leygardagur 6. september 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 168 - 6. september 2003
Nr. 168 - 6. september 2003
7
Alt gekk, sum tað
skuldi hjá Leivi
Sørensen. Hann var
nýgiftur og var júst
fluttur í nýbygd hús
saman við konuni og
ársgamla soninum.
Eftir skattalistanum
at døma var hann
størsti skattaborgari á
Viðareiði tað árið.
Men so hendi
vanlukkan, sum
nærum kostaði
honum lívið. Øll 25
árini síðani tá, hevur
hann verið pínu-
stungin av skaðanum,
hann fekk. Sum tíðin
leið, gjørdist pínan so
nívandi, at fyri
honum var deyðin
einasti útvegur
FÓLK Á LEIÐINI
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
- Tað var tátt norðanfyri,
men tá vit komu út um
tunnilsmunnan oman fyri
Ánirnar, var glerstoytt.
Nakað niðri í brekkuni var
eingin bilverja. Bilurin fór
útav og bóltaði einar tríggj-
ar ferðir runt.
Tá avtornaði, lá eg hálvur
út
gjøgnum
hurðina,
kleimdur undir bilunum og
einum steini. Sjálvur minn-
ist eg einki av hesum -
vanlukkudagurin er full-
komiliga burtur úr minni
mínum.
Soleiðis greiðir Leivur
Sørensen av Viðareiði frá
ferðsluvanlukkuni,
sum
fyri smáum 25 árum síðan
nærum kostaði honum lív-
ið.
Lívið bjargað - heilsan
mist
Øll árini síðan tá, hevur
Leivur livað av heilvági fyri
høvuðpínu. Hann hevur
runnið frá einum lækna til
annan. Tað finst neyvan
tann viðgerð, hann ikki
hevur roynt.
- Allur peningurin, sum
vit skuldu havt nýtt uppá
húsini, er farin til viðgerð
av øllum møguligurm slagi,
sigur hann.
Men einki hjálpti, og
sama hvat hann royndi,
fekk hann ikki verið til fyri
pínu.
Ikki bert pínan var ræðu-
lig, men eisini máttloysi
um, at hann ikki fekk verið
tað fyri familjuna, sum ein
maður eigur at vera. Hetta
nívdi hann so nógv, at hann
meiri enn eina ferð royndi
at taka lívið av sær.
Nógv ár skuldu ganga,
áðrenn Leivur fekk at vita,
hvat bagdi. Tað var í 1992,
tá hann fór til fysiotera-
peutin, Leilu á Lofti, at
hann fekk at vita, at hann
hevið koyrilsbrest.
Vit venda aftur til van-
lukkudagin.
Buldrut jól
Bert 14 dagar framman-
undan vóru Leivur og Anna
vorðin maður og kona. Nú
gleddu tey seg at halda
fyrstu jólini í nýggju húsum
sínum, saman við ársgamla
soninum.
Tollaksmessudagur var,
og Anna nýtti høvið at fara
við Leivi til Klaksvíkar, tá
hann fór at koyra ein vin-
mann til Ternuna. Um enn
allar jólagávurnar vóru
keyptar, so kann ein klaks-
víkskona á Viðareiði altíð
finna okkurt at fara til
Klaksvíkar til dagin fyri
jólaaftan.
Men hesin túrurin gjør-
dist ein lagnutúrur, og jólini
hjá Onnu vórðu hildin við
sjúkrasongina hjá deyð-
sjúka manninum.
Hildu hann vera
deyðan
Úr Ánunum høvdu fólk
sæð bilin farið útav og lupu
niðan at vita, hvussu til
stóð. Anna og vinmaðurin
fóru niðan á vegin, har tey
fingu fatur á fólki.
Tað eydnaðist monnun-
um at lyfta bilin so mikið,
at tey fingu Leiv leysan.
Hann var nú bláur og lív-
leysur, og tey ivaðust ikki í,
at hann var deyður.
Sjúkrabilurin kom, og
Leivur varð fluttur á sjúkra-
húsið, har hann vaknaði aft-
ur hálvantriðja tíma seinni
við ræðuligari pínu. Hann
hevði fingið álvarsligan
skaða, og somu nátt varð
hann fluttur á Landssjúkra-
húsið.
