leygardagur 6. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 168 - 6. september 2003
Nr. 168 - 6. september 2003
17
Ole Ivars fyri fyrstu ferð í Føroyum
Mangur føroyingurin
man hava bíða spent-
ur hesar seinastu
dagarnar, eftir at tað
gjørdist greitt, at
kendi norski dansi-
bólkurin Ole Ivars
kemur til Føroyar at
spæla til dans. Og nú
eru teir so komnir, og
spæla teir á tveimum
støðum hetta viku-
skiftið
TÓNLEIKUR
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Norðmennirnir í Ole Ivars
hava verið vælumtóktir í
Føroyum og norðanlondum
í nógv ár. Teir fingu sítt
gjøgnum brot í 60’unum,
og teir hava síðani sitið
tungt á dansitrónini í Noreg
og aðrastaðni.
Nú eru Ole Ivars og teir
komnir til Føroyar, og eitt
av teimum londunum, har
Ole Ivars hava verið væl
dámdir, eru júst Føroyar.
- Teir eru nógv tann mest
spældi dansibólkurin í Útv-
arpi Føroya, sigur Elis
Poulsen, sum er persónligur
vinur við limirnar í Ole
Ivars.
Fríggjadagin hevði Ole
Ivars tíðindafund uppi á
Hotel Føroyum, og tað er
Mentanarhúsið, sum skipar
fyri. Konsert var fríggja-
kvøldið í Mentanarhúsin-
um, og í kvøld spæla teir til
dans í høllini á Hálsi.
Sjálvt um Ole Ivars eru
serstakliga
populerir
í
Føryum og í Noregi, so
hava tað eisini verið truplar
tíðir hja dansibólkinum.
Ole Ivars fekk sítt gjøgn-
umbrot í 60’unum, men
70’ini vóru slakar tíðir hjá
Ole Ivars. Í Noreg gekk
ikki væl at selja plátur, og í
Føroyum tónaði Ole Ivars
ikki so ofta í Útvarpinum.
- 70’ini vóru truplar tíðir
fyri Ole Ivars og fyri
dansitónleik sum heild. Í
Útvarpi Føroya varð ikki
nógvur
dansitónleikur
spældur, og eg haldi orsøk-
ina partvís vera, at útskift-
ing av fólki varð í Útvarp-
inum, sigur Elis Poulsen,
sum plagar at lata Ole Ivars
tóna av og á.
NRK ger film um
føroyaferðina
Men agurkutíðin er yvir-
staðin hjá Ole Ivars og
dansitónleikin, tí teir eru
betri umtóktir enn nakran-
tíð. Hesi seinastu árini hava
teir fingið ymsar tónleika-
virðislønir, og har ímillum
eisini ta størstu í Noregi,
nevniliga "Årest Spelband"
sum teir fingu í 1999.
Aftanfyri
Ole
Ivars
stendur eitt stórt plátufelag,
sum er tað størsta í Noregi,
tá tað kemur til dansitón-
leik. Teir hava megnað at
ført Ole Ivars fram í Nor-
egi, og áhugin fyri Ole Iv-
ars í heimlandinum er
ógvuliga stórur.
Heilar tvær sjónvarpsrás-
ir vóru á tíðindafundi á
Hotel Føroyum fríggja-
dagin. Umframt Sjónvarp
Føroya, so var norska sjón-
varpsrásin NRK eisini við á
tíðindafundi, og hetta ber
boð um, at norðmenn eru
spentir at frætta frá Ole
Ivars. NRK skal nevniliga
eisini gera ein film um
føroyaferðina hjá Ole Ivars.
Ole Ivars og teir eru
eisini nógv umbidnir, tí teir
fáa áheitanir um at spæla
næsta hvørt vikuskiftið.
- Tað klárar man ikki í
longdini, at spæla 200
leygardagar um árið, siga
teir skemtandi í Ole Ivars.
