týsdagur 9. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 169 - 9. september 2003
Nr. 169 - 9. september 2003
13
Heini O. Heinesen, formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins:
Kunnu ikki noyða nakran á ting
Heini O. Heinesen
hevur ikki stórvegis
viðmerkingar til
ábreiðslurnar hjá
Finni Helmsdal í Degi
og viku fríggjakvøld-
ið. Hann sigur seg
skilja væl Finn Helms-
dal, um hann velur
arbeiðið á Føroya
Barnaheimi og í
Tórhavnar Býráð
heldur enn tingar-
beiðið. Finnur Helms-
dal hevði mánamorg-
unin onga viðmerking
til spurningin um
hann hevur tikið eina
endaliga støðu um
hann fer á ting
NÝGGI TINGMAÐUR
TJÓÐVELDISFLOKSINS
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið í Degi og
viku fekk søgan um, hvørt
Finnur Helmsdal fer á ting,
nýggj bein at ganga á.
Finnur
Helmsdal
førdi
fram, at hóast eingin enda-
lig støða er tikin, so hevði
hann bestan hug at taka ar-
beiðið Føroya Barnaheimi
og sessin í Tórshavnar Bý-
ráð frammum ein møgu-
ligan tingsess.
Grundgevingin var, at
hann metti seg ikki hava
fingið nóg stóran stuðul í
Tjóðveldisflokkinum, og at
hetta millum annað kom
greitt til sjóndar undir val-
dystinum í fjør. Hann helt
seg ikki hava fingið nóg
góðar møguleikar sum val-
evni at føra seg fram undir
valdystinum. Avmarkaðu
møguleikarnir var møgu-
liga orsøkin til, at hann
gjørdist júst ov stuttur at
koma á ting.
Finnur Helmsdal vísti
eisini á, at hann var sera
glaður fyri sítt arbeiði á
Føroya Barnaheimi, og at
býráðsarbeiðið í Tórshavn-
ar kommunu eisini hevði
stóran
áhuga.
Finnur
Helmsdal er eisini næstur í
røðini at koma í Tórshavnar
Býráð. Hildur Eyðunsdóttir
hevur júst sagt sessin frá
sær, tí hon er flutt til Ís-
lands í lestrarørindum, og
tískil stendur býráðssessur-
in eisini Finni í boði.
Sosiala økið, sum er
hjartamálið hjá Finni, hev-
ur seinastu árini fingið
størri og størri rúmd í
kommunalum politikki, og
hann førdi fram í Degi og
viku, at tað var orsøkin til,
at arbeiðið sum býráðspol-
itikkari eisini lá honum
nær.
Ongar avleiðing fyri
Finn Helmsdal
Formaðurin í tingbólki
Tjóðveldisfloksins, Heini
O. Heinesen, vil ikki gera
stórvegis viðmerkingar til
ábreiðslurnar hjá Finni
Helmsdal í Degi og viku,
um at hann ikki fingið
nøktandi møguleikar at
føra seg fram undir val-
dystinum í fjør.
Heini O. Heinesen sigur
bert, at tað vanliga er ein
spurningur um pengar og
neyðsemjur í flokkinum, og
at tað er als ikki ókent
fyribrigdi, at valevni-eisini
í øðrum flokkum enn
tjóðveldisflokkinum
eru
ónøgd við teirra avmarkaðu
møguleikar undir einum
valdysti.
Grundgevingin hjá Finni,
at hann í løtuni hevur eitt
arbeiðið sum hann er sera
fegin um, og at býráðsar-
beiðið eisini er áhugavert,
skilir Heini O. Heinesen
væl.
– Í einari stórari komm-
unu
sum
Tórshavnar
Kommunu
eru
nógvar
spennandi uppgávur hjá
býráðspolitikkarunum, og
ikki minst á sosiala økin-
um, so eg skilji væl grund-
gevingarnar hjá honum,
sigur Heini O. Heinesen.
Spurdur um, hvørja av-
gerð, hann væntar Finnur
Helmsdal fer at taka, svarar
tingformaðurin, at tað er
sjálvsagt fult upp til hann
sjálvan. - Tað fer ikki at fáa
nakrar negativar fylgir fyri
Finn Helmsdal, um hann
avger ikki at taka av til-
boðnum, og eg persónliga
verði ikki fornermaður við
hann, sigur Heini O. Heine-
sen.
