týsdagur 9. september 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 169 - 9. september 2003
Nr. 169 - 9. september 2003
5
Fyrst í juli mánað
varð boðað frá, at ILA
varð staðfest í
Sørvági. Men kanska
var ikki talan um ILA
kortini. Ein orsøk til,
at málið hevur drigið
út, er, at eitt mistak
hendi á Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuni
ILA - ÁVARING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kanska
var
tað
følsk
ávaring, tá ið boðað var frá
ILA í einum aliringi hjá
Sørvágs Laks í Sørvági.
Í øllum førum hevur tað
enn ikki borið til at stað-
fest, at talan er um ILA.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan tók royndir úr ali-
brúkinum.
– Støðan er tann, at á
Heilsufrrøðiligu
Starvs-
stovuni vístu royndirnar, at
talan var um ILA, sigur
Peter Østergaard, djóra-
lækni í fiskasjúkum.
– Men tá ið royndirnar
síðani vórðu eftirkannaðar
á eini starvsstovu í Århuus,
vístu tær ongi tekin um
ILA.
Peter Østergaard sigur, at
stóri trupulleikin er, hvussu
tað ber til, at kanningarnar
á Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni vísti, at tala var um
ILA, men at eftirkanningin
ongi tekin vísti til sjúkuna.
Hvussu tað ber til, er ilt
hjá Peter Østergaard at
siga.
Men hann ásannar, at eitt
mistak hendi á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni, tí
royndirnar
vórðu
ikki
goymdar sum tær áttu.
– Júst hetta málið fall
saman við ymsum átrok-
andi uppgávum hjá Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni og
tí tíverri hendi tað mistak,
at dupultroyndirnar komu
ikki í kuldaskap, sum tær
áttu, sigur hann. Tað kann
gera, at royndirnar vísa, at
onki ILA er.
Men orsøkin kann sjálv-
sagt eisini vera, at tað í
veruleikanum onki ILA er.
Men hann leggur afturat,
at Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan hevur stórar trupul-
leikar við hølum og við
manning.
– Hølistrupulleikar gera,
at vit eru noydd at hava
ymiskt virksemi í sama
høli, sum ananrs átti at ver-
ið í hvør sínum høli. Sostatt
verða eisini hesar roynd-
irnar kannaðar í høli, sum
annað virksemi eisini fer
fram í og ger tað ómetaliga
trupult at arbeiða og kann
skjótt føra til, at royndir
verða dállkaðar.
Tað er kortini ikki so, at
royndirnar verða dálkaðar á
tann hátt, at royndir frá
fleiri
alibrúkum
verða
blandaðar saman, so at eitt
alibrúk at órætti kann verða
lagt undir at hava ILA fyri
tí um sjúka er í einum
øðrum alibrúki.
Men tað tað kann vera
hent, at ymsar royndir í
sama alibrúki verða dálk-
aðar, so at virði av dupult-
royndum verður burtur.
Hann sigur, at tey hava
manningartrupulleikar, tí
tey høvdu eisini havt brúk
fyri einum serútbúnum
fólki til hetta slagi av kann-
ingum.
Tað, sum nú hendur, er, at
fleiri royndir skulu takast,
sum síðani skulu sendast til
Noregs til kanningar.
Peter Østergaard sigur, at
tí koma nakrir dagar at
ganga afturat, áðrenn ein
endalig støða fyriliggur.
– Antin er støðan tann, at
vit hava sent út eina falska
ILA ávaring og at onki ILA
er í Sørvági. Ella er ILA í
alibrúkinum, men at okkurt
er hent við royndunum, frá
tí, at vit hava kannað teir, til
tær eru eftirkannaðar í
Århuus.
Peter Østergaard ásannar,
at hetta er ein sera keðilig
støða fyri alibrúkið, men at
hann væntar endaligt svar
um nakrar dagar.
Hann sigur, at orsøkin til,
at tað er gingin so long tíð,
er partvís, at summarfrítíð
hevur verið og tað at
Starvsstovan hevur havt
onnur mál, sum hava havt
skund og tí hevur tað drigið
út.
– Men støðan er ómeta-
liga keðilig, bæði fyri
okkum og fyri alibrúkið,
men fáa vit ikki betri. um-
støður, koma vit ikki langt
á hesum øki, sigur Peter
Østergaard.
