Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 167 - 5. september 2003 Nr. 167 - 5. september 2003 13 Missa arbeiðið At tað ikki einans eru fyrimunir við at fara upp í ES noyðast nógvir pólendingar at sanna. Seinastu mánaðarnar hevur stjórnin framt nógvar broytingar í tí partinum av vinnulívinum, sum tað almenna eigur, og mikudagin samtykti hon at um- skipa ta almennu námsvinnuna. Avgerðin ber millum annað í sær, at fýra kolanám har suðuri í landinum verða latin aftur. Hetta verður kortini ikki gjørt í ein- um, men í 2006 verður tað seinasta av teimum fýra námunum stongt. Avleiðingin verður, at 28.000 kolanámsmenn missa arbeiðið. Stjórnin sigur, at 14.000 teirra fara frá við eftirløn, meðan 8.500 aðrir fáa tilboð um at endur- útbúgva seg við fíggjarligum stuðuli frá tí almenna. Einki vatn Tað hevur verið so turt har eysturi í Russlandi, at nógvastaðni er drekkivatnið farið at ganga undan. Í havnarbýnum Vladivostok er støðan so álvarssom, at myndugleikarnir hava lýst býin í undantaksstøðu. Turkurin har á leiðini er tann ringasti seinastu 40 ár- ini, og nú er so lítið vatn í áunum, at tað er ikki nóg mikið av drekkivatni til tey umleið 600.000, sum búgva í býnum. Borgarstjórin í Vladivostok, Jurij Kopylov, hevur givið boð um at skamta drekkivatnið, og stjórnin í Moskva hevur lovað at gera sítt til at útvega fólkinum í býnum meiri vatn í kranarnar, sigur varaforsætis- ráðharrin Vladimir Jakolev. Smábarn doyði í bilinum Svenska blaðið Aftonbladet veit at siga, at ein hálvtannað ára gamal smádrongur doyði í bilinum hjá pápa sínum, tí tað var vorðið ov heitt inni í bilinum, sum pápin hevði sett frá sær úti í túninum. Hendingin var einastaðni har vesturi í Svøríki tann 31. juli, og tann dagin vóru 27 hitastig í skugganum har um vegir, skrivar Aftonbladet. Pápin lat tann lítla vera eftir í bilinum, meðan hann fór inn. Tá hann seinni fór út at hyggja til dreingin, var hann deyður. Læknakanningar staðfestu, at drongurin var deyður av tí nógva hitanum inni í bilinum. Týsdagin var pápin til avhoyringar hjá løgregluni, men varð latin leysur. Mamman er eisini avhoyrd, men hon var til arbeiðis, tá vanlukkan hendi. Løgreglan sigur seg hava fingið at vita frá grannunum, at hetta var ikki fyrstu ferð, at foreldrini lótu tann lítla dreingin og eitt annað barn, sum tey eiga, sova í bilinum, sjálvt um tað var sera heitt í veðrinum. UTTAN ÚR HEIMI Avgerðin hjá ameri- konsku stjórnini at biðja altjóða samfel- agið um hjálp í Irak, er ein kúvending í amerikanska poli- tikkinum. Aftur fyri hjálpina skal ST fáa ein týðandi lut, tá Irak skal hava nýggja stjórn. Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er latið upp í hendurnar á Colin Powell, uttanríkis- ráðharra at sannføra lima- londini í ST-trygdarráðnum um, at tey eiga at hjálpa USA við hersetingini í Irak, og hann skal gera alt fyri at sleppa undan, at ósemjan, sum var undan krígnum í Irak, tekur seg uppaftur. Men samráðingarnar verða truplar. Frakland hevur longu boðað frá, at landið krevur størri heim- ildir til ST enn tær, sum USA vil lata heims- felagsskapinum. Men USA er í knípu og hevur stóran tørv á altjóða hjálpini, tí amerikanarar hava ásannað, at teir megna ikki at loysa uppgávuna í Irak einsa- mallir – hvørki hernaðar- liga ella fíggjarliga. Tað er fíggjarnevndin hjá Kongressini, sum hevur lagt ta nýggju