leygardagur 6. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 6. september 2003
21
Sum vant ætla
føroysku áskoðar-
arnir at gera nógv
burturúr
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Ein sjálvsagdur partur av
landsliðsferðini er uttan
iva føroyski 12. maðurin.
Er tað nakar, sum er
serliga ímyndin av hes-
um, so er tað uttan iva
Regin Egholm, sum hev-
ur verið formaður hjá
føroysku áskoðarunum,
síðani
felagið
varð
stovnað.
Og skal metast eftir
luttakaratalinum, so er
hetta ein av teimum stóru
uppgávunum hjá Regini
og teimum. Bara við 12.
manni eru gott og væl
200 áskoðarar teknaðir,
og tá so restin av ferða-
lagnum verður talt við,
verður talan um eina
hálva føroyska útiseta-
legu í Skotlandi.
Longu klokkan fimm
mikudagin var sølubás-
urin riggaður til á Flog-
vøllinum, og einki er at
ivast í, at umsetningurin í
hesum verður hampuliga
stórur á ferðini, soleiðis
at føroysku litirnir kunnu
seta sín dám á Glasgow-
økið komandi dagarnar.
Føroysku áskoðararnir fóru alt fyri eitt undir virksemið. Her eru tað Regin Egholm og
Jónleif Fredriksen, sum royna at seta lit á
Mynd: Álvur Haraldsen
Skotar hava ofta
borið orð fyri at vera
sear ernir av sínum
landsliði, men soleið-
is tykist støðan ikki
vera í løtuni. Als ikki
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Glasgow: Fótbóltsskotland
er í døpuduga í hesum døg-
um. Ikki akkrát tí Føroyar
koma á vitjan, men heldur
av kroystu støðuni, sum
landslið teirra er í í løtuni.
Tað man nevnliga vera
sjáldan – um nakran tíð - at
skotska landsliðið hevur
eina somikið veika grund-
stammu, sum teir hava í
løtuni. Einastu leikararnir,
sum kunnu rópast fyri
stjrønur, eru helst Paul
Lambert og Barry Fergu-
son, men heldur ikki teir
eru heilt á ovastu tindunum
í løtuni.
Tá er munur á, hvussu
liðið sá út í ’70- og
80’unum. Kenny Dalglish,
Billy Bremner, Gordon
Strachan
og
Gary
MacAllister fyri bert at
nevna nakrar, vóru leikarar,
sum høvdu sína dagligu
gongd í avgjørda euro-
peiska oddinum. Í dag er
tað bert Paul Lambert, sum
hevur slíkar royndir, men
tað er nakað síðani, at hann
við Dortmund var við til at
vinna Europa Cup kapp-
ingina, og sum so er hann
eisini ógvuliga ivasamur til
dystin móti Føroyum.
Tí tykist í nógvar mátar,
sum um virðingin fyri
egnum mátti fullkomuliga
er burtur. Tó at Føroyar í
allar mátar áttu at verið ein
pinkulingur í mun til Skot-
land, so verður frá flestu
síðum gjørt nógv burturúr,
at hetta er ein trupul dystur.
»Vit hava orsøk at óttast«
og
»Føroyar
eru
ikki
lættar« eru bert tvær av
mongu
yvirskriftunum,
sum seinastu dagarnar hava
prýtt ítróttarsíðurnar í skot-
skum bløðum, og sjálvur
tykist Berti Vogts eisini at
hava hálvgum garderað seg
ímóti vónbrotinum, sum
tað verður, um Skotland
ikki vinnur. Í samrøðum
við ymsar miðlar leggur
hann dent á, hvussu væl
skipað føroyska verjuspæl-
ið er, og at tað mest sum er
ógjørligt at skora móti okk-
ara, tá tíggju mans standa í
verjupartinum.
Og spyrt tú skotan á gøt-
uni, so er mest sum eingin
teirra, ið tykist rósa lands-
monnum sínum. »Scotland
is shit« og »Berti should
go« tykjast vera standard-
svørini, sum taxaførarar og
tænarar hava til fótbólts-
spurningarnar, sum verða
settir. Og besta svarið í so
máta mundi ein føroyskur
áskoðari helst fáa, tá hann
eitt sindur erpin vildi gera
vart við, at føroyska liðið
ætlaði sær okkurt.
