leygardagur 6. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 168 - 6. september 2003
Nr. 168 - 6. september 2003
11
Álvarsamar ferðsluvanlukkur fáa okkum at steðga á
og hugsa okkum um. Hvat kann verða gjørt fyri at
minka um talið vanlukkum? Nú eru so komin nøkur
hugskot fram. Tey flestu hava verið frammi áður.
Hetta er tó ikki galdandi fyri uppskotið um eina
serstaka skaðanevnd fyri ferðsluvanlukkur. Hetta er
ivaleyst eitt skilagott hugskot, eitt uppskot, ið
ivaleyst fer at kunna siga okkum nakað um, hví
vanlukkur henda á vegunum. Kenna vit nakrar av
orsøkunum, kann ivaleyst verða gjørt nakað við
hesar serstøku orsøkir. Myndugleikarnir eiga tí at
taka uppskotið um eina skaðanevnd frá leiðaranum
fyri Ferðslutrygd í størsta álvara.
Men tað verður ikki nóg mikið við eini skaðanevnd
fyri ferðsluvanlukkur. Henda nevnd kemur ikki inn í
myndina fyrr enn vanlukkan er hend. Sjálvandi kann
arbeiðið hjá eini skaðanevnd nýtast í fyribyrgingini
av vanlukkum í ferðsluni. Men ein nevnd eina er ikki
nóg mikið. Her má verða fylgt upp við øðrum tiltøk-
um, og tiltøkini mugu samskipast. Ein spurningur er
ferðin og eftirlitið við ferðini. Ein annar spurningur
kundi verið: eru krøvini til koyrilæruna nóg høg?
Eiga vit ikki umhugsa heilt at umskipa koyrifrálær-
una og geva hesari undirvísing sama status sum onnur
undirvísing hevur, sum t.d. tann, ið almenna undirvís-
ingarverkið hevur ábyrgdina av?
Ella við øðrum: átti koyrilæran ikki at verið undir
somu skipan sum onnur undirvísing? Hvørji krøv
eiga at verða sett til innihaldið í koyrifrálæruni? Átti
t.d. ikki ein lærugrein sum sálarfrøði at verða partur
av innihaldinum? Hvat við pedagogiska partinum av
koyrilæruni? Hvør tryggjar koyrilærarum ta
eftirútbúgving og ta dagføring av útbúgvingini, sum
ein og hvør, sum virkar sum lærari, støðugt hevur tørv
á? Hví skal tað kosta at taka koyrikort? Hevði tað ikki
bøtt munandi um ferðslutrygdina, um koyrilæran var
ókeypis, koyriskúlarnir vóru almennir og koyri-
lærararnir settir í fast starv hjá Mentamálaráðnum
ella hjá viðkomand bygdað ella bðráðið?
Ein áhugaverdur spurningur er spurningurin um
eina royndartíð fyri bilføraran. Tað er ivaleyst eitt
gott hugskot við einum treytaðum koyrikortið við
eini royndartíð, soleiðis sum Bjarni Djurholm,
landsstýrsimaður, nevndi í SvF hóskvøldið. Hetta
hevur verið nevnt áður. Men er tað rætt og skilagott
bert at lata hesar treytir verða galdandi fyri ungar
bilførarar? Her er nógv at hugsa um, og ferðslu-
trygdin er eitt hitt mest álvarsama mál í okkara tíð.