Skuldu koma til
Føroyar í 60’unum
Í Føroyum hevur Ole Ivars
bert spælt einaferð, og tað
var fríggjakvøldið. Annars
hevur ætlanin leingi verið,
at Ole Ivars skuldi koma til
Føroyar at spæla. Hetta
varð í 60’unum, men tað
varð av ongum. Orsøkin til
avlýsingina er ókend, men
teir vóru ógvuliga nógv
umbidnir hetta tíðarskeiðið.
Tað varð eisini afturi í
60’unum, at alt byrjaði, og
av fyrsta tíð var talan um
eitt kjallaraband, sum menti
seg nógv. At enda eydnaðist
teimum at fáa ein lítlan
platusáttmála í lag, har teir
fingu loyvi til at innspæla
eina royndarplátu.
Fyrsta plátan seldi ikki
væl, umleið 80 eintøk vóru
tikin av hyllunum. Men
seinni í 60’unum kom ferð
á,
og
plátusáttmálarnir
blivu størri og størri.
Tann best umtókti sang-
urin hjá Ole Ivars er
ivaleyst "Jeg trodde engl-
arne fanst" sum flest allir
føroyingar kenna.
Elis Poulsen kennir eisini
henda sang, tí ofta hevur
hann syrgt fyri, at hesum
hevur ljóðað kring landið.
Men
nú
verður
so
møguligt at hoyra Ole Ivars
og einglarnar beinleiðis í
høllini á Hálsi leygarkvøld-
ið, sum eisini er síðsta
konsert hjá Ole Ivars í Før-
oyum í hesum umfarinum.
Ole Ivars og dansitónleikurin er ein lívsstílur, siga teir í
Ole Ivars, nú teir eru í Føroyum fyri fyrstu ferð. Teir
hava eisini tikið teirra egna Ole Ivars-bil við á ferðina.
Frá vinstru er tað Tore Halvorsen, Ole Andreas Øde-
gård, Arild Engh, William Kristoffersen, Arne Willy
Foss, og Bjørn Elvestad
Teir dáma væl at skemta, mennirnir í Ole Ivars. Eitt nú
spurdu teir á tíðindafundinum, um blaðfólkið var komið fyri
at samráðast um fiskimarkið við Noreg, ella um talan kanska
var um kvoturnar
Til Azorurnar við útróðrarbáti
Tær komandi vikur-
nar fara føroyingar til
Azorurnar, har ætlan-
in er at seta seg á ein
part av fiskivinnuni.
Stjørnin á Azorunum
hevur víst áhuga fyri
at fáa føroyskar fiski-
menn til landið, og nú
hevur eitt privat
portugisiskt felag
fingið avtalu í lag við
føroyingar
FISKIVINNA
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Tað byrjaði afturi í 70’un-
um, og nú eru tað aftur
fleiri menn, sum halda, at
tað er skilagott at fara til
Azorurnar at fiska við
útróðrarbáti. Møguleikin
hevur nevniliga boðið seg
aftur, tí eitt portugisiskt
felag, sum í nógv ár hevur
havt samstarv við føroying-
ar, vil fegið seta í gongd við
einum seks til átta bátum.
Í fyrsta umfari er talan
um útróðrarbátar, tað vil
siga 30-40 fót bátar. Og
menn eru spentir at fara, tí
ES hevur gjørt stórar íløgur
í fiskivinnuna. Millum ann-
að hevur ES bygt nýmótans
havnir, soleiðis at olja og
ísur er lætt at fáa fatur á.
Men áðrenn føroyskir út-
róðarmenn fara við bátum
sínum til Azorurnar, skulu
fiskiumstøðurnar á Azor-
unum kannast. Tískil hava
tveir føroyskir útróðarmenn
tikið stig til, at ferðast til
Azorurnar fyri at kunna seg
um ymisk viðurskifti, ið
knýta seg at fiskivinnuni.
Oddmar Juul Samuelsen
er føroyski stigtakarin til
verkætlanina, og tað er
hann, sum hevur havt kon-
takt við portugisiska felag-
ið. Oddmar Juul Samuelsen
fer ikki sjálvur avstað sum
útróðrarmaður, men fer at
skipa fyri verkætlanini.