Motorsúkklustevnan í
Suðuroy hepnaðist
avbera væl. Veðrið var
gott, áhugin stórur og
blíðskapur skortaði
ikki
MOTORSÚKKLU-
STEVNA
Àki Berrtholdsen
aki@sosialurin. fo
Hetta var eitt minni fyri
lívið.
Øll tey mongu motor-
súkklufólkini, sum koyrdu
Suðuroynna
á
tamb
í
vikuskiftunum vóru avbera
væl nøgd.
Og vit hava tosað við
meiri enn ein, sum helt, at
hetta var eitt minni fyri
lívið. Tey halda, at áhugin
fyri súkklunum og blíð-
skapurin á ferðini var størri
enn tey eru von við á
øðrum ferðum og tað
fløvaði, siga tey.
Ein fortreyt fyri einum
góðum túri á motorsúkku,
er veðrið og ikki kann sig-
ast annað, enn at tey høvdu
veðurgudarnar
í
sínum
parti
hetta
vikuskiftið.
Leygardagin var veðrið av
tí allarbesta. Sunnudagin
var eitt sindur meiri vindur,
men ikki so tað bilaði - og
hekkuportrið á Smyrli var
ikki meiri enn komin í lás,
so oysregnaði.
Tað vóru eini 90 motor-
súkklufólk úr øllum land-
inum, sum høvdu sett
hvørjum øðrum stevnu í
Suðuroynni hetta viku-
skiftið. Tilsamans vóru um
60 súkklur av øllum sløg-
um og øllum støddum við.
Av teimum vóru um helm-
ingingurin norðaneftir og
helmingurin vóru súkklur
úr Suðuroy.
– Hetta eru meiri enn tað
plagar at vera, men tað
hevur eisini verið ein ótrú-
liga góður túrur, sigur Ove
Ritter úr Havn, sum er av tí
sanna motorsúkklufólkin-
um.
Tvær ferðir um árið
verður skipað fyri stevnu
sum hesari og stevnurnar
eru fyri øll, sum hava áhuga
fyri motorsúkklum. Tað er
sostatt ikki neyðugt at eiga
súkklu fyri at vera við.
Stevnurnar eru altíð fyrsta
vikuskiftið í mai, tá ið
motorsúkkluárið byrjar og
seinna stevnan er altíð
fyrsta vikuskiftið í sep-
tember, áðrenn allarflestu
súkklurnar verða settar
undir tak fyri veturin.
Motorsúkkluáhugaðir í
Føroyum
hava
stovnað
felagið MC- Føroyar og tað
er hetta felagið,sum aðru-
hvørja ferð skipar fyri hesi
motorsúkklustevnuni.
Aðruhvørja ferð er tað Før-
oya Ellisakfar, sum skipar
fyri. Hesuferð áttu Føroya
Ellisakfar tørn at skipa fyri.
Hetta er áttandu ferð, at
skipað verður fyri motor-
súkklustevnu, men hetta er
tann fjølmentasta, sum
hevur verið.
300 motorsúkklur
At koyra á motorsúkklu er
ein áhugi, sum hevur
vundið heilt nógv upp á seg
í Føroyum seinastu tíðina.
– Í løtuni eru einar 300
motorsúkklur skrásettar í
Føroyum og tað er nógv
meiri enn fyri nógv árum
síðani.
Men tað er væntandi, at
hetta fer at vinda nógv
meiri uppá seg, tí eftir
fólkatalinum eru tað bara
helvtina so nógvar motor-
súkklur í Føroyum sum í
Danmark.
Tað hevur eisini altíð
verið sagt, at tað er eitt
mannfólkaítriv burturav at
koyra á motorsúkklu.
Hetta er ikki sannleikin
longur, tí tað sær út til, at
verða blivið eitt satt móta-
rák ímillum konufólk at fáa
sær koyurikort til motor-
súkklu.
Ein á stevnuni, sum stutt
síðani hevði tikið koyrikort
til motorsúkklu, greiddi frá,
at á tá ið hon tók koyri-
kortið, vóru tey 17 tilsam-
ans, men bara trý av teim-
um vóru mannfólk.
– Vit vera fleiri og fleiri,
sigur Ove Ritter.
Hann sigur, at ofta eru
tað fólk, sum eru komin eitt
sindur til árs, men sum ikki
hava roynt tað áður, sum nú
fáa sær koyrikort til motor-
súkklu.
– Men talan er eisini um
nógv fólk, sum eru komin
upp í árini, men sum
koyrdu
motorsúkklu
á
ungum árum. Men so fingu
tey børn og seldu motor-
súkkluna og keyptu barna-
vogn ístaðin.