Ferðsluvanlukkurnar eru ræðuligir sorgarleikir, og
øll kenna vit djúpa samkenslu við teimum, sum
missa, sum koma til skaða, ella sum á annan hátt
verða rakt av vanlukkunum. Tað er umráðandi, at
nakað verður gjørt við hesar afturvendandi
óhugnaligu sorgarleikir, sum skelka og elva til so
stóra sorg og neyð. Vónandi fara allar góðar kreftir
nú til verka við hesum álvarsmáli.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ferðslutrygd á dagskrá
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eitt hjartasuff
Finnur Helmsdal
Í samband við at danskur
psykiatribussur vitjaði her
á landi var stutt samrøða í
morgunsending Útvarpsins
við tvey starvsfólk á psyki-
atrisku deild. Sum onkun
tíð áður, so fari eg at nýta
høvi til at fegnast um til-
takið og alt annað, hesi
ágrýtnu og áhugaðu starvs-
fólkini har úti gera fyri
okkara sálarsjúku. Tað er
stuttligt at uppliva hvussu
til dystin fús hesi somu
starvsfólk eru og hava ver-
ið, hvussu tey royna at
pynta um annars ikki alt ov
vøkru myndina, okkara
myndugleikar hava teknað
av hesum øki seinastu
nógvu árini.
Tó fari eg eisini at nýta
høvi til at koma við einum
hjartasuffi.
Eitt
av
starvsfólkunum málbar seg
nakað soleiðis í áður-
nevndu sending: "Sálar-
sjúka er ein sjúka, og eiga
vit at síggja og fara við
sálarsjúkum, sum eru tey
sjúk". Viðkomandi sigur so
nakað soleiðis: "Ofta verða
sálarsjúk sett í bás við t.d.
menningartarnað, og tað er
ikki so heppið".
Ein hugsar beinanvegin:
"Eru vit allíkavæl ikki
komin longur"?
Um ta tíðina, tá MBF
varð sett á stovn fyri gott 20
árum síðan, hoyrdist nevni-
liga júst sama sjónarmið frá
onkrum brekbólkum: „ vit
vilja ikki verða sett í bás
við tey evnaveiku (sum
menningartarnað tá vórðu
rópt)".
Arbeiða vitvið og fyri
menninskjum við serligum
tørvi ella í serligari støðu,
snýr tað seg m.a. um at
virka fyri, at hesi menn-
iskju so ella so gerast nátúr-
ligur partur av samfelagn-
um. Tað snýr seg um at
fyribyrgja, at tey verða
marginaliserað, og at ein-
semi og ótryggleiki mynda
tilveruna. Hetta er galdandi
fyri øll. Eisini tey sálar-
sjúku. Eisini tey menning-
artaraðu. Tað snýr seg ikki
um at hevja nakrar bólkar
upp um aðrar.
Vóni tit taka mær ikki
hjartasuffið illa upp, og enn
eina ferð takk og góðan
byrð.
Gerhard Lognberg,
borgarstjóri í Skopun og
løgtingslimur
Bill Justinussen landstýris-
maður, hevur nakrar við-
merkingar til tað, sum er
skriva um læknarnar í
Sandoy. Eg vil siga, at í
løtuni hava vit góðan lækna
í hvussu so er eitt hálvt ár
fram.
Hetta við læknanum í
Sandoy hevur verið terpa
aftur og fram og kennur tú
mína støðu í hesum málið:
Sandoy skal hava lækna alt
døgnið, eingin ivi um tað.
Hetta má verða eitt
minsta krav, tí at leggja
Sandoy við ongum lækna
frá kl. 16 á kvøldið til kl. 8
um morgunin, og frá kl. 16
fríggjadag og til kl. 8
mánamorgum
er
einki
minni enn ein katastrofa.
Nei Bill. Fyrst vóru
konsultatiónirnar tiknar frá
bygdunum og nú líður væl
at taka læknarnar við. Eg
skilji teg væl Bill, at tað er
ringt at fáa lækna, tí tað var
tað eisini áðrenn tú kom, so
hesin trupuleikin kann sum
so ikki bara verða tín.
Men so har frá at hoyra
og síggja teg royna at rætt-
vísgerða at eingin lækni
skal verða partar av tíðini í
Sandoy,
tað
er
bæði
grátuligt og láturligt.
Nei tað er einki andstøðu
tos at man ger vart við at
lækni skal verða í Sandoy.
