Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 168 - 6. september 2003 Nr. 168 - 6. september 2003 3 Kunngjørt verður at okkara elskaða mamma, omma og langomma Andrea á Regni av Toftum andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi 2. september 2003, 85 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík leygardagin 6. september 2003 kl. 18.00 í kirkjuna. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni sunnudagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Børnini Tey, ið ynskja at minnast Andreu við kransi ella blómum, kunnu ístaðin lata eina gávu til Eysturoyar Røktar- og ellisheim, konti í peningastovnunum. Elskaði maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Finnur Lómstein Tórshavn ættaður úr Syðrugøtu andaðist á Landssjúkrahúsinum 3. september, 60 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Ebenezer sunnudagin 7. september kl. 13.00. Familjunnar vegna Jórun, Erika, Anna, Birgit og Dora Tøkk Hjartaliga takki eg øllum teimum, sum gleddu meg á 80-ára degnum. Hanna Augustinussen, Vágur Tøkk Øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt mintust til mín á 70 ára føðingardegnum 19. juli og harvið gleddu meg og gjørdu føðing- ardagin so hugnaligan og minnisríkan, takki eg hjartaliga. Vinarligar heilsanir Hilmar Bech Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæri bróður og pápabeiggi okkara Jógvan Guðmundsson doyði og varð jarðaður. Takk fyri blómur og kransar. Ein serlig tøkk til øll, sum vóru um hann á Sambýlinum. Tøkk til øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Óla Jákup Maður brann inni við Strond Klokkan 21.30 hós- kvøldið fekk løgregl- an í Havn fráboðan um ein brand úti við Strond í Havn. Ein 65 ára gamal maður brann inni BRANDUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Hóskvøldið var enn ein sorgarleikur í sambandi við eldbrand. Ein 65 ára gamal maður brann inni í einum húsum úti við Strond, og løgreglan fekk fráboðan um eldin um hálvgum tíggju tíðina. Løgreglan sigur í við- merking um tilburðin, at orsøkirnar til eldin enn eru ógreiðar. - Vit hava ongar ábend- ingar um, hví eldur kom í húsið við Strond, sigur Bergleif Brimvík av Løgreglustøðini. Hjálp úr Danmark Bergleif Brimvík vísir víðari á, at Løgreglustøðin í Havn hevur boðsent ser- frøðingum úr Danmark at hyggja nærri at tilburðinum. - Fyri at fáa greiðu á mál- inum hava vit vent okkum til Danmarkar. Ein kriminal- teknikari, ein maður úr Danmarks Brandteknisk In- stitut og ein rættarmedisin- ari koma til Føroya, og vón- andi verða teir ein hjálp, sigur Bergleif Brimvík. Sostatt kann enn ein sorgarleikur staðfestast, hesaferð úti við Strond, har 65 ára gamli maðurin ikki megnaði at koma út úr hús- um sínum. Klokkan 21.30 hóskvøldið fekk løgreglan í Havn fráboðan um ein eldbrand úti við Strond í Havn, har ein 65 ára gamal maður brendi inni Um vikuskifti fáa suðuroyingar vitjan av motorsúkklum, ið gera túr til Suðuroyar og koyra oynna á tamb. Føroya MC Boogie 2003 er um vikuskiftið og á skránni eru túrar og bikerparty í Øravík MOTORÁHUGI Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tann 6. og 7. september eru væntandi væl fleiri motor- súkklur at síggja á vegun- um í Suðuroynni, enn vanligt er. Á heimasíðuni hjá Før- oya Ellisakførum sæst, at Føroya MC Boogie 2003 II verður í Suðuroynni hesar dagarnar. Tað merkir, fø- royskir motorsúkklukoyrar- ar hittast til henda túr, og hesaferð liggur leiðin suð- ureftir. Neyv skrá er at síggja á heimasíðuni www.ellisak- far.com . Farið verður við Smyrli klokkan 10 leygar- morgunin. Í Suðuroynni verður vitjað á Tvøroyri og Famjin og seinnapartin verður farið til Vágs og bygdirnar í syðru helvt. Steðga verður á Vágseiði klokkan 15 og í Sumba verður vitjað klokkan 16. Steðgur er í Akrabergi, har koyrararnir fáa sær ein kaffimunn. Síðani verður farið um Hestin og klokkan 18 verður farið til Øravíkar, har haldast skal til. Á kvøldi er veitsla, so- nevnt bikerparty, har