Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 169 - 9. september 2003 Nr. 169 - 9. september 2003 11 Henrik Old Í Sosialinum síðsta leygar- dag hevur blaðmaðurin Rúnar Reistrup grein um loysnina við tunnilsgerð framvið Leirvíksbygd, sum loysn uppá ferðsluna til og frá Norðoyartunnlinum. Blaðmaðurin sigur at málið var skunda ígjøgnum løgtingið, eftir uppskotið frá Vinnunevndini, og tí ikki nóg væl umhugsa - ser- liga tá talan var um møgu- leikan hjá Leirvíkar bygda- ráð at halda fram við út- stykking av byggilendi. Blaðmaðurin sigur at vinnunevndin gitti og gitti skeivt tá hon vísur á at uppskotið opnar fyri at bygdaráðið aftur kann fara í holt við útstykking, eftir at Landsverkfrøðingurin ikki hevur loyvt hesum í langa tíð. Samtíðis vísir blaðmað- urin í endanum av blað- greinini til viðtalu við borgarstjóran í Leivík, Sjúrður Eliasen, hvar hann vísir á at bygdaráðið saman við Landsverkfrøðinginum hevur funnið øki innanfyri tunnilsringin har pláss er fyri einum 20 sethúsum. Tað er ikki rætt tá sagt verður at málið er skunda ígjøgnum løgtingi. Vinnu- nevndin hevði fund við Leirvíkar bygdaráð og eina privata byggifyritøku, sum er serkøn í tunnilsgerð, um- framt landstýrismannin Bjarna Djurholm við full- trúa og sjálvan landsverk- frøðingin. Á fundinum við Leir- víkar bygdaráð tann 18/3 í ár møtti borgarstjórin og tríggir bygdaráðslimir, hvar hesir m.a. gjørdu vart við trupuleikan ið at teir høvdu fingið forboð frá lands- verkfrøðinginum til at út- stykkja til byggigrundir. Men kundi ein linjufør- ing fyri tunnil fram við leir- víksbygd fastleggjast so slapp bygdaráðið í gongd aftur við útstykking, helst ikki har í bygdaráðið upp- runaliga var byrjað, men aðra staðni har ávirkan av tunnilsgerð ikki var til staðar. Tað er júst tað ið hent er, sum borgarstjórin eisini vísir á. Tann 20. marts hevði vinnunevndin innkalla eina privata byggifyritøku. Á hesum fundi var umrøtt linjuføring undir Leirvíks- firði, sum ikki skal komast nærri inn uppá her. Harum- framt var umrøtt spurning- urin um koyringina millum núverandi Leirvíkstunnil og komandi Norðoyatunnil, har henda fyritøka vísti á at fleiri loysnir kundu hugs- ast, m.a. ístaðin fyri borað- an tunnil so ein betong- tunnil, sum møguliga kundi gravast niður, álíknandi báðum endunum í Vága- tunnlinum har betong- boylar eru nýttir áðrenn komið er í fast fjall at bora. Tann 27/3 hevði nevndin fund við Bjarna Djurholm og landsverkfrøðingin har júst trupuleikin við at bora undir byggilendi var um- røddir. Har gjørdi vinnu- nevndin landsstýrismann- inum greitt, at neyðugt var skjótast møguligt at finna eina nøkulunda linjuføring, so Leirvíkar bygdaráð slapp aftur í gongd við út- stykking til húsabygging. Eg havi trupult við at skilja at landsverkfrøðing- urin (um hann er rætt end- urgivin av blaðmanninum) sigur seg ikki rokna við at løgtingsmenn hugsaðu um avleiðingarnar av tunnils- gerð, tá teir nærum einmælt samtyktu at loysa trupul- leikan í Leirvík við tunn- ilsgerð. Harumframt var eisini á hesum fundi tosað um ristingar og møguligar skaðar, ið spreinging kundu gera á hús, um bygt var áðrenn tunnil var gjørdur, og um møguligar skaðar á tunnil um sprongt var í øki beint uppi yvir einum tunnli, um bygt var eftir at tunnil var gjørdur. Umframt omanfyri- nevnda fundarvirksemi við allar teir í hugsast kundu verða við í avgerðini um linjuføring av tunnli