Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 168 - 6. september 2003 Nr. 168 - 6. september 2003 5 Osla hjálpir børnum við lesitrupulleikum Sum tann fyrsta í Før- oyum hevur Osla Sør- ensen úr Norðdepli tikið útbúgving sum andlitszoneterapeut- ur. Frammanundan hevur hon fótzone- terapi, men hon held- ur, at hetta hjálpir upp á nógvar aðrar trupul- leikar, tí við at mass- era andlitið, er ein so nógv nærri heilanum, sum verður stimuler- aður við zoneterapi ZONETERAPI Solby A Eliasen solby@sosialurin.fo Norðdepil: At koyra norður um Klaksvík. Til Norðdepils, Hvannasunds ella Viðar- eiðis krevur, at ein koyrir ígjøgnum teir báðar myrku, smølu og heldur ófantaligu tunlarnar á Borðoynni. Men tað skal til, um ein ætlar sær at koma til onkra av hasum bygdunum. Og tað eru tað so mong, sum gera. Men tey eru eisini mong, sum aftra seg við at koyra sjálvi. Hendan dagin má Sosialurin so í gjøgnum tunlarnar, tí hinumegin bíð- ar ein kvinna, sum hevur fingið eina útbúgving, sum ger, at hon við massasju í andlitið kann hjálpa børn- um, sum hava trupult við at lesa. seingjarvætarum og mongum øðrum, sum hava trupulleikar av ymsum slagi. Húsið hjá Oslu stend- ur mitt í bygdini. Tað er gult og lætt at finna. Inni í hugnaliga køkinum angar av nýbakaðum bollum, og Osla dekkar borð. Uttanfyri er brennandi sól og hóast komið er út í september, so er tað sera heitt úti. Á borðinum liggur ein bók um zoneterapi. – Hetta er bókin, sum vit hava verið ígjøgnum sein- astu átta mánaðirnar, greið- ir Osla frá. Hon tók hesa útbúgving- ina í Danmark og er júst lið- ug. Hon gekk í skúla frá fríggjadag til mánadag. Og so var restin praksis í Føroy- um. – Mong ferðast ímillum, tá tey ganga í skúla í Havn ella okkurt. Eg ferðaðist í millum skúla í Danmark og praksis í Føroyum hvønn mánað, sigur Osla við ein- um skeivum smíli, sum hvørvur, tá hon sigur, at hon hevur goldið fyri alt sjálv. – Men tað er tað vert, tí mær dámar hetta. Eg havi áhuga fyri tí, og nú kann eg hjálpa øðrum menniskjum, og tað kennist væl, sigur hon og fær sær ein kaffimunn. Hjálpir móti nógvum Fólk í hópatali venda sær til Oslu Sørensen, andlits- og fótzoneterapeutur í Norð- depli. Hon hevur egna klin- ikk í kjallaranum, men hon viðgongur, at hon hevði vilj- að havt klinikk í Klaksvík. Andlitszoneterapi er í stuttum tað sama sum fót- zoneterapi, men Osla greiðir frá, at tað er øðrvísi kortini, tí tá ein masserar andlitið og høvdið stimul- erar ein heilan betur enn um ein bert masserar føtur- nir. Summi, sum koma ynskja bæði fót og andlit, meðan onnur vilja bara tað eina. Um ein bert tekur tað eina, so varir viðgerðin um- leið 50 minuttir. Bæði tekur umleið hálvanannan tíma. Men tað er ikki bara massasja, tað heila snýr seg um. Hon finnur eisini trykkpunktir í kroppinum, og hon mýkir tey, so at tað kemur javnvág í aftur. Osla hevur havt nógv fólk í viðgerð, og hon sigur, at hon bert hevur fingið positiv aftursvar. – Summi ringja stutta tíð aftaná og siga, hvat tey merkja øðrvísi, og onnur ringja bara fyri at siga, hvussu væl tey kenna seg, sigur hon. – Serliga nógv børn havi eg eisini havt til viðgerð, sigur hon. Foreldur hava vent sær til hana við børnum, sum hava havt trupulleikar við at lesa ella at halda seg turr um náttina. Og eftir nakrar viðgerðir frá henni, er glið komið á hjá teimum. – Tey eru farin at lesa ella hava lagt av at pissa í song, sigur Osla púra órørd, sum um tað als ikki hevur tikið hana av bóli. Av øðrum trupulleikum, sum viðgerðin hjá Oslu kann lekja, eru høvuðpína, forstoppilsi, menustratións- pínu og so framvegis. Osla sigur, at tað eru mong, sum eisini bara gera tað fyri vælveruna. – Fólk eru so stressað í dag, at teimum tørvar hesa løtuna fyri seg sjálvan, har ein koplar úr og bara slappar av, sigur hon. Herfyri hevði Osla