– Nu eru so børnini farin
úr reiðrinum og so kemur
longsulin eftir motordrivna
hjólhestinum aftur.
Men tað eru eisini nógv
ung, sum fáa sær motor-
súkklu
Rossafólk við motori
Ove
Ritter
heldur,
at
motorsúkklufólkið er ikki
øðrvísi enn rossafólkið. Tey
hava rossini, vit hava súkkl-
una.
– Vit koma nógv út í
nattúruna, vit fáa nokk av
frískari luft. Tað er balsam
fyri sálina at koma burturúr
gerandisdegnum eina løtu
og føla roykin av grasi í
nasunum. Og vit eru eisini
partur í einum felagsskapi,
tí vit, sum koyra motor-
súkklu, hava altíð nóg
mikið at práta um.
Les eisini síðu 7.
Kanska følsk
ávaring í Sørvági
Í meiri enn tveir mánaðir hava tey í Sørvágs Laks livað í óvissuni. Fyrst í juli varð boðað frá
ILA í alibrúkinum hjá teimum, men nú hevur óvissa tikið seg upp um royndirnar, sum vórðu
tikna. Fleiri royndir skulu takast og Peter Østergaard væntar at svar ein av komandi døgum
Eitt minni fyri lívið
Tað var fitt av fólki og hugdu at motorsúkklunum, har tær stóðu so stásiligar uttanfyri Statoil á
Tvøroyri seinnapartin leygardagin
Skitna vatnið kostaði virkisleiðaranum starvið
Virkisleiðarin á Før-
oya Fiskavirking í
Miðvági, Albert Ellef-
sen, er farin úr starv-
inum. Beinleiðis or-
søkin er málið um
dálkaða vatnið, sum
virkið hevur brúkt í
framleiðsluni
UPPSØGN
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Miðvági:
Albert Ellefsen er farin út
starvinum sum virkisleiðari
á Føroya Fiskavirking í
Miðvági. Hann helt seg
ikki kunn halda fram, eftir
at virkið hevði arbeitt mat-
vørur við dálkaðum vatni.
–Tað er rætt, at beinleiðis
orsøkin til, at eg eri farin úr
starvi, er hatta málið um
dálkaða vatnið, sigur Albert
Ellefsen. Eg havi sjálvur
valt at siga meg úr starvi,
sigur hann.
Tað er ikki fyrstu ferð, at
Føroya Fiskavirking í Mið-
vági hevur havt trupulleikar
av skitnum vatni, sigur Al-
bert Ellefsen. Og hann
leggur afturat, at hann
longu framman undan hesi
hendingini hevði gjørt av, at
um slíkt hendi aftur, átti
hann at leggja frá sær. Ta
avgerðina hevur hann so
uppfylt nú.
– Eg eri øgiliga keddur
av at noyðast at fara úr
hesum starvinum. Tað var
eitt
dreymaarbeiði
eg
hevði, sigur hann. Eg
treivst væl og haldi, at eg
kom væl út av tí við fólkið
eisini.
Albert Ellefsen er einki
fyri at gera nakrar viðmerk-
ingar annars til støðuna,
sum hon er í dag. Tó sigur
hann, at hann vónar, at
virkið kann fara í gongd
aftur heilt skjótt. Men tað
krevur, at Miðvágs Komm-
una tekur seg saman og fær
eina endaliga loysn á hes-
um trupulleikanum, sum
ikki er nýggjur.
–Tað ber heilt einfalt ikki
til, at slíkt skal endurtaka
seg, sigur Albert Ellefsen,
fyrrverandi virkisleiðari á
virkinum hjá Føroya Fiska-
virking í Miðvági.
Mist álitið
Stjórin á Føroya Fiskavirk-
ing, Meinhard Jacobsen, er
kanska meira rísin enn
harmur um tað, sum hent
er.
– Vit hava heilt einfalt
mist alt álit á Miðvágs
Kommunu, sigur hann. Tað
líkist púra ongum, at vit
hava framleitt matvøru í
fleiri dagar við dálkaðum
vatni,
samstundis
sum
kommunan hevur vitað av,
at brot hevur verið á vatn-
veitingini, og at vatn tískil
hevur verið tikið aðrastaðni
frá enn bara úr vanligu veit-
ingini.
Og tað er ikki nokk við tí,
sigur Meinhard Jacobsen.
