týsdagur 9. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 169 - 9. september 2003
Nr. 169 - 9. september 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Kaupthing
Eftir at lánsbrævarenturnar sein-
astu tvær vikurnar at kalla hava
staðið í stað, fóru tær aftur at
hækka í byrjanini av farnu viku.
Orsøkin var, at vinnulívsmenn í
framleiðsluvinnuni í USA eru
vornir enn mera bjartskygdir.
Longu í byrjanini av vikuni, tá
roknað var við hesum, fóru rent-
urnar at hækka, og tá bjartskygn-
ið varð staðfest týsdagin, hækk-
aðu renturnar uppaftur meira.
Bjartskygnið
og
positiva
gongdin í USA, hevur fingið evr-
una at vikna enn meira mótvegis
dollaranum, og hetta er gott fyri
evropiska búskapin og virkar
stimbrandi, eins og ein rentu-
lækking
Leingið hevur verið tosað um,
at amerikanski arbeiðsmarknað-
urin er ein meinbogi fyri búskap-
arligu framgongdini í USA.
Fríggjadagin, varð slakka støðan
endurtikin tá ein uppgerð vísti, at
93.000 arbeiðspláss fóru fyri
skeyti í USA í august, hóast ar-
beiðsloysið fall úr 6,2% í 6,1%.
Uppgerðin fekk beinanvegin
dollarin at vikna, men hann hev-
ur kortini rættað seg nakað síð-
ani. Eftir at renturnar vóru hækk-
aðar fyrr í vikuni, fóru hesar aft-
ur at fella av hesum tíðindunum.
Alt í alt eru renturnar sostatt
broyttar lítið seinastu vikuna.
Marknaðarrák metur at um ár-
skiftið fer at ganga betur á ar-
beiðsmarknaðinum, og at tá kann
dik koma á amerikanska og her-
við eisini evropiska búskapin.
Hósdagin í farnu viku hevði
evropiski miðbankin mánaðar-
liga rentufund teirra. Júst sum
væntað varð evropiska rentan
ikki broytt. Roknast kann við, at
hendan rentan og eisini danska
diskontorentan,
ikki
hækka
næsta árið ella so.
Eftir øllum at døma, verður
hendan vikan friðarlig á altjóða
virðisbrævamarknaðunum,
og
ikki fyrr enn fríggjadagin koma
nýggjar áhugaverdar ábendingar
um gongdina í amerikanska bú-
skapinum. Hinvegin eru tvær
hendingar í vikuni, sum hava
áhuga.
Hósdagin 11. september er
tvey ára dagurin fyri ræðuligu
yvirgangsatsóknina í USA. Dag-
urin kann fáa sálarligt árin á
marknaðirnar, soleiðis at lítið
verður handlað. Sunnudagin 14.
september skulu sviar atkvøða,
um teir skulu upp í evrusam-
starvið. Í løtuni liggur nei
vongurin á odda við umleið 10%
og útvið 30% av svium eru óvísir
í, hvat atkvøðast skal. Sannlík-
indið er tí størst fyri einum nei,
men sum so oftani er sæð áður,
kann alt henda við einari slíkari
atkvøðugreiðslu. Marknaðarrák
metir, at eitt nei kann fáa ávirkan
á hvat danir fara at atkvøða, tá
túrurin aftur kemur til teirra.
Arbeiðsloysið fekk renturnar at lækka
Vika 37, 2003
www.kaupthing.fo
Sætta bridgeferðin hjá Per og Smyril Line
Ár um ár hugna tey
sær við kortspæli
umborð á Norrönu.
Hesaferð vóru 28
bridgespælarar við í
ferðalagnum. Per
Kallsberg og Smyril
Line skipa í felag fyri
bridgetúrunum
BRIDGEFERÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Norrøna:
Millum
tey
1.038 ferðafólkini, ið vóru
við Norrönu til Danmarkar
fríggjadagin,
vóru
28
bridgespælarar. Hetta var
árliga bridge-ferðin, sum
Smyril Line og Per Kalls-
berg skipa fyri á hvørjum
ári. Hetta er sætta ferðin.
Hesa vikuna verða sein-
astu túrarnir hjá Norrönu
eftir summarferðaætlanini
avgreiddir. Síðani nýggja
Norröna fór í sigling 10.
apríl hava gott og væl
100.000 fólk siglt við skip-
inum. Alt árið í fjør sigldu
87.000 fólk við gomlu
Norrönu.