eitt høli í Klaksvík, har fólk komu til viðgerðar, men tað hevur hon ikki longur. Og hon heldur, at mong setast aftur, tí tey noyðast at koyra ígjøgnum tunlarnar. – Tað er ein langur teinur at skula koyra til viðgerð, so eg hevði ynskt, at eg kundi fingið eitt høli aftur í Klaksvík, sigur hon. Ikki falskar vónir Tá prátið hevur gingið eina løtu, er tíð at fara niður í klinikkina. Osla hevur eina viðgerð nú, og hetta er ein, sum fær bæði andlits- og fótzoneterapi. Tað sást væl, at hon tekur sær væl av sínum viðskifta- fólkum. Persónurin hendan dagin fær eitt heitt umslag um føturnir, meðan hon masserar andlitið. Friðarligur tónleikur streymar úr einum fløgu- spælara, meðan Osla arbeið- ir. Tann, sum liggur á briks- ini og sær út til at hava tað gott. Av og á spyr Osla, um viðkomandi hevur trupul- leikar við einum og hvørj- um. Og tað sigur hon, at hon merkir á andlitinum hjá viðkomandi. – Hendan stríðist við migrenu og tunntarmurin letur heldur ikki til at vera í lagi, sigur hon. Júst hvat feilar, kann hon ikki siga, men hon masserar dúgliga tey ávísu støðini. – Eftir nakrar viðgerðir fer viðkomandi at merkja eina broyting, men tað er umráðandi ikki at geva nøkrum falskar vónir, sigur hon og leggur afturat, at um tað ikki lekir eina sjúku ella fær pínu at hvørva, so kann zoneterapi í øllum førum gera tað meira liviligari. Við eitt flytur Osla seg til føturnir og gevur eina massasju. Hon sigur, at tað er ójavnt frá fólki, um tað er báðir føturnir ella bara tann eini, har ein kann merkja trupulleikarnar. Eftir ein góðan tíma er viðgerðin av, og persónurin liggur og hvílir seg eina løtu, meðan Osla riggar av. Inni í klinikkini er sera heitt, og ein kann bert ímynda sær, hvussu heitt tað er at liggja á briksuni við varmapútu og einum teppi oman yvir seg. Per- sónurin á briksini letur væl at viðgerðini og sigur, at hon var líka við at sovna fleiri ferðir. – Hetta fari eg at gera aftur, sigur hon við Oslu. Tað er tað seinasta vit hoyra, áðrenn vit fara út aftur í sólina, sum enn stendur høgt á luftini. Osla Sørensen í Norðdepli hevur júst lokið útbúgving sum andlitszoneterapeutur. Hon hjálpir mongum fólkum við alskyns trupulleikum Nes kommuna mennir barnaansingina Komandi 14 dagarnar verður Ritan á beding á Vágs Skipasmiðju SAMFERÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Strandfaraskipið, Ritan, fer á beding í Vági komandi mánadag. - Vit hava fingið fýra tilboð uppá arbeiði, sum skal gerast umborð á Rituni og hava tikið av tilboðnum úr Vági. Regin Vágadal, rakstrar- leiðari á SL, sigur, at Vágs Skipasmiðja hevur váttað, at arbeiði í mesta lagi tekur 14 dagar. Sam avloysir Meðan Ritan er á beding ella í "dokk" í Vági, sum tað eitur, røkir Sam sigling- ina um Nólsoyarfjørð. Sostatt noyðast nólsoy- ingar og onnur, sum ferðast um fjørðin, at sigla við Sam frá mánamorgni komandi og 14 dagar fram, nú Ritan ikki er tøk. Kjallarin í missións- húsinum, Thabor á Toftum, verður í næstum karmur um frítíðarskúlan hjá kommununi. - Sam- stundis, sum vit hava tikið hetta stigið, ar- beiðir Nes kommuna við eini varandi loysn á barnaansingarøkin- um, sigur Súni í Hjøllum, varaborgar- stjóri BARNAANSING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Toftir: Er nógv virksemi í eini kommunu, krevst eisini ein góð og nøktandi barnaansing. Neyðugt er, at barnaansingin er væl skip- að og nøktar tann tørv, ið er. Men hetta er í nógvum kommunum lættari sagt enn gjørt. Í Nes kommunu er nógv virksemi, og tí er eisini neyðugt við eini góðari barnaansing. Børn á bíðilista Súni í Hjøllum, varaborgar- stjóri, sigur, at kommunan higartil hevur gjørt nýtslu av hesum loysnum í barna- ansingini: - Vit hava uppnormerað dagrøktina til 65 børn; hon er í løtuni 51, sett frítíðar- skúla á stovn til 35 børn, skipað