framvið leirvíksbygd, hevði vinnunevndin eisini fund við alt Leirvíkar bygdaráð við skrivara, hetta var tann 3/12 í fjør, tá sama mál var til viðgerðar í løgtinginum, har vinnunevndin frá einum sera positivum bygdaráð, fekk at hoyra teirra hugsan um loysn av ferðsluni um Leirvík til Norðoyggjar. Ein loysn sum eisini kundi fingið tungu ferðsluna til brennistøðina út úr bygdini. Tá fekk vinnunevndin eis- ini handa notat um ferðsl- una í samband við Norð- oyatunnilin, gjørt av ferðsluplanleggingar felag- num Rambøll-NYVIG í samstarvi við Leirvíkar kommunu. Hesum kundi blaðmaðurin fingið nógv gott burturúr um áhugi var fyri tí. Havi trupult við at síggja, hvat blaðmaðurin ætlar við blaðgreinini, tá hann sam- stundis vísir á at borgar- stjórin upplýsir fyri blað- num, at bygdaráðið og landsverkfrøðingurin hava funnið eina loysn at út- stykkja eini 20 grund- stykkir. Tað var júst tað sum vinnunevndin vísti á í sínum áliti til løgtingi, so trupult er at síggja, hvat vinnunevndin hevur gitt um og serliga gitt skeivt um. Hevði blaðmaðurin spurt seg fyri hjá onkrum í vinnunevndini, so hevði hann helst komi hartil, at ikki var grundarlag fyri nakrari blaðgrein í heila- tikið. Í síðstu viku varð endaliga greitt, at Annita á Fríð- riksmørk verður nýggjur landsstýrismaður í menta- málum. Afturímóti er ikki greitt, um næsti maður á tjóðveldislistanum í Suðurstrreymoy, Finnur Helms- dal, fer á ting fyri Anitu Fríðrismørk. Vantandi semja um almannapolitikkin og ein innanhýsis tvídráttur er orsøkin til, at Finnur Helmsdal hveppir seg við at fara í tingið. Tað er ein styrki fyri ein persón, at hann torir at siga frá, at í flokkinum er so álvarslig ósemja um poli- tikkin, og so stórur tvídráttur, at hann tímir ikki á ting, tí á tingi verður hann settur uttan fyri alla ávirkan. Men samstundis vísir henda støðan ein veikleika í Tjóðveldisflokkinum og vantandi fólka- ræði í flokkinum. Harafturat sigur tann íkomna støðan nakað um ta hugsjónarligu broyting, sum er farin fram í Tjóðveldisflokkinum tey seinnu árini. Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina, tá tjóðveldiskvinnan Karin Kjølbro var ein av framherjunum á løgtingi, tá tað snúði seg um almannamál og sosialu samvitskuna hjá heimastýrinum. Tað var mangan, at hon rann inn um Javnaðarflokkin í vinstru síðu, ella hevði gott samanspæl við javnaðarpolitikkarar í hesum málum. Uttan at samanbera Karina og Finn annars, kemst ikki uttan um, at Finnur í sínum politiska arbeiði hevur verið ágrýtin á almannaøkinum. Hann tykist hava ein erliga og brennandi áhuga fyri almanna- málum og teimum veiku í samfelagnum. Harafturat hevur hann, eins og Kristian Magnussen, við síni vitan og arbeiði stóran kunnleika til hetta stóra og tórgreiða málsøki, sum ein stórur fongur fyri Løgtingið og nevndararbeiðið. Finnur er bersøgin og ballar ikki sínar meiningar inn. Hetta argar summi, men onnur halda, at tað er gott, at ein "spaki verður kallaður ein spaki". Tvídrátturin kom rættiliga í ljósmála í vár, tá Finnur boðaði frá, at hann tók ikki undir við uppskotinum at taka av endurgjaldið, pápar fáa fyri barnapening. Málið endaði við persónligum tvídrátti millum Finn Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, sum átti uppskotið. Tað er kanska hetta persónliga stríðið, sum fólk hava feskast í huganum, men málið vísir okkum tann nýggja Tjóðveldisflokkin, sum hevur tveitt