Á
landssjúkrahúsinum
varð staðfest, at nýrað var
so nógv skatt, og 3. jóladag
varð hann lagdur undir
skurð, og annað nýrað mátti
takast.
Alla tíðina var konan hjá
honum. Jól og jólagávur
var ikki í tonkum hennara,
her hon sat hjá manninum.
Hann lá og tosaði við ong-
um skili, orsaka av øllum
morfininum hann fekk.
Leivur hevði eisini fingið
álvarsligan heilaskjálvta,
og tá hann einaferð kom
fyri seg, sá út fyri honum,
sum lá alt á liðini.
Ein oyðimarkargongd
Leivur var ógvuliga stívur í
nakkanum og niður í rygg-
in, men eingi brot sóust, so
einki varð gjørt við tað.
Hann varð útskrivaður
10. januar og fekk at vita, at
hann kundi fara til skips
aftur út á várið.
Hann gleddi seg eisini at
sleppa aftur á sjógvin, tí
sjólívið var hansara lív.
Sum so nógvir aðrir var
hann farin til skips bert 14
ára gamal, og seinni hevði
hann tikið skiparaprógv.
Stutt fyri vanlukkuna
hevði hann, saman við øðr-
um, keypt trolara, men enn
hevði hann ikki verið nak-
ran túr við Rivkolli, sum
báturin kallaðist.
Men tað gekk als ikki hjá
honum at arbeiða umborð.
Hann lá fyri tað mesta í
koyggjuni og var meiri til
møði enn føði umborð.
Hann mátti í land, og nú
byrjaði ein oyðimarkar-
gongd frá einari kanning til
aðra. At enda varð staðfest,
at hann leið av posttraumat-
iskari høvuðpínu.
Fínt navn, men eingin
hjálp.
Krubban tømist
Á
landssjúkrahúsinum
hevði Leivur tosað við ein
sosialráðgeva, sum segði, at
hann kundi onga hjálp fáa
frá tí almenna, fyrrenn
hann hevði brúkt hvørt
oyra.
- Vit vóru so illa fyri, at
okkum kom als ikki í huga
at royna heimatryggingina
av sjómonnum, sigur hann.
Einaferð út á várið,
ringdi svágur hansara til
Fiskimannafelagið, og tá
eydnaðist Leivi at fáa
minstuløn í 3 mánaðar.
Men heldur ikki har var
nakar, ið minti hann á
heimatryggingina.
Tríggjar mánaða minsta-
lønin varð soleiðis einasta
inntøkan hjá honum í eitt
heilt ár.
Tað gekk long tíð, áðrenn
Leivur fekk nakran fíggjar-
ligan stuðul frá tí almenna.
Tó sigur hann, at bæði
lands- og kommunuskattur
var honum eftirgivin.
Seinni eydnaðist honum
at koma undir endurút-
búgving, og Leivur fór á
HF. Men heldur ikki skúla-
gongdina megnaði hann,
orsaka av høvuðpínuni.
Eftir at hava roynt ymiskt
annað, gjørdu Leivur og
konan av at fara niður til
Danmarkar á skúla. Tey
fluttu niður til Haslev, har
hann byrjaði at lesa á
Haslev Teknikum.
Vildi sleppa at doyggja
Alla tíðina hevði Leivur
tikið sterkan heilivág móti
pínu og hevði stútt ilt í
høvdinum, niður í nakkan
og í rygginum.
Alt hetta byrjaði at ganga
honum uppá á nervarnar,
og at enda varð hann lagur
inn á psykiatriska deild.
Har hoyrdi hann fyrstu
ferð
orðið
depressión
nevnt. Hann hevði sagt fyri
læknanum, at hann onkun-
tíð hevði hugsað um at tikið
lívið av sær. Men hóast tað,
útskrivaði læknin hann, gav
hon heilivág fyri nervarnar
og segði:
»Tekur tú hetta glasið í
einum, so steindoyrt tú!«
- Eg haldi, læknin segði
hetta fyri at ræða meg, so
eg ikki gjørdi nakað býtt,
sigur Leivur.
Men ein dagin sá alt so
vónleyst út hjá honum - alt
gekk illa, og skuldarkensla
mótvegis konuni nívdi.