»We’re gonna beat Scot-
land« segði áskoðarin ram-
liga við ein tænara, tá hesin
fregnaðist um, hvørji ørindi
teirra vóru her niðri. Og so
kom kontanta svarið.
»That shouldn’t be to
hard!«
Skotskur niðurtúrur
Glasgow fær føroyskar litir
21
20
Nr. 168 - 6. september 2003
Millum mongu
føroysku áskoðar-
arnar á skotlands-
ferðini er eisini
fyrrverandi lands-
liðsskiparin, Jens
Kristian Hansen
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Glasgow: Hjá Jens Krist-
iani Hansen skuldi ferðin til
Skotlands eftir ætlan verið
tann seinasta sum lands-
liðsleikari. Skaðar gjørdu
tó, at hetta varð av ongum,
og ístaðin tykist fyrrver-
andi liðskiparin at vera
farin undri nýggja tilveru
sum 12. maður Ein tilvera,
sum tó kanska ikki er so
nýggj kortini.
Á stóru gongugøtuni í
Glasgow, gingu vit orðið á
Jens Kristian, og hann
tóktist í øllum førum ikki at
hava mist mótið, fyri tað
um hann ikki longur er
partur av liðnum.’
– Tað var so ongan tíð
meiningin, at hendan ferðin
skuldi
vera
hin
allar
seinasta við landsliðnum.
Kanska sum leikari, men
avgjørt ikki sum áskoðari.
– Eg havi jú roynt tann
lutin onkra tíð fyrr, og tað
hava altíð verið góðir túrar.
Men tað hevur tó ikki verið
so, at eg havi gingið og
hugsað um, at tá eg gevist
sum leikari, so haldi eg
fram sum áskoðari.
Og er tað so langt síðani,
at tú gjørdi av, at nú skuldi
tú við hendan túrin.
– Nei. Faktist var tað
daman, sum av fyrstan tíð
bjóðaði mær. Hon ætlaði, at
tað skuldi verða føðingar-
dagsgávan (Jens Kristiain
fylti 32 ár mikudagin
blðm.), til mín. Men seinni
varð hetta tó broytt nakað,
soleiðis at vit gjørdu hetta
til eitt slag av virkisútferð,
soleiðis at vit eru tríggir á
starvsplássinum, sum eru
farnir við.
Øðrvísi uppliving
Tá dysturin verður leygar-
dagin, er einki at ivast í, at
kenslurnar hjá Jens Krist-
iani fara at vera eitt sindur
øðrvísi, enn tær hava verið
á so nógvum øðrum lands-
liðsferðum.
– Tað er so heilt víst. Tá
mann er vanur at vera niðri
á vøllinum, so er tað jú ein
heilt onnur uppliving, sum
er av áskoðaraplássunum,
men hinvegin, so er hetta
ikki heilt nýtt. Eg var í
Parkini á sinni, og tá lands-
liðið spældi í Slovakia, varð
eg skaddur beint undan
fráferðini, so tað ferðina fór
eg eisini sum áskoðari. Og
so fekk eg eisin ein hálvleik
á
áskoðaraplássunum
í
Sveis, men tað var so
orsakað av einum reyðum
korti.
– Tað eru sjálvandi
nógvir lutir, sum eru øðr-
vísi í mun til tað at spæla,
men í øllum førum er hetta
eitt sindur meria róligt.
Hóast áskoðararnir sjálv-
andi eisini eru spentir, so
eru vit ikki undir sama
trýsti, sum teir á vøllinum,
so eg rokni við, at eg verið
eitt sindur róligari hesaferð,
enn tá mann er á vøllinum.
Sum nevnt omanfyri, so
var tað ætlanin hjá Jens
Kristiani,
at
hetta
landsliðsárið skuldi verða
tað seinasta fyri hansara
viðkomandi. Men hóast
hetta so varð av ongum,
tykist hann á ongan hátt
vónbrotin
um,
at
tað
gjørdist so.
