týsdagur 9. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 9. september 2003
15
Nakrir mans á vatn-
skutarum spældu ein
óvanliga virknan
leiklut, tá ein grind
legði beinini í
Sandágerði í Havn
um hálvgum sjey
tíðina leygarkvøldið.
Men teir spældu sín
leiklut so illa, at
grindaformenn um-
hugsa at biðja teir
halda seg burtur
næstu ferð grind er.
GRINDARAKSTUR
Rúnar Reistrup
runar@sosialurin.fo
- Tað hevur víst seg, at
grindarakstur gongur best
um hann gongur hóvliga
framá. Serliga tá grindin
skal fáast at gera landgongd
er umráðandi at fara spaku-
liga fram. Tað heldur Hanus
Højgaard, sum er ein av
grindaformonnunum
í
Havn. Tí var hann, eins og
flestu av hinum grindafor-
monnunum, ikki beinleiðis
bergtikin av at síggja
hvussu nakrir mans á
vatnskutarum lógu og upp-
skúmaðu alt Sandágerði,
meðan roynt varð at fáa
grindina at gera landgongd.
- Tað bleiv ov nógv rok
harinni. Serliga tá grindin
vendi og fór úteftir, tí tá
komu vatnskutararnir í
vegin. Meðan bátarnir fóru
út aftur úr Sandágerði og
løgdu seg í linju nakað
uttan fyri at forða grindini,
lógu vatnskutarar ímillum
grindina og sandin, sigur
Hanus Højgaard, sum fekk
nógvar klagur um hesar
vatnskutarar at hoyra beint
eftir drápið.
Fleiri grindamenn vildu
hava menninar á vatn-
skutarunum revsaðar við
bót, sigur Hanus Højgaard,
men tað vera teir neyvan, tí
einki verður sagt í reglun-
um fyri grindadráp um, at
ikki er loyvt at nýta vatn-
skutarar, og nakað bein-
leiðis ólógligt gjørdu teir
ikki. Men grindaformenn-
inir fara sum altíð saman
við sýslumanninum at eftir-
meta drápið. Tá fer nýtslan
av vatnskutarum at verða
tikin upp, og einki bendir á,
at metingin verður nakað
serliga positiv.
- Vit hava klára tað í nógv
ár uttan vatnskutarar, og eg
haldi at vit klára tað betur
uttan, sigur Hanus Høj-
gaard.
Teir smæstu skulu
fremst
Tað vóru tó ikki bara vatn-
skutaraskipararnir,
sum
bóru seg ov framfýsið at
undir grindadrápinum. Eis-
ini nakrir størri skjótt-
gangandi bátar lógu og
skúmaðu sjógv heilt inni at
landi. Teir skapa eisini
óneyðuga órógv, heldur
Hanus Højgaard.
- Tað eru gjarna teir
smærru bátarnir, sum skulu
liggja fremstir, tá komið
verður inn ímóti landi við
grindini. Teir størru skjótt-
gangandi bátarnir kunnu
gera stóra nyttu í rakstr-
inum, eitt nú tá grindin
kavar, men drúgvar royndir
siga okkum, at drápið
gongur best um man fer
spakuliga fram, so øði ikki
kemur í grindina.
Runnu ov skjótt oman
Ongar reglur eru um júst
hvørjir bátar skulu reka
grindina inn ímóti sandin-
um. Í kunngerðini um grind
verður einans sagt, at "Tað
eigur so mest møguligt at
verða strembað eftir, at teir
smæstu
bátarnir
liggja
fremst, teir størru bátarnir
og skipini skulu liggja
uttast". Vatnskutarar vóru
ikki so vanligir í Føroyum
um tað mundið, tá kunn-
gerðin varð orðað, og held-
ur einki annað far verður
nevnt við heiti.
- Man hevur fyrr um-
hugsað at hava greiðari
reglur fyri hvørji før skulu
gera hvat undir einum
grindadrápi, og tað fara vit
at tosa aftur um í næstum,
sigur Hanus Højgaard.
At tað miseydnaðist at
fáa grindina at gera land-
gongd í fyrstu atløgu fáa tó
hvørki vatnskutararnir ella
skjóttgangandi
bátarnir
skyldina fyri.
- Orsøkin til at grindin
vendi, var allarhelst at fólk-
ið á landi rann oman á
sandin ov tíðliga. Tað hava
vit longu tosað um, og teir,
sum hava ábyrgdina av
hesum, eru samdir, sigur
Hanus
Højgaard,
sum
leggur afturat, at tað eisini
kann vera at grindin vendi
orsakað av at sandbotnurin
er vorðin nakað brattur, nú
einki brim hevur verið og
slætta botnin í longri tíð.