leiðina og ikki stjórnin, og serliga verjumálaráðið Pentagon hevur sambært eygleiðar- um havt ilt við at biðja umheimin um hjálp. Tað er einki loyndarmál, at Donald Rumsfeld, verju- málaráðharri, heldur lítið um ST, men sambært Washington Post hevur eisini hann skilt, at tað slepst ikki undan at biðja um hjálp. USA hevur 140.000 her- menn í Irak og hevur ikki nóg mikið av tøkum her- monnum at senda hagar, tá hesir sambært reglunum hava rætt til at sleppa heim- aftur. Tí vónar USA at fáa lond sum Turkaland, India, Pakistan og Bangladesh at hjálpa sær. Frakland og Týskland fara harafturímóti neyvan at senda hermenn til Irak, men fara helst at játta pening ístaðin fyri. USA kúvendir í Irak-málinum Amerikonsku hermenninir megna ikki uppgávuna í Irak einsamallir. Tí noyðist USA nú at biðja onnur lond um hjálp. Støðan í donsku fiski- vinnuni er nú so ring, at teir stóru fiskivi- nnubýirnir rópa neyðarróp. FISKIVINNA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Borgarstjórarnir í teimum størstu fiskivinnubýunum í Danmark kenna seg so ørkymlaðar av teirri ringu støðuni hjá fiskivinnuni, at teir vilja hava politikar- arnar á Christiansborg at gera okkurt. Seinni í hesum mánað- inum fara teir at viðgera viðurskiftini á einum fundi, sum borgarstjórin í Hanst- holm, Knud Størup, hevur tikið stig til. – Nógvir fiskimenn eru so illa fyri, at teir eru um at fara á húsagang. Støðan er syndarlig, ikki einans fíggj- arliga, men eisini sálarliga. Nú er støðan hjá vinnuni so álvarssom, at kommunur- nar noyðast at taka málið upp og at vísa fiskimonn- unum okkara stuðul, segði Knud Størup við tíðinda- stovuna Ritzau í gjár. Hann hevur verið borgarstjóri í Hanstholm í 25 ár og sigur støðuna hjá fiskivinnuni ongantíð hava verið so ringa sum nú. Tí ætla hann og borgar- stjórarnir í Esbjerg, Hvide Sande, Thyborøn, Skagen, Frederikshavn og aðra- staðni at koma á tal við politikararnar í Keyp- mannahavn um viðurskift- ini. Danskir fiskivinnubýir rópa neyðarróp UTTAN ÚR HEIMI Hann kom sum eitt frískt politiskt lot og gav veljarunum hjá Arbeiðaraflokkinum trúnna upp á eitt lív aftan á Margareth Thatcher. Nú stendur hann úti á eggini við bakinum úteftir. Kríggið í Irak og sjálvmorðið hjá David Kelly hava gjørt, at í dag vilja nógvir bretar sleppa av við Tony Blair - tess fyrr tess betur. POLITIKKUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað mundi kennast sum ein sannur lætti hjá bretska forsætisráðharranum at sleppa í summarfrí í síðstu viku – ikki heima í Bret- landi, men í frítíðarbústað- num hjá sjálvum Cliff Richard á Barbados. Nú slapp hann loksins burtur frá teimum áhaldandi meiningakanningum, sum vísa, at bretar hava ikki álit á honum longur orsakað av krígnum í Irak og sjálv- morðinum hjá vápnaser- frøðinginum David Kelly. Í dag hava nógv gloymt, at Tony Blair næstan setti ta politisku tyngdarlógina úr gildi í 1997. Tá vann hann ein rættiligan stórsigur, eftir at bretar høvdu havt konservativt stýri uttan slit í átjan ár, og tað vóru 22 ár, síðani arbeiðaraflokkurin seinast hevði vunnið eitt val. Tað var ikki av ongum, at politiskir eygleiðarar í 1983 fóru at tosa um, hvørt arbeiðaraflokkurin nakran- tíð fór at gerast so frægur aftur, at hann fekk stjórnar- valdið. – Tað er hesum mann- inum fyri at takka. Uttan hann vóru vit ongan veg komin. Soleiðis fagnaði ein av