Spurdur um tað er ein
trupulleiki í Tjóðveldis-
flokkinum,
at
Finnur
Helmsdal
og
Páll
á
Reynatúgvu rætt og slætt
ikki kunnu semjast – og
ikki minst, hvussu sosial-
polikkurin í flokkinum skal
førast, svarar Heini, at tað
vilja altíð verða deildar
meiningar um ymisk øki í
einum flokki, og tað sær
hann ikki sum nakran
trupulleika, og tað má
verða upp til tann einstaka
at taka støðu til, um tað er
ein trupulleiki fyri flokkin.
Heini O. Heinesen sigur
at enda, at tað ber ikki til at
noyða
nakran
á
ting.
Formaðurin í tingbólkinum
hjá Tjóðveldisflokkinum
sigur, at tað vanliga verður
tikið fyri givið, at tá ein
hevur tikið avgerð um at
stilla upp, og ein verður
valdur, so tekur ein vanliga
við tingsessinum, um hann
býðst.
Spurdur um hann í sínari
tíð sum tingmaður kennur
nakað annað dømi um, at
tingmenn ikki hava valt at
taka við sessinum, svarar
Heini, at tað eru fleiri dømi
um. Hann vísir á, at vanliga
verður grundgivið fyri, at
ein ikki hevur tíð ella at tað
ikki liggur fyri, meðan
veruliga
orsøkin
hevur
verið at viðkomandi rætt og
slætt ikki hevur havt hug til
at fara á ting.
Finnur onga
viðmerking
Tá vit hittu Finn Helmsdal
á máli mánamorgunin um
hann hevði tikið eina
endaliga avgerð í málinum,
svaraði hann stutt og greitt,
at hann hevði onga við-
merking. Nógv kundi tí
bent á, at greiða fæst ikki í
málinum fyrr enn fríggja-
dagin, tá Annita á Fríðriks-
mørk endaliga tekur við
sessinum sum Mentamála-
ráðharri.
Rói Egholm sigur seg
vóna, at Finnur
Helmsdal fer á ting, tí
hann er næsti vara-
maður. Um sína egnu
støðu vil hann ikki
gera stórvegis við-
merkingar til, tí so
leingi eingin endalig
avgerð fyriliggur, er
eingin grund til at
tosa um ein møgulig-
an tingsess.
NÝGGI TINGMAÐUR
TJÓÐVELDISFLOKSINS
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tekur Finnur Helmsdal
ikki við tingsessinum hjá
sær, fær næsti maður á list-
anum hjá Tjóðveldisflokk-
inum í Suðurstreymoy
møguleika at fara á ting.
Næsti maður eftir Finn
Helmsdal er Rói Egholm,
sum er eitt óskrivað blað í
føroyskum politikki.
Rói Egholm starvast
dagliga á Farex, og síðan
seinasta mikudag hevur
hann verið í Skotlandi í ar-
beiðsørindum. Rói hevur
tískil havt eitt sindur av-
marknaðar møguleikar at
fylgja við, hvat í løtuni
hendir á politiska leikpall-
inum í Føroyum.
Spurdur, um hann er
klárur at taka við tingsess-
inum, um tað kemur so
langt, at Finnur Helmsdal
ikki velur at taka av, svarar
Rói, at fyri hansara við-
komandi er tað rætt og
slætt ikki aktuelt enn. –So
leingi eingin endalig av-
gerð er tikin í málinum,
ber ikki til hjá mær at hava
nakra støðu, sigur Rói Eg-
holm úr Skotlandi.
Hann sigur seg vóna, at
Finnur Helmsdal tekur við
sessinum, tí hann er fyrst-
valdur, og tí átti hann at tik-
ið av tilboðnum. Spurdur,
um hann seinastu dagarnar
hevur verið í sambandi við
floksleiðsluna í Tjóðveldis-
flokkinum um, at hann
møguliga verður nýggi
tingmaður hjá flokkinum,
svarar Rói, at hann javnan
er í samband við Tjoðveld-
isflokkin, men júst hetta
málið hava partarnir ikki
tosað nærri um.