- Vit vóna, at henda
verkætlanini fer at strekkja
seg
yvir
nógv
ár.
Portugisiska felagið vil
hava
bátarnar
í
drift
skjótast gjørligt, tí teir hava
so nógvar gamlar bátar, og
tískil vilja teir hava eina
útskifting við nýmótans
bátum úr Føroyum, sigur
Oddmar Juul Samuelsen.
Stjórnin á Azorunum vil
fegin hava samstarv við
føroyska fiskivinnu, kanska
serliga tí, at talan er um eitt
oyggjaland sum Føroyar.
Azorurnar
hava
eina
líknandi
statsrættarliga
støðu sum Føroyar, tí teir
hava nevniliga eisini eina
heimastýrislóg.
Meðan
Azorurnar
og
Føroyar líkjast á nøkrum
økjum,
so
eru
oyggjalondini
ymisk
á
øðrum. Til dømis hava
Azorurnar
eitt
annað
veðurlag enn tað føroyska,
tí vanligi hitin liggur um
18-22 gradir. Hetta er av
fiskimonnum mett at vera
hóskandi hiti.
Botnurin við Azorurnar
er eisini ymiskur frá tí, sum
vit kenna í Føroyum. Botn-
urin er nevniliga vulkansk-
ur, og tískil mást tú seta
fiskilínuna upp á ein annan
hátt, soleiðis at tú ikki
missir línuna.
So tað kann vera trupult
at byrja fiskivinnu á nýggj-
um stað, og tískil fáa før-
oysku fiskimennirnir góðar
sømdir. Teir báðir fyrstu
útróðrarmennirnir, sum nú
fara til Azorurnar, fáa fígg-
ing at byrja við frá portug-
isiska felagnum.
Oddmar Juul Samuelsen,
føroyski samskiparin, sigur
við Sosialin, at áhugin
millum føroyskar fiski-
menn hevur verið serstak-
liga stórur. Og tað er ikki
bert millum útróðrarmenn,
at útmeldingarnar hava ver-
ið góðar, síðani Oddmar
Juul
Samuelsen
kunn-
gjørdi, at hann fór undir
fiskivinnu við Azorurnar.
- Tað er áhugi frá línu-
bátum, krabbabátum, og
trolarum, so teir stóru eru
eisini áhugaðir í hesum her,
sigur Oddmar Juul Samu-
elsen.
Ætlanin er í fyrsta um-
fari, at tað skal vera línu-
og snelluveiða. Men tað er
eisini møguligt at royna
eftir krabba við rúsum.
Fiskasløgini við Azorur-
nar eru ikki tey somu, sum
vit hava í Føroyum. Talan er
um ein nokkso dýran fisk,
og eitt av fiskasløgunum,
sum føroyingar fara at
royna eftir, er svørðfiskur.
Eftirspurningurin er stórur
eftir fiskasløgunum við
Azorurnar, tí fiskurin verð-
ur brúktur lokalt, og tey
mangla fisk. Azorurnar er
vanliga eitt jarðarbrúks-
land, og tískil er ikki so
nógvur fiskur á marknað-
inum.
Og meðan nógvur fiskur
ikki er á marknaðinum, so
er stórt havøki at fiska á.
Tað er eitt 200 fjórðinga
sjómark runt um Azorur-
nar, líka sum í Føroyum,
men har er ongin land-
grunnur, og tískil er størri
vídd at fiska á.
So vónirnar hjá Oddmari
Juul Samuelsen er góðar,
og hann vónar, at henda
verkætlanin fer at bera við
sær, at føroysk fiskivinna
kann vinna sær gróðrarlík-
indi við Azorurnar.
Útróðrarmenn fara úr
Føroyum
til Azorurnar
komandi
dagarnar,
og
fyrsta línan verður helst sett
innafyri næstu vikurnar.
Oddmar Juul Samuelsen er
føroyski stigtakarin til
verkætlanina, har føroyskir
fiskimenn fara til Azorurnar
at royna eftir dýrum fiski
Mynd: Jens Chr. Vang
C
M
Y
K
17
16