fríggjadagur 5. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 167 - 5. september 2003
Nr. 167 - 5. september 2003
11
Í gjár viðgjørdu vit í hesum teigi ráðstevnuna
um psykiatriskar truplleikar hjá børnum og
ungum. Vit vístu á, hvussu týðandi evnið var,
og vit nevndu, at her í stóran mun var talan um
eitt tabu-evni. Her er talan um eitt øki, sum vit
vita alt ov lítið um. Nógvir fordómar, happing
og annað óheppi í samband við sálarfrøðiligar
trupulleikar koma ofta av manglandi vitan um
og av ókunnleika til andlig ella sálarlig brek,
teirra orsakir og teirra eyðkenni. Tað man vera
alkunnugt, at tørvur er á at bøta um hesi viður-
skifti, og at vit øll hava brúk fyri at vita meira
um evnið fyri ráðstevnuni í Norðurlandahús-
inum seinasta mánadag.
Í hesum sambandi er besta amboði til tess at
koma fordómum og tørvandi vitan sum kunn-
ugt upplýsing og kunning. Góð, saklig og fjøl-
táttað upplýsing er forteytin fyri at bøta um
støðuna hjá børnum og ungfólki við sálarligum
trupulleikum. Hetta er eisini fortreytin fyri at
bøta um støðuna hjá øllum við slíkum trupul-
leikum. Aðrar fortreytir eru sjálvsagt eisini at
hava í huga, sum vit vístu á í oddagrein í gjár.
Hugskotið við at nýta ein psykiatribuss til hetta
endamál er frálíkt. Hetta er ein øðrvísið og
meira spennandi máti at reka upplýsing og
fremja kunning um eitt torført og torskilt evni.
Við psykiatribussinum røkka fyrireikararnir út
til umleið 70% av næmingunum í fólkaskúlan-
um og í miðnámsskúlunum. Hetta, at eitt so
stórt tal av børnum og ungfólki verður kunnað
um sálarfrøðiligar trupulleikar, kann ikki yvir-
metast. Hesi ungu er jú tann mest týðandi mál-
bólkurinum, tí hesi eru tey, sum um stutta tíð
fara at mynda framtíð Føroya. Tað er tí einki
minni enn eitt bragd at rokkið verður hesum
stóra og týðandi málbólki, og tað fer ivaleyst at
bera góðan ávøkst seinni.
Ráðstevna og psykiatribussur eru frálík og sera
týdningarmikil tiltøk, sum ivaleyst fara at slóða
fyri øktari fatan og ivaleyst eisini fyri bøttum
umstøðum og viðurskiftum hjá teimum mongu,
ið hava psykiskar trupulleikar at dragast við.
Vit ynskja tiltakinum góðan byrð og vóna sam-
stundis, at avvarandi politikkarar kenna sína
ábyrgd og fylgja hesum tiltøkum upp við neyð-
turviligum játtanum og hóskandi politiskum til-
tøkum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Upplýsing fortreyt
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
21. øldin bjóðar vinnum,
stjórnum og samfeløgum til
frælsa kapping. Vit eru, um
vit vilja tað ella ikki, tvungin
at verða við í hesi kapp-ing,
um vit vilja skapa stabilan
vøkstur og vælferð, eisini í
teim tíðum, tá hjallurin á
havinum er kargur.
Eg kundi nevnt eina rúgvu
av ymiskum alternativum
vinnumøguleikum, men teir
reka bert burt í vindinum, um
ikki
grundarsteinurin
og
karmarnir
fyri
hesum
hugskotum eru til staðar. Eg
vil tí heldur hugleiða um
hvørjar fyritreytir, ella hvat
umhvørvið skal verða til
staðar, fyri at geva alterna-
tivum vinnumøguleikum ella
verkætlanum tað lagnu, sum
tær av røttum skulu hava,
nemliga »Succes«.
Eitt eykenni fyri tær fyri-
tøkur ella tey lond, ið trívast í
einum tílíkum umhvørvi, er
nýhugsan ella nýskapan.
Nýskapan er meira enn
verkætlanir ella uppfinning
av nýggjum vørum.
