamálum, tí eg havi jú royndir innanfyri øki og siti sum formaður í mentanarnevndini, sigur Annita á Fríðriksmørk. Annita á Fríðriksmørk hevur sitið í mentanar- nevnd Løgtingsins síðani 1998, og hevur hon royndir innanfyri mentanarøkið. - Nú havi eg sitið í ment- anarnevndini, og øll tey málini, sum vit viðgera, koma jú frá Mentamála- ráðnum, og tískil kenni eg til fólkini og mannagongd- irnar, tí tað er altíð eitt ávíst samskifti, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum nú fer úr Løgtinginum og niðan í Mentamálaráðið. - Hetta er ein álitis- váttan frá flokkinum Spurd um tað kendist, sum tað varð nógv kapping um landsstýrissessin, sigur Annita á Fríðriksmørk, at tað sjálvandi vóru nógv um boðið. - Spurningurin er, hvørji atlit man vil taka, og hvat man raðfestir høgt, bæði við royndum, førleika, aldri, kyni, øki, og alt tað, sum flokkar taka til eftir- tektar, tá teir velja lands- stýrisfólk, sigur Annita á Fríðriksmørk. Flestu eygleiðarar eru samdir um, at drúgvur orðadráttur hevur verið innanfyri Tjóðveldisflokkin um, hvør skuldi inntaka Mentamálaráðið. Stór kapping hevur helst verið um heita sessin, og vit spyrja Annitu, um tað varð strævið at sita og tingast aftur og fram um, hvør skuldi vera nýggjur lanss- stýrismaður. - Eg haldi, at tað er øgi- liga gott at kunna sita so- leiðis saman, øll tingmann- ingin, og kjakast aftur og fram, soleiðis at man tekur øll atlit. Tað er ein fínur máti bæði at samansjóva tingmanningina, og at fáa diskutera nøkur verulig ting, til dømis hvat man ætlar á økinum, sigur Ann- ita á Fríðriksmørk, sum eis- ini vísir á, at avgerðin hjá flokkinum um at seta hana í Mentamálaráðið, má sigast at vera ein álitisváttan. Arbeiðið skal førast víðari Ein afturvendandi spurn- ingur til Annitu á Fríðriks- mørk hesar seinastu dag- arnar hevur verið, hvat hon heilt ítøkiligt ætlar at gera á undirvísingar- og mentan- arøkinum. - Tíðin er ikki búgvin enn til at ítøkiliggera, hvat eg fari at gera. Men generelt haldi eg, at tað er týdning- armikið, at man raðfestir mentanina høgt. Og nú er mentanin so mikið væl up- prioritera, at hon samsvarar við raðfestingina í øðrum londum. Tað løgdu vit stór- an dent á í 1998, og tað hava vit so fingið framt higartil, sigur Annita á Fríðriksmørk, nýggja landsstýriskvinnan í menta- málum. Mentanarraðfesting í ein- um landi er ofta máld í mun til, hvussu stóran part av bruttotjóðarúrtøkuni eitt land nýtir upp á mentan. - Mentanin er á støði við onnur norðurlond, tí um man hyggir eftir bruttotjóð- arúrtøkuni, og hvussu nógv vit brúka av henni upp á mentan, so síggja vit, at vit eru a sama støði, sigur Annita á Fríðriksmørk um mentanarstøðuna í Føroy- um. Men hetta merkir ikki, at Mentamálaráðið ætlar at raðfesta mentanina lægri, tí Annita á Fríðriksmørk ætl- ar sær føra arbeiðið víðari. - Eg vil leggja dent á, at alt tað arbeiðið, sum Annlis Bjarkhamar hevur lagt lunnar undir í hesum val- skeiðinum, tað vil eg føra víðari. Og eg haldi, at sjálvt um tað hava sitið nógv landsstýrisfólk seinastu árini, so hava tað verið góð landsstýrisfólk, sum veru- liga hava megnað at sett undirvísing og mentan á dagsskránna, sigur Annita á Fríðriksmørk. Stór ábyrgd Annita á Fríðriksmørk hevur ábyrgdina av allari undirvísing og mentan í landinum, og talan er um eitt stórt málsøki. Tískil skal Annita á Fríðriksmørk kunna seg um nógv viður- skifti, nú hon byrjar sum mentamálaráðharri í kom- andi viku. - Ábyrgdin er ómetalig stór, og hon fevnir um alt landið. Hon fer faktisk inn í hvørja stovu í landinum, og aktørarnir eru so nógvir, og mentanin fer so øgiliga víða, sigur Annita á Fríð- riksmørk. Annita hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast henni at gera eitt gott arbeiði í Mentamálaráðn- um. Hon veit, at útskift- ingin hevur verið stór, og at ofta hevur verið tikið til, at mentamálaráðharrasessurin er ein heitur sessur. - Tað er rætt, at útskift- ingin hevur verið stór, men eg fari í starvið við einum opnum sinni, og eg vænti, at trupulleikarnir fara ikki at endurtaka seg, sigur ein vónrík Annita á Fríðriks- mørk. Men hon vísur á, at hon kann sjálvandi ikki vita, hvørjir trupulleikar fara at stinga seg upp. - Men eg hevði ikki tikið av tilboðnum, um eg helt, at starvið reyk beinanvegin, sigur Annita á Fríðriks- mørk. Annita á Fríðriksmørk byrjar arbeiði sítt í lands- stýrinum í komandi viku, og tískil kemur Finnur Helmsdal aftur á ting. Annita á Fríðriksmørk: - Hetta er ein álitisváttan frá flokkinum Børnini og familjan vera altíð prioritera fyrst og fremst. Men tað fer sjálvandi at krevja nógv av familjuni, tað er klárt, sigur 