fríggjadagur 5. september 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er ikki bert mill-
um leikararnar, at
skifti verða gjørd.
Eisini á leiðarasíðuni
er eitt nýtt andlit
komið á fótbólts-
landsliðið
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk
Sosialurin, Glasgow: Tað
fór kanska heldur stillisliga
framvið, men ein spildur-
nýggjur maður var við í
landsliðshópinum, tá Før-
oyar leiktu heimadyst ímóti
Íslandi.
Tað var tó ikki millum
leikararnar, at hesin nýggi
maðurin var. Kári Nielsen
var nevnliga millum hjálp-
armenninar á liðnum ta
ferðina, og nú skotlands-
ferðin stendur fyri framm-
an, er hann eisini við, so
hann er helst spakuliga um
at fáa fast pláss í hópinum.
Heilt ókend er støðan tó
kanska ikki fyri Kára.
Núverandi hjálparvenjarin
hjá HB taldist í nógv ár
millum fremstu leikararnar
í landinum, men í altjóða
høpi rakk hetta tó ikki so
langt. Einamest tí hetta var
áðrenn altjóða limaskapin
hjá FSF, og at landsliðs-
aktiviteturin tí var avmark-
aður til onkran hendinga
dyst móti Hetlandi og
Íslandi. Kári var eisini
partur í onkrum av hesum,
og okkurt málið bleiv tað
eisini til tá.
Alt skal vera í lagi
Spurdur, hvørt nýggi leik-
lutur hansara á landsliðnum
er ein avbjóðing sum so,
ella um talan heldur er um
okkurt slag av fjølbroytni,
so heldur Kári sjálvur, at
tað kanska eins nógv er tað
seinna.
– Men so er tað sjálvandi
eisini tað, at tú her hevur
møguleikan
at
síggja,
hvussu tingini fungera á tí
hægsta stignum, sum okk-
ara fótbóltur hevur at bjóða.
Tað er jú eisini við til at
geva nýggjan íblástur, tí tú
sært kanska, at tingini
verða gjørd øðrvísi.
Uppgávan hjá liðleiðar-
unum í hesum er so at
syrgja fyri, at leikararnir
ikki skulu hugsa um nakað
annað, enn sjálvan fótbólt-
in. At allir karmarnir kring
liðið eru júst soleiðis, sum
teir eiga at verða.
Sjálvar venjingarnar hava
Kári og Birgir kanska ikki
so nógv við at gera, men
hinvegin er einki at ivast í,
at royndirnar hjá Kára
kunnu vera hentar, um ein
leikari hevur tørv á nøkrum
góðum orðum.
– Tað er so ikki nakað,
sum eg hugsi so nógv um,
men um eg eisini kann
hjálpa til á tann hátt, so er
tað bara gott. Men sjálvandi
práti eg eisini við leikarar-
nar. Teir úr HB kenni eg jú
heilt væl, og tað er jú eisini
stuttligt at læra hinar at
kenna. Men eg kann so ikki
siga, at eg havi nakra ser-
liga funktión í so máta.
Gott ferðalag
Sum nevnt, so er hetta bara
onnur ferðin, at Kári er í
nýggja starvinum. Enn hev-
ur hann sum so ikki gjørt
sær nakrar um, hvørt hetta
skal verða fastur táttur
framyvir, men tað tykist
hinvegin ikki vera ein tanki,
sum hann hevur nakra ser-
liga andstygd fyri.
– Tað var jú mín góði
vinur,
Birgir
(Hansen,
blðm.), sum heitti á meg at
koma við, og hann plagar at
vera hugnaligur at hava við
sær. Og skal metast eftir,
hvussu leingi hesir ymsu
hava verið við, so tykjast
teir at halda hampuliga
leingi, so hvør veit.
– Tað er nokk heldur
einki at ivast í, at leiðarar-
nir kring liðið duga at
hugna sær saman. Ikki
minst er kortspælið ein
týdningarmikil partur her,
og tað verður gingið inn
fyri sakini. Ein gul førara-
troyggja er til tann, sum
liggur fremstir í samlaðu
støðuni, so um tit síggja
onkran
av
leiðarunum
ganga í gulari troyggju á
ferðunum, so vita tit hví,
sigur Kári, sum tó sjálvur
eigur
tann
partin
av
landsliðsferðini til góðar.
Enn eigur Tór-Ingar
Akselsen fyrsta veru-
liga landsdystin á,
men tað kundi hent
seg, at hesin kemur
leygardagin
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk
Sosialurin, Glasgow: Sein-
asti maðurin, sum legði
afturat landsliðshópinum
var Tór-Ingar Akselsen,
sum týskvøldiði varð biðin
um at pakka ferðataskuna.
Hetta kom sjálvandi nakað
óvart á unga HB-leikaran,
men vónin um enn eina
úttøku hevði tó alla tíðina
verið til staðar.
– Sjálvandi vónaði eg
alla tíðina, at eg eisini slapp
við hesaferð. Men tá eg so
ikki var í hópinum, sum
varð kunngjørdur, so hevði
man líka sum slept tí tank-
anum. Men tað er sjálvsagt
hugaligt at vera við aftur,
heldur hann.
Sum tað kemur
Seinasta góða árið ella so,
so hevur Tór-Ingar ofta
verið nevndur í landsliðs-
høpi, og nú tykist tað eisini,
sum er hann um at fáa fótin
fyri seg í hópinum. Ivaleyst
sum eitt úrslit av góða
spælinum, sum hann nú
tykist sýna fyri HB hvørt
vikuskifti.
