leygardagur 6. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 6. september 2003
23
Skotland er saman
við Kekkia og Jugo-
slavia – bæði í fleiri
útgávum – fótbólts-
tjóðirnar, sum
Føroyar hava dystast
ofta við í undankapp-
ingum
SKOTLAND–FØROYAR
Jóannes Hansen
Skotland er ein av fótbólts-
tjóðunum, sum Føroyar
hava spælt flest landsdystir
ímóti. Ímóti ongum øðrum
hava Føroyar spælt so ofta
ímóti sum Íslandi. Undan
altjóða limaskapinum í
1988 vóru nógvir lands-
dystir ímóti grannunum
fyri vestan – bæði B og A
landsliðnum.
Samlaða
dystartalið er nú 26. Síðani
føroyski FIFA limaskapurin
gjørdist veruleiki í 1988,
hava Ísland og Føroyar
spælt átta landsdystir. Allir
uttan tveir hava verið
vinardystir. Báðir dystirnir
í ár vóru EM undankapp-
ingardystir.
Tá ið tað kemur til
undankappingardystir hava
Føroyar spælt flestu ferð-
irnar ímóti trimum tjóðum:
Jugoslavia,
Kekkia
og
Skotlandi. Tvey tey fyrru
londini hava verið fyri
nógvum broytingum, með-
an fótbóltssamskiftið hevur
verið við Føroyar. Gamla
Jugoslavia datt sundur eftir
tveir teir fyrstu dystirnar
ímóti Føroyum, og tá ið
Føroyar spældu teir fyrstu
av
undankappingardyst-
unum ímóti Kekkia, vóru
teir í felagsskapi við Slo-
vakia.
Skotland líkist framvegis
sær sjálvum. Tað gjørdi tað
eisini, tá ið Føroyar 12.
oktober í 1994 spældu
fyrsta landsdystin ímóti
teimum í Glasgow. Skotand
vann 5–1. Seinnapartin í
dag fara Føroyar og Skot-
land at spæla sætta lands-
dystin.
Hjá
føroyska
liðnum
hevur úrslitaliga gingið
rætta vegin ímóti Skotlandi.
Eftir 5–1 tapið í 1994, vann
Skotland í 1995 2–0 í
Føroyum, og í 1998 vann
Skotland 2–1 í Aberdeen.
Tvær tær síðstu ferðirnar
hevur verið javnleikur á
Svangaskarði: 1–1 í 1999
og 2–2 í fjør.
Føroyar eiga framvegis
fyrsta sigurin á Skotlandi til
góða.
Drúgvu menninir
Óli Johannesen er tann av
føroysku landsliðsspælar-
unum, sum oftast hevur
umboðað føðilandið. Tí
kemur tað neyvan óvart á,
at Óli er tann føroyingurin,
sum oftast hevur tikist við
skotar. Hann hevur verið
við allar fimm ferðirnar, og
hann hevur spælt allar dyst-
irnar á tamb.
Undan dystinum ímóti
Íslandi, lótu venjararnir
skína ígjøgnum, at eitt av
ivamálunum var, um Óli
Johannesen skuldi vera í
miðverjuni, ella um Hans
Fróði Hansen skuldi fáa
møguleikan. Óli Johanne-
sen varð valdur, og ta ferð-
ina var hann fyri 62. ferðina
á landsliðnum.
Tríggir spælarar hava
verið við fýra ferðir ímóti
Skotlandi. Teir eru Todi
Jónsson,
Jens
Kristian
Hansen og Julian Johnsson.
Av hesum hevur bara Julian
Johnsson í kvøld møgu-
leikan at spæla fyri fimtu
ferð
ímóti
Skotlandi.
Merkisvert er tað, at Julian
hevur umboðað fýra feløg í
landsdystum ímóti Skot-
landi. Í heimadystinum í
1995 umboðaði hann HB, í
1998 og í 1999 umboðaði
hann Kongsvinger, í fjør
umboðaði hann B36, og
hesa ferð umboðar Julian
ÍA Akranes á landsliðnum.