Nú hann sá bara deyðan
sum útveg.
Hann skrivaði konuni eitt
bræv, fór út um býin og
hvølvdi allar tablettirnar í
seg í einum.
Hvat síðani hendi, veit
Leivur ikki. Hann vaknaði
uppaftur á sjúkrahúsinum í
Ringsted, har hann varð
útpumpaður.
Hetta var ikki einasta
ferðin, at Leivur var so nið-
arliga, at hann ynskti at
sleppa burtur. Men til alla
Guds lukku, eydnaðist hon-
um ikki at fullføra roynd-
irnar.
Hjálp í eygsjón
Av tilvild hoyrdi Leivur um
danska læknan, Øivind
Mathiasen, sum niðri verð-
ur kallaður, piskesmælds-
lægen.
Leivur setti seg í sam-
band við læknan, og eftir
fáar viðgerðir var týðiligur
bati hjá honum.
Hann er framvegis í við-
gerð hjá læknanum, og
brennur nú fyri, at tey her
heima, ið líða av hesum
sama, skulu fáa sama
møguleika, sum hann.
Leivur sigur, at hesi árini
hava verið ring at komið í
gjøgnum. Skjótt er at gerast
beiskur, og nógv kundi ver-
ið at funnist at.
- Men tað kann eg ikki
brúka til nakað nú. Nú
ynski eg at koma víðari við
lívi mínum.
Eg eri konu míni so hjar-
taliga takksamur fyri, at
hon hevur hildið út saman
við mær alla hesa longu tíð.
Áttu vit ikki gudstrúnna í
øllum hesum, so veit eg
ikki, hvussu hevði verið
vorðið hjá okkum, sigur
Leivur at enda.
Lívið sá ljóst og vónríkt út
Í 25 ár hevur Leivur Sørensen liðið av øgiligari pínu, orsaka av einum koyrilsbresti, hann fekk í eini ferðluvanlukku. Eftir at hava
roynt allar viðgerðir, ið hugsast kunnu, hevur hann nú fingið hjálp frá einum donskum lækna
Mynd: Rúna Sivertsen
Alt sá ljóst út hjá Leivi. Saman við konu og soni var hann júst
fluttur í nýggj hús á Viðareiði, tá vanlukkan, sum broytti alt,
hendi
- Eg kann ikki gera
nógv við, at Finnur
Helmsdal møguliga er
á veg aftur í løgtingið.
Soleiðis eru demo-
kratisku spælireglur-
nar, sigur ein fáorð-
aður Páll á Reyna-
túgvu um møguliga
afturkomu Finn
Helmsdals, sum hann
var í hørðum orða-
drátti við fyri bert
fýra mánaðum síðani
TINGSESSUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Páll á Reynatúgvu hevur
ikki stórvegis viðmerkingar
til, at floksfelagi hansara
møguliga aftur verður ting-
maður fyri Tjóðveldis-
flokkin, hóast harða stríðið
og persónligu atfinningar-
nar, sum fuku millum teir
báðar í sambandi við mál
um uppihaldspening í mai
mánaði.
Í
greinini
omanfyri
stendur nakað at lesa av tí,
Finnur Helmsdal hevði at
siga um Páll á Reynatúgvu,
men landsstýrismaðurin í
almannamálum
hevur
møguliga fingið nóg mikið
og setir ikki eld í málið
aftur við nøkrum kollvelt-
andi útsøgnum.
-
Spælireglurnar
eru
ásettar soleiðis, og tað kann
eg ikki seta meg ímóti á
nakran hátt, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Hann hevur heldur ongar
viðmerkingar til, um teir
báðir
yvirhøvur
kunnu
samstarva í sama flokki
eftir so álvarsamar atfinn-
ingar og skuldsetingar tíð-
liga í summar.
Páll á Reynatúgvu:
- Noyðist at góðtaka fólkaræðisligu reglurnar
- Eg kann ikki seta meg ímóti
demokratisku spælireglun-
um, eru einastu viðmerking-
arnar hjá Páll á Reynatúgvu
um møguligu afturkomuna
hjá Finni Helmsdal í Løg-
tingið. Teir báðir vóru veru-
liga í hornatøkum fyri fýra
mánaðum síðani
- Hvørki stríðið mill-
um meg og Páll á
Reynatúgvu ella
floksleiðsluna ávirkar
avgerðina, um eg aft-
ur fari í tóma ting-
sessin eftir Annitu á
Fríðriksmørk, sigur
Finnur Helmsdal,
sum enn ikki hevur
tikið nakra avgerð.
