Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 6. september 2003 15 – Vit mugu gera alt vit kunnu fyri, at al- tjóða oljufeløg varð- veita áhugan fyri Føroyaøkinum. Og tað gera vit m.a. við at vera við á oljumesuni í Aberdeen sigur ein varliga bjartskygdur oljumálaráðharri OLJUMESSA Í ABERDEEN Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin.fo Hóast vónbrot og bakkøst í oljuleitingini við Føroyar, so helmar landsstýrismað- urin í oljumálum, Eyðun Elttør, ikki í at vísa altjóða oljuverðini, at føroyingar trúgva uppá eina oljufram- tíð, og at dyrnar standa opnar fyri at gera íløgur her. Men hví er Eyðun Elttør, landsstýrismaðurin við á oljumessuni í Aberdeen, nú vit hava borað fýra brunnar og einki rakstrarverdugt fund gjørt? – Tað er avgjørt neyðugt at vera við á slíkari olju- messu og vísa áhuga, peika á Føroyar, hvat vit gera og ætla, og gera vart við tí næstu útbjóðingini. – Men hvat sigur tú til tey, sum siga, at her var einki, og tí loysir tað seg ikki at halda á? – Tað er júst í slíkum tíðum, tá mótið kanska ikki er so høgt hjá nógvum, at vit vísa okkum fram og tey øki, sum kunnu goyma bæði olju og gass, her m.a. í einum nýggjum útbjóð- ingarumfari. Eyðun Elttør vísir á, vit mugu vísa andlit og lata oljufeløgini vita, at vit sjálvi trúgva uppá eina framtíð við olju og gassi á føroyska landgrunninum. Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur havt samband við oljufeløg, sum vísa eini 2. útbjóðing áhuga. Fríggjadagin skuldu landsstýrismaðurin og aðal- stjórin í Oljumálaráðnum Herálvur Joensen á fund við umboð fyri BP at tosa um framtíðina hjá tí bretska oljurisanum á føroyska landgrunninum. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum, sum var við á fundinum í Aberdeen sigur, at BP ætlar sær at halda síni forpliktilsi í Føroyum men ynskir at tosa við myndugleikarnar, hvørjar broytingar kunnu gerast í tí komandi virk- seminum, sum kunnu halda lív í leitivirkseminum og harvið gagna bæði Føroy- um og BP. (Sí eisini aðra grein). BP fer helst at bora sín næsta brunn á landgrunninum í 2005. Felagið fundast við bæði myndugleik- ar og onnur fyri- støðufeløg um, hvussu best kann farast fram OLJUMESSA Í ABERDEEN Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin.fo – Tað er ósannlíkt, at vit fara at bora á føroyskum øki í 2004, og sum nú er rokna vit við, at næsti brunnur okkara á føroysk- um øki verður boraður í 2005. Hetta sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri í BF, nú helvtin av brunnunum er borað. Um orsøkirnar til hetta sigur hann: – Sum er hava vit einki eyðsæð boriøki á okkara loyvisøki 004, og orsakað av vónbrotinum í sambandi við brunnin hjá ENI á loyv- isøkinum við síðuna av halda vit, at møguleikarnir fyri góðum úrsliti á loyvis- øki 004 ikki eru betri enn frammanundan. Hetta merkir, at váðin framvegis er rættiliga stórur. Vit hava ikki gjørt nærri kanningar av nøkrum ser- støkum boriøki (»site curvey«). Hetta skal gerast í rættiliga góðari tíð framman undan boringini, og ætlanin er at gera hetta á sumri 2004, sigur Hjarnar Djurhuus og heldur fram. – Vit halda, at tað hevur áhuga hjá bæði okkum før- oyskum myndugleikum, at vit meta sum best um allar møguleikar okkara viðvíkj- andi boringum, so at vit, tá borast skal, bora á einum øki, har møguleikarnir fyri góðum úrsliti eru teir bestu. Tað er ikki vist, at frægast er at bora á okkara egna loyvisøki, og tí hava vit tosað um aðrar møguligar loysnir. Vit hava havt sam- røður við øll hini fyri- støðufeløgini á føroyskum øki hetta seinasta árið. Fyrimunir kunnu vera við at bora sama ár, sum onnur fyristøðufeløg, og samstarva um at útvega ávísar tænastur. BP-stjórin sigur víðari, at tey ynskja at meta um allar upplýsingar, áðrenn avgerð verður tikin um eitt bori- stað, og nýggjar upplýsing- ar eru fingnar til vega. Seinast hevur ANI borað ein brunn og í minsta lagi 2 aðrir brunnar eru boraðir bretsku megin landgrunds- markið, herundir Ben Nevis brunnurin hjá Shell og