leygardagur 6. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 168 - 6. september 2003
Nr. 168 - 6. september 2003
9
Fyrrverandi tingfor-
maðurin, Finnbogi
Ísaksson, varð í síðstu
viku ofta nevndur
sum besta boðið upp á
ovasta sessin í Menta-
málaráðnum. Tað
segðist, at royndi po-
litikarin hevði fingið
størstu undirtøkuna í
tingbólkinum, men í
síðstu løtu bar Finn-
bogi seg undan
óformliga tilboðnum
HEITUR SESSUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mikumorgunin kunngjørdi
Tjóðveldisflokkurin,
at
Annita
á
Fríðriksmørk
skuldi verða nýtt lands-
stýrisfólk í mentamálum.
Útnevningin setti punktum
fyri nógvu spekulatiónun-
um og drúgvu politisku
telvingini um, hvør eftir-
maðurin hjá Annlis Bjark-
hamar skuldi vera.
Tað hevur verið sagt, at
Tjóðveldisflokkurin
bara
hevði tríggjar fundir um
málið. Men føroysku telefel-
øgini hava vunnið nógvar
pengar av nýggja landsstýr-
ismanninum seinastu vikur-
nar. Nógv hevur verið tosað
millum tjóðveldisfólk, og
hóast formaðurin í Tjóð-
veldisflokkinum hevur víst
á, at flokkurin hevur eina
fasta mannagongd, tá ið
landsstýrisfólk skulu veljast,
so var tað um reppið, at
skuggaspæl hevði við sær, at
Høgni Hoydal misti meiri-
lutan millum tingfólkið fyri
Annitu á Fríðriksmørk, sum
formaðurin – soleiðis sum
Sosialurin visti at siga í
síðstu viku – á fundi týsdag-
in í síðstu viku hevði heitt á
tingbólkin um at velja.
Í somu grein í Sosialin-
um varð nevnt, at sentralar
røddir í Tjóðveldisflokkin-
um vildu hava Finnboga
Ísakson at gera come back
á politiska pallinum sum
mentamálaráðharri. Tá ið
Finnbogi varð spurdur um
hetta í síðstu viku, svaraði
hann, at hann hevði onga
áheitan fingið, og at um
hann fekk eina áheitan, so
skyldaði hann flokkinum at
umhugsa hana gjølla.
Fyrradagin vildi Finn-
bogi Ísaksson einki siga um
skuggaspælið um lands-
stýrissessin seinastu dag-
arnar.
– Eg fór burtur úr pol-
itikki fyri einum ári síðani,
og fleiri viðmerkingar havi
eg ikki til hatta, segði hann.
Finnbogi størri
undirtøku
Væl vitandi keldur í Tjóð-
veldisflokkinum siga fyri
Sosialinum, at tað undan
maratonfundinum týsdagin,
sum tíðliga mikumorgunin
endaði við, at Annita á
Fríðriksmørk fekk lands-
stýrissessin,
tóktist
alt
meiri sannlíkt, at um tað
hevði komið til avkvøðu-
greiðslu í tingbólkinum
millum Annitu á Fríðriks-
mørk og Finnboga Ísakson,
so hevði Finnbogi fingið
størri undirtøku.
Men tað kom ikki til
skarpskeringar. Finnbogi
fekk ongantíð formliga
áheitan frá tingbólkinum
um at umhugsa comeback-
ið, og undan týsdagsfund-
inum fingu tey, sum høvdu
arbeitt við at fáa Finnboga
aftur á pallin, at vita, at
hann kortini ikki var sinn-
aður at vera í uppskoti.
Tað er eitt ár síðani, at
Finnbogi fór frá sum løg-
tingsformaður. Hann hevur
hildið sambandið við polit-
iska arbeiðið við líka. Hann
hevur ofta vitjað í tingsalin-
um, og hann hevur skrivað
nógvar skarpar politiskar
greinar í Fregnum, síðani
hann fór burturúr politikki.
Nú hevði hann møguleikan
at koma aftur í landsstýrið,
men formliga áheitanin
kom ongantíð.
Finnbogi hevur givið til
kennar, at hann ikki ætlaði
sær upp í part aftur. Harvið
bar ikki til at fáa staðfest,
hvussu nógv var í tíðindun-
um frá keldunum innarliga
í Tjóðveldisflokkinum,
sum longu í síðstu viku
vistu at siga, at uppskotið
hjá Høgna Hoydal var
Annita á Fríðriksmørk, og
nú søgdu, at undirtøkan fyri
Finnboga hevði verið størri,
enn hon var fyri Annitu á
Fríðriksmørk.