Túrarnir við kortspælar-
unum plaga at verða í end-
anum av summarsiglingini,
og soleiðis var eisini hesa-
ferð.
– Tað er sjálvandi fyrst og
fremst hugnin og tað at vera
saman í felag, ið fær okk-
um avstað ár eftir ár, sigur
Per Kallsberg, íðin bridge-
spælari, sum fyriskipar
ferðina. Tí verður eisini
dentur lagdur á máltíðirnar
og hugnan um kvøldið,
sigur hann.
– Tiltakið er fyri øll sum
hava áhuga fyri brigde-
spæli, tað er eingin treyt, at
tú ert limur í nøkrum
bridgefelag,
sigur
Per
Kallsberg. Vanliga eru eini
5-7 borð við – millum 25
og 30 fólk. Á ferðini verður
bara kappast fyri pør.
Sum fyriskipari plagar
Per Kallsberg sjávlur ikki at
hava nakran makkara.
– Tí so kann eg altíð
traðka til, um onkrum vant-
ar ein makkara, ella um
onkur av hinum ferðafólk-
unum hevur hug at royna
seg, sigur hann. Og soleiðis
var eisini, tá vit hittu Per í
brigdspælinum. Makkari
hansara var ein dani, sum
var millum ferðafólkini, og
sum hevði hug at royna seg
í kortspælinum.
Hóast eingin »Norröna-
meistari í bridge« verður
skírdur á hesum ferðunum,
so vinna kortspælararnir tó
matbillettir o. a., sum njót-
ast kann umborð. Per legg-
ur dent á, at tað er hugnin
og samveran, sum er í há-
sæti. Hann sigur eisini, at
nógvir av bridgespælarun-
um eru teir somu ár um ár,
og at onkrir teirra hava veri
við øll árini. Smyril Line
letur teimum avsláttur í
ferðaseðlunum, og tí eru
tað eisini nógvir makar við
í ferðalagnum, sum tó ikki
spæla bridge, men einans
eru við fyri at hugna sær.
Í næstu viku fer Norröna
at sigla eftir vetrarferða-
ætlanini, og har er tann
broytingin gjørd, at Nor-
röna nú eisini fer at sigla til
Noregs á vetri. Á ferðini til
Danmarkar leggur Norröna
at í Hetlandi bæði á veg
heim og á veg niður. Mána-
dag verður nú siglt til Berg-
ens í Noreg, har eisini lagt
verður at í Hetlandi á báð-
um ferðunum. Sostatt verð-
ur Norröna nú at síggja í
Hetlandi fýra ferðir um
vikuna.
28 bridgespælarar vóru við á
túrinum hesaferð. Fleiri av
teimum eru við árum ár, og
onkur hevur verið við øll
árini. Umframt bridgespæl-
arar eru eisini makar og
onnur við í ferðalagnum
Mynd: Eirikur Lindenskov
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
9. september. Gorgonius, deyður umleið ár 300. Ein av
pínsluváttunum í fornkirkjuni, sum varð tikin av døgum
undir Diocletianus keisara.
Fríðgerð Joensen
Svínoy 70 ár
Í dag, týsdagin 9. septemb-
er, fyllir Fríðgerð Joensen í
Svínoy 70 ár. Ivaleyst
munnu øll, sum nógvu tey
seinastu árini hava verið í
Svínoy, komast við Fríð-
gerð. Inntil eina ferð fyrr í
ár hevði hon handilin. Eftir
at hon stongdi, hevur eing-
in handil verið í Svínoy.
Fríðgerð er svínoyingur.
Dóttir Onnu og Jóannes
Joensen, sum var bóndi í
Heimistovu.
Anna
var
dóttur Ingu og Símun Júst
Jacobsen, sum var lærara-
lærdur og eisini hevði
handil. Hann var eitt skifti
løgtingsmaður fyri Sam-
bandsflokkin.
Anna og Jóannes áttu
sjey børn: Jógvan, Hans
Jacob, Ragnhild, Símun,
Valborg, Ingibjørg og Fríð-
gerð, sum er yngst, og bara
var ellivu ára gomul, tá ið
mamman doyði í 1944.
Jógvan og Fríðgerð búgva í
Svínoy, Ragnhild og Ingi-
bjørg búgva í Klaksvík, og
Valborg býr í Norðdepli.