Formaður Tjóðveldis-
floksins, Høgni Hoy-
dal, ynskir ikki at við-
gera persónsmál í
fjølmiðlunum
TINGSESSUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Í mai mánaði í ár var øgiligt
stríð innanhýsis í Tjóðveld-
isflokkinum. Tingmaðurin
Finnur Helmsdal og lands-
stýrismaðurin í almanna-
málum, Páll á Reynatúgvu,
vóru í hornatøkum í sam-
bandi við uppskot um uppi-
haldspening, og hæddar-
punktið í orrustuni var 6.
mai, tá Finnur Helmsdal
hevði eitt lesarabræv um
floksfelaga sín í lands-
stýrinum.
Hvassar skuldsetingar
Finnur Helmsdal segði m.a.
soleiðis um Páll á Reyna-
túgvu 6. mai: "Hevndar-
hugur landsstýrismansins
er eftirhondini vorðin ein
sera illa duld loyna millum
fólk...hansara ego er so
stórt og yvirdimensionerað
í allar mátar...nú hevur
landsstýrismaðurin dúgliga
válkað sær í persónligum
útspillingum av mær...hann
hugsar bert í makttermino-
logium...eg eri keddur av, at
Tjóðveldisflokkurin,
tá
hesin fekk møguleikan,
valdi ein slíkan landsstýris-
mann í almannamálum...eg
vildi bert ynskt, at hann var
okkurt annað enn lands-
stýrismaður í almannamál-
um..." Við endan á lesara-
brævinum
undirskrivaði
løgtingsmaðurin seg so-
leiðis: "Finnur Helmsdal,
sum ikki eingang er vara-
maður longur".
Talan var sostatt um eitt
persónligt og hvast álop frá
Finni Helmsdal á lands-
stýrismannin í almanna-
málum, eftir at skuldseting-
ar eisini høvdu fokið frá
Páll til Finn, og nú Finnur
Helmsdal møguliga aftur er
á veg í løgtingið, er spurn-
ingurin, hvussu hesir menn
kunnu sita lið um lið og
samstarva í sama flokki, og
hvussu ein, "sum ikki ein-
gang er varamaður longur",
kann vera tingmaður fyri
sama flokk.
- Stríðið onga ávirkan
Finnur Helmsdal sigur um
orrustuna í mai mánaði, at
hon ikki fær nakra ávirkan
á avgerð hansara.
- Eg eri fólkavaldur og
havi tískil eina ábyrgd yvir
fyri veljarum mínum. Eg
eri valdur at røkja eitt starv,
og eg lati ikki nakað stríð
verða
avgerandi,
sigur
Finnur Helmsdal. Hann
vísir á, at bert faklig og
starvslig viðurskifti eru
avgerandi í støðu hansara.
Finnur Helmsdal er stjóri
á Føroya Barnaheimi, og
vísir hann á, at hann noyð-
ist at velja ímillum løg-
tingssessin og stjórasessin á
Barnaheiminum.
- Eg royndi fyrr í ár at
røkja bæði størvini, tá
Annita á Fríðriksmørk var í
farloyvi, men hetta gongur
stutt sagt ikki. Eg eri tí
noyddur at velja, sigur
Finnur Helmsdal. Spurdur,
um hann yvirhøvur kann
sita lið um lið við Páll á
Reynatúgvu eftir tær skuld-
setingar, hann bar fram í
mai, er Finnur ivasamur.
- Lið um lið...eg veit ikki,
um vit vera tað. Soleiðis er
spælið nú einaferð, og tað
má ein taka við, vísir
Finnur á, sum sostatt ikki
tykist lata áðurnevnda stríð
vera viðkomandi fyri hans-
ara avgerð í dag.