Fyrimyndarligt
Drápið í Sandágerði leygar-
kvøldið gekk annars fyri-
myndarliga væl sambært
metingunum hjá grinda-
formonnunum, hóast tað
ikki
eydnaðist
at
fáa
grindina at gera landgongd
í fyrstu atløgu. Tað tók 15
minuttir at fáa lívið av
teimum umleið 170 hval-
unum, og drápið var næstan
so "reint" sum tað kann
vera.
- Kúluongulin (ið verður
settur niður í blástrið á
hvalinum, blaðm.) varð
nógv brúktur til teir hvalir-
nar, sum ikki gjørdu land-
gongd. Ongulin er latin
nógvum av teimum vonu
grindamonnunum, og tað
letur til at hann verður
nýttur í alt størri mun, sigur
Hanus Højgaard, grindafor-
maður.
Tað er Jústines Olsen,
djóralækni,
sum
hevur
ment kúluongulin og lagt
øðrum lag á at brúka hann.
Vatnskutarar óegnaðir
til grindadráp
Kúluongulin, ið Jústinus Olsen, djóralækni, hevur ment, varð nógv brúktur.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Vatnskutararnir gjørdu
meiri skaða enn gagn
undir drápinum í
Sandágerði
leygarkvøldið.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
15
14
Nr. 169 - 9. september 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Vilja hava kvinnu
Sum væntað hevur týski forsetin, Johannes Rau, nú
boðað frá, at hann stillar ikki upp til forsetavalið í mai
næsta ár. Eygleiðarar í Berlin siga, at hetta var ivaleyst
ein røtt avgerð, tí tann sosialdemokratiski forsetin
hevði neyvan verið afturvaldur kortini.
Nú eru fleiri farin at tosa um, at Týskland eigur at
velja eina kvinnu til forseta. Teirra millum er Gerhard
Schrøder, kanslari. Men spurningurin er, hvør tað skal
vera. Kristiligi demokraturin Angela Mærkel verður
umrødd sum eitt av evnunum til forsetaembætið. Sjálv
hevur hon víst hugskotinum aftur.
Sosialdemokratarnir hava eisini síni uppskot. Teirra
millum er Jutta Limbach, sum er stjóri á Goethe-stovn-
inum, og Renate Schmidt, fíggjarmálaráðharri. Tey
Grønu hava eisini eitt uppskot. Tey hava bestan hug at
skjóta upp á leiðaran fyri teimum eysturtýsku Stasi-
skjalagoymslunum, Marionnu Birhler.
Røngten til tollararnar
Um einar tveir mánaðir fær norska tollverkið serliga
røntgenútgerð, sum tollararnir kunnu hava við sær, tá
teir skulu leita eftir smuglaravørum á markinum mill-
um Noreg og Svøríki og í havnunum, har ferjur úr
útlondum leggja at.
Røntgenútgerðin skal setast í tveir stórar lastbilar.
Kinesiska tollvaldið hevur nýtt somu útgerð eina tíð,
og umboð fyri norska tollvaldið hava verið í Kina og
kannað, hvussu útgerðin virkar. Royndirnar vísa, at við
útgerðini kunnu tollararnir kanna innihaldið í umleið
tjúgu bingjum um tíman, og tólini eru so sterk, at tey
kunnu staðfesta innihaldið í bingjunum, sjálvt um tær
eru gjørdar úr 15 sentimetra tjúkkum stáli. Men útgerð-
in er heldur ikki bílig. Teir báðir lastbilarnir og rønt-
genútgerðin kosta einar 35 milliónir krónur.
Annar av teimum báðum lastbilunum, sum tollvaldið
hevur bílagt, kemur í november, og hann skal nýtast til
at kanna teir mongu lastbilarnar, sum koma um
svenska markið eystan fyri Oslo.
Ølið ov dýrt
Felagið hjá teimum donsku handilsmonnunum krevur
nú, at myndugleikarnir seta avgjaldið á øli niður fyri at
avmarka handilin um týska markið.
Hagtølini vísa, at danir keypa alt meiri og meiri øl
sunnan fyri markið, tí ølið er nógv bíligari har. Tað
sama er við øðrum vørum, og tí er tað als ikki óvanligt
í dag, at danir koyra til Týsklands at keypa meginpartin
av tí, sum húsarhaldið hevur tørv á í gerandisdegnum.
Stjórnin í Keypmannahavn hevur gjørt av at lækka
avgjøldini á brennivíni, sodavatni og sigarettum frá 1.
oktober, men tað munar alt ov lítið, sigur felagið hjá
handilsmonnunum.
Sambært handilsmannafelagnum keypa danir fyri
6,2 milliardir krónur um árið úr handlum sunnan fyri
markið, og tað er væl meiri, at fólk keypa fyri í øllum
handlunum í Suðurjútlandi. Handilsmenninir vísa tí á,
at verða munagóð tiltøk sett í verk fyri at skerja
marknahandilin, fer tað at skapa nógv nýggj arbeiðs-
pláss í donsku handilsvinnuni.