Tá ið Finnbogi Ísaksson
var úti av myndini týsdagin,
stóð valið serliga ímillum
Hergeir Nielsen og Annitu
á Fríðríksmørk.
Tað
var
serliga
ein
veruleiki sum gjørdi, at
valið fall á Annitu. Hann
var, at hon er konufólk, og
hann ikki.
Eftir at fyrst Helena Dam
á Neystabø og síðani Annlis
Bjarkhamar noyddust úr
landsstýrinum, verður tað av
mongum í Tjóðveldisflokk-
inum hildið, at flokkurin
ikki kann liva við, at einki
konufólk er í landsstýrinum.
Tí vóru dygdirnar hjá
Hergeiri ikki vigaðar, sum
tær áttu at havt verið.
Hergeir Nielsen hevur
verið tingmaður í mong ár,
og hann hevur eisini verið
landsstýrismaður. Eingin
ivast í, at hann er ein stórur
stuðul í tingbólkinum hjá
Tjóðveldisflokkinum.
Hann røkir tingmanna-
starvið til fulnar, og hann er
góður í orðaskiftinum. Tað
hevði verið ov nógv hjá
Tjóðveldisflokkinum
at
mist hetta. Harafturat hevði
verið neyðugt hjá Tjóðveld-
isflokkinum, um Hergeir
gjørdist landsstýrismaður,
at valt nýggjan formann í
Uttanlandsnevndini
og
nýggjan fyrsta næstfor-
mann í løgtinginum. Tað
hevði verið ov mikið av tí
góða, siga keldur í Tjóð-
veldisflokkinum.
Stór uppgáva
At óvanliga stórur áhugi
hevur verið fyri setanini
komst millum annað av, at
prosessin var so long. Tað
kemst eisini av, at tá ið tað
gjørdist alment, at formað-
urin í Tjóðveldisflokkinum
vildi hava Annitu á Fríðr-
iksmørk, og at tíðindini um
Finnboga
Ísakson
sum
møguligan kandidat sam-
stundis bórust, reageraðu
nógv í kjarnuni í Tjóð-
veldisflokkinum.
Sessurin sum menta-
málaráðharri verður mettur
at vera sera heitur. Eitt er at
tað, síðani Signar á Brúnni
fór úr Mentamálaráðnum,
hava verið fleiri útskifting-
ar. Tað hevur verið mett
neyðugt at finna tann per-
sónin í Tjóðveldisflokkin-
um, sum best var førur fyri
at standa seg innanhýsis í
Mentamálaráðnum, og sum
eisini best megnaði at
standa seg í politisku telv-
ingini við løgmann og
Fólkaflokkin sum heild.
Eitt annað eru uppgávur-
nar, sum liggja fyri framm-
an.
Landsstýrismaðurin
skal fyrihalda seg til mis-
nøgdina í fólkaskúlanum
við, soleiðis sum nýggja
fólkaskúlalógin verður um-
sitin og til áhaldandi krøv-
ini frá miðnámsskúlunum
um nýggjar bygningar. So
er tað ikki minst, hvussu
niðurstøðan, sum Umboðs-
maðurin fyrsta dagin fer at
koma við av Stumann Han-
sen-málinum. Tað hevur
verið nevnt, at høvd kanska
fara at rulla. Høgni Hoydal
tók undir við avgerðini hjá
Annlis Bjarkhamar, og tað
kann
gerast
rættuliga
áhugavert, hvat Umboðs-
maðurin fer at siga um
hetta.
Okkara góðu keldur siga
seg vita, at nógv tjóðveldis-
fólk – eisini stórur partur av
tingmanningini – heldur
hevði viljað havt Finnboga
Ísakson at tikið sær av
hesum, enn tey vildu hava
Annitu á Fríðriksmørk, sum
ikki hevur somu politisku
royndir, sum Finnbogi Ísak-
son
hevur.
Longu
1975–1978 umsat hann
skúlamál í landsstýrinum.
Seinni hevur hann verið
landsstýrismaður í fíggjar-
málum.
Søgan um comebackið
hjá Finnboga gjørdist ong-
antíð til politiskan veru-
leika. Finnbogi fekk ong-
antíð formligu áheitanina,
sum hann segði seg vilja
umhugsa, og so gjørdist
Annita
á
Fríðriksmørk
landsstýrismaður.
Í oddagreinini í Fregnum,
sum av mongum verður
mett sum talurør fyri ein
part av Tjóðveldisflokkin-
um, verður hesa vikuna
sagt, at Annita á Fríðriks-
mørk er ein neyðloysn hjá
flokkinum.