Hans Jacob og Símun, sum
báðir eru farnir, búðu í
Klaksvík.
Í barndómsheiminum hjá
Fríðgerð vóru eisini fastur
hennara, Jóhanna, og Frida,
sum var systkinabarn páp-
an. Tær vóru báðar ógiftar
og vóru kærkomnir stuðlar
hjá Jóannesi, eftir at hann
hevði mist konuna, sum
bara var 43 ára gomul, tá ið
hon doyði.
Fríðgerð giftist í 1956. Tá
fluttu hon og maðurin í
húsini hjá fastrini, Anniku,
og Heina Justinussen, sum
áttu hús í Klingrugarði. Tey
bæði vóru tá flutt til Klaks-
víkar at búgva. Frida og Jó-
hanna vóru frammanundan
fluttar niðan í Klingrugarð
at búgva.
Fríðgerð giftist við Heina
Joensen, sum er ættaður úr
Svínoy, og tey hava øll árini
búð í Svínoy. Í so lítlari
bygd er tað kærkomið við
teimum, sum á ein serligan
hátt eru stuðlar undir lítla
samfelagnum. Eingin ivi er
um, at Fríðgerð og Heini
hava talst og teljast millum
sovorðin fólk. Heini var
skipsmaður og útróðrar-
maður. Í nógv ár róði hann
út við Fuglbergi og Áar-
bergi, sum svínoyingurin
Poul Justinussen í Klaksvík
átti.
Miðskeiðis í seksti árun-
um keyptu Fríðgerð og
Heini sær hús uppi á Váli.
Fríðgerð hevur altíð verið
heima. Hon tók sær av
manni og børnum.Heini
hevur havt festi Har Heimi,
sum tað verður rópt, og
Fríðgerð hevur verið hon-
um stórur stuðul, og tey
bæði hava verið álit hjá so
mongum øðrum, sum hava
átt jørð í Svínoy. Fríðgerð
hevur havt serliga gott sam-
band við eldra fólkið í
bygdini. Í mong ár hava tey
bæði havt við kirkjuna at
gera. Prestur býr altíð hjá
teimum, tá ið hann vitjar
bygdina.
Fríðgerð og Heini eiga
tvey børn. Heri og Anna
Jórun búgva bæði í Havn-
ini. Hann er prestur í Vest-
urkirkjuni, og hon er peda-
gogur.
Minningarorð um
Finn Lómstein
Kanska var tað, tí vit komu báðir úr Gøtu - kanska
tí vit vóru trímenningar, men tað var heilt vist, ikki
tí vit høvdu somu áhugamál í øllum, at Finnur og
eg komu at virka so væl saman. Í trý ár í Útvarpi
Føroya og 11 ár í Sjónvarpi Føroya møttust vit
trúliga hvønn morgun.
Finnur var sonur Eriku og Høgna í Syðrugøtu.
Hevði tað gleði í eitt heilt ár at arbeiða sman við
Høgna. Álitismaður, sum stóð fyri nógvum av tí
laðingararbeiði, sum er gjørt í samband við
landsvegin gjøgnum Gøtu.
Finnur líktisk nógv pápa sínum. Ein álitismaður,
sum hevði sum uppgávu at fáa tølini at passa - fyrst
í Útvarpinum og síðani í Sjónvarpinum. Eitt stórt
arbeiði á slíkum stovnum, sum eru mannaðir við
fólki, sum ikki altíð skilja, at tað er neyðugt í
talverðini at hava kassar at arbeiða við. Fólk, sum
arbeiða í fjølmiðlaverðini eru kreativ, og vilja helst
ikki bindast av reglum og kassum.
Finnur dugdi stak væl hetta arbeiði. Hann dugdi
at sita á kassanum, tá ið hann skuldi, og hann dugdi
at lætta lokinum, tá ið tað var neyðugt.
Umframt at umsita fíggjarmál á hesum báðum
stovnum, hevði Finnur stóran áhuga fyri sam-
felagsgongdini. Hann luttók nógv í tjakinum á
stovninum, og hann hevði poltiskan áhuga. Neyvan
er nakað val farið aftur við borðinum síðani 1960,
uttan at Finnur hevur sitið við endan - antin í
Útvarpinum ella Sjónvarpinum. Stuttligt var at
leggja til merkis, at júst valkvøldini gjørdist hann
minst líka spentur sum øll tíðindafólkini og legði
doyin á at koma fyrst við úrslitunum.