Rói Egholm um møguliga tingsessin:
- Ikki aktuelt enn
Rói Egholm sigur seg vóna, at Finnur Helmsdal tekur við
tingsessinum, tí hann er næstur á listanum. Hann vil ikki
siga nakað um, hvørt hann tekur av tingsessinum, um hann
býðst, tí tað er ikki aktuelt enn, sigur Rói Egholm
Heini O. Heinesen hevur ikki
stórvegis viðmerkingar til
ábreiðslurnar hjá Finni
Helmsdal í Degi og viku
fríggjakvøldið. Hann sigur
seg skilja væl Finn Helmsdal,
um hann velur arbeiðið á
Føroya Barnaheimi og í
Tórhavnar Býráð frammum
tingarbeiðið.
Mynd: Savnsmynd
- Uppvøkstur mín í
muslimskari mentan
á Arabisku Emiratun-
um hevur lært meg at
hugsa meiri í fjøl-
broytni og nuansum
og skilja minniluta-
bólkar, sigur nýggi
irakiski/danski prest-
urin, Patrick De Neer-
gaard, sum sunnu-
dagin varð vígdur í
Havnar Kirkju til
prestaembætið í Vági
PRESTAVÍGSLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Vágbingar fáa í framtíðini
eitt nýtt andlit at síggja, tí
36 ára gamli presturin,
Patrick De Neergaard, er nú
vígdur og til reiðar at fara í
holt við starvið sum prestur
í Vági frá 21. september.
Undir
gudstænastu
sunnudagin
í
Havnar
Kirkju var innsetan av
nýggja prestinum, sum er
føddur í Irak og í størstan
mun uppvaksin á Arabisku
Emiratunum. Kristna fam-
ilja hansara flutti til Dan-
markar, tá Patrick De Neer-
gaard var 14 ára gamal, og í
dag er hann danskur stats-
borgari.
Móðir
nýggja
prestin í Vági er úr Irak,
meðan faðirin er dani.
Gleðiboðskapurin
einfalda uppgávan
Patrick De Neergaard er
sum vera man fegin um
starv sítt í Føroyum, og
hevur hann higartil bert
positiv og rósandi orð at
bera føroyingum.
- Gestablídni er avgjørt
eitt orð, eg seti í samband
við føroyingar, og higartil
hevur blíðskapurin á hesum
oyggjum verið ein góð upp-
living, sum bert ger útlitini
betri fyri eini góðari fram-
tíð í Føroyum, sigur Patrick
De Neergaard, tá vit fingu
orðið á hann mánamorg-
unin
eftir
vígsluna
í
kirkjuni sunnudagin.
36 ára gamli presturin
hevur lokið universitetsút-
búgving sína í gudfrøði í
Århus, og spurdur, hvat
eftir ætlan skal eyðkenna
tænastu hansara í Føroyum,
er svarið einfalt.
- Eg ætli mær ikki at
koma við nøkrum kollvelt-
andi nýggjum men heldur
varðveita tær siðvenjur,
sum longu eru í Føroyum.
Einfalda uppgáva mín er at
boða gleðiboðskapin, sigur
Patrick De Neergaard.
Hann leggur dent á, at
hann ynskir at ogna sær
vitan og innlit í føroyskan
sið og mentan á átrúnaðar-
liga økinum fyri á tann hátt
at integrerast skjótari og
betri í føroyska samfelagið.
- Gjøgnum samtalu, sam-
skifti og samarbeiði er
møguleiki hjá mær betri at
skilja, hvørji virði eru gald-
andi í føroyskum trúarlívi,
og hetta er ynski mítt, sigur
danski/irakiski presturin,
sum nú skal vera trúarhirði
í Vági.
Fyrimunur við ment-
anarligum fjølbroytni
Umframt hetta vísir nýggi
presturin á, at øðrvísi ment-
anarliga
og
etniska
bakgrund hansara er ein
fyrimunur í yrkinum.
- Nú eri eg føddur í Irak
og uppvaksin á Arabisku
Emiratunum, og í barndómi
mínum var talan um eitt
muslimskt umhvørvi, hóast
familja mín er kristin,
greiðir Patrick De Neer-
gaard frá.
Hann heldur, at hetta er
ein fyrimunur fyri hann á
fleiri hættir.