Nýskapan kann eins væl
vera tengt at øðrum tilgongd-
um sum t.d. sambandinum,
vit hava við veitarar, distri-
butión, leiðslu og sjálvum
konceptinum hjá fyritøkuni.
Tað setir krøv at vera ný-
skapandi, serliga tí at nýskap-
anin hevur váða við sær;
avkastið fyri framman er
óvist, og tíðum ómøguligt at
gera upp.
Okkara samfelag tryggjar
tann einstaka borgarin so væl
frá vøggu til grøv, at tað
gerðast alsamt færri og færri
sum velja tann ótrygga, men
spennandi vegin, at gerðast
sum amerikanarnir siga »self
made man«.
Stuðul er ikki bert oyði-
leggjandi, eftirsum tað eru
tvey sløg av stuðli.
Tey sum eg vil kallað
»ígongdsetarar« leita ikki við
lygt eftir, hvar tey kunnu fáa
mest møguligan stuðul. Tey
stóla 100% uppá egnu dygdir
og satsa alt uppá at teirra
hugskot skal eydnast. Hesi
hava ein aðra muru enn tey,
sum vit fyrr til tíðir í
Føroyum kallaðu »teir so-
kallaðu vinnulívsmenninir«
hvørs størsta hugflog var at
mjólka landskassanum.
Rakstrarstuðul er kapping-
aravlagandi og niðurbrótandi,
eingin ivi er um tað.
Tilgongdin hjá einari fyri-
tøku
sum
satsar
uppá
nýskapan er ofta long - nógv
arbeiði
verður
gjørt
til
fánýtis, og nógvir trupulleik-
ar skula loysast, áðrenn nakar
vinningur er í eygsjón.
Bygnaðurin í eini innova-
tivari fyritøku má verða
fleksibul. Fyritøkan má hava
eitt
ávíst
kunnleikastøði
innanhýsis, men samstundis
vera opin og fáa atgongd til
netverk uttanfyri, soleiðis at
fyritøkan ikki avmarkar seg
sjálva.
Stagnatión er størsta forð-
ingin
fyri
nýskapan,
tí
nýskapan krevur viljan at
læra.
Sjálv innovatiónin kann
býtast upp í trý stig:
• Uppfinningin, ella tað at fáa
eitt hugskot (hugskot, skriva
verkætlan) hugskot (búmerki
liðugt)
• Menningin, frá hugsan til
veruleika (ígongdsetan) at fáa
kapacitetin í lagi, Íløgu-
fígging og rakstrarfígging,
neyðugar íløgir, samskipan,
og nú er klárt at seta í gongd.
(fysiskar rammir)
• Handilsskapurin, at fáa
hugskotið at geva avkast.
(samskifti við umheimin)
Triðja stigið í innovati-
ónstilgongdini, nevniliga at
fáa innovatiónina at geva
avkast, fevnir um flutning,
sølu, marknaðarføring v.m.
Her krevst samskipan.
Hvørt av hesum trimum
stigunum í innovatiónstil-
gongdini setir umhvørvinum
heilt ymisk førleikakrøv.
Fyrsta stigið í tilgongdini
er at fáa hugskot.
Størsti bágin í »Føroyum«
er ikki, at fólki trýtur
hugskot, men heldur, at um-
hvørvið ikki eggjar til henda
hugburð, tí innovatión krevur
vilja til at vága, og at tora,
sjálvt hugskotið er neyðugt
um ætlanin skal førast út í
lívið, men hugskotið er bert
ein ógvuliga lítil partur av,
um øll verkætlanin gerst
veruleiki.
Lat okkum taka nýggju
Norrønu sum dømi, ein íløga
uppá 700 mill, men vit minn-
ast at fólk og íleggjarir vóru
skeptisk, og fleiri hildu og
halda tað verða púra ørt við
hesum skipi, og tað av góðum
grundum. Vit høvdu einki
fordømi uppá eitt luksus skip
við
hesum
kostnaði
í
Føroyum. Grundin til at verk-
ætlanin gjørdist veruleiki var
í grundini, at útlendskur
kapitalur slóðaði vegin uppá
íløguna,
Manglandi umhvørvi skap-
ar ótryggleika og skepsis.
