Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 • leygardagur • 6. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Eingir skaðar tykjast gera um seg í lands- liðsleguni, so Henrik Larsen kann helst mynstra við júst teimum ellivu, sum hann kundi hugsað sær LANDSDYSTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Glasgow: Eingir skaðar í hópinum. Tað mundi era týdningarmesta staðfest- ingin hjá Henrik Larsen hósdagin, eftir at landsliðið hevði havt tvær venjingar á heimavøllinum hjá Jákupi Mikkelsen, Partick Stadion. Einasta lítla minussið í venjingunum mundi vera, at Súni Olsen mátti gevast nakað fyri tíð seinnapartin, tá hann onkursvegna hevði fingið stívan nakka. Hetta tóktist tó ikki at vera av slíkum slag, at leikarin ikki verður klárur til leygar- dagin. Í aðrar mátar gekk ven- jingin av tí besta. Lagið á monnum tóktist vera gott, og ikki minst í fót-tennis- kappingini var mikil mála- geipan at hoyra. Kanska einamest tí tað vóru mál- verjarnir báðir, Jens Martin og Jákup, sum stóðu seg best í hesum, og høvdu teir hvør sín liðfelaga við sær til finaludystin. Álopið er spurningurin At síggja til frá síðulinjuni, so var venjingin hósdagin ikki so øgiliga nógv vend ímóti júst dystinum leygar- dagin. Heldur var tað so, at leikararnir fingu nakrar venjingar við fáum bóltrør- ingum, soleiðis at ferð kundi fáast á spælið. Heldur ikki undir sein- asta partinum av venjingini, har spælt varð upp á tvey mál, kundi nøkur greið linja síggjast í mun til dyst- in leygardagin. Her plagdi tað hjá Allani Simonsen vanliga at vera so, at teir við gulum vesti mest sum vóru vísir í at byrja kom- andi dystin, men heldur ikki hetta er soleiðis, sum tað plagdi at vera, so her var eingin hjálp at heinta í royndunum at seta liðið. Men fyri tað, verður tað frá flestum síðum gitt dúg- liga um, hvussu liðið fer at síggja út. Og tað man sum so ikki vera so øgiliga ymiskt, hvussu metingarnar eru. Sæð burtur frá Christian Høgna Jacobsen, sum hevur fingið ov nógv gul kort á kontina, so eru allir leikarar tøkir, og tí fer liðið helst at líkjast tí, sum hevur leikt størsta partin av hesi undankappingini. Tað vil so siga, at Jákup Mikkelsen verður í mál- inum. Framman fyri seg fer hann so at Jón Róa Jacobsen og Óla Johanne- sen, meðan tað so verða Pól Thorsteinsson og Súni Olsen, sum koma at verja hvør sítt borð. Á mið- vøllinum eru Fróði Benja- minsen og Jákup á Borg afturkomnir, og tað er einki at ivast í, at teir báðir koma beint inn á vanligu sessir sínar. Tað vil siga Jákup á høgra borðið og Fróði saman við Julian Johnsson á sentrala miðvøllinum. Plássið á vinstra miðvølli hevur onkra tíðina verið ein trupulleiki, men her tykist Rógvi Jacobsen hava vunnið sær fast pláss í ár. Og so er tað álopið. Her slepti Henrik Larsen einari bumbu, tá hann tók Christian Lamhauge Holst á liðið. Tað kundi bent á, at venjarin vil hvessa álopið, og so er spurningurin bara, hvussu tað verður gjørt. Tað er einki at ivast í, at John Petersen verður annar álopsmaðurin. Higartil hava tað so verið Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen, sum hava stríðst um hin sessin. Hesa ferð verða tað so Andrew og nýggi maðurin, sum skulu dystast um plássið. Hvør teirra tað verður, sum fær møguleikan frá byrjan, er ilt at gita um. Men Henrik hevur neyvan tikið ein somikið ókendan leik- ara við, fyri at seta hann á beinkin. So tað kundi meira enn so hent seg, at Føroyar fáa ein leikara afturat upp á altjóða listan, tá farið verður inn á Hampden Park leygardagin. Álopsplássið er opni spurningurin Súni Olsen var einasti leikarin, sum mátti gevast undir hósdagsvenjingini, men eymi nakkin fer væntandi ikki at geva nakrar trupulleikar leygardagin 19 18 Nr. 168 - 6. september 2003 Mikudagin frættu vit at ein 80 ára gamal Rolls Royce koyrdi runt í Havnini. Bilin funnu vit úti við Skipshandilin í Havn- argøtu. Talan var um ein Silver Ghost frá 1923, sum hevur koyrt um ein stóran part av heiminum og var nú á veg til Íslands BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rolls Royce bilar hava altíð verið sjaldsamir í Føroyum. Ein RollsRoyce bleiv keyptur brúktur úr Ong- landi undir krígnum og koyrdi í Havnini í nøkur ár. Seinni aftur, í 80-unum, kom ein hvítur Silver Shad- ow, sum Rasmus Magnus- sen í Hoyvík eigur í dag. Tað hendir tó av og á, at onkur Rolls Royce vitjar oyggjarnar. Við Norrønu mikudagin komu hjúnini Kate og Frederick E. Brown, sum búgva í býnum Plymouth í New Hamp- shire í USA, higar við einu- m RollsRoyce Silver Ghost frá 1923. Tey fóru víðari til Íslands mikukvøldið. Hetta var ein rættuliga gamaldags bilur við stoff- taki og stórum 33" eger- hjólum við hvítum dekk- síðum. Motorurin var ein 6. syl. við 12 tendriproppum. Hann gekk sum ein drey- mur í røttum Rolls Royce stíli. Rolls Royce eru kendir fyri at gera heimsins bestu bilar og flúgvaramotorar. Tað vóru bretarnir Charles Stewart Rolls (1877-1910) og Henry Royce (1863- 1933), sum stovnaðu fyri- tøkuna Rolls Royce Ltd. í 1906. Í 1931 keypti Rolls Royce bretsku Bentley bilverksmiðjuna, og síðan 1950 hava teir verið stórt sæð somu bilar. Men aftur til amerik- ansku hjúnini Kate og Frederick E. Brown sum hava koyrt við hesum bilin- um um ein stóran part av heiminum. Á báðum síðun- um á bilinum var eitt heimskort, sum vísti hvar tey hava kort. Síðan 1998 hava tey koyrt frá USA heilt til norðast í Alaska og gjøgnum Miðamerika til sunnast í Suðuramerika. Tey hava verið í Suður- afrika og í flestu londum í Evropa og heilt norðuri á Norðkapp. Nú komu tey so úr Norra til Føroyar og so viðari til Íslands. Á kortin- um stendur "1923 Spring- field Rolls Royce, 54.000 Miles and 38 Countries". 80 ára gamal Rolls Royce á vitjan Hjúnini Kate og Frederich E. Brown, úr Plymouth í New Hampshire, við 80 ára gamla Rolls Royce Silver Ghost, sum tey hava koyrt við um stóran part av heiminum Mynd: Magnus Gunnarsson Bilurin hevur stofftak og stór 33" egerhjól við hvítum dekksíðum Mynd: Magnus Gunnarsson Viðførisrúmið er eitt stoff kuffert sum kann takast av og kann man hava tað við inn á gistingarhúsið Mynd: Magnus Gunnarsson Rolls Royce Silver Ghost frá 1923 Mynd: Magnus Gunnarsson Gamalt og nýtt. 80 ára gamal bilur við nútímans GPS skipan í forrútinum Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 18