Svikin av
floksleiðsluni
Finnur Helmsdal leggur tó
dent á, at ein annar og størri
trupulleiki spøkir enn í
hugaheimi hansara enn
áðurnevndu hornatøk við
Páll á Reynatúgvu, og er
tað viðferðin, hann fekk frá
floksleiðsluni
við
løgtingsvalið 2002.
- Eg var av flokkinum
settur heilt aftast í røðina,
og eg gangi út frá, at støða
floksleiðslu
Tjóðveldis-
floksins ikki er óbroytt
mótvegis mær. Hetta er
meiri týðandi fyri meg enn
kjakið við Páll, sigur Finn-
ur Helmsdal. Hann sigur, at
hann ikki hevur gloymt
hesa raðfesting frá flokkin-
um, men tvíheldur Finnur
tó um, at fakligu og starvs-
ligu viðurskifti hansara
sum stjóri á Barnaheim-
inum bert eru avgerandi.
Finnur Helmsdal slær
sostatt fast, at hvørki Høgni
Hoydal ella Páll á Reyna-
túgvu hava nakra ávirkan,
hóast viðferð hansara frá
floksleiðsluni ikki bein-
leiðis ger tingsessin meiri
attraktivan og minkar eisini
um útlit hansara fyri virkn-
ari politiskari yrkisleið í
Tjóðveldisflokkinum
í
framtíðini.
Í næstu viku fer Annita á
Fríðriksmørk
niðan
í
Mentamálaráðið, og tá skal
avgerðin vera tikin, um
Finnur Helmsdal fer í ting-
ið ella ikki. Um hann ikki
tekur av, er Rói Egholm
næstur á listanum.
Høgni viðger ikki
persónsmál
Finnur Helmsdal er sostatt
ónøgdur um tann leiklut,
hann hevur havt í flokkinum
sum
aftasti
maður
í
raðfestingini hjá leiðsluni,
og luftin gjørdist avgjørt
ikki reinari av áðurnevnda
stríðið við landsstýrismann-
in í almannamálum á sinni.
Eisini hava viðurskifti í
sambandi við setanina av
Annitu á Fríðriksmørk reist
nakrar spurningar. Tað er
almannakunngjørt, at Ann-
lis Bjarkhamar fekk bjóðað
sessin aftur, áðrenn Annita
varð sett. Afturat hesum
kann aðrastaðni í blaðnum
lesast, at Finnbogi Ísakson
eisini hevði møguleikan at
gerast nýggjur mentamála-
ráðharri, tí meiriluti var fyri
hesum í tingbólki Tjóð-
veldisfloksins.
Tískil vórðu heili tveir
møguleikar royndir, sum
høvdu við sær, at Finnur
Helmsdal ikki kundi koma
aftur í løgtingssessin, áðr-
enn Annita á Fríðriksmørk
varð sett sum mentamála-
ráðharri, og spurningurin
stendur so eftir, um floks-
leiðslan gjørdi alt fyri ikki
at fáa Finn Helmsdal aftur í
tingið.
- Eg ynski ikki at viðgera
persónsmál í fjølmiðlunum,
og tað er langt síðani boðað
frá, at Annlis Bjarkhamar
hevði møguleikan at venda
aftur í Mentamálaráðið,
sigur Høgni Hoydal.
Hann hevur heldur ongar
viðmerkingar til spurning-
arnar, um áðurnevndu stríð
ikki kunnu fáa negativa
ávirkan, um Finnur Helms-
dal aftur verður tingmaður,
ella
um
floksleiðslan
royndi aðrar møguleikar
fyri at umganga, at Finnur
Helmsdal kom aftur í
løgtingið.
Finnur Helmsdal:
- Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu onga ávirkan
- Sum fólkavaldur havi eg eina ábyrgd yvir fyri veljarum mínum, og eg lati ikki nakað stríð við hvørki Høgna Hoydal ella Páll á
Reynatúgvu vera avgerandi, sigur Finnur Helmsdal um avgerðina at taka við løgtingssessinum aftur ella ikki
- Eg ynski ikki at viðgera
persónsmál í fjølmiðlunum,
sigur tjóðveldisformaðurin,
Høgni Hoydal, nú tað stendur
Finni Helmsdal frítt í boði
aftur at gerast tinglimur fyri
Tjóðveldisflokkin
C
M
Y
K
7
6