Taka vit tildømis Noreg, so
hevði ein sovorðin verkætlan
sum
Norrøna
verði
í
heimligum
umhvørvi
frá
byrjan, tí bankar og íleggjarir
fíggja og eiga hópin av luksus
ferðamannaskipum framman-
undan, ikki tí tey sigla í
Noregi, men tí norðmenn
hava vitanina og hava skapt
sær sjálvum karmarnar til
hesi ferðamannaskip.
At nýta orku til at fara víð-
ari í innovatiónstilgongdini,
har framtíðar avkastið ikki er
eyðsæð, krevur harafturat
stórt álit millum alment og
privat. Tað álitið er sera ringt
at fáa eyga á í hesum tíðum,
eisini tí at í okkara samfelag
er alment vinnulív tann
størsti kappingarneytin hjá tí
privata, sum tað er sagt so
oftani: Kreppuloysnirnar í
krepputíðum eru vorðnar
varðandi loysnir í bestu
tíðum, uttan serdømi nakra-
staðni í okkara parti av heim-
inum.
Um evnarík fólk ella
ígongdsetarar síggja, at um-
hvørvið onga veruliga tilt-
rúgv hevur til teirra hugskot,
doyr innovatiónsandin.
Hinvegin skal tað pro-
fessionella umhvørvið lúka út
í hugskotunum og duga so
væl at útgreina avgerðirnar,
at innovatiónin yvirlivir.
Umframt álit og kunnleika
krevur næsta menningarstigið
frá hugskoti til veruleika
áhaldni og disciplin.
Samstundis kann júst hetta
stigið bera í sær hugskotini til
nýggjar innovatiónstilgongd-
ir.
Afturmeldingar frá markn-
aðinum eru góðar keldur til at
finna
ábøtur
og
nýggj
hugskot - um viljin at læra er
til staðar. Lat okkum nú siga
at eg fái eitt hugskot, sum er
alternativt, og eg búgvi í
Norður Skotlandi, hvørjir eru
mínir møguleikar sum kapp-
ingarneyti
hjá
einum
Føroyingi sum fær sama
hugskot.
ES grunnur stuðlar 35%
fyri bygging og maskinir +
5% lokalan stuðul. Hetta er í
landnyrðingspartinum
av
Skotlandi. Í Inverness økin-
um kanst tú fáa frá hesum
40% upp til 70% frá »Local
highland
Council/parla-
ment«. Harumframt er stuðul
at hjálpa ella leggja lag á hjá
arbeiðsfólki tað fyrsta árið.
Um tað eru vinnur, sum
ongantíð áður eru royndar, so
verður stuðul so at siga altíð
veittur. Hetta verður gjørt,
fyri at onnur øki ella onnur
lond ikki skulu fara avstað
við verkætlanini.
Íleggingarstuðul er góð-ur,
um hann er tíðaravmarkaður
bert til ígongdsetarar, men tá
eiga øll innan somu branchu
at hava somu treytir.
Øll
innovatióntilgongin
krevur soleiðis yvirlit, tí av-
bjóðingin er at byggja brúgv
frá hugskoti til marknaðin.
Hugburðurin er at saman-
sjóða áhugamálini hjá kund-
anum, starvsfólkunum og
leiðsluni.
Innovatión ella nýskapan er
ikki ein tilstandur, ið ein
fyritøka knappiliga kemur í.
Innovatiónshugburðurin skal
verða innbygdur í allari
fyritøkuni - 365 dagar um
árið.
Fyri at taka samanum, so
eru minimumskrøvini, ið
tann politiski mynduleikin
skal skapa:
• Politiskur stabilitetur
• Avtaka alla kapping millum
alment og privat virksemi
• Fara frá orðinum at verða
liberalur
til
at
útinna
liberalismuna í verki.