útibarnagarð til 25 børn; har eru í løtuni 23. Hann vísir á, at kommun- an hevur keypt gamla B68- húsið til barnaansing. - Men hóast øll hesi stig eru tikin, er tørvurin kortini ikki nøktaður. Súni sigur, at bíðilistin at fáa børnini ansaði er stórur. - Vit hava eisini hølis- trupulleikar og ov fáar dag- røktarar. Varaborgarstjórin sigur, at Nes kommuna í seinast- uni hevur viðgjørt málið um barnaansing, og fleiri møguleikar hava verið frammi um, hvussu núver- andi trupulleikar kunnu loysast beinanvegin. - Samstundis, sum neyð- ugt er at finna eina bráð- feingisloysn, hava vit eisini hugt at eini heildarloysn fyri framtíðina, sigur hann. Kjallarin í Thabor Á almennum fundi mána- kvøldið samtykti bygda- ráðið í Nes kommunu so at gera ein sáttmála við missi- ónshúsið, Thabor, um leigu av kjallaranum til fritíðar- skúlan, sum hevur 35 børn. Bygdaráðið samtykti eisini at uppnormerað útibarna- garðin við 23 børnum, so- leiðis at rúm verður fyri fleiri børnum í dagrøktini. - Vit miðja eftir, at hesi stig verða sett í verk í sein- asta lagi fyri heystfrítíðina. Súni í Hjøllum sigur, at hetta er ein fyribilsloysn, tí bygdaráðið er longu farið í holt við at kanna, hvussu ein varandi loysn við barnaansingini í kommununi kann koma at síggja út. - Vónandi hava vit eina endaliga loysn um ikki alt ov langa tíð, sigur vara- borgarstjórin. - Neyðugt er við eini fyribils- loysn á barnaansingini bein- anvegin, men ein endalig loysn á økinum skal helst ikki liggja ov langt frammi, sigur varaborgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum Sam avloysir Rituna um Nólsoyarfjørð Í Vági, har Nólsoyar Páll á sinni bygdi Royndina Fríðu, fer Ritan nú á beding. Komandi 14 dagarnar fer Sam at røkja siglingina um Nólsoyarfjørð fyri Rituna Hesa vikuna hava tvey føroysk og trý íslendsk skip landað svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði ÍDNAÐARFISKUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tvey føroysk skip, Christi- an í Grótinum og Norð- borg, hava lagt svartkjaft, veiddur í føroyskum sjógvi, upp til Havsbrún í vikuni. Christian í Grótinum hevði 1150 tons og Norðborg góð 1000 tons. Tá ið vit frættu í gjár, lá Norðborg og landaði, og Christian í Grótinum var júst farin útaftur. Trý íslendsk skip Men tað eru eisini aðrir bátar enn føroyskir, sum hava landað til Havsbrún hesa vikuna. Tríggir íslendskir bátar høvdu ávikavist 1400 tons, 600 og 300 tons; teir vóru Hakon, Bergur og Svanur, sum var hin seinasti í røðini. Poul H. Sólstein á Havs- brún sigur, at veðrið royndist illa á leiðini vest- anfyri miðskeiðis í hesi vikuni, og tá ið fiskiskap- urin eisini var vánaligur, avgjørdu skipini at gevast. Íslendsku skipini royndu eisini eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Spurdur, hví íslendsku skipini landa í Føroyum og ikki í Íslandi, sigur Poul: - Í fyrsta lagi var veðrið keðiligt, og tey høvdu styttri sigling higar til lands. Haraftrat kemur, at prísirnir á ídnaðarfiski í løtuni eru eini 10-12 oyru hægri í Føroyum enn í Íslandi, sigur hann. Lægri ídnaðarprísir Poul H. Sólstein veit annars at siga, at munandi prísfall hevur verið á ídnaðarfiski í ár. - Sum heild, hava prísir- nir verið eini 15% lægri enn í fjør. Hann sigur, at prísfall hevur verið á so gott sum øllum úrdráttum úr fiski í ár. - Prísfallið á ídnaðarfiski hevur so nógvar orsøkir, men sum heild kunnu vit siga, at marknaðurin í ár hevur verið meira stirvin enn annars. Nýtslan er minni, og tískil verður eisini minni keypt. Minni eftirspurningur, gevur vanliga lægri prísir, sigur Poul H. Sólstein at enda. Prísurin á ídnaðarfiski er lækkaður 15% í ár Ídnaðarskipini hava fingið 15% minni fyri veiðina í ár enn í fjør. Kortini eru prísirnir á ídnaðarfiski í Føroyum í løtuni eini 10-12 oyru hægri enn í Íslandi C M Y K 5 4