Jens Martin Knudsen
hevur vart málið tríggjar
ferðir ímóti Skotlandi. Í
kvøld ferð Jákup Mikkel-
sen eftir øllum sólarmerkj-
um at døma – í býnum har
hann dagliga arbeiðir í
Partick Thistle – fyri triðju
ferð at verja landsliðsmálið
ímóti Skotlandi.
Frá tí fyrsta dystinum í
1994 og til tann næsta í
1995 líktust liðini heilt
nógv. Síðani gingu tað trý
ár inntil Føroyar og Skot-
land aftur hittust. Tá var
talan
um
nýggja
EM
undankapping, og tí sigur
tað seg sjálvt, at skifting-
arnar høvdu verið nógv
fleiri. Á átjan manna lið-
num, sum í hesi vikuni er í
Glasgow, eru tað bara
málverjarnir báðir, Jákup
Mikkelsen og Jens Martin
Knudsen, sum eisini vóru á
liðnum fyri níggju árum
síðani. Tólv av teimum
átjan, sum vóru við í 2–2
dystinum á Svangaskarði í
fjør, eru við í Skotlandi,og
av teimum fyrstu ellivu í
fjør eru tríggir ikki við hesa
ferð
–
Jens
Kristian
Hansen, Hjalgrím Elttør og
Christian Høgni Jacobsen.
Óli hevur verið við hvørja ferð
28. Skotland–Føroyar 5–1 (3–0)
10. EC
Í Glasgow mikudagin 12. oktober 1994
19.867 áskoðarar
1–0:
John McGinlay 5.
2–0:
Scott Booth 34.
3–0:
John Collins 41.
4–0:
Billy McKinlay 61.
5–0:
John Collins 73.
5–1:
Jan Allan Müller 75.
Skotland: Andy Goram, Glasgow Rangers – Stewart
McKimmie Aberdeen, Colin Hendry Blackburn Rovers
(Billy McKinlay, Dundee United, 59.), Alan McLaren,
Glasgow Rangers, Craig Levein, Hearts Edinburgh,
Tommy Boyd, Celtic Glasgow, Pat Nevin, Tranmere
Rovers, John Collins, Celtic Glasgow, Paul McStay,
Celtic Glasgow, Scott Booth, Aberdeen (Andy Walker,
Celtic Glasgow, 71.), John McGinlay, Bolton
Venjari: Craig Brown
Føroyar: Jens Martin Knudsen, GÍ – Henning Jarnskor,
GÍ, Tummas Eli Hansen, B36, Óli Johannesen, TB, Jens
Kristian Hansen, Randers Freja, Øssur Hansen, Vejle –
Jan C. Dam, HB (Djóni N. Joensen, NSÍ, 54.), Kurt
Mørkøre, KÍ (Janus Rasmussen, GÍ, 71.), Magni
Jarnskor, liðformaður, GÍ – Jan Allan Müller, Horsens,
Todi Jónsson, Lyngby BK
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jákup
Mikkelsen, Herfølge, Jan Andreasen, KÍ, Jens Erik
Rasmussen, Horsens
Venjari: Allan Simonsen
33. Føroyar–Skotland 0–2 (0–2)
15. EC
Á Svangaskarði mikudagin 7. juni 1995
0–1:
Billy McKinlay 25.
0–2:
John McGinlay 29.
Føroyar: Jens Martin Knudsen, GÍ – Henning Jarnskor,
GÍ, Tummas Eli Hansen, B36, Óli Johannesen, TB,
Janus Rasmussen, GÍ, Øssur Hansen, B68 – Julian
Johnsson, HB, Jens Kristian Hansen, B36, Magni
Jarnskor, liðformaður, GÍ (Allan Joensen, KÍ, 56.) –
Jens Erik Rasmussen, Horsens (Jan Allan Müller,
Horsens, 74.), Todi Jónsson, Lyngby BK
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kaj Leo
Johannesen, HB, Harley Bertholdsen, KÍ, Djóni N.