• Geva ígongdsetarum minst
somu treytir sum ES gevur
sínum ígongdsetarum
•
Málbær
kriterir
fyri
verkætlanum
(vinar
og
kenningarpolitikkur
skal
burtur)
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Alternativir vinnumøguleikar
– Tað, sum hendi við
vatninum í Miðvági,
er undir alt lágmark,
bæði mótvegis okkum
sum framleiðara og
borgarunum í
kommununi, sigur
Meinhard Jacobsen,
stjóri í Føroya Fiska-
virking, sum nú um-
hugsar at stevna
kommununi eftir
endurgjaldi
DÁLKAÐ VATN
Vilmund Jacobsen
Stjóranum á Føroya Fiska-
virking, Meinhardi Jacob-
sen, vantar ikki orð, tá ið
vit spyrja hann, hvat hendi
við vatninum, sum virkið í
Miðvági brúkar í síni fram-
leiðslu av matvørum.
– Eg haldi, at hetta er
undir alt lágmark. Visti eg
ikki, hvussu vorðið var,
hevði eg ikki trúð, tað var
satt.
Meinhard sigur, at tæn-
astan, sum Miðvágs komm-
una í hesum førum hevur
veitt virkinum og sínum
borgarum, er so vánalig, at
orð kunnu ikki setast á tað.
E-coli bakteria
Fyri 14 døgum síðan læt
virkið hjá Føroya Fiska-
virking í Miðvági aftur, tí
bakterian, e-coli, varð stað-
fest á virkinum.
– Tað var okkara egna
eftirlit, sum fann út av, at
bakterian var í vatninum.
Tá ið vit fóru at kanna eftir,
hvussu hetta hekk saman,
kom fram, at kommunan –
uttan formelt at hava boðað
okkum frá – hevði veitt
áarvatn í vatnføringina.
Slíkt er fullkomiliga ófor-
svarligt at gera seint um
summarið, tá ið tað aftur
fer at regna, eftir at bøurin
hevur ligið turrur leingi.
Spurdur, nær hann held-
ur, at kommunan hevur
veitt áarvatn í vatnføring-
ina, sigur Meinhard, at
kommunan treyðugt hevur
upplýst um hesi viðurskifti,
hóast teir eiga at gera tað.
– Men eg trúgvi, at hetta
er gjørt fyri ólavsøku, sigur
hann.
Meinhard leggur dent á,
at sjálvsagt skal eingin
bakteria finnast í matvør-
unum, sum virkið fram-
leiðir.
– Í hesum førinum er
talan um e-coli bakteriuna,
sum stavar frá skarni úr
fugli, seyði ella menn-
iskjum.
Spurdur neyvari um bak-
teriuna, skavar Meinhard
ikki útyvir tað, sum hent er:
– Klórar tú tær í reyvini,
kanst tú rokna við, at tú ber
e-coli bakteriuna á fingr-
unum!
Ábyrgdarleyst
Hann heldur, at upplandið,
har kommunan hevur veitt
vatn úr áunum, er soleiðis
háttað, at tað er serliga
viðbrekið fyri hesi bak-
teriu, sum skolar eftir
vøllinum við regnvatninum
– og endar í vatngoymsl-
unum hjá Miðvágs komm-
unu.
– Tað er fullkomiliga
ábyrgdarleyst av komm-
ununi at gera slíkar um-
leggingar
av
vatninum
uttan formelt at boða virk-
inum og borgarunum frá
hesum. Hetta hoyrir onga-
staðni heima.
Meinhard sigur, at um-
boð fyri Føroya Fiskavirk-
ing var á fundi við Miðvágs
kommunu, 27. juni í ár, tá
ið onkur ætlaði sær at
sproyta mykju á bøin, nær
vatninum.
– Slíkt ber ikki til, og
hetta bleiv so heldur ikki
gjørt.
Vit spurdu eisini Mein-
hard, um hann hevur hoyrt
nakað um, at vatnið, sum
førdi til, at virkið mátti lata
aftur, hevur verið til bága
hjá fólki.
– Eg eri ikki tann rætti at
spyrja um hetta, men tað er
komið mær fyri oyra, at
onkur í bygdini hevur havt
leyst lív, sum plagar at vera
fyrsta tekini, tá ið vatnið
verður dálkað.
Hvat nú?