Menniskjaligt hevði Finnur nógvar góðar síður
og hevði yvirskot til at brúka tær til at hjálpa
øðrum. Hann dugdi væl at lurta og var mangan
góður í ráðum.
Nú er Finnur farin. Svárur er saknurin hjá tær
Jórum, gentunum og øllum tykkum í stóra
flokkinum. Júst nú hjálpa nokk ongi troystarorð.
Men minnist mann, pápa, verpápa og abba sum
eg: Ein álitismann, sum ongantið sveik.
Friður veri um minnið um mína góða vin og
arbeiðsfelaga, Finn Lómstein.
Árni Gregersen
Í gjár, mánadagin 8. sep-
tember, kom danski løg-
frøðingurin Erik Ludvigsen
fyri 25. ferð til Føroya við
farmaskipi hjá Skipafelag-
num Føroyar. Hesaferð við
Lómi.
Erik Ludvigsen er 78 ára
gamal, hann er føddur í
Havn í 1925. Foreldrini
vóru Erna og Knud Lud-
vigsen, tey vóru bæði
donsk. Pápin var stjóri í
Føroya Banka frá 1922-
1945. Familjan búði í
ovastu hæddini í bygning-
inum hjá Føroya Banka í
Havn, sum tá var í Tórs-
gøtu, har sum Tilhaldið er í
dag. Tey vóru trý systkin,
Erik og ein tvíburasystir og
ein eldri beiggi. Tey fluttu
til Danmarkar at búgva í
1945.
Erik býr í Aalborg, hann
er útbúgvin løgfrøðingur og
hevur undirvíst á handils-
skúlanum og á universitet-
inum í býnum.
Frá 1945 til 1980 var
hann bert tvær ferðir í
Føroyum, hetta var í 1972
og 1979. Men síðan 1980
hevur hann nú ferðast 25
ferðir við farmaskipunum
hjá Skipafelagnum millum
Danmark og Føroyar. Erik
sigur, at honum dámar best
hendan mátan at ferðast
uppá, man fær líkasum
sálina við sær. Man merkir
at man er umborð á einum
skipi, tá man fær sjóverk.
Tá man er umborð á einum
arbeiðsskipi, merkir man
veruliga, hvat tað er at
sigla. Í staðin fyri at ferðast
við einum luksusleinara við
øllum hentleikum, sigur
hann.
Hann er sera væl nøgdur
við tænastuna, hann hevur
fingið umborð á bátunum
hjá Skipafelagnum hesi
árini. Hann hevur ofta havt
vinir og familju við sær.
Hendan túrin, sum er jubi-
leumstúrurin hjá honum,
fekk
hann
ferðaseðilin
ókeypis.
Tá vit spyrja Erik, hví
hann ferðast so ofta til Før-
oya, sigur hann, at hann er
føddur í Føroyum og búði
her 20 tey fyrstu árini av
lívinum, og tey seinnu árini
hevur honum longst so
nógv eftir at koma til Før-
oyar, eldri hann blívur,
meira leingist honum til
landið, har hann varð fødd-
ur og vaks upp, sigur hann.
Erik hevur eisini verið
próvdómari í vinnulívsrætti
á Handilsskúlanum í Havn
og í Kambsdali. Onkur
kennist ivaleyst við navnið,
tí Erik hevur síðan 1997
skrivað
lesarabrøv
í
Dimmalætting um ymisk
politisk viðurskifti. Hann
var eisini við til at stovna
Føroyingafelagið í Aalborg
fyri 25 árum síðan, og er
hann enn virkin í felagnum.
Erik er giftur við dansk-
ari konu, Inger, sum er úr
Keypmannahavn, tey eiga
tvey børn, ein son og eina
dóttir, sum bæði búgva í
Keypmannahavn. Inger og
Erik eiga fimm ommu- og
abbabørn.
Erik Ludvigsen fer aftur
til Damarkar við Lómi
fríggjadagin. Vit kunnu
leggja afturat, at Lómur
eisini er 25 ára gamal, hann
kom fyrstu ferð á Havnina
25. apríl 1978.
Erik Ludvigsen:
25 ferðir við Skipafelagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8