Joensen, NSÍ
Venjari: Allan Simonsen
Skotland: Jim Leighton, Hibernian Edinburgh – Craig
Burley, Chelsea, Colin Calderwood, Totthenham
Hotspur,
Stewart
McKimmie, Aberdeen, Alan
McLaren, Glasgow Rangers, Rob McKinnon, FC
Motherwell – Darren Jackson, Hibernian Edinburgh,
John Collins, Celtic Glasgow, Billy McKinlay, Dundee
United, John McGinlay, Bolton Wanderers (Scott
Gemmil, Nothingham Forest, 76.), Duncan Shearer,
Aberdeen (John Robertson, Hearts Edinburgh, 71.)
Venjari: Craig Brown
56. Skotland–Føroyar 2–1 (2–0)
23. EC
í Aberdeen mikudagin 14. oktober 1998
18.517 áskoðarar
1–0:
Craig Burley 22.
2–0:
Billy Dodds 45.
2–1:
John Petersen br 86.
Skotland: 1. Neil Sullivan, Wimbledon – David Weir,
Heart of Midlothian, Colin Hendry, Glasgow Rangers,
Matt Elliot Leicester City, Tom Boyd, Celtic Glasgow –
Billy McKinlay, Blackburn Rovers (Ian Durrant,
Kilmarnock, 46.), Craig Burley, Celtic Glasgow,
Callum Davidson, Blackburn Rovers – Allan Johnston,
Sunderland (Stephen Glass, Newcastle United, 80.),
Billy Dodds, Dundee United, Simon Donnelly, Celtic
Rangers
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jonathan
Gould, Celtic Rangers, Colin Calderwood, Tottenham
Hotspur, Darren Jackson, Celtic Glasgow, Ally
McCoist, Kilmarnock, Derek Whyte, Aberdeen
Føroyar: Jákup Mikkelsen, Herfølge – Hans Fróði
Hansen, HB, Óli Johannesen, TB, Jens Kristian Hansen,
liðformaður, B36 – Pól Thorsteinsson, B36, Sámal
Joensen, GÍ, John Petersen, B36, Julian Johnsson,
Kongsvinger, Henning Jarnskor, GÍ (John Hansen, KÍ,
81.) – Uni Arge, Aarhus Fremad (Jákup á Borg, B36,
69.), Todi Jónsson, FCK
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jens Martin
Knudsen, Jan Joensen, KÍ, Jan C. Dam, HB, Jóhannis
Joensen, HB, Símun Eliasen, Aarhus Fremad
Venjari: Allan Simonsen
58. Føroyar–Skotland
1–1 (0–1)
24. EC
á Svangaskarði leygardagin 5. juni 1999
4.100 áskoðarar
0–1:
Allan Johnston 39.
1–1:
Hans Fróði Hansen 90.
Føroyar: Jákup Mikkelsen, Herfølge – Hans Fróði
Hansen, HB, Óli Johannesen, TB, Pól Thorsteinsson,
B36 – Jóhannis Joensen, HB (Jákup á Borg, B36, 70.),
Allan Mørkøre, HB, Julian Johnsson, Kongsvinger,
Sámal Joensen, GÍ, Øssur Hansen, B36 (John Ryan, KÍ,
85.) – John Petersen, B36 (Uni Arge, Leiftur, 82.), Todi
Jónsson, liðformaður, FCK
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jens Martin
Knudsen, Leiftur, Jens Kristian Hansen, B36, Jan C.
