Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 169 - 9. september 2003 Nr. 169 - 9. september 2003 7 Fólk støðast illa í almennu umsitingini. Ein avriksløn kann bøta um trupulleikan, heldur BFL. Petur Petersen, aðalstjóri, tekur væl ímóti tank- anum, men hann ávarar ímóti at fara fram í óðum verkum og mælir til, at tað verður væl fyrireikað, áðrenn lagt verður til brots AVRIKSLØN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Avriksløn. Eitt nýtt ganda- orð hevur stungið seg upp, nú partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum eru farnir til samráðingarborð- ið. Heiðurin fyri tað eigur Búskapar- og løgfrøðingar- felagið, sum í einum al- mennum brævi hevur lagt upp til kjak. Niels Winther er formaður í BFL, og hann sigur, at tað eru fleiri orsøk- ir til, at felagið hevur tikið málið upp. – Tað almenna hevur ein ógvuliga stirvnan lønar- bygnað, sum ikki eggjar starvsfólkini. Longu eftir seks árum ert tú komin upp á hægsta lønarstig, og tað ger, at fólk leita sær aðrar leiðir eftir avbjóðingum. Vit halda, at avriksløn kann gera tað meiri áhugavert at arbeiða hjá tí almenna, halda fólkum til og geva teimum avbjóðingar og møguleika at fáa meira í lønarposan, sigur Niels Winther. Meira og skjótari Sum er, loysir tað seg ikki at arbeiða meiri og skjótari, tí tað gevur einki eyka í løn. Verður ein partur av lønini avriksløn, kann ar- beiðsplássið røkka betri úr- slitum, og starvsfólkini verða nøgdari, heldur BFL. Sambært uppskotinum skulu umleið 15 prosent av lønini hjá almennum starvsfólkum vera avriks- løn. Avtalur skulu gerast millum starvsfólk og leiðsl- ur fyri eitt ár í senn, og tær skulu útgreina nágreiniliga, hvørji mál skulu røkkast. Tað kann vera, at málsvið- gerðartíðin skal styttast, at álit skulu latast innan ávísa freist, ella at viðskiftafólk gerast nøgdari. Tað ljóðar, sum almennu starvsfólkini gera ov lítið til nyttu í dag, men soleiðis heldur Niels Winther ikki, at hugskotið skal skiljast. – Tey flestu arbeiða hart í dag, men vit hava einki ímóti at taka spurningin upp, og at okkara arbeiði verður eftirmett og skjal- prógvað. Hví ikki motivera fólk til at gera okkurt eyka og fáa løn afturfyri? Í dag rýma fólk úr almennu um- sitingini, so skjótt tey hava fingið royndirnar, og tað er óheppið fyri øll, sigur Niels Winther. Gott hugskot Petur Petersen er aðalstjóri í mentamálaráðanum, og hann sigur seg taka væl ímóti fleiri tættum av av- rikslønini. – Eg haldi, at hugskotið við avriksløn er gott, og at tað eru nógvir partar av tí, sum kunnu brúkast skila- gott. Men tað er av alstór- um týdningi, at tað verður fyrireikað væl, so tað verð- ur gjøgnuskygni í skipan- ini. Tað má vera púra greitt, hvørji mál eru galdandi fyri ta puljuna, sum verður latin til avriksløn, sigur Petur Petersen. Hann sigur seg taka undir við grundtankanum aftan fyri avriksløn. Gert tú nakað serligt fyri títt arbeiðspláss, sum lyftir seg upp um tað vanliga, skal tú lønast afturfyri. Men sam- stundis heldur hann, at nógvir vandar eru á vegn- um. – Avriksløn er ikki egnað allastaðni. Í undirvísingar- verkinum er tað eitt nú ivasamt, hvussu avriksløn kann latast einum lærara. Skal hann metast eftir árs- metinum hjá næminginum. Ella eftir próvtølunum? Tað er so ymiskt, hvat innihald almenn arbeiðspláss hava, og tí má takast hædd fyri, sigur Petur Petersen. Hóast tað í stóran mun snýr seg um arbeiðsum- hvørvi, um fólk eru nøgd og trívast á sínum arbeiðs- plássi, so viðgongur Petur Petursen, at lønin eisini hevur týdning. – Lønin er eitt element, sum tú ikki kanst síggja burtur frá, tá tað kemur til trivnað. Vit kunnu bjóða avbjóðingar í aðrar mátar við fakligum umhvørvi, avbjóðingum og netverki, men lønin liggur føst. Kann ein bonuspulja geva okkurt eyka, so vit varðveita fólk, so er tað áhugavert, og sig- ur BFL, at tað er ein gongd leið, so mugu vit