Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. september 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 167 - 5. september 2003 Sumbingar vilja ikki góðtaka, at AB-leikari fekk leikloyvi undan seinasta vikuskifti, tí upplýsingarnar hjá FSF í málinum hava ikki verið rættar FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Sum vit skrivaðu í týsdags- blaðnum, so fór tað ikki so stillisliga framvið, tá AB leygardagin vann 2-0 á Sumba. Ein av málskjútt- unum í dystinum var Tom Iburg, og tað er júst hetta navnið, sum eftir dystin elvdi til eftirspælið. Sumbingar vildu fyrst vera við, at leikarin ikki hevði leiklloyvi. Hetta tí AB ikki fyrr enn 12. august bað FSF um leikloyvið, og tí hetta í fyrstu syftu varð sýtt felagnum. Hjá FSF varð eisini váttað, at soleiðis hevði verið í fyrsta umfari, men eftir at hava kannað málið nærri, varð leikloyvið kort- ini útskrivað, hóast farið var út um 10. august, sum vanliga er evstamarkið at skifta felag. F ó t b ó l t s s a m b a n d i ð grundaði sína avgerð á, at talan ikki var um at skifta felag. Hetta tí leikarin hevði verið búsitandi í Danmark seinasta árið, og tá so er, fellur gamla leik- loyvið burtur. Tað vil við øðrum orðum siga, at leik- arin ikki skifti úr B36 til AB, men at hann varð knýttur beinleiðis at AB. Skeivir upplýsingar Hesar grundgevingar vilja sumbingar tó ikki góðtaka soleiðis uttan víðari. Sam- bært teimum upplýsingum, sum teir hava fingið, so hevur leikarin alla tíðina verið búsitandi í Føroyum. Í øllum førum á pappír- inum, og tað má vera tað, sum telir, halda teir. – Skrásetti bústaðurin hjá leikaranum hevur alla tíð- ina verið í Føroyum. Um hann hevur verið í Dan- mark eitt tíðarskeið ella ikki, er fullkomuliga órele- vant í hesum førinum. So skuldi allur hópurin hjá okkum verið ólógligur, tí vit vóru á venjinarlegu í Danmark í summar, tó at leikararnir framvegis vóru búsitandi í Danmark. Vit hava so ikki endurnýggja spæliloyvið, síðani vit komu heimaftur, men skal hetta vera reglan, so fall leikloyvið burtur, tá vit fóru av landinum, sigur Torri Thomsen úr Sumba. – Tí vilja vit ikki finna okkum í, at hetta málið bara sleppur at fara framvið borðinum. Reglurnar fyri leikloyvi eru annars hampuliga greiðar, og sjálvir hava vit fingið nokt- andi svar, tá vit ætlaðu at fáa okkurt leikloyvið av- greitt eftir 10. august. Tað er sum so í lagi, men regl- urnar mugu vera líka fyri øll. Tað er tað, sum vit vilja hava sligið fast, sigur Torri, áðrenn hann at enda leggur afturat. – Tað einasta vit vilja hava, er fair-play. Tað er eitt hugtak, sum so nógv hevur verið rópt um, men tað hava vit so einki merkt til. Spurningurin er, um vit ikki fara at vinda gula fair- play flaggið á hálva stong um vikuskiftið, tí um hetta ber til, so er tað í øllum førum eitt deytt hugtak fyri okkara viðkomandi. Trupul viðgerð Hóast Karl Vidtfeldt í týs- dagsblaðið okkara varð endurgivin fyri at siga grundgevingarnar fyri, hví leikloyvið varð útskrivað, so ásannar Karl tó, at kapp- ingarnevndin sjálv ikki hevði tikið støðu til sjálva kæruna hjá Sumba. Á flogvøllinum undan fráferðini til Skotlands fingu vit orðið á hann, men tað var tó ikki tað stóra, sum hann hevði at siga um málið í løtuni. Ikki annað enn tað, at nevndin hjá FSF hevur fund í Skotlandi hós- dagin, og at kæran hjá sum- bingum fær sína viðgerð her. Hvussu er og ikki, so er einki at ivast í, at viðgerðin av málinum kann geva FSF trupulleikar. Tað er nevn- liga so, at í viðmerking- unum til kappingarreglur- nar stendur, at um felag hevur fingið leikloyvi út- skrivað, so er hetta gald- andi. Hetta tí tað ikki skal lastast felagnum, um FSF hevur gjørt mistak hesum viðvíkjandi. Tí kann FSF neyvan geva sumbingum viðhald í kær- uni uttan víðari. Er talan tó um, at leikloyvið er givið, grundað á skeivar ella vil- leiðandi upplýsingar frá søkjandi felagnum. Er tað rætt, sum Sumba førir fram, so kann kæran undir ongum umstøðum avvísast, men hinvegin ber illa til at geva fult viðhald. Ein møgulig loysn kundi kanska verið, at leikloyvið hjá leikar- anum verður tikið aftur, og at felagið fær eina revsing, men tá er spurningurin framvegis, hvat skal henda við dystinum, AB-Sumba. Stendur AB framvegis sum vinnari, er einki at ivast í, at sumbingar kenna seg snýtt- ar. Ein millumloysn kundi verið at ásett dystin av nýggjum, men so er spurn- ingurin, um sumbingar vilja góðtaka at fara tvær ferðir norður um suður- oyarfjørð, ella um teir krevja, at dysturin skal vera í Sumba. Hvørja avgerð kapping- arnevndin tekur, fekst so ikki at vita fyri evstamark okkara, men undir øllum umstøðum tykist heilt víst, at hetta er eitt mál, sum fer at skapa fordømi fyri líkn- andi støðum framyvir. Sumba sleppur ikki málinum Enn er ikki vist, at AB fær stigini fyri dystin ímóti Sumba. Mynd: Savnsmynd Sum vant ætla føroysku áskoðar- arnir at gera nógv burturúr LANDSDYSTUR Jákup Mørk Sosialurin. Glasgow: Ein sjálvsagdur partur av landsliðsferðini er uttan iva føroyski 12. maðurin. Er tað nakar, sum er ser- liga ímyndin av hesum, so er tað uttan iva Regin Egholm, sum hevur verið formaður hjá føroysku áskoðarunum, síðani fel- agið varð stovnað. Og skal metast eftir lut- takaratalinum, so er hetta ein av teimum stóru upp- gávunum hjá Regini og teimum. Bara við 12. manni eru gott og væl 200 áskoðarar teknaðir, og tá so restin av ferðalagnum verður talt við, verður talan um eina hálva før- oyska útisetalegu í Skot- landi. Longu klokkan fimm mikudagin var sølubás- urin riggaður til á Flog- vøllinum, og einki er at ivast í, at umsetningurin í hesum verður hampuliga stórur á ferðini, soleiðis at føroysku litirnir kunnu seta sín dám á Glasgow- økið komandi dagarnar. Glasgow fær føroyskar litir C M Y K 20 Nr. 167 - 5. september 2003 21 21