Dam, HB og Fróði Benjaminsen, B68
Venjari: Allan Simonsen
Skotland: Neil Sullivan, Wimbledon – Matt Elliot,
Leicester City, Tom Boyd, liðformaður, Celtic Glasgow,
Colin Calderwood, Aston Villa, Callum Davidson,
Blackburn Rovers – David Weir, Everton, Poul
Lambert, Celtic Glasgow, Ian Durrant, Kilmarnock
(Colin Cameron, Heart of Midlothian, 46.) – Allan
Johnston, Sunderland (Scott Gemmill, Everton, 85.),
Billy Dodds, Dundee United, Kevin Gallacher,
Blackburn Rovers (Eoin Jess, Aberdeen, 89.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jonathan
Gould, Celtic Glasgow, Derek Whyte, Aberdeen, Paul
Ritchie, Heart of Midlothian, Robbie Winters,
Aberdeen
Reytt kort: Matt Elliott 45.
Venjari: Craig Brown
82. Føroyar–Skotland
2–2 (2–0)
29. EC
EM–2004 undankapping Leygardagin 7. september
2002, kl. 15.00 á Svangaskarði 4.200 áskoðarar
1–0:
John PETERSEN 6.
2–0:
John PETERSEN 13.
2–1:
Poul LAMBERT 61.
2–2:
Berry FERGUSON 85.
Føroyar: 1. Jens Martin KNUDSEN, 56/-143, NSÍ – 4.
Pól
THORSTEINSSON,
23/0,
NSÍ,
2.
Óli
JOHANNESEN, 57/1, liðformaður, TB, 5. Jón Rói
JACOBSEN, 6/0, HB, 3. Jens Kristian HANSEN, 42/3,
B36 – 9. Jákup Á BORG, 22/0, B36, 7. Fróði
BENJAMINSEN, 16/1, B68, 8. Julian JOHNSSON,
45/2, B36, 6. Hjalgrím ELTTØR, 3/0, KÍ (13. Heðin Á
LAKJUNI, 9/0, KÍ, 90.) – 10. John PETERSEN, 41/5,
B36 (17. Andrew AV FLØTUM, 5/0, HB, 79.), 11.
Christian Høgni JACOBSEN, 12/2, Vejle (12. Rógvi
JACOBSEN, 17/1, HB, 74.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 14. Hans
Fróði HANSEN, 23/1, B68, 15. Jóhannis JOENSEN,
12/0, HB, 16. Jákup MIKKELSEN, 26/-48, Molde, 18.
Sjúrður JACOBSEN, 1/0, NSÍ
Gult kort:
Jákup Á BORG 18., Jens Martin
KNUDSEN 77.
Venjari: Henrik LARSEN
Skotland: 1. Robert DOUGLAS, 5/2, Celtic – 2.
Maurice
ROSS,
5/0,
Rangers
(17.
Graham
ALEXANDER, 6/0, Preston, 73.), 5. David WEIR,
37/1, Everton, 4. Christian DAILLY, 37/3, West Ham, 3.
Stephen CRAINEY, 4/0, Celtic – 7. Poul DICKOV, 4/0,
Leicester (13. Stephen CRAWFORD, 4/1, Dunfermline,
46.), 6. Barry FERGUSON, 12/2, Rangers, 10. Poul
LAMBERT, 32/1, liðformaður, Celtic, 8. Scott DOBIE,
5/1, West Bromwich (14. Steven THOMPSON, 5/1,
Dundee, 84.) – 9. Kevin KYLE, 5/1 Sunderland, 11.
Allan JOHNSSTON, 18/2, Middlesbrough
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Poul
GALLACHER,
1/0,
Dundee,
15.
Kevin
MCNAUGHTON, Aberdeen, 16. Lee WILKE, Dundee,
3/0, Gareth WILLIAMS, 4/0, Nottingham Forrest
Gult kort: Maurice ROSS, 45., David WEIR 72.,
Steven THOMPSON, 87.
Venjari: Berti VOGTS
23
22
Nr. 168 - 6. september 2003
Henrik Larsen fegnast
um, at tað í løtuni
tykjast vera so nógvir
leikarar, sum banka
alsamt harðari á
landsliðsdyrnar
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Glasgow: Sum kunnugt, so
var tað ímóti Skotlandi, at
Henrik Larsen og føroyska
landsliðið fóru undir inni-
verandi undankapping. Tað
ferðina gekk tað sum so
heilt væl, og hesaferð tykist
Henrik Larsen eisini hava
góðar vónir um, at tað fer at
bera til hjá okkara at stríða
seg til eitt gott úrslit.