Nú fær hon møguleikan
at vísa, at tað er politiskur
dugur í henni, og at hon
megnar at handfara eitt nú
stóru málini, sum liggja og
bíða eftir henni.
Finnbogi vendi á trappuni
Finnbogi Ísaksson hevði
stóran stuðul í tingbólkinum
hjá Tjóðveldisflokkinum,
men hann fekk ongantíð
formligu áheitanina um at
gera landsstýrismaður, tí
hann boðaði í seinastu løtu
frá, at hann vildi ikki hava
starvið
Lekur ímillum teori og praksis hjá Kristinu Háfoss
Tað er ikki rætt at lata
fólk ferðast ókeypis
við skipunum hjá
Strandferðsluni fyri
tað um tey, sum koyra
eftir vegunum, yvir-
um brýr og ígjøgnum
tunlar, onki gjalda,
sigur landsstýrismað-
urin í samferðslu-
málum
FERÐASEÐLAPRÍSIR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú er farið at leka ímill-
um teori og praksis hjá
Kristinu Háfoss.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í samferðsl-
umálum, er ikki samdur við
Kristinu Háfoss um, hvussu
prísurin fyri at ferðast
ímillum oyggjar í Føroyum
skal ásetast.
Í Sosialinum í gjár vísti
løgtingskvinnan fyri tjóð-
veldisflokkin á, at tað ligg-
ur í kortinum, at tá ið
undirsjóvartunnilin er gold-
in skal tað verða ókeypis at
koyra ígjøgnum hann.
– Hvussu kunnu vit so
forsvara, at tað framvegis
skal kosta at ferðast við
nýggja suðuroyarskipinum,
tá ið tað er goldið, spurdi
hon.
Samanber súrepli og
appilsin
Bjarni Djurholm heldur, at
hesi bæði kunnu als ikki
samanberast.
– Hetta er sum at saman-
bera eitt surepli og eina
appilsin, tí hugsunarhátt-
urin hjá Kristinu Háfoss
hongur ikki saman.
Hann sigur, at skal hug-
skotið hjá Kristinu Háfoss
setast í verk, hevði tað í
veruleikanum ført við sær,
at tey, sum ferðast við skipi,
høvdu fingið stórar ser-
sømdir framum tey, sum
ferðast við bili.
– Og tað kann ikki verða
rætt at gera mun á fólki,
heldur landsstýrismaðurin í
vinnumálum.
Hann sigur, at tey, sum
koyra ímillum bygdir og
oyggjar í Føroyum í bili,
ferðast ikki ókeypis í dag
og tey koma ongantíð at
ferðast ókeypis. Heldur
ikki tey, sum koyra, og fara
at koyra, um firðir og sund
ígjøgnum undirsjóvartunl-
ar, ferðast óeypis, og so
langt ífrá tí.
– Tey, sum ferðast í bili,
hava stórar útreiðslur av
bilinum. Fyrst er hann dýr-
ur at keypa. Og hvørja ferð,
tey koyra ein kilometur,
hava tey útreiðslur til
brennievni, umframt tað, at
dekk og bilur slítast.
Og
Bjarni
Djurholm
leggur afturat, at tað er ikki
so lítið av hesum útreiðsl-
um ið enda í landskassan-
um í mvg og øðrum av-
gjøldum av ymsum slagi.
Sostatt kostar tað ikki so
lítið at koyra í bili ímillum
bygdir í Føroyum og tey,
sum koyra ígjøgnum undir-
sjóvartunnilin, skulu so
gjalda ferðaseðilin afturat.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tað, sum liggur í kort-
unum, er, at tá ið undir-
sjóvartunnilin er goldin,
skulu
tey,
sum
koyra
ígjøgnum hann, framvegis
betala fyri raksturin.
– Tað merkir, at tey skulu
framvegis keypa ferðaseðil
fyri at koyra ígjøgnum
tunnilin, hóast gjaldið fer at
verða munandi lægri enn
tað er nú.
Sleppa nógv bíligari
Bjarni Djurholm sigur, at
skuldu so tey, sum sigla við
skipunum hjá Strandferðsl-
uni, ferðast ókeypis, hevði
tað verið ein stórur fyrimur
fyri tey.
– So høvdu tey ferðast
heilt ókeypis, tí umborð á
skipunum stendur bilurin
stillur og sostatt hava tey
heldur ongar útreiðslur av
koyringini. Men skuldu tey
hinvegin koyrt til Havnar,
hevði tað kostað eina ávísa
upphædd
í
brennievni,
umframt at bilurin slítist og
tað kostar eisini.