– Tað skuldi bara ikki
verða so. Eg hevði sjálv-
andi vonir um, at fáa
onkran dyst afturat, og sum
so var tað høvuðsorsøkin
til, at eg tók eitt ár afturat.
Men eftir skaðan, sum eg
fekk í vár, men tað havi eg
so ikki fingið. Kanska eri
eg bara blivin og gamal til
hetta, og Súni hevur gjørt
tað gott á vinstra bakki,
síðani hann kom inn, so tað
má eg bara góðtaka. Eg
havi tað eisini fínt í hesum
leiklutinum, so tað er ikki
nakað, sum plágar meg á
nakran hátt.
Fótbóltsfamilja
Neyvan verður tað so, at
Jens Kristian fer at ferðast
til allar útidystirnar hjá
landsliðnum framyvir. Men
nakrar ferðir fer tað nokk at
blíva til, og tað tykist ikki
vera vandi fyri, at hann skal
vera alt ov einsamallur á
hesm.
Stóribeiggin, Tummas Eli
Hansen, var jú í nógv ár
millum álitini á landslið-
num, og Jens Kristian rokn-
ar við, at tað fer at bera til,
at lokka hann við á onkrari
ferð.
– Vit kundu jú hóskandi
gjørt tað til eina familju-
útferð. Pápi okkara hevur jú
eisini verið drúgvur at
fylgja landsliðnum, og fyri
tað um vit báðir ikki longur
teljast millum leikararnar,
so rokni eg framvegis við,
at hann eisini hevur hug at
fara. Hesa ferð lág tað so
ikki fyri hjá honum, men
hann man fara at koma við
aftur. Tað ivist eg onga løtu
í.
Ókendir skotar
Áðrenn vit enda prátið við
fyrrverandi
liðskiparan,
spyrja vit hann sjálvandi
eisini, um tað eru nøkur
góð ráð, sum hann kann
veita leikarunum, áðrenn
teir leygardagin fara inn á
Hampden Park.
– Teir skulu í øllum før-
um ikki hava alt ov stóra
virðing fyri skotunum. Lið-
ið hjá teimum í dag er í øll-
um førum ikki eins sterkt,
sum tað onkra tíð hevur
verið. Leikaralistin telir
bara
eina
tríggjar-fýra
kendar leikarar, og so er
restin leikarar, sum spæla í
lægru ensku deildunum,
ella á onkrum av smærru
liðunum í Skotlandi.Og so
eru teir heldur ikki so væl
samansjóvaðir, tí útskift-
ingin á liðnum hevur verið
so stór. Tað kann geva ein
fyrimun, um alt ikki teim-
um eftir vild.
So tað verður kanska til
eitt stig ella trý?
– Hevði tað verið so væl.
Møguleikin er jú altíð til
staðar, og Henrik lovaði jú
eisini sjey stig. Skal tað
halda, so krevst jú ein sigur
her leygardagin, men nú fáa
vit so at síggja, segði Jens
Kristian at enda. Leikarin,
sum nú hevur fingið 12-
talið á ryggin.
Nýggjur leiklutur
Leikarin,
sum
flestu
skotsku miðlarnir geva
ans undan leygardegnum
er liðskiparin á lands-
liðnum, Paul Lamberg.
Hann hevur drigist við
ein skaða seinastu tíðina,
og meðan liðfelagarnir
nú venja, hevur hann bara
hildið til í svimjihylinum,
so fóturin ikki verður
overvaður av venjing.
Og hóskvøldið var í
øllum førum framvegis
ivasamt, hvørt liðskiparin
fór at verða tøkur leygar-
dagin.
– Enn er so einki
avgjørt. Vit arbeiða við tí
hvønn dag, men tað verð-
ur so ikki fyrr enn beint
fyri dystin, at endaliga
avgerðin verður tikin,
segði Paul Lambert við
sjónvarpsrásina,
Sky
News, hóskvøldið.
-jm
Lambert
ivasamur
C
M
Y
K
20