BP, sum verður boraður í løtuni. Harumframt er nýggjur seismikkur skotin av øðrum fyristøðufeløg- um, og BP/Shell gera kann- ingar av teirra 3D seismikki, sum fer at hjálpa teimum at síggja djúpari fláir. Hesar upplýsingar verða ikki tøkir fyrr enn tíðliga í 2004, og neyðugt verður, at mett verður um hesar upplýsingar í kom- andi mánaðunum. Hjarnar Djurhuus sigur, at teirra ætlan er at samkoyra upplýsingarnar frá nýggju brunnunum við seismisku tulkingar teirra og ætlanin er at halda fram við samrøðum við onnur fyristøðufeløg og Olju- málaráðið um møguligar aðrar loysnir í sambandi við boringar á okkara loyv- isøki 004. Teir rokna við, at hesar samrøður verða lidn- ar móti endanum av 2003. Hetta merkir, at tíðliga í 2004 fara teir at hava eina betri hóming av møgulig- um boriøkjum fyri boring- ina í 2005. – Tað er ikki óhugsandi, at seinna boring okkara verður á loyvisøki 004, men sum nú er, er tað ósannlíkt, at vit fara at bora 2 brunnar afturat á hesum øki. Tí meta vit, at tað hevði verið best, um í minsta lagi annar av teim- um báðum brunnunum, sum vit hava eftir at bora á føroyskum øki, verður boraður uttan fyri okkara loyvisøki. Okkara samrøður við onnur fyristøðufeløg hava verið av meira almennum slagi, og vit rokna við, at hesar samrøður gerast meira ítøkiligar seinni í ár sigur Hjarnar Djurhuus. Ben Nevis boringin í bretskum øki, sum Shell og BP eiga helvt um helvt, og har Shell er fyristøðufelag, byrjaðu tíðliga í august, og verður roknað við, at bor- ingin verður liðug móti endanum av oktober mán- aði. Boringin er komin ígjøgnum basaltfláirnar utt- an truulleikar, og tey økini, sum størsti áhugin er fyri, eru framvegis eftir at bora. Eyðun Elttør á oljuráðstevnu: – Stóran týdning at vísa andlit Hjarnar Djurhuus, BP-stjóri: – Vit fara at halda okkara forpliktilsi í Føroyum 15 14 Nr. 168 - 6. september 2003 UTTAN ÚR HEIMI Tikin við geiðslavirknum evni Ein svii varð tikin, tá hann royndi at smugla 90 kilo av einum geiðslavirknum evni úr Russlandi til Finnlands. Finska løgreglan sigur við svenska blaðið Expressen, at maðurin varð tikin russisku megin markið, og at russisku myndugleikarnir nú kanna málið. Enn er ikki greitt, hvagar sviin ætlaði sær við tí geiðslavirkna evn- inum, og tað er heldur ikki greitt, hvat evni talan er um. Svenska tollverkið sigur, at málið verður mett at vera sera álvarssamt, og sambært ovastanum í svensku krim- inalløgregluni, Lars Nylén, er tað sera sjáldan, at nakar svii er uppi í smuglararoyndum av hesum slagnum. Byggja stóra skipasmiðju Kinesisku myndugleikarnir hava gjørt av at byggja heimsins størstu skipasmiðju nærhendis landsins størsta býi Shanghai. Myndugleikarnir hava sett ikki minni enn átta kilometrar av strondini av til skipasmiðjuna, sum verður á einari oyggj við Chang-ánna. Verkætlanin fer at kosta 22 milliardir krónur, og sambært henni verður heimsins størsta skipasmiðja klár at byggja tey fyrstu skipini um góð tíggju ár. Frammanundan eru tvær stórar skipasmiðjur við Shanghai, men tær verða báðar niðurlagdar, og tann nýggja fer at hava tvær ferðir so stóra framleiðsluorku sum tær báðar gomlu. Kina er heimsins triðstørsta skipasmiðjuland aftan á Suðurkorea og Japan. Tað er kinesiski staturin, sum eigur ta nýggju skipasmiðjuna, men útlendskir íleggjarar eru vælkomnir at seta pengar í hana, siga kinesisku myndugleikarnir. Vilstir hávar Í seinastuni hevur ljóðað, at ein stórur hávur hevur verið í bretskum sjógvi. Nú er hann ikki at finna, og sambært donskum serfrøðingum er tað ikki óhugsandi, at hann hevur svomið tvørtur um Norðsjógvin og er komin í danskan sjógv. Hávur er annars ikki óvanligur í donskum sjógvi. Átta hávasløg halda til har, men ikki færri enn tjúgu onnur hávasløg eru skrásett innan fyri danskt mark seinastu árini. Serfrøðingarnir siga, at hesir hávarnir halda til á djúpum vatni og koma tí ikki inn ímóti strondini. Heimsins størsti fiskur, hvalhávurin, sum kann ger- ast 18 metrar langur, var eftir øllum at døma úti