– Tað er nokk einki at
ivast í, at teir frá fyrta
bríksli royna at leggja trýst
á. Teir eru á heimavølli
framman fyri sínum egnu
áskoðarum, og ein javnleik
fáa teir ikki brúkt til nakað
sum helst. Men megna vit
at fáa okkara spæl at koyra,
soleiðis at vit halda teimum
fyrstu løtuna, so kann jú
nógv henda. Ikki minst um
teirra áskoðarir so eisini
vísa sína ónøgd.
Á Svangaskarði í fjør var
tað serliga í síðunum, at
tað gekst væl hjá okkum.
Roknar tú við, at vit fáa
eins gott pláss hesaferð?
– Nú mugu vit jú síggja,
hvussu teir stilla upp, men
vit mugu so gera okkara
part.
Fleiri trýsta á
Enn hevur landsliðsven-
jarin ikki gjørt av, hvørjar
ellivu hann skal senda í
eldin frá fyrsta bríksli. Men
í mun til seinasta dystin, so
hevur hann aftur Jákup á
Borg og Fróða Benjamin-
sen at taka av, og at teir
báðir byrja inni, tykist eing-
in ivi vera um.
– Tað er jú soleiðis í slík-
um kappingum, at tá sein-
asti dystirnir skulu spælast,
er næstan altíð onkur, sum
er leikbannaður. Hesa ferð
er tað so Christian Høgni,
men tað er einki at ivast í, at
tað er ein styrkur, at vit nú
hava Jákup og Fróða aftur.
Ta tíðina, sum eg havi havt
landsliðið, hava teir í øllum
førum verið millum teir,
sum hava tikið størstu tøk-
ini. Og teir tykjast eisini
vera væl fyri í løtuni, so tað
er einki at ivast í, at kapp-
ingin um plássini er økt.
– Hartil er eisini at fegn-
ast um, at tað nú eru alt
fleiri leikarar, sum banka
alsamt harðari upp á lands-
liðsdyrnar. Jann Ingi hevur
gjørt tað sera gott, tá hann
hevur fingið møguleikan,
og Tór-Ingar hevur gjørt
nógv um seg í venjing-
unum, so vit fáa at síggja.
Enn er ein venjing eftir, og
tað verður so ikki fyrr enn
eftir hana, at vit endaliga
finna útav, hvussu liðið sær
út. Men tað sær gott út í
løtuni, segði Henrik Larsen
at enda.
Nógvir um boðið
Landsliðsvenjarin roknar við,
at skotar fara at leggja nógv
fyri fyrstu løtuna á
Hampden Park
Ikki heilt óvæntað
var tað John Peter-
sen, sum flestu tíð-
indafólkini vildu
hava orðið á, tá
føroyska liðið kom
til Skotland
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Glasgow: Einki er at
ivast í, hvør leikarin er,
sum skotar hava mest
virðing fyri. Við teimum
báðum føroysku mál-
unum í javnleikinum
móti Skotlandi á Svanga-
skarði var John Petersen
maðurin, sum tók alt
Skotland á bóli. Og at
minnið um hetta fram-
vegis er sjónligt, var sjón
fyri søgn, tá føroyska
liðið mikukvølidð lendi í
Glasgow.
– Jú, har vóru heilt
nógv tíðindafólk, sum
vildu hava at vita, hvørt
eg ætlaði at endurtaka
hetta. Onkur tók enntá til,
at eg var maðurin, sum
skotar óttast, men eg
svaraði bara aftur, at teir
skuldu óttast. Ikki bara
meg, men øllum liðnum,
tí vit ætlaðu at fáa okkurt
við okkum, segði John
Petersen flennandi, tá vit
hósdagin fingu orðið á
hann.