Føroya Fiskavirking hevur
eisini fyrr í summar verið í
holt við Miðvágs Komm-
unu og víst á júst vandan,
sum standast kann av, at
vatnið verður dálkað.
– Tann 27. juni í ár frættu
vit, at ein bóndi í Vágum
ætlaði at fara at spræna tøð
fram við vatngoymsluni í
Miðvági. Tá talaðu vit at á
einum fundi, vit fingu við
kommununa. Tað varð so
steðgað, júst tí, at vit vístu
á, hvat tað kundi fara at
kosta, um vatnið varð dálk-
að, sigur stjórin á Føroya
Fiskavirking.
Hann sigur seg hava
frætt, at ein maður, sum
hevur við vatnið hjá Mið-
vágs Kommunu at gera,
hevur veirð á havnarlagn-
um í Miðvági og har sagt
onkrum, sum arbeiðir á
Fiskavirking, at galið er við
vatninum.
Men
eingin
formlig frábðan er komin
frá kommununi til leiðsluna
á Føroya Fiskavirking.
– Vit halda tað vera
skomm
fyri
Miðvágs
Kommunu, at teir hava
hildið hetta dult bæði fyri
okkum og eisini fyri borg-
arunum
í
kommununi.
Hetta líkst ongum, og vísir
bert, at Miðvágs Kommuna
er eitt serdømi í at rigga
illa, sigur ein ilskur Fiska-
virkisstjóri.
Øgiligar avleiðingar
Hetta fær stórar avleiðingar
fyri virkið og ikki minst
fyri øll tey fólkini, sum
dagliga hava arbeitt á
virkinum.
Virkið liggur stilt og fer
at gera tað, líka til heilt
greitt
er,
at
Miðvágs
Kommuna endaliga og full-
gott hevur loyst hendan
trupulleikan, sigur Mein-
hard Jacobsen.
Hann heldur tað vera út
av lagi vánaliga handfaring
av nógv tí størsta arbeiðs-
plássinum í oynni, at tað
skal fara so illa av kleyvar-
skapi.
– Vit vita, at vøra er dálk-
að og arbeiða framvegis við
at taka royndir av tí, vit
hava framleitt. Talan er um
hundraðtals - kanska tús-
undtals - royndir, vit noyð-
ast ígjøgnum, til vit við
vissu kunnu siga, um hvør
einstakur pakki er dálkaður
ella ikki. Og tað er ikki
smávegis.
Var hetta fyrstu ferð, var
tað so tað, tað er, sigur
hann. Men hetta er hent
fyrr. Eitt nú misti virkið í
Miðvági einar fimm milli-
ónir krónur í 1998, júst av
somu orsøk, vísir hann á.
Árið í ár verður helst nak-
að slakt, sum útlitini í løtuni
eru. Í fyrsta lagi lá virkið
stilt í ein mánað i vár, með-
an verkfallið var. Nú hevur
verið stongt í einar fjúrtan
dagar orsakað av bakterium
í vatninum. Og eftir ætlan
skal ein størri um- og út-
bygging gerast á virkinum
seinni í heyst.
– Var tað soleiðis, at vit
høvdu fingið fráboðan frá
kommununi um, at galið
var
við
vatnveitingini,
kundi vit kanska samskipað
hendan steðgin og út-
byggingina eitt sindur, sig-
ur Meinhard Jacobsen.
Men soleiðis er ikki.
Tað eru í sær sjálvum
ikki bakteriurnar í vatnin-
um sum so, ið eru trupul-
leikin,
vísir
Meinhard
Jacobsen á. Tað er meira
tað, at vatnið, sum tikið er
úr áunum, er so gruggugt
av mógvi og mold, at UV
strálurnar á reinsiverkinum,
sum skuldu dripið bakteri-
urnar, ikki klára at treingja
ígjøgnum
hetta
brúna
vatnið, sigur hann. Tær eru
slopnar ígjøgnum leiðing-
ina og eru endaðar á virk-
inum hjá Føroya Fiskavirk-
ing og ivaleyst í vanligum
sethúsum í Miðvági eisini,
heldur hann.
Borgarstjórin í Miðvági,
Jóan Pauli Fredriksen, var
ikki at hitta, tá roynt varð at
fáa viðmekringar frá hon-
um til málið, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Albert Ellefsen hevur persón-
liga tikið avleiðingarnar av,
at Føroya Fiskavirking í Mið-
vági hevur arbeitt fisk við
dálkaðum vatni, og hevur
sagt seg úr starvinum sum
virkisleiðari
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4