taka tað til okkum, sigur Petur Petersen. Minni fyri meira Ein atfinning ímóti avriks- lønini hevur verið, at vandi er fyri, at fólk fara at ar- beiða ov skjótt, so at tað gongur út yvir dygdina. At- finningina heldur Petur Petersen verða viðkomandi. – Fara vit undir eina skipan við avriksløn, so er tað alneyðugt, at tað ikki bara verður nøgdin av ar- beiði, sum er umráðandi. Tað snýr seg eisini um góðsku, og tí er neyðugt, at málini vera væl definerað. Annars fáa vit skjótt minni fyri meira, sigur hann. Málið um avriksløn er eisini ein spurningur um játtan. Og tí kann tað gerast eitt stríð millum politiska myndugleikan og fakfeløg- ini, hvussu tað skal fíggjast. Við Fregnir sigur Marjun Hanusardóttir, løgmans- stjóri, at skal tað almenna lata starvsfólkum avriks- løn, skal tað gerast innan fyri sama játtanarkarm sum nú. Einasti munurin skal vera, at ein partur av játtan- ini verður markaður til av- riksløn. Hesum ivast Petur Petersen í. – Fakfeløgini fara neyvan at ganga við til, at grund- lønin lækkar, og at tey skulu renna meira fyri at vinna tað, tey longu fáa. Um avrikslønin eitt nú skal vera 15 ella 20 prosent av samlaðu lønarjáttanini, má tað gerast í fullari semju millum fakfeløg og polit- iska myndugleikan sum ein partur av avtalum teirra millum. Tað kann hugsast, at partarnir í framtíðini hava tað við í sáttmálasam- ráðingum, at ein partur av lønarhækkingini fer til avriksløn, sigur Petur Peter- sen, sum ikki væntar avriksløn í bræði. SMF ivast Tað er BFL, sum er komið við uppskotinum um av- riksløn beint upp undir samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fel- agið heldur sum sagt, at tað kann gerast ein góð mot- ivatión hjá alment settum, at tey kunnu menna seg og fáa hægri løn á hendan hátt. Men Starvsmannafelagið hevur longu sett knyklar í brýr. Heini Joensen, næst- formaður, ávarar ímóti, at tað kann skapa øvund og misnøgd á arbeiðsplássum, tá tey lægstløntu og mill- umleiðarar fáa avriksløn. Bara tá tað kemur til leiðar- ar, er avrikslønin ein hósk- andi lønarskipan. Haraftur- at vísir hann á royndir aðra- staðni, sum vísa, at mál vóru skjótari avgreidd, men at dygdin í málsviðgerðini versnaði munandi. Avriksløn kann fáa fólk at støðast Ein avriksløn kann eggja fólkum at leggja meiri sál í sítt arbeiði, heldur Niels Winther, formaður í BFL. Petur Petersen, aðalstjóri, tekur undir við tankanum um avriksløn Um vikuskiftið var Føroya MC Boogie 2003 II. Leiðin gekk til Suðuroyar og tali á luttakarum táttaði í seksti og tað var av sonnum ein hugtak- andi sjón at síggja stórfingnu akførini í ikki minni stór- fingnu náttúruni MOTORSÚKKLUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Av sonnum var tað ein stór- fingin sjón, tá yvir 60 motorsúkklur ferðaðust kring Suðuroynna um viku- skiftið. Men flestu motorsúkklur hava tvey setur og tað vóru eisini nógvar, sum vóru mannaðar við tveimum fólkum, so tilsamans tóku um 90 fólk lut í hesum til- takinum, sum Føroya Ellisakfar skipaði fyri. Føroya MC Boogie 2003 II var á skránni og Suður- oyggin skuldi koyrast á tamb. Leygarmorgunin gekk leiðin suðureftir og so var vitjað á Tvøroyri og í Famjin. Seinnapartin lá leiðin suður eftir oyggj og í Vági varð steðgað klokkan 15, sum ætlað í skránni. Forvitnir áskoðarar leit- aðu sær vestur á Eiðið, eftir at bikararnir høvdu koyrt ígjøgnum alla Vágsbygd. Hugtakandi akførini vóru ein vøkur sjón og náttúran vísti seg frá vøkru síðuni, nú vit skriva september. Leiðin gekk so longur suður til Sumbiar og Akra- berg. Á kvøldi var bikara- party í Øravík, har luttakar- arnir eisini gistu. Sunnudagin fingu Hvalba og Sandvík bikara- vitjan og sunnudag seinna- part gekk leiðin aftur um- borð á Smyril. Tað vil siga, at umleið helmingurin fóru norðuraftur við Smyrli, tí tað vóru ikki færri enn einar 30 motorsúkklur úr Suðuroynni, tað er umleið helvtin av