fyri Hirtshals fyri nøkrum døgum síðani. Tað var ein stutt- leikafiskimaður, sum sá hann, og serfrøðingarnir halda, at hann mistók seg ikki. Næststørsti fiskurin í heiminum, tann næstan 12 metrar langa brugdan, er vanligur gestur í donskum sjógvi og er javnan at síggja allastaðni kring Danmark. Berlusconi yrkir Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er kendur fyri so mangt, og nú er komið fram, at hann eisini royn- ir seg sum skald. Blaðið Il Libero prentaði hósdagin ein kærleikssang, sum Berlusconi hevur yrkt, og sum er ein av sjey sangum, sum forsætisráðharrin hevur gjørt til eina nýggja fløgu hjá guitarleikaranum Marianco Apicella. Í sanginum, sum Il Libero prentaði, sæst, at alt ruggar ikki rætt við kærleikslívinum hjá forsætisráðharranum, og tað hevur fingið fjølmiðlarnar at gita, at alt er ikki, sum tað eigur at vera við samlívinum hjá Berlusconi og konu hansara, Veronicu Lairo. Bløðini vísa millum annað á, at tey bæði hava ikki verið at síggja saman alment í longri tíð. Annars er Berlusconi ikki tann einasti statsmaðurin við tónlistarligum áhuga. Bill Clinton spælir saxofon, Tony Blair hevur eina fortíð sum guitarleikari í einum rockbólki, og japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, ber orð fyri at duga sera væl at apa sær eftir sjálvum Elvis. Kolumbiska upp- reistrarrørslan FARC, sum bæði USA og ES meta sum ein yvir- gangsfelagsskap, hev- ur eina heimasíðu í Danmark. YVIRGANGUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Ein internetútveitari í Keypmannahavn hevur síðani á nýggjárinum hýst einari heimasíðu hjá tíð- indastovuni ANNCOL, sum er tíðindaberi hjá kolumbisku uppreistrar- rørsluni FARC. Síðani sein- asta summar hevur upp- reistrarrørslan staðið á yvirlitinum yvir felags- skapir, sum bæði ES og USA rokna sum yvirgangs- felagsskapir. Til seinasta ársskiftið helt heimasíðan til í Stock- hólmi, men varð stongd, eftir at svensku myndug- leikarnir fingu eina áheitan um tað frá kolumbisku stjórnini. Ístaðin fyri flutti heimasíðan til Keypmanna- havnar, og kolumbiski sendiharrin í Svøríki, sum eisini tekur sær av sam- skiftinum við Danmark, sigur við Berlingske Tid- ende, at hann fer at biðja danska uttanríkiráðið taka sær av málinum. FARC hevur seinastu 40 árini stríðst ímóti myndug- leikunum í Kolumbia. Fel- agsskapurin er sera harð- rendur og hevur millum annað skipað fyri bumbuat- sóknum, burturflytingum og morðum. Yvirgangsfelagsskapur heimasíðu í Danmark Óttast nýggjan 11. september Amerikanarar ávara um, at felagsskapurin al-Qaeda ætlar at ræna flogfør til enn ein 11. september. YVIRGANGUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Amerikonsku myndugleik- arnir bera ótta fyri, at yvir- gangsfelagsskapurin al- Qaeda hevur ætlanir um ein 11. september sum tann fyri tveimum árum síðani. Myndugleikarnir halda, at al-Qaeda kann fara at ræna ferðamannaflogfør, sum flúgva í amerikonsk- um loftrúmi ella nærhendis amerikanska meginlandin- um og at nýta tey til álop á mál í USA. Umframt flog- før, sum fara á flog í USA, eru tað serliga flogfør úr Kanada, sum flúgva uppi yvir USA ella nærhendis meginlandinum, og tí hava amerikanarar samstarvað við teir kanadisku myndug- leikarnar fyri at bøta um trygdina í teimum kanad- isku floghavnunum. Amerikikanarar siga, at fleiri amerikonsk flogfeløg hava fingið hóttanir teir seinastu mánaðarnar. Men tað eru ikki bara álop úr luftini, sum amerik- anararnir stúra fyri. Sagt verður, at al-Qaeda kann eisini fyrireika seg til onnur álop. Eitt nú at at breiða álvarssamar sjúkur og at eitra vatnveitingar ella mat- vørur. Innanhýsis ósemjur í politiskum flokkum eru ikki ókendar hjá okkum, men vanliga klára okkara politikarar at loysa ósemjurnar á friðarligan hátt. Men soleiðis er ikki allastaðni. Hendan myndin er úr Suðurkorea, har tað endaði við bardaga millum nýskipanarhugaðar tinglimir hjá Demokratiska flokkinum og floksfelagar, sum vilja halda upp á tað gamla. Politikarar bardust C M Y K 14