teimum nýggju ráðharr- unum Blair á einari gøtu- veitslu í London nakrar dagar aftan á valsigurin fyri seks árum síðani. Men tann nývaldi for- sætisráðharrin kom ikki við lyftum um alt tað, sum tann nýggja stjórnin skuldi fáa av skafti. Hann var tvørtur- ímóti eyðmjúkur og varin: – Vit eru ikki vorðnir harrar. Tað er fólkið, sum ræður, og vit eru fólksins tænarar, og tað fara vit ong- antíð at gloyma, segði hann. Orðini fulla í góða jørð hjá teimum víðgongdu bretsku fakfelagsleiðar- unum, sum framvegis høvdu standmyndir av Lenin á skriviborðinum. Men at bera Blair saman við hesar fakfelagsleiðarar- nar og teirra áhugamál er næstan sum at bera teir saman við jarnkvinnuna og f a k f e l a g s k n ú s a r a n Thatcher. Ikki sum hinir Sjálvt um Blair stendur á odda fyri bretska arbeiðara- flokkinum, hevur hann einki tilknýti til flokkin sum eina sosiala rørslu. Tey reyðu fløggini og vakurt orðaðar samtyktir á lands- fundum telja ikki nógv í hansara hugaheimi. Tað kom eisini skjót til sjóndar, og longu tvey ár aftan á tann fyrra valsigurin lýsti ein av teimum gomlu sosia- listunum í arbeiðaraflokk- inum sína misnøgd við tann nýggja leiðaran: – Hesin maðurin hevur ikki minsta skil fyri, hvussu sosialistar hugsa, segði Ken Coates. Kanska ikki so løgið, tí Tony Blair átti av røttum at verið konservativur. Blair- ættin flutti til Avstralia, beint eftir at hann var fødd- ur. Pápin kom sær skjótt fram í konservativa flokk- inum, og sonurin sá oftari pápan á sjónvarpsskíggj- anum enn heima við hús. Men pápin gjørdist sjúkur, og tað bar í sær, at húskið kom at liva í trongum fíggj- arligum korum, og tað var júst tann vantandi almenna umsoganin fyri teimum sjúku, sum gjørdi, at tann ungi Blair fór upp í ar- beiðaraflokkin. – Tað almenna heilsu- verkið er eftir mínum og floksins sjónarmiði grund- arsteinurin undir tí, sum heldur okkum saman, skal Blair hava sagt meiri enn einaferð. So skjótt hann var vorðin forsætisráðharri, setti hann sær fyri at verða valdur aft- ur. Tey, sum høvdu atkvøtt fyri Labour fyrru ferð, skuldu eisini atkvøða fyri flokkinum aðru ferð, segði hann. Tað fyrra valskeiðið var tað ikki tann vanligi arbeiðaraflokspolitikkurin, sum merkti dagsskránna, og tað var tí ikki so løgið, at onkrir av hansara fremstu stuðlum vildi hava at vita, nær flokkurin fór at vísa, hvat hann ætlaði at nýta valdið til. Men Blair lat seg ikki ávirka – heldur ikki aftan á annan valsigurin. Ístaðin fyri hevði hann nú vent eygunum ímóti altjóða politiska pallinum. Á eggini Kríggið ímóti Irak og av- gerðin hjá vápnaserfrøð- inginum David Kelly at taka lívið av sær eru megin- orsøkin til, at Tony Blair nú stendur úti á eggini og stríðist fyri sínum politiska lívi. Men ikki minni týdn- ing hevur tað, at veljararnir hava mist álitið á, at hann umboðar nakað nýtt ella nakra broyting, skrivar norski tíðindamaðurin Carsten Bleness úr Lond- on. Blair er fyrst og fremst radikalur, tá talan er um at reka politikk, og hann er ein av teimum politikar- unum, sum nýta fjølmiðl- arnar sum amboð. Tann kristni nýmoralisturin og avgjørdi fráhaldsmaðurin verður ofta lýstur sum ein spegilsmynd av fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton, sum eisini er ein tann týdningarmesta fyrimyndin hjá Blair. Tony Blair ger einki og sigur næstan heldur einki, fyrr enn hann hevur ráðført seg við