teimum, sum vóru við í tiltakinum. Men stóra luttøkutalið bendir á, at motorsúkklur hava vaksandi áhuga manna millum. Føroya MC Boogie taldi kvinnur og menn, ung og eldri. Og yngri og eldri akfør. Sí eisini síðu fýra. Seinnapartin leygardagin lá leiðin suður eftir oyggj, har steðgað var í Vági eina løtu Forvitnir áskoðarar leitaðu sær vestur á Eiðið, eftir at bikararnir høvdu koyrt ígjøgnum alla Vágsbygd. Hugtakandi akførini vóru ein vøkur sjón og náttúran vísti seg frá vøkru síðuni, nú vit skriva september (Mynd: D. Olsen) Um seksti motorsúkklur á ferð sunnast í Føroyum Fríggjadagin fylti vardi verkstaðurin á Brekku í Klaksvík 15 ár. Men tað var ikki so hugaligt hjá teimum at halda dagin, tí sum nú er, er ein møgu- leiki fyri, at tey verða húsvill 1. juni komandi ár MENNINGARTARNAÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Í 15 ár hevur vardi verkstaðurin á Brekku verið til. Og í tey 15 árini hevur hann hildið til í bygninginum hjá Sjó- klædnavirkinum á Brekku í Klaksvík. Men fyrr í ár varð ein politisk avgerð tikin um, at verkstaðurin skal flyta í hølini hjá Toll og Skattstovuni, norðoya Deild, sum so eisini fer at flyta. Sostatt varð sáttmálin við privata útleigaran upp- sagdur til 1. juni 2004. Jóna Olsen, leiðari á verkstaðnum, sigur, at tað skulu nógvar ábøtur og broytingar til í hølinum hjá Toll og Skatt, áðrenn tann bygningurin kann hýsa einum vardum verkstaði. Og tað kostar pengar. Peng- ar, sum enn ikki eru játt- aðir. – Um nú útleigarin hjá okkum finnur ein betri leigara, og so kunnu vit standa á gøtuni um níggju mánaðir. Hetta er ikki at síggja svart uppá tað, men frá september til juni er ikki long tíð í almennum tíðar- bilum, sigur hon. Og hartil sigur hon, at øllum stovnum varð álagt at spara, so mitt í árinum, varð skorið niður uppá játt- anina hjá teimum, orsakað av størri íløgum Økið hevur fingið játtað meira pening, men kostn- aðurin av nýggjum stovn- um og eisini tað, at tyngri brúkarar eru komnir inn í skipanina, hevur gjørt sítt til, at tað bleiv skorið niður uppá pengarnar hjá hinum. Hetta varð gjørt í juni. – Tað er frustrerandi at missa pengar, sum vit hava, mitt í árinum, so tað er ikki serliga hugaligt at halda 15 ára føðingardag, sigur Jóna Olsen, leiðari á varda verk- staðnum á Brekku. Bíðistøða Bjarni Clementsen, sum umsitum serforsorgina hjá almannaráðnum, sigur, at tað skal eitt umfatandi viðlíkahaldsarbeiði og broyting av innrættningi til í bygninginum, har vardi verkstaðurin skal flyta, áðrenn tað kann gerast veruleiki. Og hann heldur ikki, at tað loysir seg at gera nakað, áðrenn pengarnir eru játtaðir. Arbeiðið, sum talan er um í fyribils kostnaðarmet- ingini, umfatar at skifta vindeygu, tak og hurðar – umframt at inntrætta, gera ein lyft og at gera ein verkstað í kjallaranum, har tað í dag bert er eitt goymslurúm. Kostnaðar- metingin er yvir 5 milliónir krónur, men tað er sum sagt bert ein meting, tí tann endaliga projekteringin er ikki gjørd. Bjarni Clementsen sigur, at privati útleigarin veit av støðuni, sum hon er beint nú, og hann avsannar ikki, at tað kann fara at verða ein stórur trupulleiki, um út- leigarin finnur ein annan leigara. – Trupulleikin er hann, at eg fái ikki gjørt nakað, fyrr eg havi fingið at vita, um tað verður fuglur ella fisk- ur, so sum nú er standa vit í eini bíðistøðu, sigur Bjarni Clementsen. Hann vónar tó, at hava fingið greiði á hesum í hesum mánaðin- um. Óhugaligur 15 ára føðingardagur Fult hús í varda verkstaðnum fríggjadagin, tá stovnurin fylti 15 ár, men tað var ikki so hugaligt at halda dagin, tí um illa vil til, so kann stovnurin verða húsvillur í juni komandi ár Ein politisk avgerð er tikin um, at vardi verkstaðurin á Brekku í Klaksvík skal flyta í onnur høli, men enn eru ongir pengar játtaðir til at umvæla nýggju hølini so, at tey kunnu hýsa einum vardum verkstaði C M Y K 7 6