ein fittan part av sosiala førninginum fyri borð. Somuleiðis vísir hetta málið og málið um Signar á Brúnni okkum, at fólk av røttum kunnu seta spurnartekin við fólkaræðið í Tjóðveldisflokkinum. At enda kunnu vit seta spurnartekin við, um ein politikkari, valdur ella varamaður, kann loyva sær ikki at taka við einum tingstarvi, tá tað er ósemja millum persónar ella politiska kós á einum málsøki er orsøkin? Er tað ein háð móti veljarunum? DAGSINS MEINING Sosialurin Vantandi fólkaræði VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Rætting til blaðgrein um tunell framvið Leirvíks bygd Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin 21. øldin bjóðar vinnum, stjórnum og samfeløgum til frælsa kapping. Vit eru, um vit vilja tað ella ikki, tvungin at verða við í hesi kapping, um vit vilja skapa stabilan vøkstur og vælferð, eisini í teim tíðum, tá hjallurin á havinum er kargur. Eg kundi nevnt eina rúgvu av ymiskum al- ternativum vinnumøgu- leikum, men teir reka bert burt í vindinum, um ikki grundarsteinurin og karmarnir fyri hesum hugskotum eru til staðar. Eg vil tí heldur hugleiða um hvørjar fyritreytir, ella hvat umhvørvið skal verða til staðar, fyri at geva alternativum vinnu- møguleikum ella verkætl- anum tað lagnu, sum tær av røttum skulu hava, nemliga "Succes". Eitt eykenni fyri tær fyritøkur ella tey lond, ið trívast í einum tílíkum um- hvørvi, er nýhugsan ella nýskapan. Nýskapan er meira enn verkætlanir ella uppfinning av nýggjum vørum. Nýskapan kann eins væl vera tengt at øðrum til- gongdum sum t.d. sam- bandinum, vit hava við veitarar, distributión, leiðslu og sjálvum koncept- inum hjá fyritøkuni. Tað setir krøv at vera nýskapandi, serliga tí at nýskapanin hevur váða við sær; avkastið fyri framman er óvist, og tíðum ómøgu- ligt at gera upp. Okkara samfelag tryggj- ar tann einstaka borgarin so væl frá vøggu til grøv, at tað gerðast alsamt færri og færri sum velja tann ó- trygga, men spennandi vegin, at gerast sum ameri- kanarnir siga "self made man". Stuðul er ikki bert oyði- leggjandi, eftirsum tað eru tvey sløg av stuðli. Tey sum eg vil kallað "ígongdsetarar" leita ikki við lygt eftir, hvar tey kunnu fáa mest møguligan stuðul. Tey stóla 100 % uppá egnu dygdir og satsa alt uppá at teirra hugskot skal eydnast. Hesi hava ein aðra muru enn tey, sum vit fyrr til tíðir í Føroyum kallaðu " teir sokallaðu vinnulívsmenninir" hvørs størsta hugflog var at mjólka landskassanum. Rakstrarstuðul er kapp- ingaravlagandi og niður- brótandi, eingin ivi er um tað. Tilgongdin hjá einari fyritøku sum satsar uppá nýskapan er ofta long - nógv arbeiði verður gjørt til fánýtis, og nógvir trupul- leikar skula loysast, áðrenn nakar vinningur er í eyg- sjón. Bygnaðurin í eini innova- tivari fyritøku má verða fleksibul. Fyritøkan má hava eitt ávíst kunnleika- støði innanhýsis, men sam- stundis vera opin og fáa at- gongd til netverk uttanfyri, soleiðis at fyritøkan ikki avmarkar seg sjálva. Stagnatión er størsta forðingin fyri nýskapan, tí nýskapan krevur viljan at læra. Sjálv innovatiónin kann býtast upp í trý stig: • Uppfinningin, ella tað at fáa eitt hugskot (hugskot, skriva verkætlan) hug- skot (búmerki liðugt) • Menningin, frá hugsan til veruleika (ígongdsetan) at fáa kapacitetin í lagi, Íløgufígging og rakst- rarfígging, neyðugar íløgur, samskipan, og nú er klárt at seta í gongd. (fysiskar rammir) • Handilsskapurin, at