sínar fjølmiðlaráð- gevar. Hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann fýltist á, hvussu kongsættin handfór vanlukkuna, tá Diana prinsessa doyði, og hetta fekk eisini ta ávirkan, at hann ikki bert bleiv umrøddur sum forsætisráð- harri, men eisini sum ein statsmaður. Tað hevur eis- ini gjørt, at hann er ein, sum umheimurin lurtar eftir í altjóða kreppustøð- um, har hann eisini hevur víst síni serligu evni at koma í samband við onnur. “Tænarin” horvin Men nú er skjótt langt síð- ani, at Blair var ein “fólk- sins tænari”. Kríggið í Irak og málið um David Kelly hava víst, at tað er eisini eitt mark fyri, hvussu nógvum ósannindum ein væl smurd propagandamaskina kann hjálpa honum burturúr. Tann royndi politiski tíð- indamaðurin hjá The Times, Matthew Parris, hevur í álvara spurt, um Blair nú er farin at vísa sítt vitloysi. – Ofta er tað so, at serliga góðar gávur og vitloysi ganga hond í hond, og hetta hevur víst seg at vera meiri vanligt hjá politiskum leið- arum enn hjá øðrum. Stór- um leiðarum tørvar sjáld- sama stórt sjálvsálit. Tað slepst næstan ikki undan, at leiðarar við áræði nýta ein part av sínum lívi til at kenna seg vísar í tí óvissa, sannførdir um tað, sum ikki letur seg gera, sigur Matthew Parris. Og hann heldur fram: – Blair roynir at leita sær skjól í einum vónleysum bjartskygni. Tað tykist, sum at hann hevur lovað ameri- kanarunum, at hann er før- ur fyri at loysa trupulleik- arnar í Evropa, og at hann hevur sagt Evropa, at hann kann temja USA. Eygleiðarar eru á einum máli um, at Tony Blair hev- ur átikið sær í meiri lagi. Hann hevur lovað, at Bret- land skal gera nakað við teir ovurstóru trupulleikar- nar í triðja heiminum, hann ætlar sær lutin sum tann leiðandi statsmaðurin í Evropa, og at hann skal halda í teymarnar á Bush í Washington. Hann skal loysa kreppuna í Miðeystri, men hevur framvegis ikki megnað at fáa skil á viður- skiftunum í Norðurírlandi. Frá næsta ár? Patrick Dunleavy, sum er professari á London School of Economics, sigur við norska Aftenposten, at tað krevst sera nógv av einum bretskum leiðara. – Tað er nógv truplari at vera bretskur forsætisráð- harri enn at vera franskur ella týskur stjórnarleiðari. Bretskir leiðarar royna at spæla ein týðandi leiklut á altjóða pallinum - ein leik- lutur, sum er nógv størri enn tað vald, sum teir veru- liga hava. Hetta ger, at teir slítast skjótt, bæði likam- liga og sálarliga. Longu undan krígnum við Irak sóu vit, at Blair var farin at gera mistøk. Kanska ikki so stór og álvarssom, men tó so, at tey vaktu ans, sigur pro- fessarin. Sjálvur heldur hann, at tíðin hjá Blair er farin at styttast. – Eg dugi ikki at síggja, at hann fer at fáa nakran byrð tað næsta árið. Alistair Campbell, kunningarstjóri, er farin frá, og skjótt noyð- ist Geoff Hoon, verjumála- ráðharri, eisini frá, og tað fer andstøðan at gera sær dælt av. Kríggið í Irak sær út til at halda fram, og tann grundleggjandi trupulleikin hjá Blair er, at hann fekk ongantíð fólkið at taka undir við krígnum. Irak- frágreiðingin, sum skuldi sannføra fólkið um kríggið, er ístaðin vorðin ein trupul- leiki afturat. Kally-málið hevur eisini fingið veljarar- nar at missa álitið á Blair. Eg vænti, at vit kanska fáa ein nýggjan leiðara longu næsta vár, sigur professarin í London við Aftenposten. Blair úti á politisku eggini C M Y K 13 12