– Skuldu tey ferðast
ókeypis til Havnar við
Smyrli, hevði tað sostatt
verið at givið teimum ser-
sømdir afturímóti teimum
sum noyðast at koyra ímill-
um bygdir ella oyggjar og
tískil mugu betala fyri
brennievni og slit á bilin.
Landsstýrismaðurin vísir
eisini á, at tosa vit um
sigling, betalir tað almenna
fyri at byggja skipini hjá
Strandferðsluna.
– Tað almenna betalir
eisini ein munandi part av
rakstrinum fyri at ferða-
fólkini skulu sleppa bíligri.
Tosa vit um Smyril, gevur
hann stórt undirskot og tað,
sum ferðafólk betala, er
bara ein partur av tí, sum
raksturin kostar.
– Men skulu tey ferðast
ókeypis, sleppa tey enntá
undan at betala tað, sum tað
hevði kostað at koyrt
ímillum í bili og tað kann
ikki vera rætt, sigur lands-
stýrismaðurin í samferðslu.
– Øll vita, at tað er sanni-
liga ikki ókeypis at koyra í
bili. Men skulu summi so
sigla ókeypis, er tað at geva
teimum sersømdir og tað er
ikki rætt.
Bjarni
Djurholm
er
greiður yvir, at tað kann
tykjast tungt fyri tey, sum
sigla, at betala fyri ferða-
seðil. Men hann sigur, at
veruleikin er, at tað al-
menna betalir eina mun-
andi upphædd til Strand-
ferðsluna, fyri at ferða-
seðlaprísirnir kunnu verða
munandi nógv lægri enn
teir annars høvdu verið.
Prísurin á ferðaseðl-
um til útoyggjarnar
við skipunum hjá
Strandferðsluni, skal
nú niður í helvt
FERÐASEÐLAPRÍSIR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal tað verða nógv
bíligari at sigla ímillum
útoyggjarnar í Føroyum og
meginlandið.
Tað ætlar Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Hann arbeiðir nú við eini
skipan, sum fer at gera tað
so bíligt sum gjørligt at
sigla ímillum útoyggjarnar
og inn á meginlandið.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hann fer at skjóta upp
fyri løgtinginum at seta
700.000-800.000 krónur av
til endamálið næsta ár.
– Hesin peningur skal
brúkast til at lækka prísin á
ferðaseðlum til og úr
teimum smáu oyggjunum,
sigur hann.
Niður í helvt
Hann sigur, at siglingin til
og úr útoyggj, kostar ikki
tað stóra og tí røkkir ein
upphædd upp uppá trí-
fjórðings millión rættiliga
langt.
– Metingar vísa, at við
hesi upphæddini, kann prís-
urin á ferðaseðlum til og úr
útoyggj, lækkast umleið
niður í helvt, sigur Bjarni
Djurholm.
Hann sigur, at saman við
Útoyggjafelagnum
skal
Strandferðslan nú gera eina
skipan fyri, hvussu pening-
urin sum best skal býtast
ímillum tær ymsu útoyggj-
arnar.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hendan skipanin kem-
ur
at
umfata
Svínoy,
Fugloy, Kalsoy, Mykines,
Skúvoy, Hest og Nólsoy.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hetta er eitt lið í
royndunum hjá Vinnumála-
ráðnum at liva upp til áset-
ingarnar í útoyggjaálit-
inum.
Hinvegin vísir hann á, at
sandoyarsiglingin og suður-
oyarsiglingin er tær báðar
dýrastu ruturnar hjá Strand-
ferðsluni. Har er myndin
eitt heilt onnur og at tær
verða ikki uppi í hesum.
– Landið hevur brúkt
stórar upphæddirnar uppá
siglingina um Skopunar-
fjørð og Suðuroyarfjørð og
harafturat betalir landið eitt
stórt ískoyti til hesar báðar
rutuna
hvørt
ár
í
rakstrarhalli.
– Hugsunarhátturin hjá
Kristinu Háfoss hongur ikki
saman. Skulu tey, sum sigla
við skipunum hjá Strand-
ferðsluni, ferðast ókeypis,
hevði tað verið at givið
teimum stórar sersømdir
framum tey, sum noyðast at
koyra, sigur Bjarni Djurholm
Fyri at gera tað lættari at búgva á útoyggj, skal prísurin á ferðaseðlum við skipunum hjá
Strandferðsluni lækkast munandi næsta ár. Tað fer eisini at koma teimum, sum sigla til
Fugloyar og Svínoyar við Másanum til góðar
Sleppa nú at sigla nógv
bíligari við
Strandferðsluni
C
M
Y
K
9
8