Gomul gáta loyst?
Tann 7. november í 1974 hvarv enski lordurin Lucan,
samstundis sum tænastugenta hansara varð myrd og
kona hansara álopin. Dagin eftir varð bilurin hjá lord-
inum funnin blóðdálkaður, og løgreglan ivaðist ikki í,
at tað var lordurin sjálvur, sum hevði myrt tænastugent-
una, og at tað var hann, sum leyp á konuna.
Nú vil detektivurin og rithøvundurin Duncan Mac-
Laughlin vera við, at lordurin rýmdi til India, tá hann
hvarv, og at hann doyði har í 1996. Í einari nýggjari bók
skrivar MacLaughlin, at lordurin fekk sær navnið Barry
Halpin, og at hann búsetti seg í indiska býnum Goa í 1975.
Í bókini er ein mynd, sum ein annar onglendingur tók
av Barry Halpin í 1991. Maðurin á myndini líkist sera
nógv tí horvna lordinum, og myndatakarin hevur eisini
greitt frá, at maðurin í Goa hevði júst somu vanar sum
Lucan lordur.
Eftir bert fýra mán-
aðir hevur Mahmoud
Abbas, forsætisráð-
harri, lagt frá sær.
Eftirmaður hansara
verður eftir øllum at
døma tingformaðurin
Ahmed Korei.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Valdsstríðið millum Yasser
Arafat, forseta og Mah-
moud Abbas, forsætisráð-
harra, endaði sum væntað
við, at Abbas legði frá sær.
Longu sunnudagin boðaðu
keldur hjá Arafat frá, at for-
setin hevði biðið tingfor-
mannin, Ahmed Korei, taka
við.
Korei, sum hevur verið
formaður í palestinska tjóð-
artinginum síðani 1996,
verður mettur sum ein av
teimum hóvligu palest-
insku leiðarunum. Hann er
fyri varandi friði við Ísrael,
men eygleiðarar í Miðeystri
siga, at spurningurin er,
hvussu fast tak Arafat hev-
ur á honum.
Amerikanski uttanríkis-
ráðharrin, Colin Powell,
sigur, at USA er sinnað at
tingast við tann forsætis-
ráðharra, sum palestinar
velja. Tað sama sigur uttan-
ríkispolitiski samskiparin
hjá ES, Javier Solana.
Felagsskapurin hjá Ara-
fat, Fatah, hevur góðtikið
Ahmed Korei, og tað sama
hevur PLO gjørt. Spurning-
urin er so, hvat Hamas, Is-
lamskt Jihad og aðrir
víðgongdir
felagsskapir
halda um hann, tí teirra
støða er avgerandi fyri,
hvat hann kann fáa av
skafti.
Í loyndum hevur
svenska stjórnin loyvt
bretska herinum í
Irak at nýta ta mest
framkomnu útgerðina
hjá svensku verjuni.
HERÚRGERÐ
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Líka síðani í vár hava
bretsku hermenninir har
suðuri í Irak havt sera
framkomna útgerð, sum
skal avdúka fremmandar
rakettir og granatir. Útgerð-
in kann avdúka, hvaðani
eitt møguligt rakett- ella
granatálop
kemur,
so
bretsku hermenninir kunnu
svara álopinum við sera
stórum neyvleika.
Men útgerðin er ikki
bretsk. Hon er svensk.
Talan er um eina sera fram-
komna mikrobylgjuskipan,
sum stóra svenska fyri-
tøkan Ericsson hevur ment
til svensku verjuna.
Sambært
Sydsvenska
Dagbladet bíløgdu bretar
fýra eintøk av skipanini í
juli í fjør, men fingu at vita,
at tað fór at taka Ericsson
fleiri ár at lata teimum út-
gerðina. Tað vildu bretar
ikki góðtaka og vendu sær
beinleiðis
til
svensku
stjórnina, sum í loyndum
loyvdi bretum at leiga út-
gerðina frá svensku verj-
uni. Fyri nøkrum vikum
síðani vórðu aðrar skipanir
hjá svensku verjuni sendar
til Afghanistan, har kanad-
iskir hermenn skulu nýta
hana.
Ein
talskvinna
hjá
Ericsson
váttar
fyri
Sydsvenska Dagbladet, at
fleiri lond hava víst teirri
framkomnu
útgerðini
áhuga, eftir at bretar hava
nýtt hana í Irak.
Læntu svenska útgerð til kríggið
í Irak
Korei loysir Abbas av
Samstundis sum palestinar tingast um nýggjan forsætisráðharra, halda ísraelsmenn fram við álopunum á víðgongdar palestinar
í Gaza. Men álopini raka eisini ósek
C
M
Y
K
14