So sigur Bill Justinussen at
tá samanum kemur hava vit
góða kommulækna tæn-
astu. Veitst tú hvat? So
hevur tú lurtað illa eftir tí,
sum vit hava roynt at fingið
fram: tænastan í Sandoy
hevur verið út av lagi.
Skilji eg teg rætt so hevur
tú slept endanum, og
meinar at vit í Sandoy
skulu klára okkum uttan
lækna.
Vónandi er tað ikki
meiningin, men tak málið í
álvara, so hesin trupuleikin
ikki kemur aftur. Sum sakt
hava vit góðan lækna sum
er og eitt hálvt ár fram.
Læknin og Sandoy
John Berg,
í Nesi Hvalba
Nú
fótbóltskappingin
gongur uppá tað harðasta.
Vildi fegin fingið við-
merkingar til hesi fyri-
brigdi - tað veri seg máls-
liga, men helst best við eini
tekning/mynd ?
Niðri á vøllinum ...........?
Upp á vøllin ………......?
Uppi á vøllinum ………?
Niðan á vøllin ………...?
Oman á vøllin ...……...?
Heim á vøllin ...........…?
Hvussu
við
at
vera
frammi ella afturi á vøll-
inum - at fara fram ella
aftur á vøllin?
Fótbóltsterminologi
Danska forlagið, For-
laget Nautilus, hevur
givið út bókina: "Fire
skibe med navnet
Tjaldur", sum Bjarni
Åkesson Filholm
hevur skrivað. Bókin
er tann triðja í røðini
um føroysk ferða-
mannaskip
BÓKAÚTGÁVA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bjarni Åkesson Filholm
gav í 1999 út eina bók um
Tjaldur, sum bleiv útseld
eftir stuttari tíð. Nú er
nýggjasta bókin "Fire skibe
meda
navnet
Tjaldur"
útkomin. Bókin er ikki
endurprent av tí fyrru, men
ein heilt nýggj bók.
Frá 1925 til 1969 vóru
ferðamannaskipini,
sum
vórðu nevnd Tjaldur hjá
Skipafelagnum
Føroyar,
týdningarmesta sambandi
millum Føroyar og Dan-
mark og útheimin yvir-
høvur.
Í bókini er eitt innleið-
andi kapittul við søguligum
atliti um sambandi millum
Føroyar
og
umheimin.
Síðan verður sagt frá við
góðum myndum og teksti
um hesi fýra skipini og um
teira lagnur.
Bókin er merkt av, at rit-
høvundurin er hevur stóran
áhuga fyri tí, hann skrivar
um. Hann greiðir eisini sera
livandi frá sínum egnu upp-
livingum á túrum millum
Føroyar og Danmark.
Tað er danska forlagið,
Forlaget Nautilus, sum
gevur bókina út. Forlagið
bleiv stovnað í 1999 við tí
endamáli at geva út bøkur
um danskar ferjur og ferða-
mannaskip. Fyrsta bókin ið
forlagið gav út var bókin
Tjaldur hjá Bjarna Åkesson
Filholm. Síðan eru fleiri
áhugaverdar bøkur komnar
frá Forlaget Nautilus.
Bókin "Fire skibe med
navnet Tjaldur" er 120
blaðsíður
við
nógvum
myndum, eisini litmyndum.
Bókin er nú at fáa í
bókabúðunum kring landið.
Nýggja bókin
um Tjaldur
komin
Bjari Åkesson Filholm er
hálvur føroyingur. Hann er
føddur í Vestmanna í 1952,
mamman er føroysk og pápin
danskur. Hann arbeiðir
dagliga sum bókavørur á
Hjørring Bibliotek, sam-
stundis sum eisini gevur
bøkur út
Nýggja bókin "Fire
skibe med navnet
Tjaldur" hjá Bjarna
Åkesson Filholm
Tjaldur og Blikur hjá Skipafelagnum liggja her saman á Asiatisk Plads í Keypmannahavn. Blikur sakk í 1963
C
M
Y
K
11
10