fríggjadagur 5. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 5. september 2003
15
15
14
Nr. 167 - 5. september 2003
Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður, vil
hava at vita, hvar
peningurin, sum varð
játtaður til tvey vega-
strekki í Eysturoynni,
er blivin av
IVAMÁL
Henny Olsen
Bjarni Djurholm, lands-
týrismaður í vinnumálum,
fær nú ein fyrispurning frá
Tórbirni Jacobsen, løg-
tingsmanni.
Tórbjørn Jacobsen sigur,
at hann og onnur fingu við
stórum stríði játtað pening
av løgtingsins fíggjarlóg til
vegábøting í Eysturoynni,
men nú situr Tórbjørn og
klórar sær í nakkanum, tí
hann veit ikki, hvat pen-
ingurin bleiv av.
2 milliónir krónur vórðu
játtaðar til vegastrekkið
Oyri– Norðskáli, men ikki
ein tann einasta króna er
nýtt har, tó at tað er gott 10
mánaðir síðani, at fíggjar-
lógin varð samtykt. Tór-
bjørn vil nú fegin frætta,
nær arbeiðið byrjar.
6 milliónir krónur vórðu
játtaðar til vegastrekkið
Skálabotnur– Strendur. Her
er ímillum lítið og einki
komið burturúr, sigur hann.
Hetta arbeiðið er tó, í mun
til hitt, byrjað, men nær tað
er liðugt, stendur enn rætt-
iliga óklárt. Vegurin stend-
ur í løtuni blokeraður og
eingi amboð sigast at vera á
økinum. Tórbjørn Jacobsen
vil fegin vita, hvussu nógv
av játtanini higartil er nýtt,
og nær landstýrismaðurin
fer at taka arbeiðið upp-
aftur.
Tórbjørn tekur til orða, at
hetta uttan iva er eitt tað
mest átrokandi vegastrekk-
ið at fáa framt í øllum
landinum og kundi tí hugsa
sær at fingið upplýst, hvør-
jar ætlanir landstýrismað-
urin sum heild hevur um
hetta vegastrekkið.
Eisini varð 1 millión játt-
að til nýggja rundkoyring á
Skipaneskrossinum. Hetta
arbeiðið er, til gleði fyri
Tórbjørn og flest onnur,
byrjað og verður liðugt um
ikki so langa tíð.
Tórbjørn spyr um pengar
Tórbjørn Jacobsen setir nú
Bjarna Djurholm fyri-
spurning um játtanir til
vegarbeiði í Eysturoynni
Anna Thóra Karls-
dóttir og Guðrun
Gunnarsdóttir fara í
næstum at sýna fram
list teirra í Norður-
landahúsinum.
LIST
Henny Olsen
Leygardagin 6 september
kl.14 letur upp ein for-
vitnislig
framsýning
í
Norðurlandahúsinum. Tal-
an er um tær báðar Anna
Thóra
Karlsdóttir
og
Guðrun Gunnarsdóttir, ið
saman nevna seg Tó-Tó.
Henda framsýning hevur
fingið heitið ”Samstarvs-
leikur,” vegna teirra íblást-
ur og grundstøði, sum
liggur í samstarvinum.
Hesar listarkvinnur koma
at sýna fram list innan tøv-
ing, har tær millum annað
gera brúkslist, teppir, sjalir
og smærri skulpturar.
Anna Thóra kemur eina
mest at vísa fram skulpturar
úr tøvdari ull, meðan
Guðrun fer at vísa ymiskt
skulpturelt úr tilfarið av
ymsum slag.
Anna Thóra og Guðrun
hava havt framsýningar í
heimlandið teirra, umframt
úti í verð. Tær hava verið so
langt sum í Kanada og
Japan við list teirra.
Tær arbeiða eisini í fel-
agsskapi við øðrum listar-
kvinnum, og eiga tær í dag
gallaríið “Kirsjuberjatré” á
Vesturgøtu 4 í Reykjavík.
Í sambandi við framsýn-
ingina halda tær báðar list-
arkvinnurnar fyrilestur við
myndum í Dansistovuni í
Norðurlandahúsinum
frággjadagin kl.16.
SKEIÐ
Henny Olsen
Í døgunum 24. november til
28. november verður eitt
skeið hildið innan psykia-
tri. Tað er “Uddannelses-
afdelingen, Psykiatrien i
Århus Amt” í samstarvi við
Psykiatriska
depilin
á
Landssjúkrahúsinum,
ið
skipar fyri.
Skeiðið er ein partur av
einari longri eftirútbúgving
innan psykiatriska økið,
sum byrjar fyrst í 2004 og
sum verður lýst nærri
seinni.
Hetta skeiðið vendir sær
til røktarar, sosial- og
heilsustøðingar, pedagogar,
sjúkrarøktafrøðingar, ergo-
og fysioterapeutar, sosial-
ráðgevar og onnur, ið ar-
beiða ella koma at arbeiða
innan psykiatriska øki og
heimarøktina.
Endamálið við skeiðnum
er at geva luttakarunum
størri vitan um psykoa-
triska órógv, so tey verða
betur før fyri at fáa eyga á
sálarsjúkueyðkenni og at
skilja sjúklingin.
Nærri upplýsingar og
tilmeldingarblað, umframt
meir vitan um eftirútbúgv-
ingina fáast við at venda
sær til Psykiatriska depilin
við Landssjúkrahúsið í
Tórshavn til Inger M.
Gabrielsen á tlf. 313540
lok. 323 ella senda eitt
teldubræv
til
inmaga@lsh.fo
Tilmeldingarfreistin er 1.
oktober 2003.
Í sambandi við
námsferð skipar
02b í Hoydølum
fyri familjudegi í
Hoydølum.
NÁMSFERÐ
Henny Olsen
Tann 28. mars næsta ár,
man verða ein stórur dag-
ur fyri 02b í Hoydølum.
Hetta er nevniliga dagur,
har tey fara eina námsferð
til “steikipannuna í Anda-
lusia” Sevilla í Spania. Til
eina slíka ferð krevst
nógvur peningur, og hava
tey eisini savnað heilt fitt.
Tey hava eitt nú selt skava
og vinn- seðlar, verið
garderobuvørðar á veitsl-
um og eisini eru tey
sloppin at selja pylsur,
hotdogs, kaffi og góðgæti
á Tórsvølli, tá dystur
hevur verið.
Í sambandi vð ferðini
fer 02b at skipa fyri stór-
um familjudegi í sam-
komuhøllini í Hoydølum.
Hesin dagur verður leyg-
ardagin tann 6. september
og verður frá klokkan 11
til klokkan 18. Á hesum
degi verður skipað fyri
nógvum tiltøkum so sum
køkutombola, fiskibrunn-
ur, café, loppumarknaður,
bóltkast, sumo-glíming
og hoppiborg.
Enn er eitt fitt petti eftir
á mál, til ferðakassin er
fløddur undir lúkuna. Tí
vónar 02b í Hoydølum, at
øll, familja, skyldfólk,
vinir, kenningar, lærarar
og næmingar møta fjøl-
ment og væl upp í sam-
komuhøllini leygardagin
6. september kl. 11.
Íslendsk list til Føroya
Anna Thóra Karlsdóttir og
Guðrun Gunnarsdóttir hava
framsýning í Norðurlanda-
húsinum frá leygardegnum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Familjudagur í Hoydølum
Skeið í psykiatri
C
M
Y
K
14