Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 169 - 9. september 2003 Nr. 169 - 9. september 2003 3 Við alskyns kapping- um, tiltøkum og tápu- ligum spurningum hava Elin, Heri og Kári megnað at undirhildið lurtarar í eitt heilt summar. Og tað hevur gingist væl. Nú er sendingin liðug fyri hesu ferð, men vónandi verða tey aftur komandi summar ÚTVARP Henny Olsen Nú summarið er farið at hallað, er tað ein sending í Útvarpi Føroya, sum verður pakka saman. Talan er um væl umtókta Barometri. Mangur føroyingur man uttan iva hava sitið og flent eftir hóvliga Kára, tápuliga Hera og damuni Elin, sum við firmakapping, "kenn tín maka," rundferðum í Føroyum og tápuligum spurningum, hava hugnað um seinnapartarnar. Tey hava verið og vitja bóndan úti í Svínoy og koyrt vatn- skutara á Leynavatni. Eisini hava tey skipað fyri alskyns tiltøkum so sum karaoke- kapping í Útvarpshøllini, undranardegi á rundkoyr- ingini við Kaffivognin og mongum øðrum. Men tað vóru ikki bara kappingar og tápuligir spurningar á skránni. Sum nakað heilt nýtt høvdu tey í ár kannað sær tann altíð stuttliga Mads Jacobsen úr Jútlandi. Mads, sum altíð hevði okkurt nýtt at bjóða og sum altíð kom sær í trupulleikar, ringdi til fólk at antin veita ella biða um tænastu. Mads ella Heri, sum átti leiklutin, kundi við hesum veruliga godta sær. Nógvar meiningar Nøkur halda tó, at hetta bara er fjas. Nógvir spurn- ingar vóru, sum næstan burdu censurerast. Heri, sum við sínum tvætluta og ungdommiliga sinnið stóð ikki eftir, og spurdi um ullintar G-strongir, støddir á konufólkaundirklæðum og tálgaknetti. Og tað var Kári, sum mátti bera yvir við Hera. Men tað vóru eisini fleiri trúfastir lurtarar, sum flentu og flentu. Hetta er jú ein lítil kollvelting. Ikki ofta er tað, at man kann sita og smápráta við einum kaffi- koppi í hondini og hoyra samrøður um undirklæði og kynsmun í Útvarpi Føroya. Men nú er alt hetta broy, og í heila tikið hava tey flestu tikið ímóti hesum við opnum ørmum. Føroya gløggasta fyritøka. Eins og í fjør, høvdu tey eina firmakapping. Hesa- ferð høvdu um 36 teknað seg til. Í tí spennandi final- uni dystaðust Nomatek og LM-handilin. LM-handilin dró longra stráðið, og kann nú kallað seg "Føroya gløggasta fyritøka." Lurtararnir hava verið sera ymiskir. Tey flestu millum 15 til 45 ár hava tendra útvarpið klokkan 15. Hesin stóri aldursmunur kemst av tí, at tilfarið og tiltøkini ikki bara fevndu um ein aldursbólk, men fleiri. Hetta er sera huga- ligt, tí ikki ofta er ein sending á skránni, har bæði móðir og barn kunnu ella tíma at lurta eftir. Elin, Heri og Kári duga væl at undirhalda, tað hava vit fingið staðfest, og tí hevði ikki verið so galið, um tey bara blivu við og við. Men alt fær ein enda, og tað ger Barometri eisini. Eftir er bert at vóna. Vónandi aftur komandi ár Í summar hava tey á Barometrinum aftur herja dúgliga á. Aftur hesu ferð skipaðu tey fyri firmakapping og gjørdist vinnarin LM-handilin C M Y K 3 2