Og tað er einki at ivast
í, at vónirnar eru góðar
hjá John.
– Skotarnir eru í øllum
førum kroystir. Eg vil
ikki siga, at teir ræðast
okkum, men teir bera í
øllum førum ótta fyri, at
úrslitið ikki verður nóg
gott. Teir minnast jú
dystin á Svangaskarði, og
hesa ferð eru teir kroystir
at vinna. Gera teir ikki
tað, so eru teir úti av
kappingini. Tað kann
geva okkum ein fyrimun,
men nú fáa vit at síggja,
segði ein máltystur John
Petersen at enda.
Nýggi landsliðsleik-
arin úr Lyngby tykist
fegin um, hvussu lætt
tað hevur verið at
blivið partur av
landsliðshópinum
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Glasgow: Longu áðrenn
hann yvir høvur hevði sæð
nýggju liðfelagar sínar,
hevði føroyski almenn-
ingurin í øllum førum
fingið eitt at vita, hvør
Christian Lamhauge Holst
var. Leikarin úr Lyngby,
sum eingin hevði hoyrt um.
Í øllum førum ikki fyrr enn
týsdagin í seinastu viku.
Mikudagin slapp hann so
fyri fyrstu ferð at hitta
restina av landsliðshóp-
inum, og tá vit hittu hann
eftir seinnapartsvenjingina
hósdagin, tóktist leikarin
sjálvur at lata væl at nýggju
tilveruni.
– Tað fyrsta, sum eg beit
merki í, var at hetta er gott
kollektiv. Tað er ikki nakað
fastlæst hierarki, soleiðis at
tú sært nakrar seta seg
oman yvir hinar á liðnum,
og tað hevur í øllum førum
gjørt tað munandi lættari
hjá mær at koma inn sum
nýggjur maður.
Tá tosið so fellur inn á
dystin leygardagin, og teir
tankar, sum Christian hevur
gjørt sær um hendan, so
tykist tað í øllum førum
ikki vera so, at hann ætlar
sær at krevja nakað pláss á
liðnum.
– Sjálvandi vóni eg, at eg
sleppi at fáa nakrar minuttir
á vøllinum. Tað skal eg jú
gera. Men hinvegin havi eg
sum so ikki nakra ímynd av,
hvussu leingi eg skal bíða
eftir møguleikanum. Tað
má eg bara taka, soleiðis
sum tað kemur.
Men tað skerst ikki
burtur, at talan er um eitt
sindur øðrvísi umstøður á
Hampden Park í mun til eitt
nú Lyngby Stadion. Er tað
ikki nakað, sum tú hevur
gjørt tær nakrar tankar um,
soleiðis at tú eisini sálarliga
er klárur til dystin.
– Nú eri eg ikki tann,
sum soleiðis hugsi um,
hvussu eg skal fyrireika
meg til dystin. Men tað er
nokk einki at ivast í, at um
tú skalt inn til ein slíkan
dyst, so mást tú savna tank-
arnir fyrst. Har verður jú
ein rúgva av áskoðarum,
sum helst fara at gera sítt
til, at dysturin ikki skal
verða lættur hjá okkum.
Men tað er í øllum førum
ein máti, sum tit kunnu fáa
hesi at tagna uppá?
– Ja. Við at skjóta mál.
Tað er so í øllum førum tað,
sum mann droymir um,
men nú fáa vit so at síggja,
hvussu gongur við tí, segði
altso nýggi landsliðsleik-
arin at enda.
Follin væl til
Christian Lamhauge Holst
sigur seg als ikki hava
hóming av, um ella í hvønn
mun hann verður partur av
dystinum leygardagin
Skotarnir ræðast John
Eg svaraði bara aftur, at
teir skuldu óttast. Ikki bara
meg, men øllum liðnum,
segði John Petersen um
virðingina, sum skotar
tykjast hava fyri honum
C
M
Y
K
22