Head- ache Blues Trio spælir eftir borðhald. Sunnudagin vitja "bikar- arnir" neystið hjá Naddoddi og seinnapartin klokkan 15:30 verður vitjað í Hvalba og Sandvík og síð- ani aftir til Drelnes klokkan 16:30. Sostatt hava suðuroying- ar høvi at síggja motor- súkklur í hópatali um viku- skiftið og óivað er onkur Harley Davidson teirra millum. Hetta hevur óivað áhuga hjá onkurum, nú henda súkklan, sum sigst bera av øllum, hevur 100 ár á baki í ár. Tøkk Takk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Sofus Andreas Hansen Saltangará andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Petur Sørensen, Pól Johs. Johannesen og Jógvan Fríðriksson fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til Heina Lützen fyri vakra sangin. Tøkk fyri vitjanir og alla hjálpina til jarðarferðina. Familjunnar vegna Signhild Sólvá, Anna, Arnhild, Petur Chr. og Signar Motorsúkklur fara kring Suðuroynna Norður- lendskur Náttarravna- dagur Í dag er norður- lendskur Náttar- ravnadagur. Hetta er byrjanin til eitt norð- urlendskt samstarv millum øll Náttar- ravnafeløgini í Norð- urlondum. Feløgini halda, at nú er stund- in komin til at gera eina felags samstarvs- avtalu NÁTTARRAVNAR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Náttarravnadagurin verður hildin í øllum Norðurlond- um í dag, leygardagin 6. september. Umframt at vera byrjanin til eitt sam- starv, so verður hesin dag- urin afturvendandi, har tey lokalu feløgini fara at vísa, at tey eru til við ymsum almennum tiltøkum. Eisini í Havn fara tey at seta sín serstaka lit á gøturnar. Náttarravnarnir fara allir, sum kunnu, út í býin at ganga í teirra eyðkendu gulu jakkum. Tey fara at býta tilfar út um Náttar- ravnarnar og práta við tey, sum vilja vita meira um felagsskapin. Í gongugøtuni í Havn verður eitt kaffiborð, har tey fara at selja kaffi, kakao og heimabakað. Frá felagsskapinum verð- ur sagt, at tey fegin vilja koma á tal við fólk og hoyra teirra hugsan um, hvussu trygdin og trivnað- urin hjá ungdóminum í høvuðsstaðnum kann økj- ast. Felagsskapurin vónar at fáa nógvar nýggjar limir, og møguleiki verður eisini til at tekna seg sum stuðul- slim. Fyri 100 krónur um árið kunnu øll privatfólk stuðla Náttarravnunum, meðan fyritøkur, feløg, handlar, stovnar og onnur kunnu gerast stuðlar fyri 500 krónur um árið. Norðurlendsk ráðstevna í 2004 Í samstarvsavtaluni, sum byrjar í dag, verður avtalað, at tað skal verða hildin ein Norðurlendsk ráðstevna 4.- 5. september 2004. Á ráð- stevnuni verður ljós kasta á at vísa, hvussu vanlig ábyrgdarfull vaksin kunnu verða við til at økja um lokalu trygdina og lívsgleð- ina hjá børnum og ungum – uttan at tað krevst tað stóra av tí einstaka, og í góðum samstarvi við almennar og privatar samstarvsfelagar. Eitt mál er, at Norður- londini senda hvør sítt stjórnarumboð til ráðstevn- una – helst stjórnaleiðaran, fyri at stuðla upp undir tað sjálvbodna fyribyrgjandi arbeiðið, sum allar stjórnir- nar eftirlýsa. Náttarravnarnir gera mun. Tað vísa hagtøl í hinum Norðurlondunum. Í onkrum føri er talan um eina lækking upp á 50 % í herverki og harðskapi, bara tí at Náttarravnarnir eru tilstaðar. Ein ravnur leggur seg ongantíð beinleiðis upp í trupulleikar á gøtuni, men bara tað at teir eru har, hevur sum sagt gjørt mun. Í Svøríki eru 290 lokalfel- øg, 360 eru í Noregi, 120 í Danmark, fimm í Grøn- landi og nøkur eru í Finn- landi eisini. Í Føroyum er so bara tað eina lokalfel- agið enn, og tað hevur tvey ár á baki nú. Enn finnast ongi føroysk tøl fyri, at staðfesta, hvørja ávirkan Náttarravnarnir hava her- heima, men tað er ongin ivi um, at Náttarravnarnir við at ganga í gøtunum um náttartíð økja um trygdar- kensluna hjá teimum ungu. Allir Náttarravnafelagsskapirnir í Norður- londum fara nú undir eitt felagssamstarv. Og komandi ár er ætlanin at hava eina stóra norðurlendska ráðstevnu, har ljóskastarin verður settur á, hvussu tryggleiki og trivnað- urin hjá ungum kann økjast Mynd: Náttarravnarnir C M Y K 3 2