fáa hugskotið at geva avkast. (samskifti við umheimin) Triðja stigið í innovatións- tilgongdini, nevniliga at fáa innovatiónina at geva av- kast, fevnir um flutning, sølu, marknaðarføring v.m. Her krevst samskipan. Hvørt av hesum trimum stigunum í innovatións-til- gongdini setir umhvørvin- um heilt ymisk førleika- krøv. Fyrsta stigið í tilgongdini er at fáa hugskot. Størsti bágin í "Føroy- um" er ikki, at fólki trýtur hugskot, men heldur, at umhvørvið ikki eggjar til henda hugburð, tí innova- tión krevur vilja til at vága, og at tora, sjálvt hugskotið er neyðugt um ætlanin skal førast út í lívið, men hug- skotið er bert ein ógvuliga lítil partur av, um øll verk- ætlanin gerst veruleiki. Lat okkum taka nýggju Norrønu sum dømi, ein íløga uppá 700 mill, men vit minnast at fólk og íleggjarir vóru skeptisk, og fleiri hildu og halda tað verða púra ørt við hesum skipi, og tað av góðum grundum. Vit høvdu einki fordømi uppá eitt luksus skip við hesum kostnaði í Føroyum. Grundin til at verkætlanin gjørdist veru- leiki var í grundini, at út- lendskur kapitalur slóðaði vegin uppá íløguna, Manglandi umhvørvi skapar ótryggleika og skepsis. Taka vit tildømis Noreg, so hevði ein so- vorðin verkætlan sum Norrøna verði í heimligum umhvørvi frá byrjan, tí bankar og íleggjarir fíggja og eiga hópin av luksus ferðamannaskipum framm- anundan, ikki tí tey sigla í Noregi, men tí norðmenn hava vitanina og hava skapt sær sjálvum karmarnar til hesi ferðamannaskip. At nýta orku til at fara víðari í innovatiónstil- gongdini, har framtíðar avkastið ikki er eyðsæð, krevur harafturat stórt álit millum alment og privat. Tað álitið er sera ringt at fáa eyga á í hesum tíðum, eisini tí at í okkara sam- felag er alment vinnulív tann størsti kappingar- neytin hjá tí privata, sum tað er sagt so oftani: Kreppuloysnirnar í kreppu- tíðum eru vorðnar varðandi loysnir í bestu tíðum, uttan serdømi nakrastaðni í okkara parti av heiminum. Um evnarík fólk ella ígongdsetarar síggja, at umhvørvið onga veruliga tiltrúgv hevur til teirra hugskot, doyr innovatións- andin. Hinvegin skal tað professionella umhvørvið lúka út í hugskotunum og duga so væl at útgreina avgerðirnar, at innovatiónin yvirlivir. Umframt álit og kunn- leika krevur næsta menn- ingarstigið frá hugskoti til veruleika áhaldni og disci- plin. Samstundis kann júst hetta stigið bera í sær hug- skotini til nýggjar innova- tiónstilgongdir. Afturmeldingar frá marknaðinum eru góðar keldur til at finna ábøtur og nýggj hugskot — um viljin at læra er til staðar. Lat okkum nú siga at eg fái eitt hugskot, sum er alternativt, og eg búgvi í Norður Skot- landi, hvørjir eru mínir møguleikar sum kappingar- neyti hjá einum Føroyingi sum fær sama hugskot. ES grunnur stuðlar 35 % fyri bygging og maskinir + 5 % lokalan stuðul. Hetta er í landnyrðingspartinum av Skotlandi. Í Inverness økin- um kanst tú fáa frá hesum 40 % upp til 70 % frá "Local highland Coun-cil/ parlament". Harumframt er stuðul at hjálpa ella leggja lag á hjá arbeiðsfólki tað fyrsta árið. Um tað eru vinnur, sum ongantíð áður eru royndar, so verður stuðul so at siga altíð veittur. Hetta verður gjørt, fyri at onnur øki ella onnur lond ikki skulu fara avstað við verkætlanini. Íleggingarstuðul er góð- ur, um hann er tíðarav- markaður bert til ígongd- setarar, men tá eiga øll innan somu branchu at hava somu treytir. Øll innovatióntilgongin