Meinhard sigur, at komm-
unan nú hevur boðað frá, at
alt er í lagi við vatninum
aftur, men hann ivast í,
hvussu stórt álit, teir kunnu
hava á kommununi, tá ið
hon ikki kunnar virkis-
leiðsluna um slík viður-
skifti, sum eru av so ómeta-
liga stórum týdningi.
– Kunnu vit ikki hava álit
á kommununi, er torført at
framleiða í økinum, sigur
hann.
Føroya Fiskavirking fer
nú at hyggja eftir, hvussu
vorðið er og fer at tryggja
sær, at alt er í lagi, áðrenn
nakað meira verður gjørt.
Øll vatnskipanini á virk-
inum má reinsast bæði væl
og virðiliga.
– Tað er greitt, at hetta er
eitt tap fyri okkum. Nógv
vøra er á goymslu, bæði
gulllaksur og onnur vøra,
og her verður neyðugt at
kanna eftir, um alt er, sum
tað skal vera.
Meinhard Jacobsen sigur
at enda, at Føroya Fiska-
virking eisini fer at taka
støðu til, um felagið skal
saksøkja Miðvágs komm-
unu eftir endurgjaldi í hes-
um máli.
Fiskavirking umhugsar at
stevna Miðvágs kommunu
– Kunnu vit ikki hava álit á kommununi, er torført at framleiða í økinum, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking
Miðvágs kommuna
sigur, at brunnarnir
og øll vatnskipanin er
klorviðgjørd og reins-
að eftir forskriftum
hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
REINSAÐ VATN
Vilmund Jacobsen
Tað var ein leki í pumpu-
skipanini
hjá
Miðvágs
kommunu, sum gjørdi tað
neyðugt at føra áarvatn í
vatnleiðingina.
Miðvágs kommuna sigur,
at tey altíð pumpa vatn úr
Leitisvatni um summarið,
frá einaferð fyrst í juni, til
fyrsta frostið hevur verið.
Tá ið so frostið hevur verið,
er vatnið í árunum líka
reint, sum vatnið úr Leitis-
vatni.
– Tað, sum hendi í
summar, var, at leki kom á
pumpuleiðingina úr Leitis-
vatni. Hendan er løgd, áðr-
enn nýggi vegurin millum
Miðvág og vatnið er gjørd-
ur. Torført var at finna
lekan, tí strekkið, har hann
kundi vera, er so langt. Vit
gróvu niður ymsastaðni,
men funnu hann ikki í
fyrstu syfti. Tí vórðu vit
noyddir at taka vatn úr
áunum, og tað fekk Føroya
Fiskavirking boð um í
brævi. At enda funnu vit so
lekan næstan tveir metrar
undir vegnum.
Miðvágs kommuna av-
gjørdi at leggja eina nýggja
leiðing, sum er umleið ein
hálvan kilometur long.
– Hetta arbeiði varð lið-
ugt fyri góðari viku síðan,
og nú verður aftur pumpað
úr Leitisvatni.
Miðvágs kommuna sigur,
at brunnarnir og øll vatn-
skipanin er klorviðgjørd og
reinsað eftir forskriftum hjá
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni
– Síðsta hósdag, áðrenn
skipanin varð klorviðgjørd,
tóku vit vatnroyndir sum
vístu, at næstan ongar e-
coli bakteriur longur eru í
vatninum. Nú skipanin er
klorviðgjørd, hava vit aftur
tikið royndir, og vit vóna, at
øll bakterian nú er burtur úr
skipanini.
Miðvágs kommuna sigur,
at vatnið í Miðvági nú er so
reint sum neyvan nakra
aðrastaðni í Føroyum.
– Vit hava havt eitt av
teimum mest framkomnu
reinsiverkunum í mong ár.
Vatnið verður fyrst filtrerað
gjøgnum sandfiltur og síð-
an UV-strálað. Verður síðan
mett, at neyðugt er at klor-
viðgera vatnið, verður tað
eisini gjørt. Tað tekur tann
støðu til, sum hevur vatnið
í kommununi um hendi,
sigur Miðvágs kommuna.
Vatnið í Miðvági er nú reint aftur
C
M
Y
K
11
10