- Fyrst og fremst hevur
hetta lært meg at skilja aðr-
ar siðir og givið mær innlit
í mentanarligt og átrúnað-
arlig fjølbroytni og nuans-
ur, og á henda hátt er lættari
at seta seg inn í støðuna hjá
einum minnilutabólki, sig-
ur Patrick De Neergaard.
Sambært gudfrøðingin-
um kann hann eisini nýta
pluralistiska og fjøltáttaða
mentanarinnlit sítt í Før-
oyum, tí aftur nú stendur
hann andlit til andlit við
nýtt umhvørvið og nýggja
mentan.
- Við øðrvísi mentanar-
ligu og etnisku bakgrund
míni havi eg betri førleika
at tillaga meg nýggja um-
hvørvið í Føroyum, enn um
eg ongantíð hevði upplivað
nakað øðrvísi enn danska
samfelagið, sigur De Neer-
gaard.
Liberalur
Spurdur, hvat átrúnaðarligt
rák hann sum prestur um-
boðar, ger hann ikki tað
stóra burturúr.
- Eg meti meg ikki vera
øðrvísi enn aðrir prestar. Eg
ynski at varðveita tað góða,
sum er í føroyskum trúar-
lívi, og eg síggi meg sjálvan
umboða eina liberala fatan,
sigur nýggi presturin í
Føroyum.
Hann endurtekur bert
einfalda ynski sítt og upp-
gávu sína at boða gleði-
boðskapin og at integrerast
í føroyska samfelagið við
støði í einum fjølbroyttum
baklandi.
Vildi royna okkurt
nýtt
36 ára gamli presturin vísir
víðari á, at hann søkti um
prestastarvið í Føroyum við
ynskinum at royna okkurt
øðrvísi.
- Eg helt talan vera um
eina spennandi uppgávu, tá
eg sá lýsingina í mars ella
apríl, og eg kundi tá hugsað
mær at fáa nýggjar royndir í
nýggjum umhvørvi, vísir
Patrick De Neergaard á.
Fimm umsøknir komu
um tóma prestasessin í
Vági, har allir umsøkjarar
vóru danir, og avgerðin fall
so á hálva irakan, sum er
uppvaksin í muslimskum
landið á Arabisku Emirat-
unum.
Áðrenn loknu útbúgving
sína í gudfrøði á lærda há-
skúlanum í Århus arbeiddi
Patrick De Neergaard í
heimsumfatandi
felags-
skapinum Sameindu Tjóðir
umboðandi Danmark, og
tískil er talan eisini um
persón við altjóða royndum
og innliti, og er hetta
sambært honum ein førleiki
og fyrimunur í nýggju upp-
gávu síni á avbyrgdu oyggj-
unum í Norðuratlantshavi.
- Eg meti ongan vanda
vera við einum mentanar-
ligum samanstoyti av øðr-
vísi uppruna mínum, men
tvørturímóti er hetta ein
førleiki, um hann verður
nýttur rætt, sigur komandi
presturin í Vági sannførdur.
Sunnudagin varð hann so
formliga settur í Havnar
Kirkju sum prestur í Vági,
og fer arbeiði hansara í
gongd 21. september. So-
statt tykist talan vera um
eina loysn á trupulleikanum
í Vágs bygd, sum ikki hevur
havt fastan prest í longri
tíð.
Danski/irakiski presturin
við kristnari bakgrund í
muslimskum umhvørvi er
sostatt ein heldur øðrvísi
innsetan av nýggjum presti
í Føroyum, og vónandi hev-
ur nýggi presturin við al-
tjóða royndum og einum
fjølbroyttum mentanarlig-
um baklandi nógv at geva
íbúgvunum í Vági og í
Føroyum.
- Mentanarliga fjølbroytnið ein fyrimunur
- Við øðrvísi mentanarligu og etnisku bakgrund míni havi eg betri førleika at tillaga meg nýggja umhvørvið, enn um eg ongantíð hevði upplivað nakað øðrvísi enn
danska samfelagið, sigur Patrick De Neergaard, sum her stendur millum bisp og føroyskar prestar í Havnar Kirkju sunnumorgunin
Mynd: Jens Kristian Vang
Bispur signar her nýggja
prestin, Patrick De
Neergaard
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
13
12