35 ára gamla Annita á Fríðriksmørk, nýggj landsstýriskvinna í mentamálum. Annita hevur tvey børn, sum eru ávikavist eitt hálvt ár, og trý og eitt hálvt ár. Hon tekur við starvinum sum landsstýriskvinna í mentamálum í komandi viku NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 5. september. Regina, deyð umleið ár 300. Ung rómversk genta, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. Navnið er av latínskum uppruna og merkir drotning. Í morgun, mikudagin 3. september, frættust tey syrgi- ligu boðini, at Finnur Lómstein var farin. Boðini komu tíanverri ikki óvæntað. Finnur hevði í góð tvey ár barst ímóti krabbasjúku. Nú mátti hann so lúta. Minni enn tveir mánaðir eftir, at hann tann 11. juli rundaði tey 60. Finnur Lómstein er tann, ið hevur drúgvastu roynd- irnar í fyrisiting innan loftmiðlar í Føroyum. Hann byrj- aði sum skrivstovumaður í útvarpinum 1. apríl 1963 og gjørdist seinni leiðari á fíggjar- og fyrisitingardeildini har. Hann var í útvarpinum í 21 ár, til hann í 1984 fekk starv í nýstovnaða almenna sjónvarpinum. Finnur gjørdist soleiðis ein teirra, sum var við til at byggja føroyska sjónvarpið upp frá grundini av. Hann varð settur sum fíggjarleiðari, tá stovnurin byrjaði sítt virksemi, og eftir at sjónvarpið seinast í 90’unum varð umskipað, gjørdist Finnur fíggjar- og fyrisitingarleiðari á stovninum. Sjónvarpsframleiðsla er soleiðis háttað, at hon kann spjaða seg í ymsir ættir og ofta kann verða ringt at vita, hvat fer at henda, tá tú fert undir eina framleiðslu. Hetta ger hana eisini torføra at fáa tak um, tá tað kemur til fíggjarligu stýringina. Finnur hevði framúr góð evni at savna træðrirnar, varðveita yvirlitið og at skipa tær mannagongdir og seta teir karmar, sum vóru neyðugir til tess, at virksemið ikki kollsigldi. Hann var ikki sum so maðurin, ið sat á kassanum. Men hann var tann, sum til eina og hvørja tíð kundi siga hinum á stovninum, hvat var til taks av peningi og hvat var ráðiligt at nýta. Hesi evni vóru ein góður stuðul hjá skiftandi stjórum og deildarleiðarum gjøgnum árini. Finnur var ein loyalur og réellur - men eisini kontantur- ráðgevi tá tað kom til at stýra Sjónvarpi Føroya fíggjarliga. Tað gekk sjón fyri søgn, at saknur var í manninum, tá hann var í farloyvi tíðarskeiðið frá 1998- 2000. Sjónvarpið hevur øll árini verið merkt innanhýsis av bæði litrikum, harðmæltum og sjónligum persónligheit- um. Finnur var afturímóti ein maður, sum var stillur í medferð. Kortini hvarv hann ikki burturímillum í hópin- um. Hann átti ein myndugleika sum skein ígjøgnum utt- an hóvasták. Og eingin í sjónvarpinum var so rebelskur og harðmæltur, at hann ikki tagdi og lurtaði, tá Finnur tók orðið. Undirritaði sjálvur náddi at samstarva við Finn sum fíggjar- og fyrisitingarleiðara í knappliga eitt ár. Eg upplivdi hann sum ein persón, ið var sera nærlagdur og nágreiniligur í sínum arbeiði og ótrúliga opin og lættur at samstarva við. Hann var eingin konservativur maður, tá tað kom til arbeiðið. Hóast hann taldist millum teirra, sum hava verið longst í leiðslu stovnsins, varð hann kanska tann, ið var fúsastur at fara undir um- og nýskip- anir av stovnsins framleiðslu og bygnaði. Men tann nógv viknaða heilsan gjørdi, at hann á heysti í fjør valdi at siga leiðsluábyrgdina frá sær og heldur fór at arbeiða við minni krevjandi uppgávum. Vit í Sjónvarpi Føroya fara at sakna at hava Finn Lómstein ímillum okkum. Vit hava mist ein starvsfelaga, hvørs minni, ið tað altíð fer at standa virðing um her á stovninum. Vit senda okkara djúpastu samkenslu til tykkum av- varðandi, sum eftir sita, til tín Jórun, og tykkum døtr- arnar Eriku, Onnu, Birgit og Doru. Friður verið við minninum um Finn Lómstein. Tórshavn, tann 3. september 2003. Vegna Sjónvarp Føroya, Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri. Nøkur orð til minnis um Finnur Lómstein Prógv sum hárfríðkarar Kartin Høgnesen hevur lokið prógv sum hárfríðkari, hann hevur staðið við bronsu á tí Føroyska Hárfríðkanarskúlanum í Torfinsgøtu 6 í Havn Maria Skoradal hevur lokið prógv sum hárfríðkari, hon hevur staðið við rós á tí Føroyska Hárfríðkanarskúlanum í Torfinsgøtu 6 í Havn Soffi Egholm formaður í Sinnisbata 1. september 2003 fór formansskifti fram í felagn- um Sinnisbata. Nýggjur formaður er Soffi Egholm úr Leynum. Soffi hevur verið fakligt og politiskt virkin innan psykiatri í Danmark í góð 26 ár. Hon hevur millum annað sitið sum formaður í felagnum "SIND" í Viborg Amt og var eisini í eitt tíðarskeið vald inn sum amtspolitikari. Fyrrverandi formaðurin, Svenning av Lofti, verður sitandi í Sinnisbata sum næstformaður. C M Y K 9 8