krevur soleiðis yvirlit, tí avbjóðingin er at byggja brúgv frá hugskoti til marknaðin. Hugburðurin er at sam- ansjóða áhugamálini hjá kundanum, starvsfólkunum og leiðsluni. Innovatión ella nýskapan er ikki ein tilstandur, ið ein fyritøka knappiliga kemur í. Innovatiónshugburðurin skal verða innbygdur í all- ari fyritøkuni — 365 dagar um árið. Fyri at takað samanum, so eru minimumskrøvini, ið tann politiski myndug- leikin skal skapa: • Politiskur stabilitetur • Avtaka alla kapping mill- um alment og privat virksemi • Fara frá orðinum at verða liberalur til at útinna liberalismuna í verki. • Geva ígongdsetarum minst somu treytir sum ES gevur sínum ígongd- setarum • Málbær kriterir fyri verk- ætlanum (vinar og kenningarpolitikkur skal burtur) Tróndur 7. september 1983 10. februar 2003 „Sorgin er tann kærleikin, ið vit sita eftir við". Nakað soleiðis segðI prestur í kirkjuni 14. Februar 2003. Tung vóru sporini ein av fyrstu sóldøgunum í ár, tá vit fylgdu tær til tín seinasta hvíldarstað her á fold. Tungt er at siga her og skriva minningarorð um teg. Tað var ein stórur skelkur fyri okkum øll, tá vit hoyrdu, at tú so brádliga gjørdist álvarsliga sjúkur; men vit hildu sjálvandi, at tú fórt at klára tað – Tróndur klárar jú alt – men vit máttu sanna, at hesaferð gekk ikki, sum vit ynsktu. Heldur vil eg missa teg enn ongantíð møtt tær. Steinbj. B. Jacobsen Hjá mær í mínum hugaheimi livir tú soleingi eg livi ljóslivandi Steinbj. B. Jacobsen Tá vit byrjaðu á Føroya Fólkaháskúla 8. Januar 2001, vóru tað sjálvandi nøkur, ið kendust; men tey flestu høvdu ongantíð sæð hvønn annan áður. Tó, tað vardi ikki leingi, áðrenn tú hevði vunnið hjørtini hjá okkum øllum. Tí var altíð í góðum lag, og var okkurt, ið tær ikki dámdi, so segði tú tað beinanveg, ið staðin fyri at dylja tað. Tú var kreativur sum nakar. Tú málaði, seymaðI tíni egnu klæði og ikki minst, orðnaði hár. Skjótt gjørdist tú „privatfrisør" hjá okkum á háskúlanum. Vit minnast øll, hvussu stuttligt tað sá út, tá allir dreingirnir ta einu tíðina gingu við onkrum løgnum hárliti. Tú hevði eisini tann eginleikan at fáa fólk at vera „við uppá tingini". Tú var mittpunktið í næstan øllum, ið vit gjørdu. Hvør minnist ikki kvøldini inni í tínum kamari, har vit prátaðu og høvdu tað stuttligt – ofta langt út á náttina. Og tað var altíð hugnaligt, hóast vit oftast máttu sita kroyst saman í seingjunum, so tað skuldi vera pláss fyri øllum. Ikki bert í góðum løtum var tú har. Tað bar altíð til at tosa við teg um okkurt, ið ikki gekk sum tað skuldi, ella okkurt, ið nívdi. Tú hevði umsorgan fyri øllum – serliga teimum, ið ikki høvdu tað lætt. Vinarlag hevði nógv at siga fyri teg, og tað sást eisini aftur á tí stóra skaranum, ið fylgdi tær á tíni seinastu ferð. Hóast títt lív ikki skuldi vera so langt, so setti tú tíni djúpu spor í heimin, og tú hevur merkt okkum øll, ið á ein ella annan hátt komu at kenna teg – orð kunnu ikki lýsa tað virðið, tú hevði fyri okkum og ikki minist tíni nærmastu. Góðu Ninna, Albert, Annika og Gurðun – Tróndur var so góður við tykkum og tosaði ofta um tykkum. Tit hava mist so ómetaliga nógv, og má Jesus styrkja tykkum í stóru sorg tykkara. Góði Tróndur, vit sakna teg. Takk fyri alt tú var fyri okkum – Vit síggjast. Tú fer altíð at búgva í okkara hjørtum. Vinfólk tíni av Háskúlanum 2001 VIÐMERKINGAR Alternativir vinnumøguleikar C M Y K 11 10