Júst tað, at leikarin tykist
vera sera væl fyri í løtuni,
ger kanska eisini, at summi
rokna við at síggja hann í
dysti
fyri
landsliðið
hampuliga skjótt, men hetta
tykist leikarin sjálvur tó at
taka heilt róliga.
– Tað vóni eg sjálvandi,
at eg sleppi, men hinvegin
havi eg ikki gjørt mær
nakrar tankar um tað sum
so. Tað er jú eitt sindur av
muni á Gundadali og so
einum fullsettum leikvølli
her niðri, men tað má so
bara koma, sum tað kemur,
sigur altso Tór-Ingar Aksel-
sen at enda.
Nr. 167 • fríggjadagur • 5. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Nýggjur maður á liðnum
– Tað er jú eitt
sindur av muni á
Gundadali og so
einum fullsettum
leikvølli
her niðri, heldur
Tór-Ingar Akselsen
Tór-Ingar tekurt
tað róligt
19
18
Nr. 167 - 5. september 2003
Leygardagin 20. sep-
tember fer Havnar
Hornorkestur at hava
konsert í høllini á
Læraraskúlanum í
Havn.
Tíðindaskriv
Sum kunnugt hevur Havnar
Hornorkestur 100 ára jubi-
leum í ár, og konsertin
hesaferð er eisini liður í
100 ára-haldinum. Í sam-
band
við
tað
hevur
orkestrið havt vitjanir av
útlendskum solistum og
orkestrum,
og
soleiðis
verður
eisini
hesaferð.
Anders Nyqvist úr Svøríki,
sum spælir trompet, fer at
spæla saman við orkestr-
inum og millum annað fer
hann at spæla Slaviska
Rapsodi av tónaskaldinum
Carl Höhne. Orkestrið eigir
eisini sínar egnu solistar,
og til konsertina 20. sep-
tember fer Andras Olsen at
spæla eina trombone-solo
av Eric Cook, sum kallast
Bolivar. Sum navnið bendir
á, so er talan um eitt verk
við íblástri frá latínameri-
kanskum tónleiki. Annars
verður eisini nógvur annar
spennandi
tónleikur
á
skránni – tildømis Beatles-
løg, eitt verk av ameri-
kanska
tónaskaldinum
James Curnow, sum kallast
Blenheim Flourishes, ein
marsjur av Richard Wagner
og mangt annað. Orkestrið
telur umleið 30 spælarar,
og dirigentur er Ove Olsen.
Konsertin verður leygar-
dagin klokkan 16 í høllini á
Læraraskúlanum.
Hon
verður ein góðan tíma til
longdar við einum stuttum
steðgi.
Anders Nyqvist:
Svensktföddi
Anders
Nyqvist byrjaði at spæla
trompet sum 10 ára gamal.
19 ára gamal fekk hann eitt
stipendium frá Hong Kong
Academy of Performing
Arts. Eftir at hava lisið har
í trý ár, fór hann til England
at lesa í 2 tvey ár á Royal
Academy
of
Music
í
London. Anders arbeiðir nú
við nøkrum av teimum
størstu orkestrum og bólk-
um í Evropa, tá hann ikki
gevur
solokonsertir
og
hyggur eftir fótbólti.
Andras Olsen
Okkara egni Andras Olsen
er føddur 1978. Eftir at
hava tikið studentsprógv
fór Andras at lesa tónleik
við konservatoriið í Århus,
og seinni fór hann til Eng-
land at lesa í 2 tvey ár á
Royal Academy of Music í
London.
Nú
arbeiðir
Andras sum solistur og í
bólkum kring alt Evropa.
Andras skal tey næstu tvey
árini lesa á solistlinjuni í
Keypmannahavn.
Havnar Hornorkestur
hevur konsert
Tað verður sum at koma á
strondina sunnanfyri, tá
ið fólk koma á gátt á
dansistaðnum Platform
um vikuskiftið.
Har verður nevniliga
gjørt nógv burtur úr at fáa
ein karibiskan stemning
við pálmum, sandi, para-
sol og øðrum.
Og so verður kappast í
limbo-dansi – »How low
can you go«. Vinnarin av
hesi kapping vinnur ein
flogferðaseðil frá Maersk
Air.
Tað verður ein danskur
plátuvendari, sum fer at
standa fyri undirhald-
inum, og DJ The Bad
Wolf fer at spæla bland-
aðan
dansitónleik
–
nýggjan og eldri.
Tiltakið
er
bæði
fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið.
Leygarkvøldið spældi
rockbólkurin Týr til
konsert í Keyp-
mannahavn, men
annar gittarspælarin
manglaði
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Tað gekk væl hjá Týr, tá ið
bólkurin spældi á eini lítlari
konsert í Keypmannahavn
leygarkvøldið. Tveir aðrir
bólkar spældu eisini.
Týr plagar at hava fýra
tónleikarar á pallinum, men
hetta kvøldið manglaði
annar av gittarspælarunum.
Tað lá ikki fyri hjá Terja
Skipanes at vera við, og tí
var Heri Joensen, sum
eisini er sangari, einsamall-
ur gittarspælari.
Fyriskiparin av konsert-
ini, Rocket Club, var væl
nøgdur við Týr og var
áhugaður í at fáa teir at
spæla á onkrari størri kon-
sert seinni.
Fløgan hjá Týr verður
støðugt ummæld í útlend-
skum tíðarritum, og nú
hava onkur góð ummæli
verið í Týsklandi, har Týr
eisini selir nakað av fløg-
um.
Limbo á Platform
Týr spældi uttan Terja
Heri Joensen var einsa-
mallur um at spæla gittar í
Týr um vikuskiftið:
Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
18